Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 86 — 7. MAI 1994 Sida5 Starvsfólk stúra fyri sparingum á psykiatrisku deild: Lá 16 dagar í spenni- troyggju vegna trot á mannligum røktarum Starvsfólk vilja hava at vita um sparingar er orsøkin ella um samansetingin av starvsfólki er orsøkin Í seinastu viku varð ein deild fimm oman á deild maður í tjúgunum fluttur av tvey á psykiatrisku deild á STOR UTSØLA BRUKTUM BILUM ss plåsstrot selja vit fleiri AR, BRÚKTAR BILAR FA SÁMULIGAR PRÍSIR UTSØLAN verður Í DAG leygardagin 07.05. millum kl. 10:00 og 15:00 á økinum hjá Ivan Johansen, inngongd frá Staravegnum ————øi v/ Atla Klein Olsen | Postboks 205 110 Tórshavn Tlf. 18903 - 88903 Fax: 18703 Landsjúkrahúsinum. — Maðurin hevði tá í 16 dagar ligið í spenni- troyggju, ella í belti sum tað eisini verður kallað. Or- søkin til at maðurin hevði ligið so leingi bundin er at á deild fimm er, at har arbeiða bert kvinnur og tær høvdu ikki orku til at ansa eftir manninum. Hann hevur ilt vid at stýra sær, sigur eitt av starvsfólkunum á psykiat- risku deild. — Maðurin lá upprunaliga á deild tvey, men tá ein annar akutt varð innlagdur , sum hann ikki kláraði upp við, varð neyðugt at flyta mannin, sigur starvsfólkið. — Tá stødan hjá mann- inum var soleiðis háttað og onki mannfólk arbeiðir sum røktari ella sjúkrasystur á deild fimm, var einki annað at gera enn at leggja mannin í belti. Mær vitandi hevur hann ikki verið uppi ella úti hesar sekstan dagarnar. Tey mongu ár eg havi arbeitt á sjúkrahúsinum veit eg ikki um, at fólk hava ligið so leingi bundin, sigur starvs- fólkið. —Eg kundi hugsað mær at fingid at vita um orsøkin, til at ein liggur so leingi i belti, kemst av sparingunum inn- an sjúkrahúsverkið? Ella er orsøkin samansetingin av starvsfólki skeiv? — Tað eru bert konufólk á deild fimm og pørtørar vóru uppí 11 ferðir um dagin til- kallaðir fyri at hjálpa mann- inum. Tøl úr Danmark sýna, at er helvtin konufólk og helvtion mannfólk á eini psykiatriskari deild, so er næstan heilt óneyðugt at leggja sjúklingar í belti, --Eg haldi tað er ótaluvert at ein kann liggja 16 dagar í belti í 1994 og eg haldi eisini at landslæknin átti at hugt eftir viðurskiftunum, sigur starvsfólkið við Tíð- indablaðið Sosialin. jústinus Kvinnuráðstevnan FORUM 94 ALLAR kvinnur eru vælkomnar í Mettustovu i sambandi við fyrireikingar tilkvinnuráðsteynuna FORUM 94 í Ábo 1.-6. august 1954. Opið er hvert mikukvøld kl. 20—22. Telefon: 16938/12880 og og Yvirlæknin: 1 á minum Á tarvafólki — Eg kann ikki úttala meg um einstakar sjúklingar, men at nakar hevur ligið í belti 16 dag- ar út í í eitt er ikki rætt. At ein sjúklingum hevur ligið í belti í periodum í eitt 16 daga tíðar- skeið er møguligt, sigur August G. Wang, yvirlækni Tann sum hevur ábyrgdina av øllum sum fyriferst, á psykiatrisku deild á lands- sjúkrahúsinum, er yvir- læknin. Hann eitur August G. Wang. Hann er tí eisini tann einasti sum kann svara spurningunum starvsfólk seta. — Eg vil beinanvegin visa aftur at sparingarnar innan sjúkrahúsið er orsøk til at fólk liggja í belti. Vit kom- pensera ikki sparingarnar við at binda fólk niður, sigur hann. — Trupuleikin er, at tað er ógvuliga torført at fáa hendur á mannligum rgktar- starvsfólki. Tað eru ikki meir enn triggir manns í øllum landinum útbúnir sum sjúkrasystrar og har av arbeiða tveir hjá okkum. Onkur maður er røktari, men teir eru fáir, sigur August G. Wang. — Sum sagt, so kann eg ikki úttala meg um ein- stakar sjúklingar, men tað kann koma fyri at tveir sjúklingar ikki hóska saman á eini deild, og tå er neyðugt at flyta tann eina, sigur August G. Wang. — Er neyðug! at leggja ein sjúkling í belti, so verður hetta gjørt eftir fastsettum reglum og starvsfólk heldur eyga við sjúklinginum. Tað er heldur ikki óansvarligt at leggja ein sjúkling í belti. Hetta kann vera ein fyri- munur fyri ein, sum ikki kann stýra sær. Hann kann jú bæði gevasær sjálvum og ødrum mein, sigur August G. Wang. — Eg vil enn einaferð vísa á, atongin liggur 6neydugt í spennitroyggju á psykiat- risku deild og at eg havi fult álit á mínum starvsfólki, sigue August G. Wang. jústinus