Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (STi) Sida 6 Nr. 86 —7. MAI 1994 Skopuningar: Seta sitt álit á tingið - Hjálpir Løgtingid okkum ikki, | kann alt gera tað sama, tí tað tænir ongum endamáli at leiga eitt virki, tá eingin fiskur er, sigur Gerhard Lognberg, bygd- sæ arrådsformadur i Skopun Í Skopun er stødan enn tann sama vid flakavirkinum. Fiskavirking eigur virkid, men teirra fólk sleppa ikki inn á virkið, tí bygdin blo- kerar. Nú bíða øll spent eftir at frætta aftur úr løgtinginum. Fyrr í vikuni sendu bygd- arráðið og vinnufelggini í bygdini løgtinginum eitt skriv við áheitan á tingið um at hjálpa. - Veruleikin er tann, at Føroya Fiskavirking er í ferð við at jarðleggja alt virksemi her í bygd okkara, Ring tlf. 15900 og hoyr meira. stendur m.a. í skrivinum. Skopuningar finna seg ikki í, at Fiskavirking ongar ætlanir um at lata virkið uppaftur, og teir vilja hava Løgtingid til at taka neyð- ugu stigini fyri at fáa virkið latið uppaftur. Hevur skund Løgtingid beindi málið í ídnaðarneyndina. Skopun- ingar bóðu úngið um at skunda sær, og bygdarráðs- formaðurin Gerhard Logn- berg, ætlaði sær í gjár at fáa orð á formannin í nevndini, Vid utheimin -titt ferðasamband Heina O. Heinesen, júst fyri at skunda undir. Skopuningar halda seg hava ein serligan trumf á hondini. Kommunan eigur nevniliga økid, sum virkið stendur á. Fiskavirking hev- ur roynt at fingið komm- ununa til at ganag við til, at Fiskavirking yvirtekur øk- ið, men bygdarráðið hevur noktað at skrivað undir slíkan sáttmála. Fiskavirk- ing fær ikki økid, ti bygdin er ikki sinnað at gera Fiskavirking nakran beina, tá virkið ikki verður latið upp. Ikki flakavirki Føroya Fiskavirking hevur boðið skopuningum at leiga virkið, men treytin er, at tað ikki verður nýtt sum vanligt flakavirki. Eitt slíkt tilboð heldur Gerhard Lognberg vera lítið vert, tí tey halda ikki, tað tænir nøkrum endamálið at leiga virkið, tá eingin fiskur er. Skopuningar halda tað vera marghåttligt, at tað ikki eru liðin fleiri enn trý ár síðan, at virkið varð um- bygt, og umboð fyri allar stovnar komu suður og ynsktu skopuningum góða eydnu. Og nú liggur alt oyði. Vittora Gerhard Lognberg sigur, at øll bygdin tekur undir við tiltakinum, og hesar dagar- nar hava fólk úr øllum land- inum ringt til hansara og sagt tað vera fyri neyðini, at onkur endiliga torir at siga nakað. - Vit tora væl, og Fiska- virking sleppur ikki at mala okkum um fingurin. Beint nú bíða vit, og vit seta alt okkara álit á løgtingið, sigur Gerhard Lognberg. randi Skopuningar hava blokerað flakavirkið við gróti, so maskinur ikki kunnu flytast burtur Mynd: Oskar Oskarsson Kompressarar Borimaskinur Brekkarar Borar/Meitlar Slangur Vibratorar Forskalling Hátrýstreinsarar Fæst til leigu. Kaj Andreasen PF. Klingran 5 - Hoyvík - Tlf. 15600 | Føroyingafelagid i Esbjerg: Fleiri og fleiri limir Eftir stuttari tid er limatalid vaksid vid 70 Tann stóra flytingin úr Føroyum sæst aftur aftur á limatalølunum hjá føroy- ingafeløgunum uttanlands. Føroyingafelagid i Es- bjerg er i hvussu er vaksid nógv seinastu tíðina. Síðan miðan januar er talið vaksið við umleið 70, og nú hevur felagið 250 limir. Tá eru børnini ikki tald við. Føroyingafelagid í Es- bjerg varð stovnað fyri 24 árum síðan. Tiltøkini eru rættiliga nógv, umleið tvey um mánaðin, frá ókeypis bamatiliøkum til bingo, hugnaløtur, kirkjugongd og veitslur. I år høvdu tey eisini grækarismessuhald. Umframt hetta føroying- ar í Esbjerg spælt fótbólt og flogbólt, dansað føroyskan dans, spælt kort og havt sunnudagsskúla. Øll kunnu verða limir í felagnum, og limagjaldið er 100 krónur um árið - lesandi og pensionistar gjalda tó bara 50 krónur, og børn gjalda einki.