leygardagur 7. mai 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ) : Nr. 86 — 7. MAI 1994 Sida9
| &
Tingmenn mettu
til onga nyttu
Tingfundurin í gjár varð settur klokkan 10 og
slitin ein tíma seinri, uttan at nakað mál var
viðgjórt. Næsti fundur mánadagin
Tá klokkan var farin eitt
sindur av tíggju í gjár fyrra-
partin setti Lasse Klein,
tingformaður, fundin. For-
maðurin boðaði frá, at løg-
maður hevði heitt á seg um
at útseta viðgerðina av upp-
skotinum um minstafor-
vinning, og um hetta vildi
tingformaðurin tosa við
umboð fyri samgongu-
flokkarnar og meirilutan í
Spurningurin er, hvussu
leingi tað verður Lasse
Klein, sum sleppur at
ringja við klokkuni.
Partvíst er hetta ein
samgonguspurningur,
men fleiri tingmenn eru
samdir um, at stóri
trupulleikin er
innanflokka í
Sjálvstýrisflokkinum.
Mynd: Kalmar
Fiskivinnunevndini.
Men áðrenn tað, bað
Vilhelm Johannesen um at
fáa útsett atkvødugreidsl-
urnar av nøkrum málum.
Millum annað nógv um-
talaðu skattauppskotini.
Tá helt Jógvan Sundstein
fyri, at nú var so lítið eftir av
skránni, at tingformaðurin
eins væl kundi avlýsa fund-
in.
Fundur á loftinum
So var fundur á tinghúsloft-
inum millum samgongu-
fólk.
Tá Lasse Klein, slakan
tíma seinri, tók fundin upp-
aftur boðaði hann frá, at
hann eftirlíkaði ynskinum
um at útseta gll málini á
skránni, og lýsti næsta fund
at vera mánadagin klokkan
tíggju.
tór.-
Lasse Klein, løgtingsformadur:
Stungin I ryggin
av sínum egnu
Lasse Klein, løgtingsfor-
maður er sera avgjørdur í
Oyggjatíðindum í gjár.
Hann dylur ikki, at hann
er sera vónsvikin at vera
stungin í ryggin av sínum
egnu, sum hann tekur til, og
heldur, at betur var um
flokkurin stóð saman í so
týdningarmiklum máli sum
skattauppskotini eru.
Lasse Klein sigur, at fara
partafólk hansara at at-
kvøda fyri einum møgu-
ligum misálitisuppskoti á
løgtingsformannin, so
skulu tey so sanniliga eisini
vera til reiðar at taka av-
leiðingarnar innanflokka.
Í Iummaullini
Oyggjatíðindi siga annars
Sum hundur um heitan
greyt mólu
samgongumenn um
tingformannin.
Mynd: Kalmar
sína meining um partafólk-
ini hjá løgtingsformann-
inum.
Um Karl Hera Joensen
skrivar blaðið, at tað var
ikki torført hjá Finnboga
Ísakson at fáa Karl Hera
Joensen at loypa í ryggin á
partamanni sínum. Hesin
Karl Heri, sum áður hevur
ligið so fjálgur í lumma-
ullina hjá Finnboga.
Helena Dam á Neystabø
fær eisini sítt ummæli. Um
hana skrivar blaðið, at hon
fær neyvan gingið á tveim-
um beinum fyri gvund. Her
sá hon kjansin - einaferð
med alla, at seta Kleina-
mannin upp á pláss, skrivar
blaðið.
Faorðaði
Karl Heri Joensen var fá-
orðaður um tað, partamaður
hansara sigur við Oyggja-
tíðindi.
-Onga viðmerking. Hetta
liggur á einum so mikið
lágum stødi, var hansara
einasta viðmerking.
Helena Dam á Neystabø
vildi als ikki gera við-
merkingar til tað, Lasse
Klein sigur við Oyggja-
tíðindi.
Vit spurdu eisini Berg
Jacobsen, landsstýrismann,
um hann helt, at tingfor-
maðurin átti at eftirlíka løg-
manni og frammanundan
útsett tingfundin.
-Ja tað átti hann at hava
gjørt. Tað er mær sagt, at
tað tingformaðurin gjørdi er
eindømi, sigur Bergur
Jacobsen.
tór.-
|
Frágreiðingin frá
Ráðgevingarbólkinum:
Á tingborð
i heyst
— Tá sleppa tingmenn at
skifta orð um viðurskiftini
innan sjúkrahúsverkið
Orðaskiftið, um frá-
greiðingina hjá Rådgev-
ingarbólkinum í sjúkra-
húsmálum, sum skuldi
vera í vár verður helst
eftir ólavsóku. Tá fer
tingið undir aðalorða-
skifti um sjúkrahúsmál.
Hetta upplýsti Jó-
annes Eidesgaard,
landsstýrismaður í ein-
um svari til Tord Nicla-
sen, sum spurdi lands-
stýrismannin = hverjar
ætlanir landsstýrið hev-
ur at menna Heilsu- og
sjúkrargktarleiðsluna
innan Heilsuverk Før-
oya.
Jóannes Eidesgaard
svaraði millum annað, at
í november í 1989
samtykti landsstýrið at
seta yvirlæknan á Deild-
ini fyri Arbeiðs- og Al-
mannaheilsu sum
læknastjóri sum partur
av starvsøkinum hjá
deildini.
I sinum setunnarskjali
varð sagt, at lækna-
stjórin skal vera vara-
sjúkrahússtjóri, og skal
serliga taka sær av at
samskipa læknaliga ar-
beiði sum heild, at sam-
skipa sjúklingaviðgerð-
ina, at meta um vaktar-
skipanina, at samráðast
við yvirlæknarnar og
skipa fyri samskifti
teirra millum, at skipa
fyri = læknaligu út-
búgvingunum og at vera
talsmaður í læknaligum
málum.
Landsstýrismaðurin
sigur, at tá hendan skip-
anin hevur virkað eina
tíð, skal sjúkrahússtjór-
in geva landsstýrinum
tilmæli um varandi
skipan. Hendan skipan
er enn ikki endurskoða,
men tað ætlar lands-
stýrið at fáa gjørt.
Jóannes Eidesgaard
sigur seg væl skilja, at
røktarstarvsf6lkini inn-
an sjúkrahúsverkið eisi-
ni ynskja, at teirra fak-
ligu åhugamål fåa åvirk-
an á sjúkrahússtjóra-
embætið. Landsstyris-
maðurin leggur aftrat, at
tá endurskoðanin av
starvinum sum lækna-
stjóri verður gjørd, vil
ynskid frå røktarstarvs-
fólkunum viga tungt í
målinum.
Landsstýrismaðurin í
heilsumálum sigur ann-
ars, at nýggja stýris-
skipanin, sum nú verður
arbeidd við, kann fáa
ávirkan á framtíðar
leiðslubygnaðin | innan
okkara sjúkrahúsverk.
tór.-
KENWOOD HI-FI
hátalarar
— betri fæst ikki
dr
Sjónvarps-
& Radiohandil
Sverrisgøta 15
Tórshavn - Tlf. 17497
Altíð nógv góð tilboð