leygardagur 7. mai 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 86 —7. MAI 1994
Tíðindablaðið (ISK
Rakt av vanlukku, men:
Einsamøll i sorgini
Triggir føroyingar vóru við norskum trolara, sum gekk burtur i oktobe
teirra kom ikki aftur. Hóast familjurnar høvdu brúk fyri kreppuhjålp,
r mánaði í fjór, og ein
vóru familjurnar sleptar
upp á fjall. M.a. hesin tilburður er orsøkin til, at Reyði Krossur nú fer at útbúgva fólk kring
landið til at veita sálarliga fyrstuhjálp
Orð: Dagny
Myndir: Kalmar
Tað kom als ikki
Hansu Johanne-
sen til hugs, at
nakað óvanligt
var á ferð, tá
svágur hennara
stóð uttan fyri
hurðina, áðrenn
klokkan var sjey
ein morgun í fjør
heyst.
Hon bað børnini fara at
lata upp, og fór inn í køkin at
seta morgunmatin á borðið.
Ørindini hjá svágrinum
henda morgunin var at siga
Hansu frá, at norski bátur-
in, sum maður hennara var
við, var gingin burtur í
Barentshavinum.
Teir vóru triggir føroy-
ingar, sum vóru farnir við
norska bátinum, men bert
tveir teirra sluppu frá van-
lukkuni við lívinum.
Avleiðingarnar
Frá ti degi er tilveran hjá
teimum broytt fullkomi-
liga. Einki er, sum tað var
áður, og familjurnar eru
ógvuliga merktar av hend-
ingini, bæði sálarliga og lik-
amliga, umframt at broyttu
fíggjarligu viðurskiftini
hava elvt tiltrupulleikar, tá
arbeiðsgrundarlagið varð at
kalla tikið burtur, orsakað
av vanlukkuni.
Flestu avleiðingarnar aft-
aná vanlukkuna kundu ver-
ið umgingnir, um eitt hjálp-
arlið var til, sum kundi
stuðlað kreppuraktum fam-
iljum, sum í hesum føri.
Tað vísti seg nevniliga, at
eingin myndugleiki setti
seg í samband við tey
kreppuraktu. Tey vóru full-
komiliga slept upp á fjall.
Sjálv kundu tey einki gera í
fyrstuni, av tí at skelkandi
hendingarnar ikki gjørdu
tey før fyri at gera tað, sum
varð neyðugt fyri at fóta
sær.
- Eingin kom okkum til
hjálpar, og sjálv megnaðu
vit als ikki at greiða allar tær
fløkjur, sum stóðust av til-
burðinum, sigur Johannis
Johannesen.
At liva við sorgini
Nógvar og truplar letur
hava verið gerandiskostur
hjá familjunum, og Hansa
Johannesen sigur, at hon
ikki var vís í, at maður og
beiggi hennara vóru á lívi,
fyrr enn teir komu til Før-
oya, tveir dagar eftir til-
burðin.
Síðani kom sorgin, at
maðurin hjá bestu vinkon-
uni ikki kom aftur, og tað er
tað torførasta at liva við nú,
umframt alt tað, sum fam-
iljurnar stríðast við at fáa
skil á í dag.
- Høvdu vit fingið krepp-
uhjálp beinanvegin, so
hevði vanlukkan ikki verið
so torfør at liva við, heldur
Hansa Johannesen.
f veruleikanum vistu tey
als ikki, hvønn tørv tey
høvdu, og eingin leitadi til
teirra at spyrja heldur. Fam-
iljan royndi at verða um tey
kreppuraktu, so tey íkki
skuldu kenna seg einsa-
møll, men heldur ikki fam-
iljan visti, hvat var til at
taka.
- Tå tå verdur fyri slikum,
veitst tå als ikki, hvussu tå
skal venda tær. Tad eru so
nógvir tankar og 6søgd orð,
sum órógva og ørkymla, og
tú hevur als ikki orku at gera
nakað itøkiligt við støðuna.
Ongin hjálp at fáa
32 ára gamli Johannis Jo-
hannesen hevur verið sjó-
maður, síðani hann var 14
ára gamal, og Martin Olsen,
sum nú er 27 ár, hevur eisini
verið sjómaður, síðani hann
fór úr skúlanum.
Øll hesi árini hava teir
verið limir í Vanlukku-
tryggingini, sum er lógar-
kravd trygging.
Orsøkin til, at teir fóru við
norskum fiskiskipi, var
vónin um betri hýru, tí
fiskaprisimir í Føroyum
vóru so vånaligir.
Teir vóru tí báðir tryggj-
aðir i Føroyum, umframt í
norskum felag, tá vanluk-
kan hendi.
Eina viku eftir, at teir
komu heimaftur, fóru teir á
Vanlukkutryggingina = at
vita, um nøkur hjálp var at
fáa.
- Móttgkan á Vanlukku-
tryggingini var ógvuliga
køld. Vit fingu bert at vita,
at har skuldu vit ikki vænta
okkum nakra hjálp, sigur
Johannis Johannesen.
- Eitt var, at vit ikki kundu
fáa hjálp, men hevði stovn-
urin hjálpt okkum við ráð-
geving, og kanska vent sær
til tryggingarfelagid í Nor-
egi fyri okkum, so høvdu vit
ikki havt kensluna av, at teir
einki vildu hava við okkum
at gera.
- Vit hava goldið trygg-
ingina øll árini, men enn
ikki óteljandi telefonsam-
rødurnar, sum vit hava ført
við Noreg, vóru vit spardir
fyri.
Hjálpin kom væl við
Úrslitið hjá familjunum,
eftir at hava verið á øllum
stovnum og feløgum, sum
tey hava samskifti við, varð,
at Martin Olsen og Johannis
Johannesen fingu dagpen-
ing í 20 vikur, og ískoyti frá
Fiskimannafelagnum upp
til minstuløn.
Kaj Kallsberg, kommu-
nulækni og Óli Jacobsen,
formaður í Fiskimanna-
felagnum, hava hjálpt fam-
iljunum at fóta sær aftur.
Høvdu teir ikki verið so
hjålpsamir, vita tey als ikki,
hvussu hevði verið vorðið í
%g, Jacobsen sigur við
Sosialin, at kommunulækn-
in og hann komu á tal um
hetta ein dagin, og at teir á-
sannaðu, at eingin slík hjálp
er til í Føroyum.
Av ti at Kaj Kallsberg er
formaður fyri Reyða Krossi
í Føroyum, kom hugskotið
at stovna sálarliga fyrstu-
Hansa og Johannis
Johannesen eiga trý børn.
Frá einum degi til annan
broyttist tilveran fullkom-
iliga - ikki bert hjá
teimum, men hjá familjuni
sum heild, ti eingin hjálp
er til, ið stuðlar
kreppuraktum familjum,
sum í hesum føri
hjálp, sum skal virka á sama
hátt sum fyrstahjálp, tá tal-
an er um likamligar skaðar.
Eftir hvítusunnu verður
fyrsta skeiðið í sálarligari
fyrstuhjálp, ella kreppu-
hjálp, sum danski Reyði
Krossur skal standa fyri.
Sálarlig fyrstuhjálp
Kaj Kallberg sigur, at fyri-
bils fara teir at útbúgva teir
lærarar, sum í dag undirvísa
í fyrstuhjálp og nakrar
sjúkrasystrar. Hesi fara