leygardagur 7. mai 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 86 — 7. MAI 1994 Síða 11
køkini
f
seinni út um landið, at
útbúgva fólk, sum kunnu
veita kreppuhjálp.
Hansa og Johannis Jo-
hannesen og Martin og
Hansa Maria Olsen vilja
greiða frá sínum royndum
at fóta sær eftir vanlukkuna,
við tí vón, at onnur ikki
koma í somu stóðu, um heilt
illa veit við.
Eftir at sjúkradagpening-
urin var uppi, noyddust
familjupáparnir aftur til ar-
beiðis.
Johannis Johannesen fór
við føroyskum trolara í,
men noyddist eftir góðar
tveir mánaðir at koma
heimaftur. Hann er ikki før-
ur fyri at virka sum sjómað-
ur longur, men hevur nú
fingið arbeiði í landi.
Martin Olsen gekk heima
vid ongari løn í ein mánað,
men so noyddist hann at
fara aftur til skips. Hann er
sjómaður, men kennir seg
heldur ikki tryggan á sjón-
um longur.
Tað ávirkar sjálvandi
eisini gll í familjuni, sum
situr eftir heima. Tey trívist
vi i
Hansa Johannesen: - I
fyrstuni var tað ein lætti
at maður og beiggi mín
komu aftur í øllum góðum.
Síðani kom sorgin, at
maðurin hjá bestu
vinkonuni ikki kom aftur.
Tað er eitt av tí
torférasta at liva við
ikki væl og eru ógvuliga
ótrygg, tá Martin er burtur.
Tað hevur verið neyðugt
hjá Johannis og Martin at
tosa við sålarfrøding, og teir
kenna seg væl móttiknar
har, men kortini er torført
hjá teimum at fóta sær.
Ongin hevur tosað
við konurnar
Familjan hevur ikki orð
fyri, hvussu tað kennist í
gerandisdegnum at liva við
hesum sorgartilburði, sum
hevur merkt tey øll.
Systkinabørnini Rakul og Carina spæla og lata seg ikki órógva av álvarsliga prátinum í
- Tá menninir ikki eru
væl fyri, veit familjan ikki,
hvat tey skulu siga ella gera.
Eru teir í góðum lag, vilja
tey hinvegin ikki minna teir
á tilburdin ella tosa um tað,
sum enn er ónevnt í hesum
sambandi.
Als eingin hevur hugsað
um, at tað kanska hevði
bøtt um støðuna, um fam-
iljan sum heild varð tíkin
við í samrødum við sálar-
frøding og aðrar myndug-
leikar.
- Tað er eisini torført at
seta orð á hetta, tí eingin
tosar við okkum ella spyr
um tað, sum er hent. Fólk
vilja helst lata sum einki,
siga konurnar.
- Tað, sum hevði hjálpt
okkum í byrjanini, hevði
verið, um onkur hevði vent
sær til okkara, sum kundi
veitt okkum upplýsing og
ráðgeving. Ein sum kundi
hjálpt okkum við tí, sum
varð neyðugt fyri at koma
víðari, siga familjumar.
Felagið Fiskimannakonur tekur spurningin upp:
) Ásanna tørvin
á kreppuhjalp
Felagið Fiskimannakonur fara at senda um-
boð á skeið í sålarligari fyrstuhjålp, sum
Reyði Krossur skipar fyri í næstum
Á aðalfunfinum í dag, tekur
felagið Fiskimannakonur
spurningin upp um kreppu-
hjálp, í samband við van-
lukkur.
Á fundinum verður ein
prestur og ein sålarfrød-
ingur, sum fara at greiða frá
ymsum spurningum í sam-
bandi við, at fólk koma fyri
ógvusligum hendingum, og
tí hava brúk fyri kreppu-
hjálp.
Beinta Joensen, er einkja
eftir Jan Poulsen, sum var
tridi føroyingurin við nors-
ka trolaranum Bordanes.
Hon verdur eisini vid å
fundinum á Hafnia í dag kl.
15, og fer at greiða frá,
„hvussu hon kendi tað, tå
maðurin ikki kom aftur, og
hverjar avleiðingar tað hev-
ur havt fyri hana og børnini.
Dagny
Orð: Dagny
Myndir: Kalmar
Hansa Maria og Martin
Olsen : Hann gekk heima
ein mánað við ongari løn,
eftir at hava fingið
sjúkradagpening í 20
vikur. So var hann
noyddur at fara aftur til
skips, tí hann hevur verið
sjómaður síðani hann fór
úr skúlanum, men hann
kennir seg heldur ikki
tryggan á sjónum longur
(AR
FOROYA
PEDAGOG
FELAG
FØROYA
PEDAGOGFELAG
EYKAADALFUNDUR
verdur i ;
KANTINUNI å F. LÆRARASKULA
månadagin 9. mai, kl. 19.30
Skrå: Møguligt husakeyp
Nevndin
Udsat auktion
Det meddeles herved, at tidligere be-
kendtgjort tvangsauktion (AS 70/94)
over matr. nr. 416 q, Vestmanna,
bygning på lejet grund v/ Bjørn å Heyg-
um, j. nr. 940048 der var berammet til
den 05. maj 1994 kl. 11.10, er udsat til
Torsdag den 09. juni 1994 kl. 09.50
Færøernes fogedret, den 05.05.94
Mette Søgaard-Nielsen
dfm.
Udsat auktion
Det meddeles herved, at tidligere be-
kendtgjort tvangsauktion (AS 77/94)
over matr. nr. 1244, Klaksvik, v/ Advo-
katvirkid j. nr. 6675 der var berammet
til den 05. maj 1994 kl. 11.40, er udsat
til
Torsdag den 09. juni 1994 kl. 10.00
Færøernes fogedret, den 05.05.94
Mette Søgaard-Nielsen
dím.