Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 86 — 7. MAI 1994 Síða 13 Torført hjå B68 at basa B71 heima Tað verður ikki nøkur lætt uppgåva, B68 fær í morgin, at fáa stig frá B71, ið saman við GÍ og B36 liggur á odda í landskappingini. Toftamenn snávaðu í Gøtu síðsta vikuskiftið, so teir taptu 5-2, aftaná at teir vóru komnir á odda í fyrra hálvleiki við 1-0. Hinvegin var ikki so trupult hjá B71 at ogna sær bæði stigini móti TB á heimavelli. Í Gøtu noyddist Ingolf Petersen at fara skaddur av velli, og hann hevur ikki vant, men í gjårkvøldid skuldi greiða fáast á, um hann fær verið við í morgin. Hann hevur fingið viðgerð fyri skaðan í vikuni. Eisini Ambjørn Daniel- sen noyddist at fara út móti GÍ, tá hann gjørdist nakað trongur. Men hann hevur alla vikuna vant og tykist aftur vera væl fyri. Annar spælari, ið hevði skaða at dragast við síðsta umfar, var Suni Fríði Jo- hannesen, ið hevur havt bruna í hælsinuni. Men eis- ini hann hevur vant hesa vikuna, so hann verður Giv- aðeisini klárur at mýta B71. Hjá B68 hevur Edmund Jacobsen tvey kort, meðan Øssur Hansen, Hans Han- sen og Oleif Joensen hava havt hvør sítt. Aftrat teim- um er nú eisini Johannes Danielsen við einum gulum korti, ið hann fekk í Gøtu. B71 onga neyð Gestirnir av Sandoynni hava hinvegin ikki verið darvaðir av nøkrum serlig- um skaða. Undan dystinum móti TB høvdu Jóan Petur Clement- sen og Torbjórn Jensen smásnuddir, men einki sást til tað í dystinum, har teir báðir — serliga Torbjørn — vóru millum frægastu spæl- ararnar. Pjotr Krakowski fekk í TB-dystinum ein brest und- ir síðuna og noyddist út, men eisini hann verður helst klárur til dystin á Svanga- skarði. Ein spælari, sum seinnu árini hevur verið at sæð á liðnum hjá B71, er Frankie Jensen, men hann er ikki við í ár. Hann hevur nógv at gera, og líkt er til, at hann kanska fer atspæla fyri okk- urt felag í Havnini í ár, um hann fær stundir til tess. So meðan B68 kanska hevur onkrar trupulleikar at dragast við, orsakað av skaðum, er B71 væl fyri og líður onga neyð, hvat mann- ing viðvíkur, og helst verð- ur torført hjá toftamonnum at basa oddaliðinum, hóast tað er á heimavelli. Hinvegin er liðið av Sandoynni sårbart, um skaðarnir minka um tann frammanundan lítla hópin. Tað er bert sjáldan, at B71 klárar at fylla dómaraseðil- in — sum oftast eru bert 15 nøvn á honum. Torbjørn Jensen, Jóan Pe- tur Clementsen og Páll á Reynatúgvu eiga tey trý gulu kortini, ið liðið við sama liti hevur fingið higar- til í ár. hj. Onkur verður glaður fyri stig á Sevmýri Tvey av liðunum, ið higartil hava havt eina soltna byrjan í landskappingini, hittast á Sevmyri í morgin — TB og EB/Streymur. TB hevur enn einki stig fingið, og EB/Streymur hål- aði eitt stigið í land á heima- vølli móti KÍ síðsta viku- skiftið, eftir - at gestirnir høvdu verið á odda 2-0. Serligaring hevur byrjan- in verið fyri TB, ið eitt nú noyðistat vera Eyðun »Gul- lok< Svalbard fyriuttan til einaferð í august. Kapping- arnevndin hjá fótbóltssam- bandinum hevur avgjørt, at Eyðun fær tveir daga leik- bann fyri at hava lagt hend- umar um hálsin á Magna Jarnskor í kvørkrataki og níggju daga leikbann fyri at hava gjørt seg inn á dómar- an Nemus N. Djurhuus. Um TB fer at kæra hesa avgerðina, er enn ikki vist, men Tíðindablaðið Sosial- urin frættir av Tvøroyri, at neyvan fer málið framvið, uttan at TB roynir at fáa eina frægari avgerð í dóms- nevndini. Hinvegin verdur målverj- in Magni Hentze vid aftur móti EB/Streymi. Hann hevur verið sjúkur í ryggin- um, og hesar báðar lands- kappingardystirnar hevur Birgir Dimon vart málið. Somuleiðis roknað teir við á Tvøroyri, at Herman Mortensen er klårur aftur. Hann hevur enn ikki rørt bóltin í landskappingini, tí hann fekk liðbandsskaða beint áðrenn kappingin fór í gongd. Hjá TB hevur Óli Jo- hannesen tvey gul kort, meðan Jóan Petur Olgar- son, Magni Petersen og Herman Mortensen hava hver sítt. Sundalagsmenn vant í Runavík EB/Streymur var miku- kvøldid á vøllinum í Runa- vík og vandi. Hetta er ein- asti graslikisvøllurin í Eyst- uroynni við sandi, og minn- ir hann tí mest um vøllin á Sevmýri. EB/Streymur hev- ur annars vant nakað á gras- likisvøllinum á Skála í år, men undan dystinum móti TB varð valt at leggja tveir tímar av venjingini í hesi vikuni í Runavík. Umframt at hava roynt at havt bæði sand og gras und- ir fótum, er EB/Streymur í teirri hepnu stóðu, at allir mans á liðnum er til taks undan torføra dystinum, ið hetta umfarið ber við sær. Bert ein av spælarunum, ið Páll Guðlaugsson rokn- aði vid at hava við i ár, hevur liðið enn ikki fingið gleði av í landskappingini, og er tað tann kanska mesta royndi á liðnum, Bergur Magnus- sen. Hann var við í fleiri av venjingardystunum, har tað eydnaðist honum at skjóta eina rúgvu av málum, men so setti ein fipurspreinging stoppara fyri hesum. Hann varð kortini h6skvøldid til venjing aftur fyri fyrstu ferð í hálvannan mánað, og hann merkti einki til skaðan tá. Tó roknar hann ikki við at verða klárur at spæla dyst beinanvegin. Nýggja liðið í 1. deild er heldur ikki illa fyri, tá talan erum kort. Undan dystinum móti KI vóru bert tvey kom- in, men tá fekk so Finnbjørn Zachariassen eitt aftrat tí, hann hevði frammanundan, og unglingurin á aftasta plássinum, Knút Vesturtún, fekk eisini sitt. Umframt teir báðar hevur eisini Sonni . Samuelsen eitt gul kort. hj. Táklaksvíkingar í morgin fáa vitjan av B36 er tað síðstu ferð, at Kurt Mørk- øre er aftasti skansi hjå KÍ. Týsdagin fer hann av landinum, og búsetíst í Noregi. Um hann kemur aftur er óvist, men tað verður undir øllum um- stóðum ikki í ár. Kurt Mørkøre hevur verið fastur fúsur á liðn- um hjá KÍ í eini áua ár, burtursæð frá 1988, tá hann leikti við LÍF, og tað er einki at taka seg aftur í, at tað verður saknur í manninum, sum meiri enn nakar hevur myndað liðið hjá klaksvíkingum sein- astu árini. Hann hevur verið liðformaður, høgra hond hjá venjaranum, álitið í verjuni og vanda- mikil framman fyri mót- stóðumálinum, serliga í deyðbóltsstóðum. Tá KÍ í 1991 vann meistaraheitið vóru Allan og Kurt Mørkøre saman við Toda Jónsson millum berandi kreftirnar. Nú eru teir allir burtur: Todi er í Lyngby, Allan er í B36 og nú fer Kurt til Noregs, har hann fyribils búsetir seg uttan fyri Álesund. Er tað ikki óbótaligur skaði fyri KÍ liðið, at so nógvir stuðulsleikarar rýma eftir so stuttari tíð? — Tað hevur íkki verið nakar trupulleiki, tí tað hevur verið nóg mikið av fólki at taka av. Maður er komin í mans stað hvgrja ferð, men verður frá- gongdin framvegis stór, so fer at knipa, ti nú fer hópurin av uppløgdum evnum til 1. lið at minka, vísir fráfarandi liðfor- Hann sigur seg ikki rokna við, at KÍ fær stórar trupulleikar av at finna annan mann at røk ja hans- arauppgávu, men hvgr tað verður ynskir hann íkki at siga nakað um. Tað fer venjarin at finna út av. Landsliðið í tí óvissa Skalt tú spæla fótbólt í Álesund? --Tað veiteg ikki. Tað er ikki fyri at spæla fótbólt, at eg flyti, men tá eg eri komin upp á pláss har yv- iri, so kann tað væl vera, at eg fari at spæla, men eg havi ikki havt samband við nakað felag. Felagið, sum er næst nýggja bústaðnum hjá Floksmenninir til Klaksvíkar framtíðina yvirhøvur: RS Síðsti skansin hjá KI fer av landinum Dyggur smeitur hjá klaksvíkingum, at Kurt Mørkøre í komandi viku flytir til Noregs at búgva landsliðsverjuleikaranum, leikar í triðju rød í Noreg. Tá vit koma inn á spurn- ingin um landsliðið er Óvissan upp aftur størri, enn hon er um fótbólts- — Fyrst av øllum velst um, um eg fái eitt starv. Síðani er spurningurin, um tíð og umstødur verða til at spæla fyri eitt felag. Ber tað til, so er landsliðs- spurningurin eftir, bæði um møguligt arbeið kann sampakka við landsliðið og um FSF er áhugað, so taðer ógvuliga óvist, held- ur Kurt Mørkøre, sum ikki dylur fyri, at tað ikki bara er við góðum huga, at hann fer av landinum: — Tað er spennandi at royna okkurt nytt, men tað er ikki bara hugaligt at fara frá tí, sum er tær fjálgt og kært. Tað man vera ein sannroynd hjá somongum ødrum enn mær, heldur maðurin, sum kanska hev- ur verið mest upplagda evnið sum avloysari á aft- asta verjuskansa á lands- liðnum, nú Jóannes Jak- obsen er givin. -nn- Í sambandi viðdystin í mor- gin í Klaksvík millum KÍ og B36 skipar viðhaldsfelagið hjá B36, Floksmenn, fyri bussferð til Klaksvíkar. Floksmenn og viðhalds- fólk annars skulu meta í B36-húsinum í morgin kl. 11.30, og síðani verður far- ið avstað við bussum frá parkeringplássinum við Gundadalsvegin kl. 12. Felagið Floksmenn er eitt nýtt fyribrigdi. Felagið varð stovnað í vár, og higartil hevur tað fingið um 150 limir. Einasta endamál fel- agsins er at fylkjast um B36 og syrgja fyri, at áskoðara- skarin sæst og hoyrist betri. Limir í viðhaldsfelagnum sleppa ókeypis við bussun- um úr Havnini, meðan onn- ur skulu gjalda 50 krónur fyri túrin. Ferðin við ferjuni um Leirviksfjørd kemur so aftrat. bj. Meira av ítrótti niðsat á næstu síðu