fríggjadagur 27. juni 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 119 - 27. juni 2003
Nr. 119 - 27. juni 2003
3
Spennandi boring í næstum:
Risastór gasskelda millum Føroyar og Noreg
Teir næstu mánaðir-
nar fara tvey av
heimsins størstu
oljufeløgum, Shell og
BP at bora ein brunn
heilt norðaliga á
bretska landgrunnin-
um, miðskeiðis
millum Føroyar og
Noreg. Hildið verður
at eitt risastórt gass-
felt goymir seg í und-
irgrundini har. Eitt
møguligt fund her
kann fáa týdning fyri
framtíðar leiting við
Føroyar
OLJA
Jan Müller
Um somu tíð sum flestu
eygu eru vend móti boring-
ini hjá ENI í føroyskum øki
verður nú seinasta hond
løgd á fyrireikingarnar til at
bora ein ikki minni spenn-
andi brunn í bretskum øki.
Ein brunn, sum eisini kann
fáa stóran týdning fyri
framtíðar leiting á føroyska
landgrunninum, og her
verður fyrst og fremst
hugsað um økini har norð-
uri móti bretska og norska
markinum.
Talan er um ein risastórur
gassstrukturur, sum verður
kallað Ben Nevis, ið er
navnið á hægsta fjallinum í
Skotlandi. So longu heitið á
hesum komandi brunninum
bendir á nakað stórt.
Tað eru BP og Shell, sum
hava ábyrgdina av boring-
ini, ið liggur í einum øki,
har Statoil eisini hevur lis-
ens. Seinastu tíðina hevur
verið roynt at fáa onnur
oljufeløg at vera við í bor-
ingina, tí talan er um ein
rættiliga váðiligan brunn.
Hann liggur í loyvinum
219/21 tvs. væl norðan fyri
verandi oljufelt í bretskum
øki. Hann er á Atlantsmót-
inum og rættiliga langt
norðuri á bretska land-
grunninum millum norska
og føroyska markið, í ein-
um øki, har lítið er borað
áður. Í hvussu er er eingin
framleiðsla har í nánd. Vit
skulu suður til Magnus
feltið fyri at finna eitt fram-
leiðandi felt.
Borað verður í tíðar-
skeiðnum juli, august og
september við tí fram-
komna Jack Bates bropi-
pallinum, sum hevur staðið
fyri fleiri leitibrunnum við
føroyska markið.
Orsøkin til at hesin
brunnurin eisini kann hava
føroyskan áhuga er tann, at
roknað verður við at gera
eitt stórt gassfund í løgum,
sum eisini finnast í norsk-
um og føroyskum øki. Tað
eru longu gjørd stór gas-
fund í norskum øki, eitt nú
Ormen Lange, og hava ser-
frøðingar fyrr mett, at
møguleikar eru fyri at gera
slík gassfund í føroyskum
øki eisini.
Bretska oljublaðið Upp-
stream umrøður Ben Nevis-
strukturin
sum
“a
monster”.Blaðið skrivar, at
her kunnu liggja goymd
upp til 20 billiónir kubikk-
føtur av gassi ella svarandi
til 7.8 Tcf. Brunnurin skal
borast á 900 metra dýpi og
verður borað 3000 metrar
longur niður. Hann er mett-
ur at kosta 170 mill. kr.
Gass skal liggja í jarð-
frøðiliga lagnum nevnt
“cretaceous”. Boringin fer
at vara í einar tveir mán-
aðir. Seismikkurin vísir, at
Ben Nevis líkist tí risastóra
Ormen Lange strukturinum
í norskum øki. Tað gassfelt-
ið goymir sera stórar nøgdir
av
gassi.
Hóast
bjasrtskygni er stórt so
ganga aðrar metingar út
uppá, at talan kann vera um
ein turran brunn tá
avtornar.
Norski jarðfrøðingurin,
Terje Hagevang, sum hevur
stóran kunnleika til bæði
norskt og føroyskt øki og
sum eisini fylgur væl við í
gongdini í bretskum øki
sigur
við
Sosialin,
at
brunnurin, sum BP og Shell
fara at bora í næstum er
sera áhugaverdur.
Terje Hagevang sigur
m.á. um hetta økið: “Det er
en svært interessant brønn
som skal bores til 3000 m
på Ben Nevis strukturen i
vanndyp på 910 m.Geolog-
isk hører området til Fær-
øy-plattformen, og har
vulkanske intrusjoner (i
dette
tilfellet
Brendan
Dome), lava og samme
letemodell (play model),
dvs samme opprinnelse for
hydrocarbonene,
samme
reservoarsander og felle-
mekanisme. Brønnen vil
derfor gi mye relevant in-
formasjon for å vurdere
prospektiviteten til de nord-
lige områdene av færøysk
sokkel som formodentlig
blir inkludert i 2. runde.”
Terje Hagevang var fyri
nøkrum árum síðani leiðari
fyri fyrireikingunum hjá
norska oljufelagnum Saga
Petroleum, sum ætlaði at
vera við í leitingini á før-
oyska landgrunninum. Fel-
agið varð tó keypt upp av
øðrum feløgum, eitt nú
Norsk Hydro, sum ikki
fekk leitiloyvi við Føroyar í
fyrstu rundu.
Herfyri umrøddi hann
eitt møguligt stórt gassøki
har norðuri á føroyska
landgrunninum. (Sí gula
økið á kortinum)
Vit síggja á kortinum kendu olju- og gassfeltini í bretskum og norskum øki. Pílurin vísur Ben Nevis strukturin har norðuri í
bretskum øki miðskeiðis millum føroyska og norska markið.
Jack Bates skal bora Ben Nevis brunninn í næstum
Á kortinum síggja vit risastóra norska gassfeltið Ormen Lange og við Føroyar síggja vit eitt øki har norðuri, har eitt nú norski jarðfrøðingurin Terje Hagevang
heldur møguleikar verða fyri at finna stórar mongdir av gassi. Miðskeiðis millum norska og føroyska økið fara BP og Shell nú at bora eftir tí tey halda er ein
risastór gasskelda. Henda boringin kann fáa stóran týdning fyri framtíðar leiting við Føroyar og møguliga fyri komandi 2. útbjóðing.
Kelda Sagex
C
M
Y
K
3
2