fríggjadagur 27. juni 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 119 - 27. juni 2003
Nr. 119 - 27. juni 2003
5
RÆKJUFISKISKAPUR
Orð og myndir: Jústinus
Leivsson Eidesgaard
Nuuk, Sosialurin:
- Tað er ikki tí einki er at fáa.
Næstseinasta dagin hendan
túrin fingu við 63 tons av
pakkaðum rækjum, klárar til
forbrúkaran, men tað nyttar
lítið, tá prísurin er í botni,
sigur Jógvan Tróndarson,
skiparin á Akamalik, ein av
nýggjastu og størstu rækju-
trolaranum
hjá
Royal
Greenland og flaggskipið
hjá hesum felag.
Vit eru í fyrstu døgunum
í juni og Akamalik liggur
stórur og prúður við At-
lantskajuna í Nuuk. So
skjótt sum teir hava lagt at,
so verður farið undir at
landa og veiðan hjá Aka-
malik gevur einki arbeiði á
landið, annað enn at hon
verður á plattum førd í
bingjur og síðan flutt av
landinum sum liðugt vøra.
Men dagin, tá skipið kemur
inn er nógv at gera og tað er
stutt millum plattarnar úr
lastini og upp á bryggju-
kant. Grønlendingar eru til-
tiknir kvikir menn og tað
sæst eisini nú teir landa.
Jógvan sær troyttur út,
bleikur og gráður í andliti.
Tað er ikki bara sum at siga
tað at hava ábyrgdina av so
dýrum skipi, nú hýsan er
vorðin dýrari fiskur enn
rækjan. Vit sita og práta
eina lítla løtu, nú ein skái
er, og ongin rópar eftir hon-
um. Tað er nógv at gera hjá
einum skipara, tá skipið
júst er komið í havn. Teir
eru eisini túraðir, tí nógv
hevur verið at gera seinastu
dagarnar til havs, og fiski-
skapurin hevur verið góður.
Í harraverilsinum
Salongin hjá Jógvani eru
sum ein stór íbúð, og hann
hvørvur næstan í øllum
hesum fína. Har er stór
stova og fundarrrúm, skriv-
stova, kamar og vesi við
bað. Fyrst eg kom umborð
sat eg eina løtu inni á skip-
arakamarinum
og
eyg-
leiddi, meðan Jógvan var til
arbeiðis og tað var ikki
hissini at taka støðu til. So
var tað reiðsskapur, so var
tað pengar til grønlendsku
manningina, sum skuldi ein
túr í land. Teir hava ikki
somu skipan sum yvir-
menninir og eru ofta við
fleiri mánaðar í senn. Og so
var tað reiðarin, sum eisini
skuldi hava sítt at vita.
Skiparin var ikki í frið eitt
sekund, og tað var hann
heldur ikki á hinum bátun-
um, eg vitjaði í Nuuk. Tað
hendir nakað, tá eitt skip er
komið í havn. Tó, teir sum
skulu heim eru nú eitt
sindur lættari hýrdir, enn
teir sum skulu undir nýggj-
an túr. Tað vil so vera. Men
hetta sært tú ikki umborð á
Akamalik, tí teir hava
fiskað so skjótt hendan túr-
in, at teir eru inni eitt heilt
samdøgur áðrenn uppruna
ætlað. Hin skiparin, Lin-
john úr Skálavík er slett
ikki komin til Grønlands
enn, hann er á veg. Linjohn
verður slett ikki kallaður
skipari umborð, hann fær
ikki annað navn enn borg-
meistarin, eisini av grøn-
lendingunum, tá hann ikki
hoyrir, og hetta stavar frá
hansara karrieru í komm-
unalpolitikki, halde eg.
SARS sjúkan
Men nú er also ein skái, og
vit sita og práta á skipara-
íbúðini einsamallir. Tað er
heldur ikki hissini sum
plágar føroyska fiskimann-
in, eitt nú sjúkan Sars, sum
vit annars hoyra mest til í
Hong Kong, Kina og Kan-
ada og tað er júst her hund-
urin liggur begrivin.
- Rækjuvinnan hevur
brúkt nógva tíð og nógvar
pengar upp á at uppbyggja
ein rækjumarknað í Kina
og eitt nú vit liggja inni við
nógvum, rækjum sum eru
tilgjørdar spesielt til kines-
iska
marknaðin.
Men
SARS sjúkan hevur ført við
sær, at hesin marknaður er
burtur og nú koma allar
rækjurnar,
sum
annars
skuldu verið seldar í Kina
út á hin marknaðin, sum
kneykrar undir at alt ov
nógvar rækjur eru á markn-
aðinum. Og úrslitið er, at
prísurin bara fellir enn
meira, sigur Jógvan Trónd-
arson og klórar sær um sín
kumlaða nakka. Hetta er
ikki lætt at hava við at gera.
- Prísurin hevur ikki
verið so lágur í søguni hjá
rækjunum sum handils-
vøra. Ein triðingur av rækj-
unum sum vit hava inni
skuldu til Kina, nú er hesin
marknaður burtur og tað er
steinur omaná byrðu, at
Kinarækjurnar nú enda úti
á einum frammanundan
knúsaðum marknaði, sigur
Jógvan Tróndarson.
- Prísurin er eisini vána-
ligur á sekkjarækjunum,
tað eru einfalt ikki keyparar
til allar rækjurnar. Hetta
hevur stórar avleiðingar
fyri grønlendska samfel-
agið, sum hevur so fá bein
at standa á. Her eru jú bara
rækjur,
svartkalvi
og
krabbi,
sigur
Jógvan
Tróndarson.
Bátar liggja
Er tað ikki vandamikið bara
at fiska seg burtur úr vána-
liga prísinum. Verður einki
gjørt í Grønlandi fyri at
steðga skeivu gongdini?
- Jú, nakað verður gjørt.
Av teimum 15 stóru rækju-
trolarunum eru bara fimm
úti í løtuni. Hinir eru á verft
ella liggja stillir. Vit skulu
tó ikki klaga, tí vit klára
okkum við lágum prísi av tí
at skipið hevur so stóra
kvotu í Vesturgrønlandi.
Hevur ein bátur av hesi
støddini ikki millum 6-
8000 tons í kvotu, so stend-
ur hann seg ikki.Vit veiddu
7500 tons í fjør, sigur
Jógvan Tróndarson
Fyrst í juni mána var
næstan ikki dagur, at ikki
onkur grønlendskur rækju-
trolari lá inni í Nuuk. Sosi-
alurin vitjaði tríggjar av
hesum bátum, allir við før-
oyskum yvirmonnum og
allir vóru eins ørkymlaðir
av vánaliga rækjumarknað-
inum og útlitunum.
Hesin túrurin hjá Akama-
lik hevur verið ein av teim-
um longru, tí hann byrjar
heilt í Spania, har skipið
varð bygt. Skipið hevur ver-
ið til eftirlit. 17. mai vóru
teir inni í Íslandi. Teir byrj-
aðu túr í Eysturgrønlandi 22
juni. Har var einki at fáa og
teir sigldu síðan suður móti
Kappanum og norður um
norður á Stóra Hellefiska-
bankan næstan í einum og
endaðu vestur móti kanad-
iska markinum. Har bar
rættuliga til.
- 63 tons tann seinasta
dagin av lidnari vøru, pakk-
aðum rækjum, frystar á platt-
um, klárar at koyra í bingj-
una. Men vit jakta rekordina,
sum trolarin Sisimiut hevur.
Hann fekk einaferð 68 tons
av ísaðum rækjum, sigur
Jógvan Tróndarson.
Jógvan hevur siglt 17 ár í
Grønlandi.
Rækjurok og ongin prísur
Jógvan Tróndarson er eisini
bankastjóri umborð. Her
gevir hann einum av mann-
ingini pengar til at fara í
land fyri
Akamalik liggur knallreyður
veldugur og landar í Nuuk
RÆKJUR
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Sosialurin, Nuuk: Nýggj
tøkni er góð, men viðhvørt
er hon ov góð. Tað mátti
undirritaði sanna, tá Sosi-
alurin vitjaðu umborð á
trolaranum Kiliutaq í Nuuk
fyrst í mánaðinum. Undir-
ritaði skuldi royna nýggja
kameraði, hetta var fyrsta
uppgávan og væl riggaði.
Men av eini ella aðrari or-
søk, so hvurvu myndirnar,
tá tær vóru komnar inn í
telduna. Og tá kortið í foto-
tólinum var tómt framman-
undan, so var einki at gera.
Tað var ein forvitnislig
mynd sum hvarv. Hon var
av báðum føroysku/donsku
manningunum á Kilituaq,
tí sum er umborð nú og tí
sum heldur frí. Vit biðja
tykkum sum vóru so hjálp-
samir at stilla upp til
myndina um at halda okk-
um til góðar. Allar sum ein.
Hvat er ein myndatekstur
uttan mynd, tit fáa hann
alíkavæl. Soleiðis skuldi
myndateksturin síggja út.
Frá
vinstru
framman
Høgni Stakksund, fabrikk-
sjefur, Havn. Ivan Olsen,
skipari, Havn, Per Bech,
yvirstýrimaður, Tvøroyri,
Petur Kjærbæk, skipari,
Vági og Knud Jensen,
kokkur Danmark. Tummas
J. Lervig, mastinstjóri,
Klaksvík, Frank Hansen, 1.
meistari, Danmark, Mein-
hard Johannesen, yvir-
stýrimaður, Miðvági, Reg-
in Áki Hansen, 1. meistari,
Argir og Andre Joensen, 1.
stýrimaður, Vági
Forvitnislig mynd hvarv av kortinum
Løgmaður og forsæt-
isráðharrin hava und-
irskrivað eina yvir-
lýsing, sum sigur, at
ein yvirtøkulóg verð-
ur samtykt í komandi
tingsetu. Lógin heim-
ilar yvirtøku av øllum
málsøkjum, sum ikki
eru fevnd av grund-
lógini. Anfinn Kalls-
berg og Anders Fogh
Rasmussen fegnaðust
báðir um avtaluna
YVIRTØKUR
Ingi Rasmussen
»Et meget positivt møde,«
segði Annfinn Kallsberg,
løgmaður. »Et særdeles
posivt møde,« segði Anders
Fogh Rasmussen, forsætis-
ráðharri.
Stutti fundurin millum
leiðararnar fyri ávikavist
Føroya
landsstýri
og
donsku stjórnina á býráðs-
skrivstovuni á Tvøroyri
fyrrapartin hósdagin var
væleydnaður. Hóast teir
bert høvdu tosað saman í
minni ein tíma, var úrslitið,
at ein nýggj yvirtøkulóg,
sum arbeitt hevur verið við
í longri tíð, varð undirskriv-
að í góðum felagsanda.
– Frá byrjanini av mínari
tíð sum forsætisráðharri
hevur tað verið greiða linj-
an hjá stjórnini, at vit yn-
skja eina víðkan og víðari
menning av ríkisfelags-
skapinum. Tað merkir, at
Føroyar og Grønland skulu
yvirtaka ábyrgdina av ein-
ari røð av málsøkjum. Í dag
eru vit so vorðin samd um,
at Føroyar skulu yvirtaka
fleiri týðandi málsøki, sum
bæði liggja innan og uttan
fyri karmarnar av Heima-
stýrislógini, segði Anders
Fogh Rasmussen.
Tað krevur eitt nýtt lógar-
grundarlag, og tað var til-
søgnina um hetta, sum part-
arnir undirskrivaðu í einari
felags yvirlýsing á Tvør-
oyri.
Felags yvirlýsing
Føroya løgmaður og danski
forsætisráðharrin eru í yvir-
lýsingini samdir um, at lóg-
argrundarlagið skal fáast til
vega í komandi løgtings- og
fólkatingsári.
Tað
skal
slóða fyri yvirtøku av fleiri
málsøkjum út frá ávísum
grundreglum.
Føroysku myndugleikar-
nir yvirtaka ábyrgdina fyri
øll mál og málsøki innan
fyri karmarnar av felagsyv-
irlýsingini frá 14. januar
2002 millum løgmann og
forsætisráðharran.
Yvirtøkurnar henda í ein-
um, tá yvirtøkulógin kemur
í gildi. Tað er kortini ikki
galdandi fyri nøkur máls-
øki, har yvirtøkan setir ser-
lig krøv til fyrireikingina,
sigur yvirlýsingin uttan at
útgreina nærri, hvørji tey
eru. Men helst er talan um
m.a. løgregluna.
Um Løgtingið og Fólk-a-
ting-ið samtykkja yvirtøku-
lógina, verður miðað ímóti,
at lógin kemur í gildi á
ólavsøku, 29. juli 2004,
stendur at enda í yvirlýs-
ingini, sum er undirskrivað
av Anfinni Kallsberg, løg-
manni, og Anders Fogh
Rasmussen,
forsætisráð-
harra.
– Yvirtøkulógin merkir,
at føroyingar kunnu yvir-
taka alt uttan tað, sum er
innan fyri karmarnar av
ríkisfelagsskapinum
og
grundlógini. Nú er tað upp
til føroyska fólkið, løgting-
ið og landsstýrið at gera av,
hvat innihaldið skal vera í
viðurskiftunum
millum
Føroyar og Danmark, segði
Anders Fogh Rasmussen
eftir, at teir høvdu skrivað
undir.
Nógvar í tali
Yvirtøkurnar, sum sam-
gongan hevur sett íkortið
hetta samgonguskeiðið, eru
nógvar í tali.
Løgmálaráðið
arbeiðir
við at yvirtaka sivilrættar-
mál (t.e. persóns-, hjúna-
og arvarættarmál), løgregl-
una, rættarskipan og dóm-
stólar, útlendingamál og
fjølmiðlaábyrgd.
Fiskimálaráðið stendur
fyri at taka yvir málsøkini
tilbúgving, vitaverk sjóupp-
merking og veðurtænastu.
Fíggjarmálaráðið arbeið-
ir við at taka yvir penga- og
fíggjarmál, undir hesum
banka- og sparikassalógir-
nar.
Vinnumálaráðið arbeiðir
við at taka yvir vinnufel-
agsrættin og onnur vinnu-
mál, uppi í hesum eru eisini
flogvøllurin í Vágum.
Mentamálaráðið arbeiðir
við at taka yvir fólkakirkj-
una og átrúnaðarmál. Olju-
málaráðið stóð fyri at taka
yvir havumhvørvisvernd-
ina. Hetta var gjørt 1. mai í
2003.
Lýstu fyri yvirtøkum
Anders Fogh Rasmussen og Anfinn Kallsberg undirskriva avtaluna, sum fremur eina røð av yvirtøkum í einum á ólavsøku í 2004
Mynd: Áki Bertholdsen
Tað gekk striltið at lenda í
Vágum, men tað forðaði ikki
Anfinni Kallsberg og Andres
Fogh Rasmussen at vera
vinsælir, tá flogfarið hjá
Atlantsflog umsíðir setti seg
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
5
4