Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 119 - 27. juni 2003 Nr. 119 - 27. juni 2003 7 Hósdagin vitjaði danski forsætisráð- harrin í Suðuroy VITJAN Orð og myndir:Heri á Rógvi Tvøroyri: Beint eftir klokkan tíggju hósmorg- unin lendi danski forsætis- ráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, á tyrlupalli- num í Froðba. Við í tyrluni var eisini konan, Anne- Methe Rasmussen, og An- finn og Berghild Kallsberg. Tað var av allar fagrasta veðrið í Froðba. At taka í- móti var borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michel- sen. Konan Joan og lítla dóttirin Haldis vóru eisini komnar at taka ímóti, og Haldis handaði Anne-Mette Rasmussen blómur. Hýrurin var góður á øll- um. Bæði forsætisráðharrin og løgmaður skemtaðu og lótu væl at túrinum við tyrluni. Áðrenn farið varð við bili til Tvøroyrar á fund, so heilsaði forsætisráðharrin upp á fleiri av býráðslimun- um á Tvøroyri. Stutt eftir byrjaði fundur- in millum Anders Fogh Rasmussen og løgmann, har serliga yvirtøkulógin skuldi var á skránni. Seinni var fylgi við for- sætisráðharranum í kirkj- uni, har Àsi Jacobsen vísti runt. Eisini var ferðalagið á sjúkrahúsið á Tvøroyri. Eftir døgurða í Ítróttar- høllini í Trongisvági gekk leiðin til Vágs og Sumbiar. Bæði Anders Fogh og konan Mette søgdu vera sera glað fyri at vera í Suð- uroynni og hildu fyri, at her er sera vakurt, og nú byrj- aði at lýsa aftur, eftir drúgva túrin í mjørkanum. Av tí, at blaðið fer til prentingar kl. 14, so fingu vit ikki alt við, men ein longri frásøgn verður í blaðnum í morgin. Fogh í Suðuroy Fogh heilsar Paula: Anders Fogh Rasmussen heilsar upp á Paula Einarsson, býráðslim á Tvøroyri. Haldis handar blómur: Lítla dóttur borgarstjóran, Haldis Michelsen, slapp at geva Anne-Mette Rasmussen blómur. Forsætisráðharrahjúnini vóru ógvuliga glað fyri føroyska búnan Anders Fogh Rasmussen spurdi dúgliga Kristin Michelsen um ymiskt Tað kemur ikki upp á tal, at hernaðarlógir- nar, sum eru settar í verk fyri Føroyar ímóti løgtingsins vilja, vera tiknar av aftur. Tað gjørdi And- ers Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, púra greitt eftir fund- in á Tvøroyri við An- finn Kallsberg HERNAÐARMÁL Ingi Rasmussen Á fundinum á Tvøroyri millum løgmann og forsæt- isráðharran á Tvøroyri hós- dagin, reisti Anfinn Kalls- berg spurningin um nógv umrøddu hernaðarlógirnar, sum danska stjórnin hevur sett í verk fyri Føroyar utt- an samtykt frá Føroya løg- tingi. Lógirnar eru brot á eina siðvenju, eru flest øll samd um, og Løgtingið hevur einmælt samtykt at heita á donsku stjórnina um at taka tær av aftur. Men tað kemur ikki upp á tal, slær Anders Fogh Rasmussen rimmar- fast. – Eg vildi ynskt, at málið var viðgjørt øðrvísi, og eg skilji væl, at tað hevur vakt sterkar kenslur í Føroyum. Men mítt greiða sjónarmið er, at danska fólkatingið hevur sett hesa lóggávu í verk fyri alt ríkið, og tað er mín skylda at syrgja fyri, at tær vera settar í gildi. Verj- umál eru felagsmál, sum Danmark umsitur fyri alt ríkið, og tí má lóggávan vera eins í øllum trimum londunum, segði Anders Fogh Rasmussen. Spurdur beinleiðis, um hann vildi virka fyri, at lóg- irnar vóru tiknar av aftur, svaraði hann avgjørdur: »Bestemt ikke«. Men hann viðgekk kortini, at málið var illa handfarið frá dansk- ari síðu, og nú verður roynt at fyribyrgja, at tað hendir aftur. – Frameftir fara vit at skipa eina mannagongd, har Føroya løgting og landsstýri verða tikin við, longu áðrenn Fólkatingið samtykkir lógir, so allir partarnir í ríkinum fáa høvi at vera hoyrdir í góðari tíð, segði Anders Fogh Ras- mussen. Men hendir tað aftur, at føroyingar ikki vilja kenn- ast við eina lóg, sum for- sætisráðharrin og danska stjórnin halda skal galda fyri alt ríkið, so kann sama støða íkoma aftur, skiltist á Anders Fogh Rasmussen. – Á einum málsøki sum verjumálum, sum danska stjórnin umsitur vegna alt ríkið, mugu vit hava eina felags lóggávu. Vit kunnu ikki hava hol í lóggávuni. Vilja føroyingar úr tí støð- uni, mugu tit úr ríkinum, og tað haldi eg, at tit skulu viðgera innanhýsis í staðin fyri við meg, segði hann knappur á tíðindafundi- num. Anfinn Kallsberg vísti á fundinum við forsætisráð- harran á føroysku misnøgd- ina við, at hernaðarliga lóg- gávan var sett í verk uttan føroyskt samtykki. Men hann ásannaði í somu vend- ing, at hann fær onki meira gjørt. – Vit hava eitt demokrati í Føroyum og eitt í Dan- mark. Verjuøkið er felags- mál, sum liggur undir donskum ræði, og tí havi eg ongan møguleika at seta meg ímóti danska Fólka- tinginum. Tað, sum er um- ráðandi, er at fyribyrgja, at støðan kemur íaftur, tí hon setir kílar í samstarvið mill- um londini. Og tí kunnu vit bara líta á tað arbeiðið, sum er farið í gongd, forðar fyri, at hetta hendir aftur, segði Anfinn Kallsberg, løgmað- ur. Fogh: Hernaðarlógir vera standandi Anders Fogh Rasmussen og Anfinn Kallsberg fundaðust í ein lítlan tíma undir vaðingini í býráðshúsinum á Tvøroyri Mynd: Áki Bertholdsen Bæði løgmaður og for- sætisráðharrin halda seg til tær avtalur, sum eru gjørdar um blokkstuðul- in, og tí verður uppskotið um at minka blokkin fyri skuld ikki tikið upp í hesi syftu BLOKKSKURÐUR Ingi Rasmussen Eitt óvanligt uppskot kom frá Høgna Hoydal, varaløgmanni, beint upp undir fundin millum Anfinn Kallsberg, løgmanni, og Anders Fogh Rasmussen, for- sætisráðharra. Høgni Hoydal, sum hevur um- sitið sjálvstýrismál, skjeyt upp í opnum brævi til forsætisráð- harran, at blokkstuðulin verður skerdur við einum triðingi, og afturfyri verður føroyska skuld- in til Danmarkar strikað. – Tað er rættiliga meingins- leyst, at vit á hvørjum ári skulu taka ímóti 616 milliónum krón- um og so senda 323 milliónir krónur niðuraftur, segði Høgni Hoydal í brævinum. Men formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum fekk onki ljóð fyri uppskotinum. Hvørki frá Anders Fogh Rasmussen ella Anfinn Kallsberg. – Hatta gangi eg ikki við til, kann eg beinanvegin siga. Vit hava eina greiða avtalu við Før- oya landsstýri, og hana ætla vit at halda. Avtalan snýr seg um, at føroyingar rinda skuldina aftur til danska statin, og eg ivist heldur ikki í, at hon verður aft- urgoldin. Í øðrum lagi er av- talað, at blokkstuðulin minkar í samsvari við yvirtøkur av máls- økjum, og tað halda vit okkum til, segði Anders Fogh Rasmus- sen. Anfinn Kallsberg løgmaður var púra samdur við forsætisráð- harran, hóast hann kundi tikið undir við tankanum frá sínum samgongufelaga. – Skal blokkstuðulin minkast, so skal tað henda eftir samráð- ingar og ikki bara soleiðis hiss- ini. Vit eru samd um blokkstuð- ulin, og at hann skal minkast við yvirtøkum. Men vilja vit broyta tann leistin, so kunnu vit taka spurningin uppaftur, næstu ferð vit samráðast um blokkin, segði Anfinn Kallsberg á tíðindafund- inum. Løgmaður avdúkaði sam- stundis, at uppskotið frá Høgna Hoydal upprunaliga var hansara, men beint nú er tað ikki við- komandi. Eingin niðurskurður í blokkinum C M Y K 7 6