fríggjadagur 27. juni 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 119 - 27. juni 2003
Nr. 119 - 27. juni 2003
9
Skeggjar ætla at seta heimsmet
Í hesum døgum er ein
danskur fólkadans-
arabólkur í Føroyum.
Bólkurin eitur Kontra
Otte, og tað er Tóra
Samberg Dahl úr
Klaksvík, sum hevur
tilrættislagt ferðina
hjá teimum
FÓLKADANSUR
Solby A. Eliasen
Dansararnir, sum eru 20 í
tali, komu til landið seint
mikukvøldið. Upprunliga
skuldi flogfarið seta seg
klokkan hálvgum ellivu um
morgunin, men tað var
nógv seinkað orsakað av
toku. Men ferðalagið kom
so til Klaksvíkar í øllum
góðum um midnáttarleitið
mikukvøldið.
Tey skulu verða í Klaks-
vík til mánadagin, tá leiðin
gongur til høvuðsstaðin.
Meðan tey eru í Klaksvík,
fara tey at vitja ymsastaðni
í Norðoyggjum. Millum
annað verður ein túrur yvir
á Kalsoynna, og tey fara
eisini til Viðareiðis.
Leygarmorgunin klokkan
hálvgum ellivu fara tey at
hava eina dansiframsýning
við býráðshúsið í Klaksvík.
Tey dansa siðsøguligar
dansir, og búnarnir hjá
teimum
eru
sera
hugtakandi.
– Búnarnir eru gjørdir
eftir tí gamla mynstrinum,
og alt er hondgjørt, greiðir
ferðaleiðarin, Tóra Sam-
berg Dahl frá.
Tóra hevur tey seinastu
10 til 12 árini verið ferða-
leiðari hjá ymsum bólkum,
og tíðindini um tílíkt frætt-
ast. Tóra og ein limur í hes-
um dansibólkinum kennast,
so hesin heitti á hana um at
tilrættisleggja teirra túr her
í Føroyum.
Sum sagt so verða tey í
Klaksvík inntil mánadagin,
tá fara tey til Havnar, har
tey verða inntil 4. juli, tá
leiðin gongur aftur til Dan-
markar. Tey fara eisini at
hava eina dansiframsýning
í Grasagarði í Havn. Júst
hvønn dag, tað verður, er
ikki heilt greitt, men tað
verður so ein av døgunum í
komandi viku.
Kontra Otte telur 20 fólk,
sum eru í aldrinum 40 til
70. Tey hava dansað saman
í eini 25 ár. Tey eru komin
higar sum vanlig ferðafólk,
men so nýta tey samstundis
høvi til at sýna fram teirra
áhugaverdu fólkadansir.
Svimjifelagið Skeggj-
ar úr Gøtu fara at
royna at seta eitt nýtt
heimsmet, tá tey í
august mánaði fara
ein túr til Noregs við
Norrønu
HEIMSMET
Solby A. Eliasen
Svimjararnir fara ein túr til
Bergens
og
aftur
við
Norrønu. Og tey ætla at
svimja allan túrin. Tað vil
siga, at tað allanvegin til
Bergens og aftur til Føroyar
verður onkur frá Skeggjum
í hylinum og svimur. Hvør
svimjari fer at svimja í
fimtan minuttir í part, so
hava tey frí í fimm tímar og
fara síðani útíaftur. Ætlanin
er, at tey tó skulu hava frí í
tríggjar tímar, meðan skipið
liggur úr Bergen, men so
verður aftur lagt til brots og
svomið aftur, inntil Norr-
øna leggur at í Havn. So-
statt kemur hvør svimjari at
svimja einar tíggju ferðir,
áðrenn Norrøna verður
aftur á Havnini.
Hetta tiltakið verður fyrst
og fremst skipað sum ein
stuðulssvimjing,
men
svimjifelagið hevur sent
bræv til Guinnes Book of
Records, har tey spyrja seg
fyri um at seta heimsmet í
at hava svomið longst um-
borð á einum ferðamanna-
skipi.
Hetta hava tey ikki
endaliga fingið svar upp á
enn, men tey vænta, at tey
vita tað endaliga tíðliga í
augustmánaði. Sjálvur túr-
urin hjá felagnum verður í
døgunum 11. til 13. august.
Hetta við at royna at seta
heimsmet, hava tey gjørt
fyri at fáa meira umrøðu,
og harvið kanska útvega
enn fleiri stuðlar. Tí tað er
ongin ivi um, at eitt tílíkt
tiltak gevur umrøðu, so tað
má sigast at verða gott fyri
bæði Smyril Line og aðrar
stuðlar.
Smyril Line stuðlar fel-
agnum við, at túrurin ein-
ans kostar 300 krónur fyri
hvønn svimjaran.
Tá Norrøna fer til Bergens tann 11. august byrjar tann fyrsti svimjarin at svimja umborð, og steðgað verður ikki aftur, fyrr enn Norrøna leggur at aftur í Havn
tann 13. august
Mynd: Eirikur Lindenskov
Fólkadansarar vitja oyggjarnar
Danski fólkadansarabólkurin Kontra Otte vitjar í hesum
døgum í Føroyum. Tey fara at hava framsýning bæði í
Klaksvík og Havn
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fyrsti føroyski kalendarin í
litum - Føroya-kalendarin –
kom út í 1972. Útgevari var
Evald Larsen í Havn, og
kalendarin bleiv útgivin til
og við 1979. Kalendarin
bleiv prentaður á Dimma-
lætting,
har
Flemming
Samuelsen stóð fyri hesum
arbeiði. Litprent var ikki so
vanligt tá í tíðini, sum tað
er nú. Helge Justinussen
stóð fyri hefting og liðugt-
gerð av kalendaranum. Alt
arbeiðið varð sostatt gjørt í
Føroyum.
Umframt privatfólk nýttu
eisini
nógvar
fyritøkur
Føroya-kalendaran
sum
heilsanir til teirra vinfólk
og kundar. Kalendarin varð
væl móttikin og nógv seld-
ur.
Evald Larsen er dani,
føddur í 1931 í bygdini
Fasterholdt,
nærhendis
Herning í Miðjútlandi. Sum
ungur kom hann í læru hjá
Balslev & Goos í Keyp-
mannahavn, ið høvdu dótt-
irfelagið Balslev & Co. í
Føroyum. Tá hann varð út-
lærdur, fór hann í hertæn-
astu í danska herinum í
hálvtannað ár. Í 1954 fekk
hann tilboð um starv í
kolonialdeildini hjá Balslev
& Co. í Havn, sum tá helt
til á eystaru bryggju. Eftir
at hava arbeitt í Føroyum í
umleið eitt ár bleiv hann
aftur settur í starv hjá
Balslev
&
Goos
í
Keypmannahavn. Men tíð-
in í Føroyum bleiv ikki
gloymd og í 1957 fekk
Evald
aftur
starv
hjá
Balslev & Co. í Havn. 5.
mai 1960 giftist hann við
Linu, f. Wenningsted Jac-
obsen, sjónleikarakvinnu,
úr Havn. Brúdleypið varð
hildið í Havnar Klubba.
Longu dagin eftir fóru tey
til Danmarkar við ferða-
mannaskipinum Tjaldur og
búsettust í eini íbúð í
Rødovre.
Í 1966 søkti P/F Poul
Hansen í Havn eftir einum
sølumanni. Evald søkti
hetta starv og fekk tað.
Lina og Evald fluttu so
aftur til Føroyar at búgva
saman við synunum Erik
og Finn. Tá innkeypsstjórin
hjá Poul Hansen, Ebbe
Mortensen, doyði, yvirtók
Evald hansara starv. Hann
arbeiddi hjá Poul Hansen til
hann fór frá fyri aldur í
1999.
Síðan konfirmatiónsald-
ur hevur Evald havt foto-
grafering sum frítíðarítriv,
og hevur hetta alla tíðina
havt hansara stóra áhuga.
Fleiri av hansara greinum
um fototeknik hava staðið í
donskum foto-magasinum,
eins og hansara myndir
hava staðið seg væl í nógv-
um fotokappingum. Í 1990
luttók Evald, saman við
fotografinum
Alan
Brockie, í eini foto work-
shop í Onglandi hjá kenda
enska fotografinum Poul
Hill og tí ikki minni kenda
landslagsfotografinum Fay
Godwin. Nú fotografering
er vorðin alt meira digital-
iserað, tekur Evald ymisk
skeið
í
elektroniskari
myndaviðgerð. Í fjør var
hann á einum slíkum skeiði
á
»Medieskolerne
í
Viborg« Á henda hátt dag-
førir hann sína vitan innan
fotografering.
Hann hevur eisini gjørt
nøkur búmerkir sum t.d.
búmerkið hjá P/F Poul
Hansen og Havnar Klubba.
Umframt tað gjørdi hann
lay-aut til plakatina »Færø-
erne i Fokus«, sum var í
Danmark í 1986. Ítróttur
hevur eisini hansara stóra
áhuga. Sum ungur spældi
hann í fótbóltsfelagnum
FREM, sum til hansara
stóru gleði er flutt upp í
SAS-ligaðina aftur. Eisini
spældi hann hondbólt í
AJAX. Í Føroyum spældi
hann í hondbóltsfelagnum
Neisanum, og hann gavst
sum aktivur spælari, tá teir
vunnu føroyameistaraskap-
in í Old Boys í 1969.
Sum pensionistur hevur
Evald nokk at takast við.
Hann viðlíkaheldur hús og
hava, lesur góðar bøkur,
viðgerð myndir í myrka-
kamari, samstundis sum
tær nýggu digitalu mynd-
irnar verða viðgjørdar á
telduni. Eisini skulu børn
og abbabørn vitjast. Eldri
sonurin, Erik, er giftur við
Turið Dam Joensen, tey
búgva í Hálandi. Yngri son-
urin, Finn, og Anna Jórun
Heinadóttir búgva í Havn,
og tey eiga børnini Fríð-
gerð og Eli.
Dagurin
27. juni. Sjey sovarar. Halgisøgan sigur frá, at tá ið
keisarin Decius legði eftir teimum kristnu, leitaðu sjey
ungir menn sær skjól í einum helli í fjøllunum. Hellið, teir
krógvaðu seg í, varð funnið, og stórir steinar settir fyri
inngongdina, so at teir skuldu svølta í hel. 200 ella 300 ár
seinni vórðu steinarnir av tilvild veltir frá munnanum, og
teir sjey vaknaðu við sítt fríska lív uttan at vita, hvussu
leingi teir høvdu sovið.
Í samband við at Ford
Motor Company fyllir
100 ár í ár, verður
skipað fyri ymiskum
tiltøkum hjá P/F
Wenzel í Havn.
Mikudagin 25. juni
var vørubila-
framsýning, har
økisstjórin fyri
Føroyar svaraði
spurningum um
vørubilaskránna
MAGNUS
GUNNARSSON
Bilar
Mikudagin 25. juni var ein
vørubilaframsýning hjá P/F
Wenzel í Havn. Endamálið
við hesi framsýning var at
geva vinnulívsfólki og øðr-
um áhugaðum høvi at
síggja og royna Ford vøru-
bilarnar, Transit, Connect,
Fusion og Ranger.
Í hesum sambandi høvdu
teir vitjan av Torben Eng-
mark frá FMC Danmark,
økisstjóra fyri Føroyar.
Torben hevur eisini vøru-
bilar sum sítt serumráði. Í
sambandi við at Ford
Motor Company bleiv 100
ár tann 16. juni, vóru fleiri
jubileumstilboð á skránni,
tilboðini verða galdandi
alla hesa vikuna. Fleiri
stukku inn á gólvið og
fingu eitt gott bilprát. Ford
hava nú eina vørubilaskrá,
sum dekkar ein hvønn tørv
hjá vinnulívskundum.
Ford 100 ár - vørubilaframsýning
hjá P/F Wenzel
Vørubilaframsýning hjá P/F
Wenzel. f.v. Torben Engmark
frá FMC, økisstjóri fyri
Føroyar,og Petur Petersen,
stjóri hjá P/F Wenzel, við
einum Ford Transit Connect
vørubili sum bleiv kosin
»nternational Van of The
Year 2003«
Evald Larsen og Føroya-kalendarin
Mynd: Jens
Kr. Vang
C
M
Y
K
9
8