Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 119 - 27. juni 2003 Nr. 119 - 27. juni 2003 11 Um ein góðan mánað ella so vita vit, um 4. brunn- urin á landgrunninum verður egg ella ungi, og eftir tað er helvtin av brunnunum, sum oljufeløgini bundu seg til at bora við Føroyar, boraðir. Teir fýra, sum tá eru eftir, skulu borast áðrenn seks ára skeið- ið, sum byrjaði í ár 2000, er úti. Tað hevur ljóðað, at onkur ella møguliga fleiri verða boraðir í 2004, men eingin vissa er fyri tí. Soleiðis sum gongdin hevur verið higartil, er meira sannlíkt, at hinir brunnarnir ikki verða boraðir fyrr enn í 2005. Skuldi tað hent, at ENI ikki finnur olju í hesum umfarinum, er sann- líkt, at einki borivirksemi verður í næsta ár. Úrslitið higartil við trimum brunnum er so sum so. Enn er einki lønandi fund staðfest. Men í oljuverðini er tað heilt vanligt, at tað verða boraðir nógvir brunnar, áðrenn eitt veruligt fund verður gjørt. Tað vísa ikki minst royndirnar í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Har vórðu boraðir ávikavist 33 og 72 brunnar, áðrenn lønandi fund vórðu gjørd. Hinvegin er heldur ikki rætt bara at vísa á farnar royndir og sissa seg við tí. Tí tíðir broytast, og í dag er tað nógv lættari og bíligari at fáa olju upp aðra- staðni í heiminum. Og við einum fallandi oljuprísi, verður tað støðan eftir at Irak av álvara fer undir framleiðslu, so er ikki júst Atlantsmótið tað fyrsta staðið oljufeløgini fara at brúka sínar leitipengar. Men lat okkum venda aftur til ENI á landgrunninum. Tað ljóðar, at hvørki hetta felagið ella onnur feløg, ið eru virkin í økinum, hava tær heilt stóru vónirnar til, at tað verður gjørt eitt lønandi fund í hesum loyvinum. Men drívmegin er fundið, sum Amerada gjørdi longur syðri. Har vórðu staðfest kolvetni í stórum nógvum. Spurningurin er bara í hvussu stórum. Og tann spurningin fáa vit neyvan svaraðan fyrr enn Amerada fer at bora sín seinna brunn. Tann brunnurin verður tá helst ein kombinatión av einum avmarkingar- og leitibrunni. Og verður turt hjá ENI nú, er ivasamt um tann brunnurin verður boraður næstu tvey árini. Tey, sum vóna, at Føroyar gerast oljuland, mugu tí gera seg út við tolni. Tó so - at eitt positivt úrslit kann fyriliggja skjótt. Hyggja vit eftir leitingini hjá ENI víða um, hevur júst hetta oljufelagið víst seg at kunna taka oljuheimin á bóli. Tað gjørdi tað tá felagið ímóti øllum metingum fann kolvetni í Barentshavinum. So hvør veit – um ikki serfrøðingarnir hjá ENI duga meira enn at mæta seg, tá avtornar og ímóti flestu ”oddsum” finna eina keldu, sum ikki er turr. Hetta hevði skurrað væl í oyrunum á mongum føroyingi í ólavsøkurøðu løgmans. Fyri nógvar politikarar og her kanska ikki minst fyri teir, sum í óðum verkum hava skorið ein stóran part av blokkinum, og sum nú eru vitni til, hvussu viðkvamt okkara lítla samfelag er fyri konjunkturbroytingum úti á altjóða marknaðun- um, man ynskið um at finna olju og tað eisini nógva olju, verða tann mest kærkomna ólavsøkugávan. Men teir kunnu eisini gerast nipnir og skulu til at bíða í mong mong ár enn. Tí er tað so umráðandi ikki at kalkulera við inntøkum frá oljuni, fyrr enn hon er staðfest og væl tað. DAGSINS MEINING Sosialurin Meðan vit bíða VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Føroyar á vandakós á fiskivinnuøkinum Kaj Leo Johannesen Løgtingslimur Vit sigla í løtuni vanda- sjógv tá talan er um høv- uðsvinnu okkara, hettar skal skiljast sum eitt lítið íkast til kjakið um, hvussu vit sum fiskivinnutjóð eiga at brúka okkara góða navn og umdømi til at selja og marknaðarføra okkara fiskavørir úti um heim. Vit hava brúkt okkara reina hav og okkara reinu firðir til at selja okkara fiskavørur, heldur nakar Føroyingur í dag við virð- ing fyri umhvørvinum, at vit liva upp til okkara vøru- merki, sum sigur at vit ikki dálkað, tað gongur sjón fyri søgn at firðir og havnir eru so illa dálkaðar, at tað mest er álíkna køstum. Nú er tað soleiðis at vit aftur eru komnir í tað somu støðuna sum árini framm- anundan at áseta fiskidagar fyri næsta ár, úttalilsi er longu koman undan kavi, sum siga at vit ikki skulu taka altjóða fiskifrøðingar (ICES) og eiheldur okkara egnu fiskifrøðingar fyri fult, eg trúgvi at eitt nú Føroyar hava nógv meira brúk fyri altjóða góðkend- ari ráðgeving sum ICES, enn teir hava brúk fyri okkum í framtíðini. Vit kunnu ikki í fullum álvara siga, at vit ikki taka eitt nú ICES og okkara egnu fiskifrøðingar fyri fult, skommin er okkara, tá tað er sagt haldi eg at vit hava fullan rætt til ikki at verða samd við ráðgeving- ini, men vit skuldu heldur farið inn á ein konstruktiv- an dialog, hvar bæði ser- frøðin og vinnan fekk eina betri fatan av sjónarmiðum, hvør hjá øðrum, tað letur seg illa gerða at bæði vinn- an og altjóða havfrøðin eru samd, sjálvt um endamálið skuldi verði tað sama. Portalurin hevði samrøðu við reiðara á Beta sum hevur hollar royndir innan fiskiskap, hann var spurdur um hettar at eta fisk, hann rakti væl, tá hann segði, at brúkarin er farin at hugsa meira um heilsuna hjá fiskinum enn hjá sær sjálvum. Hettar er ikki einans teir sokallaðu umhvørvisfana- tikarnir, sjálvur haldi eg hettar verða tann brúkara- bólkurin ella tann seg- menteringin av brúkarum í ES og aðrastaðni, sum vil gjalda mest fyri fiskin, um hann kemur úr altjóða við- urkendum burðadyggum havumhvørvi. Sjálvandi skulu vit ikki skerja fiskiskapin við eitt nú 30% eftir einum ári, men vit mugu til at venja okkum við, at altjóða góð- kenning kemur at hava nógv størri ávirkan á okk- ara fiskivinnu í framtíðini, enn hon hevur í dag. Tað sum lívið hevur lært meg higartil er, at um tú sjálvur hevur ringt við at taka onnur fyri fult, so er tað ikki serliga leingi fyrr enn øll onnur ikki taka teg fyri fult, um okkara keyp- arir ikki taka okkum fyri fult sum fiskivinnutjóð, tí vit hava blakað ráðgeving- ina burtur, so kunnu vit gloyma alt um burðardygg- an útflutning. KONSERT Tíðindaskriv Vertshúsið hjá Restorff fer nú regluliga at fyriskipa uttandura fríggjadags rock konsertir niðan fyri Vertshúsið. Viðrar fríggjadagin 27. juni frá kl 16.00-18.00 fer vælumtókta blues bandið, BLUES HEADACHE TREO, at hava eina konsert við fullum blues-turbo. Verður ov hart spælt ber til hjá áhoyrarunum at fara inn á Vertshúsið at leggja trummuhinnurnar í blot, tí rock og gott fatøl hoyra saman. Vertshúsið frættir fegin frá ungum orkestrum, sum hava hug at royna seg til fríggjadagskonsertirnar. Restorffs Fríggjadags Øl Rock & Rull JÓANSØKA Tíðindaskriv Eitt av tiltøkunum, sum Vestmanna Ítróttarfelag skipar fyri, og sum eftir- hondini er vorðið ein fastur táttur, er jóansøkubálið á sandinum inni á Fitjum. Soleiðis verður aftur í ár! Viðrar leygardagin 28. juni, skipar Vestmanna Ítróttarfelag fyri jóansøku- báli, við niðanfyri stand- andi skrá: • Ponyríðing verður frá kl. 1700 • Annars verður byrjað kl. 1800 • Pylsur verða "grill- aðar", og eisini fæst okkurt leskandi • Sungið verður úr grønu sangbók • Lutaseðlar verða seldir Nógvir góðir vinningar, m.a. uttanlanda ferð, gávu- kort og útferðir • Kl. 1930 heldur Bjørn á Heygum røðu • Bálið verður tendrað kl. 2000 ella seinni Heilsan Vestmanna Ítróttarfelag Jóansøkubál á Fitjum VIÐMERKINGAR Eykajáttan eftir eykajáttan, tað verður skilið í 2003 Johan Dahl, løgtingsmaður Eykajáttan omaná eyka- játtan, tað verður prísurin fyri eina sera undirmetta fíggjarlóg fyri 2003 – ella rættari orsakað av kreativari bókføring, sum framd er av sitandi samgongu, hvat við- víkur fíggjarlógini fyri 2003. Fyri okkum, sum sita í síðulinjuni og fylgja við hvat fyriferst , so er tað sum at verða í »Sirkus Benne- weis«. Minnist, tá ein sum barn, sat við spenningi og bíðaði eftir teimum næstu artistunum, sum framdu alskins brøgd fyri okkum og komu væl frá tí til stóra frøði fyri okkum áskoðarar. Soleiðis fyrikemur hendan samgongan mær,teir gera alskyns saltomortalir og krumspring saman við so- kallaðum útreiðsluneutral- um játtanum, í eini for- kryplaðari roynd at sminka um eina alt meira og meira anstrongda fíggjarlóg. Mun- urin á Sirkus Benneweis og Sirkus Tinganes er, at í sambandi við Sirkus Tinga- nes, so kann ein ikki frøast. Tað gongur við fullari ferð framá, hevur formaður Tjóð- veldisfloksins ført fram. Jú, so sannliga gongur tað framá,við fullari ferð, út av eggini enn einaferð, tí tað sær út til, bremsurnar eru farnar hjá sitandi sam- gongu, og teir sýnast ikki ikki at siggja skógin fyri berum trøum, tíverri. Gongdin hjá høvðus- vinnum okkara, fiskivinn- uni og alivinnuni: Hyggja vit at gongdini, so er ongin ivi um, at neyðugt er at repa seglini og gera tað, sum gjørligt er at fyribyrgja, at vit ikki enn einafer enda í kreppu í samfelagnum. Tað er avmatningur í fiskivinnuni, har prísinir í mun til seinasta ár eru minkaðir við uml. 20% sambært formanninum í Reiðarafelagnum, eins og tað eru stórir trupulleikar í alivinnuni, sum,um ikki prísirnir verða uppgang- andi og ILA fæst undir kontrol, kemur at hava so stórar trupulleikar, at spurningurin er, hvussu nógvir alarar hóra undan. Alivinnan væntar eina niðurgongd í tonsum frá 48-49.000 tonsum í ár til kanska 30-35.000 innan næstu 2 árini, og hetta sigur ikki so lítið um støðuna hjá hesi vinnu, sum í løtuni hevur ein søluprís á vøru síni uppá uml. 17 kr. kilo í mun til 30 kr. plus fyri sløkum 2 árum síðani. Ringvirkningarnir av hesum inntøkuminkingum koma at merkjast hjá hjávinnunum og servisu- vinnuni á landið. Tá seinasta fíggjarlóg var gjørd, varð væntað, at kom- andi ár fór at hava ein vøkstur uppá 6%, og má sigast, at tað var at verða super optimist, - og síggja vit eisini nú, at minkingin er nógv størri enn fíggjar- málastýrið væntaði. Yvirtøkuleisturin Somuleiðis hava teir eisini nú fyrireikað ein yvirtøku- leist, sum teir við »tekno- kratiskt snilde« skulu smoykja niður yvir høvdið á føroyingum, og teir ivast nokk heldur ikki ,í at teir koma væl frá tí, sum so nógvum øðrum teir sýnast at verða komnir væl frá. Fyrilitarleyst, og uttan av hugsa um framtíð og trygd og trivnað hjá vanliga før- oyinginum, honum og henni, sum ikki hevur møguleika at flyta av land- inum fyri at finna sær ann- an vinnuveg, tá á stendur, eru hesir samgongumenn- og kvinnur við at føra sam- felag okkara út eina sera óhepnað støðu. Tann, sum trýr, at trøini vaksa inn í himmalin bara vit fáa tømt heimastýris- lógina og blokkin, vaknar ivaleyst eisini einaferð við kaldan dreym, og sær, at tað ikki finnast nakrar lætt- ar loysnir. National-romantiska orðaskvaldur Tjóð- veldisfloksins Hesi niðanfyri nevndu eru millum mong onnur, eg vil kallað tey »slogans«, sum partur av sitandi samgongu hevur nýtt sum spjaldra- merki. • Gjøgnumskygni • Opinleika • Nú várar í Føroyum • Sjálvberandi búskapur • Skjótari niðurgjalding av skuldini samstundis sum blokkurin verður minkaður • Tú & E At líta á eina samgongu, sum tosar um reinleika , opinleika og enntá sjálvber- andi búskap, skjótari niðurgjalding av skuldini osv., og so virkar beint øvugt í stórt sæð øllum, teir hava við at gera, tá kann ein ivast í, hvussu teir yvirhøv- ur kunnu droyma um, at føroyingar, ið hvussu so er teir, sum brúka høvdið eitt sindur meir enn til bert nationalistiskt romantis- erað orðaskvaldur, neyvan fara at lata seg forføra av hesum romantikkarum. TÙ & E, er sum skilst seinasta hugskotið at fólka- ligera hendan sambært S.S. »akademiska meir belisnað »E« flokkin«, og hvat kemur burturúr hesum, verður áhugavert at síggja og hoyra. Útreiðslur landskass- ans eru eksplosivt øktar seinastu 5 árini Kostnaðurin av samfel- agnum er øktur við meir enn 1,2 mia. kr.,síðan hendan samgongan tók við í allar- bestu tíðum, og hava teir eisini klárað at brúkt uml. 3 mia kr. av tí blokkstuðli, sum teir gjøgnum hesi seinastu fýra árini frá 1998-2002 hava fingið úr Danmark, hendan blokkstuðul, sum teir fyri alt í verðini vilja verða fyri uttan. At verða alt meira og meira sjálvstøðug fíggjar- liga, stig fyri stig, sum nú einaferð føroyska samfel- agið orkar at bera tað, er rætta leiðin at ganga, og hesum leisti borgar bara ein flokkur fyri og tað er Sam- bandsflokkurin. Vit í Sambandsflokkinum hava leingi sæð í eyguni, at tann stóri vøksturin, sum hevur verið og framvegis er hjá tí almenna sektorinum má steðgast, ongantíð ov skjótt, um skútan ikki skal kollsiglað, orsakað av alt ov nógvum fólki á brúnnið og alt ov fáum á dekkinum, stabiliteturin fer at bila, og skútan koppar, um ikki um neyðug tiltøk verða gjørd at fyribyrgja og rætta skútuna uppaftur. Vit hava heilt einkult ikki ráð til hendan ógvusliga yvirbygningin, og tað ivist eg heldur ikki í at flestu føroyingar geva mær rætt í. Inntøkuskapandi tiltøk Ongin tosar um inntøku- skapan, tað sær út, sum um at tað at skapa inntøkur er eitt fremmandaorð í sam- gonguni, tó undantikið brúkaragjøld, sum skapa fleiri inntøkur til t.d. SVF. Tá eg nevni inntøkuskap- andi tiltøk, hugsi eg ikki um skattir, brúkaragjøld og avgjøld annars, men um inntøkur, skaptar av vinn- uni og møguligum nýggj- um vinnuligum inntøku- møguleikum. Hvat verður gjørt fyri at skapa og geva nýggjum vinnum møguleikar at búnast og vaksa her? Hvat verður gjørt fyri at fáa vælútbúgvin fólk (burt- ursæð frá økonomum og jur- istum) heimaftur og harvið verða við til at skapa ar- beiðspláss í privatu vinnuni? Hvat verður gjørt fyri at skapa grundarlag fyri ,at okkara verðandi vinna sum t.d. rækjuvinnan, sum er í svárari neyð fíggjarliga, áhaldandi kann koma at verða ein inntøkukelda til samfelag okkara. Tonnasjuskattaskipanin, sum Sambandsflokkurin setti fram uppskot á Løg- tingið um at seta í gildi í Føroyum, er ein beinleiðis inntøkuskapan til samfelag okkara uttanífrá, sum ong- antíð ov skjótt eigur at verða sett í verk í Føroyum og harvið skapa arbeiðspláss bæði á sjógvi og landi. Tað er alneyðugt, at vit sum samfelag fáa ein breiðari fót at standa á til tað eina vinnuliga beinið, sum vit hava í løtuni. Tað er, meti eg, umráð- andi, at vit tvørpolitiskt ongantíð ov skjótt fáa sett skjøtul á, hvussu vit kunnu fáa inntøkuskapan, møgu- ligar nýggjar vinnur og eitt meir fjøltáttað vinnulív og harvið byggja land heldur enn ríva niður. MÁLTØKNI Tíðindaskriv Føroyamálsdeildin á Fróð- skaparsetri Føroya er dagar- nar 26.-27. juni 2003 vertur fyri ráðstevnu um máltøkni. Ráðstevnan verður hildin í Ovastovu, Nóatún. Ráðstevnan er liður í mentanarsamstarvinum millum mentamálaráðini í Íslandi, Grønlandi og Før- oyum. Í 1999 gjørdu mentamálaráðharrarnir avtalu, sum hevur til enda- máls at økja og styrkja samstarvið millum tey trý útnorðurlondini innan mentan, útbúgving og gransking. Eisini varð av- talað, at Føroyar skuldu skipa fyri verkætlan innan gransking í evni, sum við- gjørdi støðuna hjá málun- um í útnorðurlondunum og menning teirra. Mentamálaráðið heitti í fjør á Føroyamálsdeildina um at skipa fyri eini altjóða ráðstevnu. Evnið fall á mál- tøkni, um royndir á økinum í norðurlendskum høpi og um teir møguleikar, ið tøknin gevur serliga smærru málunum í útnorði. Tað verður Høgni Hoydal, landsstýrismaður í menta- málum, ið setur ráðstevn- una. Í alt 10 fyrilestrarhald- arar úr Føroyum, Ísland, Grønlandi, Danmark og Svøríki fara hesar báðar dagarnar at røða um eitt nú talgilding av tekstum og handritum, um talusyntesur, um rættstavarar, um gransk- ingarverkætlanir í máltøkni og um máltøkni í verki. Breið semja er um, at globaliseringin hevur økt trýstið á smáu málini í heim- inum munandi. Eisini málini í útnorði merkja hetta. Alt týðingararbeiðið á stóru heimsmálunum kann skjótt stórt sæð gerast sjálvvirk- andi við eitt nú at brúka risa- stór talgild tekstasøvn og framkomin forrit. Smáu málini kunnu tó eisini fáa gagn av teirri stór- menning, ið fer fram innan máltøkni. Skulu eitt nú før- oyskt, íslendskt ella grøn- lendskt framhaldandi verða verulig alternativ til heims- málini eisini innan fakmál og á markamótunum millum fakmál og alment mál, krevst miðvíst arbeiði eisini á tí tøkniliga økinum. Ráð- stevnan fer ivaleyst at geva boð uppá hetta. Í Føroyum hevur serliga verið arbeitt við rættstav- araforritum til tekstvið- gerð, talusyntesum og øðr- um samskiftisloysnum fyri fólk við ymsum brekum. Umleið 50 luttakarar vera á ráðstevnuni, ið er fíggjað við játtan, sum mentamála- ráðini í Íslandi, Grønlandi og Føroyum á hvørjum ári seta av til mentanarsam- starvið í útnorði. Ráðstevna um máltøkni KONSERT Tíðindaskriv Í dag, fríggjadagin, og sunndagin heldur Tromsø Domkirkes Guttekor kon- sertir í Føroyum. Tann fyrra konsertin verður í Nes Kirkju fríggjakvøldið kl. 19.30 og tann seinna verður í Gøtu Kirkju sunnudagin kl. 16. Við Norrønu úr Bergen mikudagin var eitt ferðalag úr Tromsø við sangarum úr dreingjakórinum úr Tromsø Dómkirkju. Í tey 47 árini kórið hevur virkað, hava tey sungið uttanlanda ca. fjórða hvørt ár og hetta er teirra fyrsta ferð til Føroyar. Í kórinum gleða tey seg serliga til at hava nakrar hugnaligar dagar saman í okkara vøkru náttúru, og at syngja í vøkru gomlu kirkj- uni á Nesi og í Gøtu Kirkju. Við í ferðalagnum er 23 fólk, harav 15 syngja í kórinum. Kórið byggir á enska kórtradisjón, har teir syngja í 4 stemmum - ungir dreingir syngja sopran, meðan menn syngja alt, tenor og bass. Skráin er fjølbroytt, men tó kann sigast, at størsti parturin er klassiskur. Vit fara tó eisini at hoyra eitt sindur av fólkatónleiki, sálmar og populærklass- iskar kórsangir, har teir kendastu eru Amazing Grade og Pie Jesu. Kórið heldur tvær kon- sertir, tann fyrra verður í Nes Kirkju fríggjakvøldið kl. 19.30 og hin seinna verður í Gøtu Kirkju sunnudagin kl. 16.00. Kon- sertirnar er ókeypis, men høvi verða at lata eina gávu við dyrnar eftir konsertir- nar. Tromsø Domkirkes Guttekor C M Y K 11 10