Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 119 - 27. juni 2003 Nr. 119 - 27. juni 2003 13 Tað sær dapurt út: Hækkandi arbeiðslønir og lækkandi marknaðarprísir - Tað loysir seg ikki at framleiða hýsu, og tað loysir seg ikki at salta upsa, sigur Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood og Sandoy Seafood FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað gongur ikki væl hjá virkisliðnum. Magnus Jespersen, sum er stjóri á trimum fiska- virkjum, Delta Seafood á Tvøroyri og báðum virkj- unum hjá Sandoy Seafood í Sandoynni, sigur, at vánalig marknaðarstøða, hækkandi lønir, lækkandi dollari og minni útboð av fiski hava elvt til, at lítil fiskur er ar- beiddur á fiskavirkjunum kring landið, síðan verk- fallið á privata arbeiðs- marknaðinum var av. Alaska og Kina - Eg vil siga, at tað sær dapurt út. Tað loysir seg ikki at arbeiða hýsu, og tað loysir seg ikki at salta upsa. Hann vísir á, at markn- aðurin er yvirfyltur við fiski, sum er ringur at selja. - Bíligi upsin úr Alaska og bíligi toskurin úr Kina eru við til at gera støðuna hjá okkum uppaftur trupl- ari. Magnus sigur, at markn- aðarstøðan var heldur fræg- ari og arbeiði á fiskavirkj- unum støðugari undan verkfallinum, sum eisini førdi til eina lønarhækking, ið merkist. Norsk fiskivinnubløð hava gjørt nógv burtur úr, at ráfiskur úr Noregi í størri og størri mun endar í Kina, har hann verður virkaður bíliga og sendur út á marknaðin. Undir verkfallinum kom eisini fram, at fleiri fiska- virkir í Noregi eru aftur- latin, tí framleiðslan hong- ur ikki saman. Sær dapurt út - Hetta er ikki besta árstíð til fiskiskap og sølu av fiski, men eg haldi, vit síggja, hvønn veg tað ber. Magnus heldur, at tað veruliga sær dapurt út hjá virkisliðnum, soleiðis sum støðan er. - Tað kann ganga skjótt hvønn vegin, men í løtuni beri eg ótta fyri, at tað av álvara gongur tann skeiva vegin, sigur stjórin. Spurdur ítøkiliga, hví so lítið virksemið er á fiska- virkjunum kring landið júst nú, sigur hann: - Tá ið fiskurin ikki kann seljast, kann hann heldur ikki keypast. Hann veit ikki rættiliga at siga, hví so lítið útboð av fiski er í løtuni, men hann heldur, at tað partvís hong- ur saman við, at skipini ikki eru nøgd við prísirnar á marknaðinum. - Aftrat tí, at minni fiskur er at fáa, vænti eg, at ein fittur partur av veiðini hjá skipunum fer óvirkað av landinum, bæði beinleiðis og óbeinleiðis, sigur Magn- us Jespersen, stjóri á Delta Seafood og Sandoy Sea- food. - Marknaðurin er yvirfyltur við fiski, sum er ringur at selja. Bíligi upsin úr Alaska og bíligi toskurin úr Kina eru við til at gera støðuna hjá okkum uppaftur truplari, sigur Magnus Jespersen, sum er stjóri á trimum fiskavirkjum FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Síðan verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum var av, hevur lítið fiskaarbeiði verið á virkjunum hjá Sandoy Seafood í Skopun og á Sandi og tey, sum arbeiða hjá Delta Seafood á Tvøroyri, hava eisini havt lítið at gera. Magnus Jespersen, sum er stjóri á hesum trimum virkjunum, sigur, at trolararnir, Nornagestur og Kolumbus, landaðu 200.000 pund á Sandi í síðstu viku. Annars hevur eingin størri landing verið til virkini í oynni í seinastuni. Veiðan hjá Nornagesti og Kolumbusi var at kalla bara upsi. Á virkinum á Sandi og á Delta Seafood á Tvøroyri verður tann stóri fiskurin flaktur og saltaður, meðan tey í Skopun virka fiskin til flak. Útróðurin - Støðan hevur verið á leið tann saman á øllum trimum virkjunum við óstøðugum arbeiði, síðan verkfallið var av. Undan verkfallinum var fiskaarbeiði meira støðugt, sigur hann. Umframt útróðrarfiskin, sum virkini keypa, liggja feløgini eisini fram við á uppboðssøluni. - Útróðrarbátarnir fáa nakað av fiski, men talan er ikki um tær heilt stóru nøgdirnar, sigur Magnus Jespersen, stjóri. Ein upsalast á Sandi Tað hevur verið óstøðugt fiskaarbeiði í Sandoynni, síðan verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum var av Higartil hevur Fiska- virking í Miðvági keypt og virkað góð 400 tons av gulllaksi FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Eysturbúgvin og Vestur- búgvin eru aftur á gull- laksaveiði í ár. Vesturbúgvin leggur veiðina upp í Miðvági, og higartil hevur Fiskavirking í Miðvági keypt góð 400 tons av gulllaksi frá skip- inum. - Tað er so stutt, síðan skipini fóru á gulllaks, so fiskiskapurin hevur verið góður, sigur Albert Ellef- sen, stjóri á virkinum. Hann vísir á, at tey ar- beiða við tveimum vaktum við tilsamans 34-35 fólk- um, tá ið Vesturbúgvin landar, og vanliga liggur ein túrur um 120-130 tons. - Tað tekur umleið hálvan triðja dag at fáa eina slíka last undan, sigur hann. Upsi og hýsa Í Miðvági arbeiða tey eisini upsa og hýsu, men Albert er samdur við Magnusi Jespersen um, at hýsan kastar lítil og einki av sær í løtuni. - Tá ið Vesturbúgvin kemur við gulllaksi, ar- beiða vit eisini annan fisk, um annar fiskur er, men vanliga eru færri fólk inn á flakavirkinum hesar dagar, sigur stjórin. Albert Ellefsen sigur, at lítið fiskur er á marknaðin- um, og hóast gulllaksurin er eitt gott íkast til virkið og arbeiðsfólkið, eru nakrir dagar farnir burtur ímill- um, har einki fiskaarbeiði hevur verið á virkinum í Miðvági. Í Miðvági arbeiða tey gulllaks Framtíðin hjá kiosk- ini er rættiliga óviss, tí eingin leigari er funnin. Sum skilst, ætlar Tórshavnar Býráð at fremja nakrar broytingar við Kiosk Steinatún í heyst EIGARASKIFTI Páll Holm Johannesen Kiosk Steinatún letur eftir øllum at døma aftur mána- dagin. Fyri trimum mánað- um síðan, boðaði Súsanna Vinther Tórshavnar Býráð frá, at hon segði kioskina frá sær. Hon hevur rikið Kiosk Steinatún í samfull 14 ár, og nú er tíðin komin at royna okkurt annað. – Vit eru koyrd troytt av arbeiði- num, og tí ætla vit at royna okkurt annað, sigur Sús- anna Vinther. Tey høvdu sjálvi funnið ein nýggjan leigara, og alt lá klárt til, at hesin skuldi taka yvir frá 1.juli, men so brast ætlanin. Fyri viku síðan boðaði Býráðið Sús- anna og Boga frá, at stórar broytingar skulu gerast við kioskina. Tá tey spurdu meira ítøkiligt, um hvørjar broytingar talan var um, varð sagt, at tað kundi Býráðið ikki siga nakað um enn. Tá Tórshavnar Býráð ikki vildi koma nærri, á hvørjar broytingar skulu fremjast, valdi nýggi leiðaran at leypa frá avtaluni. Úrslitið er, at Kiosk Steinatún frá mánadegnum letur aftur, og óvist er nær, hon letur uppaftur. Hørm Súsanna og Bogi Winther er hørm um at kioskin nú letur aftur í úrtíð, tí ein stór tænasta dettur niðurfyri. Kioskin í Steinatúni er uttan iva eitt av støðunum í høvuðsstaðnum, sum eru mest vitjaði. Kioskin liggur rættiliga væl fyri, og nógv fólk koma á gátt um dagarnar. Serliga barnagarð- og skúlabørn eru nógv at síggja í Kiosk Steinatún, og staðið hevur øll árini havt stóran týdning fyri havnarborgarar. Um- framt kiosk virksemi, so hevur Kiosk Steinatún eisini havt busstænastuna um hendið, og letur kioskin aftur, og so dettur tænastan dettur niðurfyri. – Vit eru sera hørm um støðuna, tí vit vildu gjarna hava, at kundarnir ikki fóru at merkja, at vit gevast, men nú er líkt til, at júst tað hendir, og tað er stak óhepp- ið, sigur Bogi Winther. Tey siga seg skilja fullvæl, at nýggi leiðarin leyp frá avtaluni, tí hvør ger eina íløgu í eina kiosk, sum eingin veit hvat hendir við, spyrja Súsanna og Bogi. Sum støðan er, so letur kioskin aftur mánadagin, og væntast kann rok, tí hvør fer at taka sær søluna av busskortum, mánaðarkort- um o.s.fr. Vit hava roynt at fingið orðið á fíggjarnevndina hjá býráðnum, sum hevur málið um hendið, men formaðurin í nevndini, Jan Christiansen, var ikki at hitta, áðrenn tíðarfreist okkara var útið. Kiosk Steinatún letur aftur mánadagin Eigarin, Heini Rest- orff, sigur at framvegis vantar nakað, áðrenn nýggjur leigari á Kondittarínum kann kunngerast. Sjálvur væntar hann, at Kondittaríið, sum havnarborgarar kenna tað, fer í søguna. KONDITTARÍÐ Páll Holm Johannesen Tað var eitt ramaskrígg millum havnarborgarar, tá Kondittaríið brádliga lat aftur fyri sløkum trimum mánaðum síðan. Hugnaliga kaffistovan á horninum í hjartanum á Havn lat aftur 29. mars, og ein livandi partur av býarmyndini føln- aði. Tær seks kvinnurnar, sum síðan miðskeiðis í 90- unum hava rikið Konditt- aríið løgdu árarnar inn, og síðan hevur vælvitjaða staðið verið afturlatið. Síð- ani 1925 hava havnaborgar- ar kunnað fingið sær ein kaffimunn og morgunbreyð ella vælsmakkandi lagkøku á Kondittaríinum á Káta Horninum, og tí er staðið blivið til eina sanna býar- mynd. Nýggjur leigari funnin Sambært eigaranum av Kondittarínum, Heina Restorff, so kunnu havnar- borgarar fegnast um, at bara tað síðsta vantar í til, at nýggjur leigari verður kunngjørdur. – Tað er líka víð, at alt er komið uppá pláss. Vit hyggja líka sáttmálin ígjøgnum, og gera neyðugu broytingar, sigur Heini Restorff. Sum skilst, hava tríggir leigarar verið í myndini at yvirtaka Kondittaríið, men eftir er bert ein teirra. Tá vit spyrja Heina ítøkiligt, hvør nýggi leigarin verður, ber hann seg undan at svara, og sigur, at væntandi verður nýggi leigarin á Kondittar- ínum kunngjørdur fyrst í komandi viku. Helst í nýggjum líki Síðan Kondittaríið lat aftur, hoyrist, at stamgestirnir á Kondittarínum hava hildið sínar morgunfundir í Norð- urlandahúsinum, men eftir øllum at døma verður møguleiki hjá teimum, um ikki ov langa tíð at leita sær oman í miðbýðin aftur. Um tað verður sama góða gamla Kondittaríið, havnar- borgararnir venda aftur til, tykist lítíð sannlíkt. Sum skilst, so ætlar nýggi leig- arin at fremja nakrar broyt- ingar við staðnum. – Tíðin er farin frá bert at selja kaffi og rundstykkir, tí tað skal meir til, um virk- semið skal bera seg, og tí vænti eg nakrar broytingar, sigur Heini Restorff. Hann sigur seg vóna, at kaffistova verður um dagin, so Kondittaríið fær gomlu gestirnar aftur, meðan helst verður annað virksemi um kvøldarnar, greiðir Heini Restorff frá. Hvussu verður og ikki, so mugu havnarborgarar fyri fyrst sláa seg til tols við, at Kondittaríð fer at lata uppaftur, men í hvørjum líki, tað er óvist. Kondittaríið helst í søguna Góða gamla Kondittaríið fer helst í søguna. Lítið vantar í til, at nýggjur leigari verður kunngjørdur, og helst verða nakrar broytingar framdar við vælumtóktu kaffistovuni á Káta Horninum Mynd: Jens Kristian Vang Jan Ovi nýggjur leiðari á Café Natúr Nýggi leiðarin sig- ur, at tað verða ikki nakrar kollveltandi broytingar gjørdar við Café Natúr. LEIÐARASKIFTI Páll Holm Johannesen Eftir tað gjørdist greitt, at Florentze á Skipagøta seinni í summar letur nýggja café upp í høv- uðsstaðnum, hevur Café Natúr leita eftir nýggj- um leiðara. Florentze hevur verið leiðari í fleiri ár á vælvitjaðu caféini í gamla býarpartinum í Havn, men nú fer hon undir sítt egna virksemi Í hennara stað hevur leiðslan á Café Natúr sett Jan Ova Winther Poulsen sum nýggjan leiðara á Café Natúr. Jan Ove er 24 ár og útlærdur tænari á Hotel Hafnia. Seinastu árini hevur hann arbeitt nógv sum barrvørur. Spurdur um, hann ætlar at fremja nakrar broyt- ingar á Café Natúr, sigur Jan Ove, at tað er ov tíðliga at siga, tí hann má fyrst seta seg inn viður- skiftini á Cafe Natúr. Jan Ove Winther Olsen byrjar sum leiðari á Café Natúr 2. juli. C M Y K 13 12