Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 27. juni 2003 15 Tørvurin til sinnisveik er ovurstórur – Tað eru 40 sjúk- lingar á psykiatrisku deild, sum ongastaðni hav at fara, og sum kundu verið útskriv- að. Men tey hava brúk fyri góðum umstøð- um, sigur Svenning á Lofti, formaður í Sinnisbata. Hann metir, at húsini, sum vórðu keypt í Sanda- vági til at brúkast til sinnisveik, eiga at vera brúkt til hetta málið ella noyðist landsstýrismaðurin at keypa tey av eini aðrari játtan PSYKIATRI Ingrid Bjarnastein – Vit hava bíðað eftir eini avgerð í hesum málinum leingi nú. Vit hava spurt eftir málinum, tí onki er hent, og vit hava biðið um fund bæði við Bill Justinus- sen og løgmann, fyri at fáa greiði á, hvat skal henda, sigur Svenning á Lofti, formaður í Sinnisbata. Málið, Svenning á Lofti, sipar til er málið um húsini í Sandavági, sum skuldu brúkast til sambýli til sinnisveik. – Vit gleðast yvir, at hetta tykist at vera komið uppá pláss, men vit halda, at tá húsini eru keypt til hatta endamálið, so eiga tey at brúkast til tað, heldur for- maður í Sinnisbata. Nógv rumbul hevur verið á hesum økinum. Fyri tað fyrsta var tað, at toga var um málsøkið millum Tjóð- veldisflokkin og Miðflokk- in, og fyri tað næsta, so eru tey fleiri fólk, sum hava sagt upp júst á hesum øk- inum. – Tað vóru nógv, sum søgdu seg úr starvi. Bara ein er sett, og tað er fyri Jákup Foldbo. Ongin er settur fyri Hildu Viderø, sum var samskipari av sosi- alpsykiatriini, og hon fór úr starvi 1. mars í ár. Svenning á Lofti vísir á, at nú er ongin at samskipa hetta økið, og tað eru tey í Sinnisbata ógvuliga hørm um. Til sinnisveik Svenning á Lofti sigur, at tað má vera ein misskiljing, tá Páll á Reynatúgvu sigur, at hann ætlar at brúka hús- ini til okkurt annað - møgu- liga til sambýli fyri menn- ingartarnað ella heilaskadd. – Páll á Reynatúgvu kann ikki brúka pengar, sum eru settir av til sálarsjúk til endamál. Tað haldi eg ikki kann lata seg gera. Eru húsini keypt til sálarsjúk, so skulu tey brúkas til tað. Um ikki, so skal landsstýris- maðurin keypa tey við pengum, sum eru játtaðir til menningartarnað ella heila- skadd, heldur Svenning á Lofti. Formaður í Sinnisbata vil gera vart við, at tørvurin á einum slíkum heimi er ovurstórur. Og er hesin tørvurin uttan iva nógv størstur í miðstaðarøkinum. – Sjálvt um tørvurin ikki er so stórur beint í Vágun- um, so haldi eg ikki, at hús- ini skulu brúkast til nakað annað fyri tað. Men tørvur- in er so stórur, at tað eru 40 fólk á psykiatrisku deild, sum væl kundu verið skriv- að út, um tey fingu okkurt at búgva í, greiðir Svenning á Lofti frá. Hann leggur aft- urat, at sálarsjúk kunnu ikki bara proppast, hvar sum helst. Tey mugu hava góðar umstøður, sum eru bygdar til endamálið. Ov dýrt Í juni í fjør var ein nevnd sett, sum gjørdi eina ætlan um bygging av einum sam- býli til sinnisveik í Havn. Henda ætlan varð løgd fram fyri landsstýrismann- in í Almannamálum, Páll á Reynatúgvu. – Tað einasta Páll á Reynatúgvu segði var, at tað var ov dýrt, og málið var lagt á hillina, og onki varð gjørt. Men sjálvur haldi eg ikki, at húsini vóru ovmikið dýr. Sum er nú, er onki pláss til sinnisveik. – Sinnisbati harmast stór- liga um, at ongin samskip- ari er settur á sosial- psykiatriina Og vit vilja inniliga heita á avvaraðndi myndugleikar um at fáa hetta loyst, sum skjótast, sigur Svenning á Lofti, formaður í Sinnisbata. TÍÐINDASKRIV All That Rain Ein tann mest og best umtókti føroyski sangurin »Fagra blóma« hjá Poul F. Joensen, er nú endur inn- spældur. Hesuferð er tað bólkurin All That Rain, sum hevur spælt sangin inn á nýggjum. Hesar fyrstu dagarnar verður upptøkan latin út- varpsrásunum. Seinni, er so ætlanin at tað skal gerast møguligt hjá øllum teim- um, ið hava internetsam- band, at ogna sær hetta nýggja lagið. Tað verður nevniliga lagt út á heima- síðuna hjá All That Rain, www.allthatrain.com og tað verður frítt hjá øllum teimum, ið hava hug, at taka sær lagið niður á telduna. Tað hóskar seg væl at fáa lagið út til fólkið um jóan- søkuna. Pól Arni Holm, sum jú er suðuroyingur, og sjálvur yrkjarin er eisini ættaður úr Suðuroynni. Vit tóku lagið til okkum sum eitt av teimum fyrstu eftir, at Pól Arni Holm kom við í bólkin, og hava fólk tikið væl ímóti tí higartil. Fleiri góð fólk hava eggjað okkum og lagt okk- um lag á at flyta okkum og ljóðførini inn í upptøku- hølini fyri at fáa innspælt hetta lagið á okkara hátt. Fagra blóma er endurinn- spæld fleiri ferðir áður, og hesuferð er yrkingin spæld inn við nýggja lagnum, sum Hanus G. Johansen hevur gjørt. Tað er serliga hetta lagið, sum vit halda er vakurt, tí hetta er tað besta, ið er hent við framúrskarandi yrking- ina hjá Poul F. Og vit vilja á henda hátt heiðra ein av Føroya bestu yrkjarum og ein av okkara bestu lag- smiðjum. Ætlanin er ikki at selja nýggu innspælingina til fólk, tí vit meta, at lagið longu er ein fólkaogn før- oyinganna. Tískil verður tað ókeypis at taka lagið niður av netinum. Upptøkan er gjørd í Út- varpshøllini, og tað er Albin Wang Ísaksson, ið hevur staðið fyri upptøku og ljóðbandi. Hann hevur somuleiðis eisini spælt tangentar á upptøkuni. Svenning á Lofti, formaður í Sinnisbata, heldur, at húsini, sum vóru keypt í Sandavági til sinnisveik eiga at verða brúkt til hetta endamálið og onki annað. Ella noyðist landsstýrismaðurin at keypa tey av eini aðrari játtan Mynd: Jens Kr. Vang Blómur til øll 15 14 Nr. 119 - 27. juni 2003 Tað fer at kosta Hotel Vágum einar tvær milliónir krónur í mistum umsetningi, at Maersk Air hevur gjørt av at flyta alla matgerð til Kastrup FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Vágar: Tað fer at kosta Hotel Vágum einar tvær milliónir krónur í umsetn- ingsmissi, at Maersk Air hevur sagt upp avtaluna við hotellið um matgerð til flogførini, sigur leiðarin á Hotel Vágum, Kári Hentze. Maersk Air hevur gjørt av, at øll matgerð til flog- førini hjá felagnum skal gerast í Kastrup og tískil eisini latast umborð har. Felagið hevur eisini innført eina nýggja skipan, sum ger, at ferðafólk um inter- netið kunnu bíleggja tað, tey vilja hava at eta um- borð. Men tað ger so, at tey, sum fyrr hava latið flogfør- unum hjá Maersk Air proviant, ikki sleppa at gera tað í framtíðini. Og ein av hesum veitarum hevur ver- ið Hotel Vágar. Men frá 1. juli er tað samstarvið hildið uppat, sigur Kári Hentze, leiðari á Hotel Vágum. At eingin matgerð verður til Maersk Air flogførini í framtíðini, fer at merkja, at Hotel Vágar missir ein um- setning upp á einar tvær milliónir krónur, sigur Kári Hentze. Og eisini eini fýra - fimm ársverk hvørva av hotellinum, sigur leiðarin. Umframt koma so tær 200.000,- til 300.000,- krónurnar, sum føroyskar heilsølur missa, tí eingin vøra til tilgerð av provianti verður keypt haðani frá, vísir hann á. Kári Hentze sigur, at Hotel Vágar í síni tíð í grundini varð bygt sum eitt samstarv millum Flogfelag Føroya og Maersk Air. So- leiðis at skilja, at tað var Flogfelagið, sum bygdi hotellið, men við eini munnligari avtalu við Maersk Air sum grundar- lag. Nú verður samstarvið sagt upp við 14 daga ávarð- ing, sigur Kári Hentze. Provianterin, ella cater- ing, sum tað á fakmáli verður nevnt, var einaferð høvuðsvirkið hjá Hotel Vágum. Men tað er ikki so- leiðis meira, og tí fer hotell- ið heldur ikki á húsagang av hesum, sigur leiðarin. – Men tað er greitt, at vit fara at merkja hetta væl, sigur hann. Hesi fýra - fimm fólkini skulu nú fáast í annað starv hjá hotellin- um, og tað man nokk fara at ganga. Vit mugu so satsa meira upp á matstovuna, sigur leiðarin á Hotel Vág- um. Hotellið hevur seinnu árini skipað fyri nógvum ymsum tiltøkum, sum hev- ur drigið væl av fólki. Og serliga síðan Vágatunnilin lat upp, hevur hotellið verið væl vitjað. Tiltøkini halda fram, sig- ur Kári Hentze. Millum annað fer Hotel Vágar í summar at skipa fyri Føroyakvøldum, eins og gjørt hevur verið undanfar- in ár. Men í ár hava tey vón- ir um enn betri undirtøku enn fyrr, tí nú er fasta sam- bandið undir Vestmanna- sundi veruleiki. Hotel Vágar missir milliónir Forsætisráðharrin er nú komin til Føroya. Flogfarið við Anders Fogh Raasmussen og fylgi lendi í Vágum stutt eftir klokkan hálvgum tíggju mikukvøldið. Beint eftir at flogfarið við formansskapinum í Fókatinginum var lent ALMENN VITJAN Edvard Joensen Flogvøllurin: Forsætisráð- harrin var væl upplagdur og hevði hug at skemtast, tá hann kom úr flogfarinum há Atlantsflogi mikukvøld- ið. – Eg havi hug at halda, at løgmaður hevði biðið um hetta veðrið, sum gjørdi, at vit máttu royna tíggjar ferð- ir, fyri at fáa kroyst pening til flogvøllin burtur úr okk- um, segði hann við Sosial- in, eftir at hann hevði heils- að upp á løgmann. Forsætisráðharrin segði, at hann sjálvandi ikki hevði nakran pengaposa við hesa- ferð, men flogvøllurin fór at vera millum tey mál, hann fer at tosa við løg- mann um, segði hann. Annars væntaði hann, at skráin, sum eftir er av vitjanini, fór at verða fylgd. Teirra millum sum gjørdu fleiri royndir at lenda í Vágum mikudagin, var eisini formansskapurin í Fólkatinginum. Tey komu í Vágar beint áðrenn hálvgum tíggju mikukvøldið VITJAN Edvard Joensen Flogvøllurin: Edmund Joensen, løgtingsformaður, var saman við frúu, for- mansskapinum í Løgtingin- um og embætisfólki á flog- vøllinum og tók í móti, tá flogfarið við formansskap- inum í Fólkatinginum lendi í Vágum mikukvøldið. Eftir at vertir og gestir høvdu heilsast, var farið við bussi til Havnar, har gestirnir skulu gista. Al- menna skráin bygjar so hósdagin. Meðan móttøkan fyri for- mansskapinum í Fólkating- inum var á flogvøllinum, rullaði flogfarið við forsæt- isráðharranum inn eftir vøllinum, men tey bæði fylgini møttust tó ikki á flogvøllinum. Leygardagin skipar Vága Ríðingafelag fyri árligu kappríð- ingini og hugnaløtuni Niðri við Vatn SUMMARHUGNI Edvard Joensen Vágar: Árliga sumartiltak- ið, sum nevnt verður vár- kappríðingin, hjá Vága Ríðingafelag, verður hildið Niðri við Vatn leygardagin. Tiltakið varir at kalla all- an dagin. Byrjað verður longu klokkan 11 fyrra- partin, og so verður hildið á til út á náttina. Vága Ríðingafelg hevur fingið nýggja ringbreyt, sum brúkt verður til íslandsross, ið sýna fram gonguløg. Og tað verður við innleiðandi kapping í gongulagnum Tólt, at byrj- að verður klokkan ellivu á nýggju breytini. Klokkan 15 seinnapartin verður so vanliga kappríð- ingin á gomlu breytini. Tá klokkan er 17 ella har á leið, verður farið oman aftur á nýggju breytina, har finalan í gongulagskapp- ingini fer at verða hildin. Hugnaløtan byrjar klokk- an 21 við felagssangi. Tá verður nýggja ringbreytin alment tikin í nýtslu. For- maðurin í Ríðisambandin- um, Hjalmar Petersen, fer at halda røðu. Sørvágs Tón- leikarafelag og Vestmanna Hornorkestur fara at spæla. Seinni verður so midnátt- arrøða, sum Tummas Hans Gaardlykke fer at halda. Og so verður dansað. Sorø Underholdningskor kemur í komandi viku á vitjan í Føroyum. Konsertir verða hildnar í Sandavági, Fuglafirði og í Havn KONSERTFERÐ Edvard Joensen Sorø Underholdningskor, sum er rættiliga nýtt kór, fer í komandi viku at halda konsertir ymsastaðni í Før- oyum. Sorø Underholdningskor er, sum navnið sigur, mann- að við fólki úr Sorø og har á leið. Tað var núverandi kór- leiðarin, Jørgen Bjørno, sum í 1994 tók stig til at stovna kórið, verður sagt í tíðindaskrivi frá kórinum. Einir hálvthundrað sangar- ar eru í kórinum, sum hevur gjørt nógv av at ferðast, hesi árini, tey hava sungið saman. Millum annað hava tey vitjað øll Norðurlondini og Týskland, verður sagt í tíðindskrivinum. Kórið hevur eisini luttik- ið í ymsum kappingum og hevur vunnið onkra teirra, siga tey. Tað hevur so aftur gjørt, at tey hava verið at sæð og hoyrt bæði í sjón- arpi og útvarpi. Skráin hjá kórinum fevn- ir víða. Alt frá klassiskum kirkjutónleiki, til nýggjan meira fólkaligan tónleik, sum tey siga. Kórleiðarin ger sjálvur útsetingarnar, sum eisini geva kórinum ein egnan samleika. Føroyaferðin hjá Sorø Underholdningskor varir eina viku, og konsertir fara at verða hildnar millum annað í Sandavági, í Fugla- firði og í Havn. Nú hava vit hann her Formansskapurin vitjar Kórvitjan úr Danmark Hotel Vágar fer at missa einar tvær milliónir í umsetningi, nú catering avtalan við Maersk Air fer úr gildi 1. juli Mynd: Edvard Joensen Kappríðing í Vágum Christian Mejdahl, fólkatingsformaður, og frú Eva Mejdahl á veg at heilsa upp á løgtingsformannin, Edmund Joensen Einir hálvthundrað sangarar eru í Sorø Underholdningskor C M Y K 14