fríggjadagur 27. juni 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 27. juni 2003
17
17
16
Nr. 119 - 27. juni 2003
Fløga kemur í dag við Nordic End Quintet
Nordic End Quintet
er við Edvardi Ny-
holm Debess á odda
og seinnu árini hevur
hann megnað at
spæla seg inn í før-
oyska hugaheimin, so
eingin er í iva um
hvat tað snýr seg um.
Saman við norður-
lendskum tónleikar-
um hevur hann nú
spælt inn føroyskar
sangir og kvæði. Mal-
an Thomsen syngur
og nýggja felagið
Landing Duck Re-
cords gevur út
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Í dag, 27.juni, kemur for-
vitnislig fløga á marknaðin.
Nakrir av fremstu tónleik-
arunum innan jazz í Før-
oyum, Finnlandi og Dan-
mark eru við. Maðurin
handan fløguætlanina er
Edvard Nyholm Debess,
sum fyrr hevur havt væ-
leydnað samstarv við norð-
urlendskar
tónleikarar,
hann gav m.a. í 2000 út
fløguna Debazz saman við
donskum tónleikarum.
Nú kemur fløgan við
Nordic End Quintet og hon
hevur heitið LØG. Um-
framt Edvard N. Debess og
Maluna Thomsen, er mann-
ingin av ovastu rók innan
jazz í Danmark og Finn-
landi. Tann kendi Alex
Riel, Danmark, leikar á
trummur og á saxofon og
klaver eru Eero Koivisto-
inen og Seppo Kantonen,
sum í Finnlandi er navn-
framir tónleikarar.
Talan er um vælkend
kvæði og sangir úr Før-
oyum.
Edvard N. Debess og
Seppo Kantonen hava lagt
tónleikin tilrættis og gevur
hetta sangum og kvæðum
heilt nýggjan dám. Teir
hava lagt seg eftir at til-
rættisleggja uttanum sang-
in, so lagið í størstan mun
verður varðveitt.
Nevnast kunnu løg sum
Tú sangst eitt so vakurt..,
Ein Firvaldur í góðum lag,
Flóvin
Bænadiktsson,
Brúðarvísan og Aldan.
Ein forvitnislig, væl-
spæld og melodiøs fløga,
sum brýtur upp úr nýggj-
um, siga útgevararnir.
Og útgevari er nýtt felag,
ið nevnist Landing Duck
Records. Fløgan kemur út í
dag og er fyrsta fløgan á
nýggja forlagnum. Meira
fæst at vita við at vitja
alnetið á www.landing-
duck.com
og
www.de-
bazz.com
Spennandi bólkurin
Take Off er til reiðar
við nýggjari fløgu,
sum nevnist Blandað
Bomm
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Spennandi nýggi føroyski
bólkurin Take Off, sum
heldur til í Danmark, er á
trappuni við fløgu. Fløgan
hevur
heitið
Blandað
Bomm og verður á fløgu-
hillunum ein av komandi
døgunum.
Hans Petur í Brekkunum
er ein av oddafiskunum í
bólkinum og hann er
vælkendur
sum
bæði
dugnaligur saxofonleikari
og sangari.
Hans Petur sigur, at
fløgan er á tremur við góð-
um popp, rock og funk tón-
leiki, ið óivað kemur at seta
dám
tónalandslagið
í
summar, so føroysk oyru
hava nakað at gleða seg til.
Take Off
á fløgu
Hans Petur í Brekkunum og bólkurin Take Off koma við fløgu
fyrsta dagin
Guðrun fingið heimasíðu
Guðrun Sólja Jacob-
sen hevur fingið
heimasíðu, har til ber
at fylgja við henni og
fáa ymiskt at vita
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Nú ber til at vitja Guðrun á
hennara egnu heimasíðu.
Guðrun er fyri tað mesta á
ferð og í upptøkuhølum í
Danmark, menn hetta er nú
eingin forðing fyri at fylgja
við henni ella at koma í
samband við hana.
Managari hennara hevur
syrgt fyri, at hon nú hevur
egna heimasíðu, har tað
fæst at vita um hana, um
Føroyar og um hvat er á
skránni hjá henni framyvir,
tí konsertætlan sæst á
síðuni langt fram í tíðina.
Síðan eitur www.gudrun-
jacobsen.com
Eisini ein fjepparasíða
hevur sæð dagsins ljós og
hon eitur www.gudrun-
solja.dk
2003 er ár teirra brek-
aðu og hetta merkir
eisini jóansøkuna.
Eyðun Joensen, sálar-
frøðingur heldur fyri-
lestur í kvøld í Trong-
isvági og M’as Blues
Band spælir eisini á
jóansøku
BREKAÐ
Dagfinn Olsen
Jóansøkan er byrjað og ár
teirra brekaðu setir eisini
dám á jóansøkuna í ár. Í
kvøld heldur Eyðun Joen-
sen, sálarfrøðingur, fyrlest-
ur í skúlanum í Trongis-
vági. Heitið á fyrilestrinum
er "Hugburður til fólk, ið
bera brek". Pauli Einars-
son, býráðslimur, býður
vælkomin.
Eisini M’as Blues Band
fer á pall á jóansøku. Í skúl-
anum í Trongisvági er eis-
ini framsýning við lutum,
sum fólk á Varda verk-
staðnum á Bakka í Vági
hava evnað til. Eisini er til-
far frá Meginfelag Teirra
Brekaðu.
Ár teirra brekaðu
Almannaráðið minnir í
tíðindaskrivi á, at 2003 er
Ár teirra brekaðu.
Føroyar eru eitt av mong-
um europeiskum londum,
sum hava valt at seta viður-
skifti teirra brekaðu á
dagsskránna í ár.
"Vit eiga at arbeiða fram
ímóti einum samfelagi,
sum er fyri øll, og ikki bert
fyri tey, sum hava fullan
førleika. Tað er tíverri langt
eftir á mál, men 2003 er eitt
stig tann rætta vegin".
Páll á Reynatúgvu hevur
avgjørt at seta ein stýrisbólk,
sum vegna landsstýrismann-
in skal standa fyri tí almenna
partinum av Ári teirra
brekaðu. Í stýrisbólkinum
eru umboð fyri Landsverk-
frøðingin,
Vinnuhúsið,
Føroya arbeiðarafelag, Meg-
infelag teirra brekaðu, Ráðið
fyri brekað, Mentamálaráðið
og Almannamálaráðið.
Landsstýrismaðurin í al-
mannamálum hevur sett
150.000,- kr. á fíggjarlóg-
ina til Ár teirra brekaðu.
Harumframt er ætlanin at
oyramerkja aðrar 150.000,-
kr. í studningi til viðkom-
andi tiltøk, sum verða fyri-
skipað í 2003.
Feløg kunnu søkja um
fíggjarligan stuðul, tá tey
skulu skipa fyri tiltøkum í
Ári teirra brekaðu. Stýris-
bólkurin viðger innkomnar
umsóknir og ger so tilmæli
til landsstýrismannin um,
hvussu stuðulin skal latast.
Føroya landsstýri arbeiðir
sambært ST fyrimyndar-
reglunum um at útvega
javnlíkar møguleikar fyri
brekað fólk.
"Í Føroyum eru nógvir
bygningar, bæði almennir
og privatir, sum við sínum
trongu durum ella brøttu
trappum kveistra tey rørslu-
tarnaðu burtur. Tíbetur
tykjast arkitektar og byggi-
frøðingar í dag at hava tey
rørslutarnaðu í huga. So
broytingin til tað betra er í
gongd", heldur Páll á
Reynatúgvu.
Eisini ynskir landsstýr-
ismaðurin at seta kikaran á
ta atgongd, fólk við av-
markaðum førleika hava til
arbeiðsmarknaðin.
Við Ári teirra brekaðu í
huganum hevur landsstýris-
maðurin uppraðfest MBF
við 500.000 krónum á
fíggjarlógini fyri 2003.
Hendan uppraðfesting fer
óivað at síggjast aftur í ar-
beiðinum fyri brekað.
Arbeiðsbólkar, stýrisbólk-
ar, pallborðsfundir. Orð vit
kenna út og inn. Tað liggur
nær at spyrja, um nakað fer
at koma burturúr hesum
árinum, sum Føroya lands-
stýri hevur tikið stig til.
Svarið má vera ja. Tílík
tiltøk eru við at flyta mørk
og at broyta almenna hug-
burðin, so framtíðar forð-
ingar fyri tey, sum ikki hava
fullan førleika, verða eitt
sindur lættari at vinna á.
Í 2003 skulu vit seta
viðurskifti á dagsskránna,
sum fyri fólk flest eru ein
sjálvfylgja, men sum tarna
summum í at fáa fulla
atgongd til samfelagið. Við
at geva hesum viðurskiftum
gætur, økja vit um ta
neyðugu tilvitanina, bæði
hvat viðvíkur trupulleikum
og
framtíðar
loysnum.
Merkisár sum Ár teirra
brekaðu 2003 eru neyðug
fyri at halda kósina móti ein-
um landi, sum er fyri øll.
Vónandi verða tílík merkisár
einaferð óneyðug, sigur
Almannaráiðið
m.a.
í
tíðindaskrivi.
Ár teirra brekaðu setir dám á
jóansøkuna
115 ítróttarfólk fara
næstu vikuna at um-
boða føroysku tjóðina
á 10. oyggjaleikunum,
sum verða hildnir á
Guernsey. Málið er
gull og heiður, men
stríðið er hart, og alt
skal eydnast til røttu
tíðina, skulu heiðurs-
merki spyrjast
burturúr
OYGGJALEIKIR
Eyðun Klakstein
Klokkan hálvum seks hós-
kvøldið lætti tað fyrsta før-
oyska flogfarið sær úr Vág-
um fult lastað við føroysk-
um ítróttarfólkum, sum
skulu til Oyggjaleikirnar á
Guernsey.
Sunnudagin byrja kapp-
ingarnar á teimum 10.
oyggjaleikunum, og fram
til fríggjadagin í næstu viku
viku verður kappast í 15
ymiskum ítróttargreinum.
Føroyingar hava umboð
við í 11 av hesum ítróttar-
greinum, og samanlagt fara
115 føroyingar at vera við í
kappingunum á Guernsey.
Harafturat koma venjar-
ar, leiðarar, hjálparfólk og
áskoðarar, so at samanlagt
fara 267 føroyingar til
Oyggjaleikirnar hesaferð.
23 oyggjar eru við
Føroyingar fara at hava um-
boð við í ítróttargreinunum
fótbóltur, flogbóltur, bad-
minton, súkkling, triatlon,
svimjing, fimleikur, borð-
tennis,
tennis,
frælsur
ítróttur og bogaskjóting.
Ítróttargreinarnar, sum
vit ikki fara at kappast í,
eru kurvabóltur, golf, sigl-
ing og skjóting.
23 oyggjar eru við á
Oyggjaleikunum hesaferð,
og á Guernsey rokna tey
við omanfyri 2500 út-
lendskum gestum – ítróttar-
fólki, leiðarum, venjarum,
dómarum og áskoðarum – í
sambandi við leikirnar.
Øll á sama hotelli
Føroysku
ítróttarfólkini
fara øll at búgva á sama
hotelli á Guernsey. Á hes-
um hotelli koma bara før-
oyingar at búgva, og sam-
bært forsetanum í ÍSF er
hetta ein góð loysn.
– Tað lættir nógv um
samskipan og fyrireiking á
sjálvum Oyggjaleikunum,
at øll ítróttarfólkini búgva á
sama hotelli. Tað ger tað
nakað lættari at boða frá
broytingum og at skipa fyri,
tí tú sleppir undan at koyra
runt til ymisk støð fyri at
fáa fatur á ítróttarfólki og
leiðarum,
sigur
Heðin
Mortensen.
Umframt hotellið við før-
oyskum ítróttarfólki, búgva
føroyingar á tveimum øðr-
um hotellum á Guernsey.
Gingið væl
Føroyska
Oyggjaleika-
nevndin hevur í langa tíð
arbeitt við fyrireikingunum
til Oyggjaleikirnar, og har
lata tey væl at arbeiðnum.
– Tað hevur gingið væl
við fyrireikingunum, og alt
líkist sær sjálvum frá
undanfarnum árum, sigur
Sofus Johannesen, sum er
ein av teimum trimum í
Oyggjaleikanevndini. Petur
Elias Petersen er formaður,
og Katrin Joensen er eisini í
nevndini.
– Talið á føroyskum lut-
takarum er nakað tað sama,
sum tað var fyri tveimum
árum síðani, og vit vóna, at
alt fer at spæla væl av á
Guernsey.
Seinast endaðu Føroyar
sum nummar 5 í saman-
løgdu støðuni.
Málið er gull og heiður
115 føroysk ítróttarfólk fara at kappast á Guernsey komandi
vikuna. Føroyingar eru við í 11 av teimum 15 ítróttargrein-
unum, sum tað verður kappast í
Mynd: Álvur Haraldsen
Gott hugskot fótaði sær
Oyggjaleikirnir byrjaðu sum eitt hugskot á Isle of Man
miðskeiðis í áttatiárunum. 1985 fingu tey hugskot at
savna ítróttarfólk frá ymsum oyggjum til eina stevnu í
sambandi við teirra Ítróttarár.
Nógvar oyggjar tóku undir við hugskotinum, og
longu fyrsta árið vóru 15 oyggjar við og kappast var í
sjey ítróttargreinum.
Fyrstu Oyggjaleikirnir eydnaðust so væl, at tað var
gjørt av, at leikirnir skuldu haldast annaðhvørt ár fram-
yvir.
Tað er felagsskapurin IGA, sum stendur fyri Oyggja-
leikunum, og nú eru 23 oyggjar limir í hesum felags-
skapi.
Føroyar á Oyggjaleikum
Gull
Silvur
Bronsa Plasering
Isle of Man 2001
15
12
13
Nr. 5
Gotland 1999
7
12
9
Nr. 9
Jersey 1997
5
10
22
Nr. 8
Gibraltar 1995
10
14
15
Nr. 6
Isle of Wight 1993
5
5
13
Nr. 9
Áland 1991
6
10
11
Nr. 6
Føroyar 1989
13
5
10
Nr. 3
Guernsey 1987
1
2
5
Nr. 10
Isle of Man 1985
0
2
1
Nr. 10
C
M
Y
K
16