Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 27. juni 2003 19 19 18 Nr. 119 - 27. juni 2003 C M Y K 18 Føroyar hava ikki nóg góðar umstøður til at hava Oyggjaleikirnar, og tí verður eingin heilhjartað roynd gjørd at fáa leikirnar hendan vegin í næst- um. Um tvey ár verða leikirnir í Hetlandi, og síðani stendur Rhodos væntandi fyri tørni VERTIR Eyðun Klakstein Føroyar hava ikki allar tær neyðugu umstøðurnar til, at vit kunnu bjóða okkum fram sum vertir fyri kom- andi Oyggjaleikum. Hetta halda bæði forsetin í ÍSF og ein av drúgvastu samskiparunum í oyggja- leikahøpi. – Vit royndu fyri tveim- um árum síðani at liggja fram við, men tá ið tað gjørdist greitt, at vit ikki høvdu umstøðurnar at hýsa leikunum, gjørdu vit ikki álvara av royndini. Hinveg- in stuðlaðu vit hetlending- um í at fáa leikirnar, sigur Heðin Mortensen, forseti í ÍSF. Sofus Johannesen, sum er ein av sentralu samskip- arunum í føroyska oyggja- leikaarbeiðnum, er samdur við forsetanum í ÍSF. – Vit kunnu ikki tosa seriøst um at fáa Oyggja- leikirnar aftur til Føroya, tá ið vit ikki hava møguleikan at hýsa øllum kapping- unum, sigur Sofus Johanne- sen, sum situr í føroysku Oyggjaleikanevndini. Mangla tennisvøllir Oyggjaleikirnir vóru hildn- ir fyrstu ferð í 1985, og í 1989 komu teir til Føroya. Síðani hava leikirnir verið hildnir annaðhvørt ár, og teir eru støðugt vaksnir. – Tá ið vit høvdu Oyggja- leikirnar búðu nógv ítrótt- arfólk á skúlum, men tað hevði als ikki borið til í dag. Nú er neyðugt við hotelli til øll, men vit hava ikki møguleikan at hýsa eini 2500 fólkum á hotelli í Føroyum. Tað er ein trupul- leiki, men tað ber helst til at loysa hann við at eiga hotellskip, sum teir fara at gera í Hetlandi, sigur Sofus Johannesen. Hann vísir eisini á, at umstøðurnar til frælsan ítrótt eru ikki av teimum bestu, men at tað ivaleyst ber til at halda tær kapping- arnar í Føroyum. – Men vit klára ikki at avgreiða eina tenniskapp- ing, tí tveir tennisvøllir eru alt ov lítið. Tað er neyðugt við minst seks vøllum, um vit skulu hava eina tennis- kapping, sigur hann. Stór uppgáva Heðin Mortensen ásannar, at føroyingar neyvan verða vertir fyri Oyggjaleikunum í næstum. – Tað tykist sum, at Oyggjaleikirnir nú verða hildnir á oyggjum, har nógv ferðavinna er, tí har eru møguleikarnir fyri gisting góðir. Ítróttarfólkini lata seg ikki longur noyða við at búgva á skúlum, og tí mugu hotell brúkast til at hýsa teimum. – IGA vil eisini hava, at Oyggjaleikirnir verða hildn- ir á so samlaðum umráði sum gjørligt, og tí er tað ein vansi, at vit ikki hava um- støður til frælsan ítrótt í Havn. Vit høvdu vónað, at rennibreyt fór at koma á Tórsvølli, men tað kom hon ikki, sigur Heðin Morten- sen. – Tað er ein sera stór upp- gáva at skipa fyri Oyggja- leikunum, og tað kostar nógvar milliónir at hava teir. Og vit mugu ásanna, at sum støðan og umstøðurnar eru hjá okkum í dag, kunnu vit neyvan bjóða okkum fram sum vertir, sigur for- setin í ÍSF. Forsetin í Ítróttar- sambandinum held- ur, at flestu kapping- arnar á Oyggjaleik- unum passa væl til føroysk ítróttarfólk, og leikirnir eru góðir bæði hjá teimum, sum hava teir sum endaligt mál, og hjá teimum, sum royna at koma víðari til aðrar altjóða kappingar OYGGJALEIKIR Eyðun Klakstein Forsetin í Ítróttarsambandi Føroya, Heðin Mortensen, er ein av teimum mongu føroyingunum, sum vera á Guernsey komandi vikuna. Hann er ovasti leiðarin fyri føroyska ítrótt, og hann er sera fegin um møguleikar- nar, sum Oyggjaleikirnir geva føroyskum ítróttar- fólki. – Flestu kappingarnar á oyggjaleikunum passa sera væl til føroyingar. Enn eru onkrar ítróttargreinar, har vit ikki eru komin upp á sama støðið sum aðrar oyggjar, men tað eru hin- vegin eisini ítróttargreinar, har vit ganga á odda, sigur Heðin Mortensen. – Oyggjaleikirnir eru góðir hjá ítróttafólkum, sum hava hesar leikir sum endaligt mál, og teir eru eisini góðir hjá teimum, sum vilja við í aðrar al- heimskappingar. Á Oyggja- leikunum ber til at fáa royndir í millumtjóða kapp- ingum á høgum støði, og slíkar kappingar styrkja okkara ítróttarfólk, heldur Heðin Mortensen. Menning ÍSF-forsetin nevnir fótbólt, flogbólt og svimjing, sum dømi um ítróttargreinar, har føroyingar eru við heilt har frammi. – Føroysk ítróttarfólk fáa nakrar góðar avbjóðingar á Oyggjaleikunum, og slíkir leikir eiga at verða ein liður í menningini av føroyskum ítrótti, sum miðjar ímóti at verða við í øðrum alheims kappingum, heldur Heðin Mortensen. So at siga allar av føroy- sku ítróttargreinunum, sum eru við á Oyggjaleikunum, bjóða seg fram í kappingin um heiðursmerki, og yvir- litini yvir heiðursmerki seinastu árini vísa, at føroy- ingar eru við millum tey bestu á leikunum. – Nú vóni eg, at fyrireik- ingarnar hjá føroysku ítrótt- arfólkunum fara at koma til góðar, og at vit fara at fáa eitt gott úrslit á Guernsey. Heiðursmerki í 2001 Soleiðis var býti av heiðursmerkjum, tá ið Oyggjaleik- irnir vóru á Isle of Man í 2001 Gull Silvur Bronsa 1. Jersey 51 42 39 2. Isle of Man 41 25 39 3. Gotland 20 14 17 4. Guernsey 18 38 25 5. Føroyar 15 12 13 6. Áland 11 13 5 7. Isle of Wight 11 8 16 8. Cayman Islands 10 8 11 9. Rhodos 8 4 9 10. Saaremaa 5 7 7 11. Hetland 2 6 10 12. Ynys Môn 2 5 2 13. Gibraltar 0 3 10 14. Grønland 0 3 1 15. Orkneyoyggjarnar 0 2 2 16. Prince Edward Island 0 0 1 Oyggjaleikirnir eru gull verdir – Føroysk ítróttarfólk fáa nakrar góðar avbjóðingar á Oyggjaleikunum, og slíkir leikir eiga at verða ein liður í menningini av føroyskum ítrótti, sum miðjar ímóti at verða við í øðrum alheims kappingum, heldur Heðin Mortensen Føroyingar bjóða seg ikki fram sum vertir Føroyingar hava ikki umstøðurnar at verða vertir fyri Oyggjaleikunum, og tí koma leikirnir neyvan hendan vegin í bræði Landsliðsvenjarin í fimleiki hevur stórar vónir til menninar í bæði liðkappingini og einstaklingakapping- ini, og hann heldur, at kvinnurnar eisini hava møguleika at vinna okkurt heiðurs- merki FIMLEIKUR Eyðun Klakstein Skal tað tosast um ein pro- fil á føroyska landsliðnum í fimleiki, so er tað Helgi Winther Olsen, sum eisini gjørdi rættiliga vart við seg fyri tveimum árum síðani. Hann hevur vant fimleik í Danmark og er aftur hesa- ferð sera væl fyri, nú kapp- ast skal á Oyggjaleikunum. – Eg ivist onga løtu í, at Helgi fer rættiliga at mark- era seg á hesum Oyggja- leikunum, sigur Henrik Bjørn Bertelsen, landsliðs- venjari. Hann heldur, at aðrir fim- leikarar eisini fara at standa seg væl, men hann harmast um, at Marit Magnussen, sum hevur verið fremsti kvinnuligi fimleikarin, ikki kann vera við vegna skaða. Liðkapping Tríggjar ymiskar kappingar eru á Oyggjaleikunum. Fyrst er tað liðkappingin, har kvinnur og menn kapp- ast fyri seg á liðum. Hjá monnum eru fýra á hvørjum liði, og úrslitini hjá trimum teimum bestu telja í uppgerðini. Hjá kvinnum eru fimm á hvørjum liði, og har eru tað úrslitini hjá fýra teimum bestu, sum telja. Føroyska liðið er í tí støðu, at nú Marit Magnussen ikki fær verið við, eru bara fýra kvinnur á liðnum, og tí telja úrslitini hjá øllum við, hó- ast onkur skulu gjørt okkurt mistak. Seinast hildu føroyingar, at teir vórðu snýttir fyri gullið í liðkappingini fyri menn, og tí fara teir at gera sítt ítarsta fyri at vinna hesa kapping á Guernsey. Einstaklingakapping Eftir liðkappingina verður kappast í ymiskum reiðs- skapsfimleiki. Hjá monn- um er talan um seks ymisk- ar reiðskapir og hjá kvinn- um fýra. – Her hava vit góðar møguleikar at vinna onkur heiðursmerki, og eg rokni serliga við, at menninir fara at gera vart við seg í hesum kappingum, heldur lands- liðsvenjarin. Hann vísir á, at Helgi Winther Olsen og Høgni Øster eru væl fyri at taka kappingina upp við hinar oyggjabúgvarnar. Frí kapping Seinasta fimleikakappingin á Oyggjaleikunum er ein frí kapping, har teir einstøku fimleikararnir tó skulu ígjøgnum onkur ávís øvilsi. – Her er besti møguleikin hjá kvinnunum at vinna onkur heiðursmerki, heldur Henrik Bjørn Bertelsen. – Men tað er trupult at siga, hvussu vit fara at standa okkum, tí vit vita ikki, hvussu fimleikararnir hjá hinum oyggjunum eru fyri nú. Tá ið vit hava sæð fimleikararnar kappast fyr- sta dagin, eru vit blivin væl klókari, heldur hann. Tað er tó lítið at ivast í, at fimleikurin fer at skaffa føroyingum onkur heiðurs- merki á Guernsey. Fimleikur Helgi Winther Olsen Høgni Øster Eivind A. Hansen Tórarin Holm Petersen Gutti Harrysson Poul Esper Hanusarsson Sarita Heinesen Anita Knudsen Anna Hansen Marjun Persson Nógv heiðursmerki upp á spæl í fimleiki Føroyingar vunnu nógv heiðursmerki í fimleiki á seinastu Oyggjaleikunum Mynd: Álvur Haraldsen Landsliðsvenjarin í fimleiki roknar við, at serliga menninir hava møguleika at vinna heiðursmerki hesaferð, men kvinnurnar kunnu eisini spæla við í onkrum kappingum Mynd: Álvur Haraldsen