fríggjadagur 27. juni 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 27. juni 2003
21
Kvinnurnar skulu verja gullið
Føroysku fótbólts-
kvinnurnar vunnu
gull í fyrstu royndini
á Oyggjaleikunum
seinast. Nú skal gullið
verjast, men harðasti
kappingarneytin frá
seinast er ikki við.
Hinvegin er nýggjur
sterkur avbjóðari
komin á vøllin
FÓTBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Føroysku fótbóltskvinnur-
nar skúgvaðu so at siga alla
mótstøðu til viks á Oyggja-
leikunum fyri tveimum
árum síðani.
Føroyska
liðið
vant
burtur úr øllum liðunum,
sum tær møttu á veg til fin-
aluna, og í finaluni eydnast
teimum í tøttum dysti at
vinna á Álandi.
Nú skulu teir 18 spæl-
ararnir royna at endurtaka
bragdið á Guernsey.
– Tað slepst ikki uttan
um, at vit skulu verja gull-
ið, og at okkara lið verður
gjørt til favoritt í kapping-
ini. Men tað er trupult at
siga
frammanundan,
hvussu vit fara at standa
okkum, og vit rokna als
ikki við so stórum sigrum
hesaferð, sigur Álvur Han-
sen, venjari hjá fótbólts-
kvinnunum.
Seinast vann føroyska
liðið upp í heili 16-0!
Gotland bjóðar av
Fótbóltskappingin á Gu-
ernsey er skipað í tveimum
bólkum við fýra liðum í
hvørjum. Saman við Føroy-
um eru Isle of Man, Isle of
Wight og Jersey. Fyri
tveimum árum síðani vann
føroyska liðið 11-0 á Isle of
Man og 16-0 á Jersey. Isle
of Wight slapp ikki víðari í
kappingini, tí tær taptu til
millum annað Jersey.
Um ikki nógv er broytt
upp á tvey ár, kann roknast
við, at føroyska liðið vinnur
innleiðandi bólkin hjá sær.
Gera tær tað, so koma tær í
ár beinleiðis í finaluna, tí
eingin hálvfinala verður
spæld hesaferð.
Fyri tveimum árum síð-
ani var liðið av Álandi
harðasti kappingarneytin
hjá Føroyum, men tær eru
ikki við hesaferð. Orsøkin
sigst vera, at hesaferð hava
álendingar sent menninar
avstað.
Hinvegin er lið av Got-
landi nú komið við, og tað
verður roknað við nógvum
av hesum liði.
Eitt felag av Gotlandi
spælir við í næstbestu
svensku fótbóltsdeildini, og
tvey feløg eru við í 3. deild
í Svøríki. Harafturat hava
gotlendingar eisini heim-
liga fótbóltskapping.
Profilur burtur
Fleiri broytingar eru gjørd-
ar á føroyska liðnum síðani
seinast. Stóri profilurin og
spælskiparin, Helga Ell-
ingsgaard, er ikki við hesa-
ferð, og aðrir spælarar eru
eisini farnir burtur av.
– Vit mangla ein spælara
sum Helgu. Hon var ein
profilur á liðnum og gekk
undan. Men hinvegin hava
vit fingið fleiri sera góðar
spælarar við á liðnum, so
samanumtikið
er
liðið
minst líka gott hesaferð,
sum tað var seinast, sigur
Álvur Hansen.
Hann heldur, at spælarar-
nir eru vorðnir javnt góðir,
og
nógvir
av
teimum
nýggju hava vist góðar
dygdir.
Hørð skrá
Fótbóltskappingin
á
Oyggjaleikunum
byrjar
sunnudagin, og tí fær før-
oyska liðið tveir heilar
dagar at venja í á Guernsey,
áðrenn sjálvir dystirnir
byrja.
– Tað er gott fyri okkum,
at vit kunnu venja okkum
eitt sindur til umstøðurnar,
áðrenn sjálv kappingin
byrjar, sigur Álvur Hansen.
Men tá ið bólkaspælið
byrjar, verður skráin hørð.
Tríggir dystir í tríggjar
dagar krevja nógv, og tað er
venjarin eisini greiður yvir.
– Tað er sera hart at skula
spæla dyst tríggjar fylgj-
andi dagar. Vit skulu spæla
tveir dystir mitt um dagin,
tá ið tað er heitast, so tað
verður strævið hjá liðnum.
Eg havi 18 góðar spælarar
við, og tí verður tað gjørligt
hjá mær at skifta eitt sindur
út á liðnum, so onkrir spæl-
arar fáa eitt sindur av hvíld,
sigur Álvur Hansen.
Tá ið bólkaspælið er lið-
ugt, verður spælt um plas-
eringarnar. Skuldi tað hent,
at føroyska liðið vann sín
bólk, so eru tveir hvíludag-
ar áðrenn finaluna.
Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti var við á Oyggjaleikunum fyri fyrstu ferð seinast, og tær
vóru í flokki fyri seg í hesi kapping
Mynd: Álvur Haraldsen
– Tað er sera hart at skula spæla dyst tríggjar fylgjandi dagar. Vit skulu spæla tveir dystir mitt um dagin, tá ið tað er heitast, so tað verður strævið hjá liðnum,
sigur Álvur Hansen, landsliðsvenjari.
Mynd: Álvur Haraldsen
Anna Kristina
Joensen
Randi S. Wardum
Ragna B.
Andreassen
Eyðvør úr Dímun
Heidi Heinesen,
Bára S. Klakstein
Rannvá B.
Andreassen
Vivian Bjartalíð
Halltóra Joensen
Sólvá Joensen
Malena Josephsen
Annelisa Justesen
Eyðfríð
Kristiansen
Ann Silja á Borg
Madsen
Ása Dam á
Neystabø
Meibritt Olsen
Una Olsen
Kristina D.
Simonsen
Álvur Hansen,
venjari
Malan Mohr Dahl,
hjálparvenjari
Fótbóltur
21
20
Nr. 119 - 27. juni 2003
C
M
Y
K
20
Landsliðsvenjarin í
svimjing hevur sett
sær sum mál, at før-
oyingar um nøkur ár
skulu verða besta
oyggin, tá ið tað ræð-
ur um svimjing. Í ár
stíla føroyingarnir
eftir einum plássi
millum fimm tey
bestu
SVIMJING
Eyðun Klakstein
Føroyskir svimjarar hava
ferð eftir ferð vunnið føroy-
ingum
heiðursmerki
á
Oyggjaleikunum, og stend-
ur tað til landsliðsvenjaran í
svimjing, so skulu føroy-
ingar gerast besta oyggin
innan svimjing um nøkur
ár.
– Tað ræður um at seta
sær nøkur mál fyri framtíð-
ina, og hóast eg ikki havi
gingið og rópt hart um
hetta, so ger tað einki, um
vit onkuntíð siga tað. Vit
skulu stíla eftir at gera best
á Oyggjaleikunum um nøk-
ur ár, sigur Petur Heðin á
Fløtti, sum seinastu tvey ár-
ini hevur verið landsliðs-
venjari í svimjing.
Hann er sjálvur ein av
føroysku svimjarunum, sum
hevur eina gylta fortíð á
Oyggjaleikunum, og hann
ætlar at stríðast fyri eini
støðugari menning innan
føroyska svimjing.
Seta føroysk met
Lopið til at gerast besta
svimjitjóðin á Oyggjaleik-
unum skal ikki takast í ein-
um.
– Í ár fara vit leggja okk-
um eftir at blíva nummar
fimm í samanløgdu støðuni
í svimjing. Men vit stíla
eisini eftir, at allir átta
svimjararnir á liðnum seta
føroysk met undir Oyggja-
leikunum.
– Landsliðssvimjararnir
hava ongantíð áður verið so
væl fyri, sum teir eru nú, og
tí kunnu teir allir seta før-
oysk met. Teir hava evnini
og formin til at gera tað. Vit
hava havt støðugt landsliðs-
arbeiðið í tvey ár nú, og tað
ger sjálvsagt svimjararnar
betur, sigur Petur Heðin á
Fløtti.
Hann heldur, at tað tykist
sum um svimjararnir stór-
trívast í løtuni, og gongur
alt upp í eina hægri eind á
Oyggjaleikunum, so ber til
at røkka einum sera góðum
úrsliti.
Sera tøtt kapping
Føroyska svimjilandsliðið
er fyrst og fremst mannað
við svimjarum, sum hava
verið við til Oyggjaleikir
áður. Einasti nýggi svimjar-
in á liðnum er Malan
Mikkelsen.
– Hetta er elitan í før-
oyskari svimjing í løtuni.
Eivind, Dia og Ásbjørn ætla
sær at gera ein ordiligan
vørr, áðrenn teir gevast, og
hinir svimjararnir vita eis-
ini, hvat skal til, sigur
landsliðsvenjarin.
– Kappingarnar á Oyggja-
leikunum eru sera tættar, og
tí kann alt tapast upp á ein
vánaligan start ella eina
miseydnaða vending. Men
um vit sleppa undan mis-
tøkum, so kunnu vit fáa
nógv góð úrslit.
Petur Heðin á Fløtti held-
ur, at Oyggjaleikirnir eru
ein góð kapping hjá før-
oyskum svimjarum.
– Á Oyggjaleikunum
kunnu føroyskir svimjarar
verða við heilt har frammi,
og tað er spennandi. Í HM
ella EM kanst tú koma út
fyri, at tú endar sum
nummar 40 av 50 svimjar-
um. Tí haldi eg, at Oyggja-
leikirnar hava nógv at siga
hjá føroyskum svimjarum,
sigur landsliðsvenjarin.
Ætla at svimja seg fram um hini
– Kappingarnar á Oyggjaleikunum eru
sera tættar, og tí kann alt tapast upp á ein
vánaligan start ella eina miseydnaða
vending. Men um vit sleppa undan
mistøkum, so kunnu vit fáa nógv góð
úrslit, sigur Petur Heðin á Fløtti,
landsliðsvenjari
Svimjing
Eivind Eysturoy
Kristoffur Hentze
Dia Jacobsen
Andrass Thomsen
Ásbjørn Hansen
Benthe S. Andersen
Shaila millum Garðarnar
Malan Mikkelsen