fríggjadagur 27. juni 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 27. juni 2003
23
Marjun Kalsø má
sigast at vera ein av
landsins bestu
kvinnuligu flogbólts-
spælarum. Tríggjar
ferðir er hon kosin
ársins hevari, og hon
hevur átt sín stóra lut
í øllum meistaraheit-
unum hjá
kvinnudeildini hjá
Mjølni - umframt trý
oyggjaleikagullmerki.
Hóskvøldið fór hon
fyri 9. ferð til
oyggjaleikirnar
OYGGJALEIKAPRÁT
Solby A. Eliasen
Marjun Kalsø hevur verið
við á oyggjaleikunum, síð-
ani í 1987. Tá vóru teir eis-
ini á Guernsey. Tá eydna-
ðist tað føroyska liðinum at
vinna gull. Síðani hava tað
gingið nøkur ár, har før-
oyska liðinum ikki eydnað-
ist at enda ovast á sigur-
skamlinum. Men í 1999
vunnu tær so aftur og
endurvunnu tað á seinastu
leikunum í 2001 á Isle of
Man.
Marjun hevur sum sagt
verið við síðani í 1987, og
enn eru bæði hugurin og
orkan líka góð sum í fyrst-
uni. Ofta hevur Marjun
sagt, at nú er liðugt. At hon
fer at gevast, men tá so
venjingin byrjar aftur, so er
hon altíð at síggja millum
leikararnar hjá Mjølni.
- Eg orki líka væl enn,
men tað tekur kanska hel-
dur longri tíð at hvílast
aftur nú, enn tá eg var
yngri, sigur Marjun og
smílist.
Spurd um, hvussu tað ber
til, at tað føroyska flog-
bóltslandsliðið er so væl
fyri og hevur verið tað so í
so nógv ár, svarar Marjun,
at flogbólturin í Føroyum er
á sera høgum støði saman-
borið við hini londini, sum
luttaka á oyggjaleikunum.
- Vit venja bæði nógv og
hart, sigur hon og tekur
venjingarætlanina
hjá
landsliðinum fram. Har sást
at tær hava vant hvørt
vikuskiftið síðani síðst í
mars mánaði. Vant hevur
verið tvær ferðir um dagin
hvørt vikuskiftið, og so
mikukvøld eisini. Lands-
kappingin endar vanliga í
mars, men tær sum eru við
á landsliðinum hava so
framhaldandi vant líka til
nú.
Vónirnar hjá Marjuni eru
góðar til hesar leikirnar.
- Vit eru væl fyri, og vit
fara avstað fyri at verja
gullið, tað er púra vist, men
nú fáa vit at síggja. Tað
kann vera heldur torført at
siga nakað, tí ein veit ikki,
hvussu stór framstig hini
liðini hava gjørt seinastu
tvey árini, sigur hon. Harð-
astu kappingarneytarnir hjá
Føroyum til seinastu leik-
irnar vóru Sarema og
Áland.
- Nú er eitt nýtt lið við
eisini, sum vit onki kenna
til. Bermuda, so tað verður
spennandi at síggja, hvussu
leikur fer at ganga, sigur
Marjun.
Marjun greiðir frá, at tá
leikirnir vóru á Guernsey í
1987, tá spældu tær á
flisagólvi.
- Tá tordu vit nokk so illa
at kasta okkum, men sum
eg havi skilt tað, so er
gólvið har nú meira sum vit
kenna tað. Og tað vóni eg,
sigur hon og leggur afturat
at tað annars altíð hava ver-
ið góðar umstøður at leika í
á oyggjaleikunum.
Nýggjar avbjóðingar
Hon ásannar, at nú føroyska
liðið hevur vunnið oyggja-
leikagull tríggjar ferðir, at
oyggjaleikirnir ikki longur
kunnu sigast at vera ein so
stór avbjóðing.
-
Flogbóltssambandið
eigur at leita eftir øðrum
møguleikum til landsliðið
eisini, sigur hon, men legg-
ur afturat, at tær luttaka í
Evropa Cup í c-bólkinum,
har fleiri aðrar smátjóðir
eisini eru við.
Marjun Kalsø er aldurs-
forseti á føroyska liðinum,
men tað letur ikki til at gera
tað stóra fyri hana - hvørki
leikliga ella á nakran annan
hátt. Hon gongur við lív og
sál inn fyri síni ítrótt, og
henni dámar sera væl at
vera við. Hon greiðir frá, at
oyggjaleikirnir eru nakað
heilt serligt, tí vinarbond
verða knýtt.
- Tað er ikki so, at sam-
bandið verður hildið við
líka gjøgnum tey bæði
árini, sum eru ímillum
leikirnar, men vit kennast
altíð aftur. Fleiri, sum eru
givin at spæla, koma við
aftur sum áskoðarar, greiðir
hon frá. Og Marjun verður
uttan iva við sum áskoðari,
tá hon einaferð hevur lagt
flogbóltin á hillina.
- Eg veit ikki, nær eg fari
at gevast. Tankin hevur
verið í høvdinum á mær, at
hetta møguliga verður sein-
astu ferð, at eg verði við til
oyggjaleikirnar, men nú fáa
vit at síggja, sigur royndi
flogbóltsleikarin at enda.
Føroysku
tennisspælararnir
hava fyrireikað seg
væl til
Oyggjaleikirnar, men
teir rokna ikki við, at
teir fara at vinna
heiðursmerki
TENNIS
Eyðun Klakstein
Fyri tveimum árum síðani
meldaði tennisitróttin pass,
tá ið tað snúði seg um
Oyggjaleikirnar.
Hetta
hevði við sær, at virksemið
innan hesa ítrótt minkaði
nógv.
Nú hava føroysku tennis-
spælararnir mannað seg
upp aftur, og fimm spælar-
ar fara til Guernsey at
royna kreftir.
– Tað er ikki realistiskt at
rokna við, at vit fara at
vinna heiðursmerki. Tað
eru nógvir sera sterkir
spælarar við á Oyggjaleik-
unum. Summir eru hálv-
professionellir, og onkur er
væl uppi á svenska styrkis-
listanum, sigur Jón Brekku,
sum er ein av tennismonn-
unum.
– Av tí at vit ikki vóru við
á Oyggjaleikunum seinast,
var tað næstan steindeytt
innan tennis í langa tíð. Nú
er meira lív komið í aftur.
Vit hava roynt at bøtt um
umstøðurnar við vøllin, og
so hava vit vant so nógv,
sum vit kunnu.
Møta heimaliðnum
Fimm spælarar hava fyri-
reikað seg til Oyggjaleik-
irnar, og teir fara allir av-
stað. Ætlanin var at senda
fýra spælarar og ein venjara
avstað, men ístaðin valdu
teir at senda fimm spælarar,
so teir høvu onkran til at
taka, skuldu skaðar komið
uppí.
Og júst hetta hevur víst
seg at gerast veruleiki.
Jóhann Krog stríðist við
skaða, og hann fer tí bara at
royna seg í einmansleiki.
Annars verður hann liðleið-
ari.
Allir teir fimm verða við
í kappingini í einmansleiki,
og tvey lið luttaka í tví-
mansleikinum.
Harafturat manna føroy-
ingar eisini lið til liðkapp-
ingina. Har skulu teir í
fyrsta umfarinum møta
heimaliðnum
Guernsey,
sum sigst hava eitt sterkt
lið. Skuldu føroyska liðið
klára at bast Guernsey
bíðar Rhodos eftir teimum í
næsta umfarinum. Rhodos
vann kappingina seinast.
Allar kappingarnar eru
skipaðar eftir cup-skipan.
Tað vil siga, at tá ið ein
spælari ella lið tapir ein
dyst, verður tað sent úr kap-
ingini.
Spælt verður á graslíkis-
vøllum á Guernsey.
Níggjunda ferðin til oyggjaleikirnar
Tennis
Jón Brekku
Martin Simonsen
Kristin Jensen
Teitur Poulsen
Jóhann Krog
Langur vegur til heiðursmerki
Fyri 9. ferð fer Marjun Kalsø við á oyggjaleikirnar sum ein av
lyklaleikarunum á føroyska flogbóltslandsliðinum
Mynd: Jens K. Vang
23
22
Nr. 119 - 27. juni 2003
Føroysku flogbólts-
kvinnurnar hava
vunnið gull á Oyggja-
leikunum seinastu
tvær ferðirnar, og
verða tí gjørdar til
favorittar hesaferð.
Menninir stíla eftir at
betra um fjóðra plássi
frá seinast
FLOGBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Føroyska flogbóltskvinnur-
nar ætla at gera eitt hattrick
á Oyggjaleikunum hesa-
ferð. Tær hava vunnið
Oyggjaleikirnar tvær ferðir
á rað, og nú stíla tær eftir
triðja gullinum.
Kvinnurnar í flogbólti
hava góð úrslit at vísa á, og
tær syrgdu eisini fyri fyrsta
gullinum hjá føroyingum á
Oyggjaleikum. Tað var á
Guernsey í 1987.
– Tað er trupult at meta
um, hvussu sterkt okkara
lið er hesaferð, tí vit vita
ikki, hvussu nógv hinar
oyggjarnar hava tikið seg
fram. Okkara lið er tó minst
líka gott hesaferð sum fyri
tveimum árum síðani, og
hava hinar oyggjarnar ikki
tikið seg fram, so trúgva vit
uppá, at vit kunnu koma í
finaluna enn einaferð, sigur
Niclas Joensen, sum er
venjari hjá kvinnunum.
Flogbóltskvinnurnar hava
vant nógv fram móti Oyggja-
leikunum, og tær hava mill-
um annað verið á venjing-
arlegu
uttanlands.
Har
fingu vit góð úrslit ímóti
donskum liðum.
Liðið er fyri tað mesta
manna
við
heimligum
spælarum, men tríggjar av
kvinnunum spæla í Dan-
mark. Tað eru Helen á
Lakjuni Jacobsen, Joanna
Joensen og Alvilda Ólavs-
dóttir.
Menninir
Flogbóltsmenninir
taptu
fyri tveimum árum síðani
dystin um bronsuna og end-
aðu tí sum nummar fýra.
Málið hjá teimum er at fáa
minst líka gott úrslit hesa-
ferð, og tað er okkurt, sum
talar fyri, at hetta kann
eydnast.
Liðið er væl fyri, og hóp-
urin tykist verða breiðari
enn áður.
Seinasta vikuskiftið vóru
teir í Danmark, og tá vunnu
teir sannførandi 3-1 á grøn-
lendska landsliðnum, sum
eisini er við á Oyggjaleik-
unum.
Danin Jesper Brix er
venjari hjá monnunum, og
hann hevur áður staðið á
odda fyri mansliðnum til
Oyggjaleikir.
Mansliðið hevur tveir úti-
setar á liðnum. Tað eru
Bárður B. Mikkelsen, sum
spælir í bestu donsku deild-
ini, og Jóhann Nielsen, sum
spælir við ÍF Føroyum.
Seinastu tíðina hevur Ragn-
ar Petersen eisini vant í
Danmark.
Kvinnurnar eru favorittar
Menninir endaðu seinast sum nummar fýra, men okkurt bendir á, at teir kunnu fáa betri úrslit hesaferð.
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroysku flogbóltskvinnurnar hava havt nógvar gyltar løtur á Oyggjaleikunum.
Mynd: Álvur Haraldsen
Flogbóltur
Kvinnur:
Alvilda Ólavsdóttir
Ingun Midjord
Gudrid Nolsøe
Margit G. Joensen
Sólgerð Henriksen
Helen á Lakjuni Jacobsen
Juanna S. Joensen
Marjun Kalsø
Anna Müller Jacobsen
Tina Jacobsen
Karin Mikkelsen
Herborg á Mýrini
Menn:
Johann Nielsen
Odd Eliasen
Rúni Weihe
Andrass Jógvansson
Jan Áki Olsen
Bárður B. Mikkelsen
Jens Heri N. Mortensen
Johan Petur á Stongunum
Heini Weihe
Bartal Eliasen
Suni Juul Pedersen
Ragnar Petersen
C
M
Y
K
22