Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 119 - 27. juni 2003 Føroyska liðið í bad- minton skal spæla ímóti gullvinnaru- num av Guernsey í bólkaspælinum, og tí verður tað stór upp- gáva at spæla seg víð- ari til heiðursmerkja- dystirnar. Í einstak- lingakappingunum eru møguleikar fyri heiðursmerkjum, heldur landsliðsvenj- arin BADMINTON Eyðun Klakstein Føroyska liðið í badminton er endað í einum sera trupl- um bólki, har tey millum annað skulu spæla ímóti meistarunum av Guernsey. – Men klára vit at vinna hendan bólkin, so kunnu vit eisini vinna alla kapping- ina, heldur venjarin, Aritra Nandy. Hann hevur átta badmin- tonspælarar við sær til Guernsey, og tey skulu taka lut í bæði liðkapping og einstaklingakappingum. – Tað er torført at vinna nakað heiðursmerki í lið- kappingini, men eg havi stórar vónir til úrslitini í einstaklingakappingunum, sigur venjarin. Væntar sær góð úrslit Bjartur Lamhauge og Er- land Poulsen eru seedaðir millum átta teir bestu í ein- staklingakappingina, og venjari teirra roknar eisini við, at teir kunnu fáa góð úrslit. – Eg rokni við, at vit kunnu fáa onkrar spælarar í hálvfinaluna, og serliga í einstaklingakappingini hjá monnum er møguleiki at vinna heiðursmerki, heldur Aritra Nandy. – Vit hava vant nógv, og vit hava allatíðina stíla eftir góðum úrslitum á Oyggja- leikunum. Hetta er ein spennandi avbjóðing fyri føroysku spælararnar, og á Oyggjaleikunum vita teir, at teir kunnu standa seg væl, heldur hann. Føroyskir spælarar vóru við í HM fyri lið í Hollandi fyrr í ár, og har tapti liðið tveir tættar dystir fyri Suri- nam og Turkalandi. – Tað var nakað heilt nýtt fyri okkara spælarar, men nú verða teir við í eini kapping, sum teir kenna. Teir vita, hvørji nógvir av mótstøðufólkunum eru, og teir vita, at tað ber til at vinna, sigur Aritra Nandy. Sunnudagin og mánadagin er liðkappingin, og frá mikudegnum til fríggjadag- in eru kappingar í einmans- leiki. Venjarin roknar við heiðursmerkjum Tað er serliga í kappingini fyri einstaklingar, at badminton- spælararnir kunnu gera vart við seg, heldur landsliðsvenjarin. Mynd: Álvur Haraldsen Badminton Guðrun Jacobsen Bjartur Lamhauge Erland Poulsen Rani í Líð Aksel Poulsen Guri Poulsen Ingun Hansen Ragnar Rasmussen C M Y K 24 Nr. 119 - 27. juni 2003 25 Teir spenna bogan høgt 12 føroyskir boga- skjúttar fara at verða við í kappingunum á Guernsey. Hetta er størsta talið nakr- antíð, og tey fara at liggja fram við eftir heiðursmerkjum BOGASKJÓTING Eyðun Klakstein Ongantíð áður hava so nógvir føroyskir boga- skjúttar verið við á Oyggja- leikunum sum hesaferð. Heili 12 føroyskir skjútt- ar fara at bjóða av á Gu- ernsey, og málið er at vinna fleiri heiðursmerki. Bogaskjótikappingin verður skipað eitt sindur øðrvísi hesaferð, enn hon plagdi at vera. Kappast verður í fýra dagar. Fyrsta dagin verður skotið 70 og 90 metrar fyri menn og 60 og 70 metrar fyri kvinnur. Næsta dagin skjóta øll 30 og 50 metrar. Samlaða úrslitið fyri hesar innleiðandi kapping- ar verða so nýttar til bólk- ing av einum finaluumfari fyri bæði einstaklingar og lið. Finaluumfarið verður avgreitt triðja og fjórða dagin, og tá fer øll skjóting fram á 70 metrum. Fleiri heiðursmerki Broytingin í kappingarskip- anin ger kappingina meira spennandi, og øll fáa eina størri avbjóðing. Hevur ein skjútti havt eina vánaliga byrjan, so kann hann koma afturíaftur, men tað krevst so sjálvandi, at hann vinnur á einum skjútta, sum hevur havt betri innleiðandi úrslit. Í finaluumfarinum er skipanin tann, at teir skjútt- ar, sum tapa ein dyst, fara úr kappingini, meðan vinn- ararnir fara víðari. Í ár verða heiðursmerki latin bæði í innleiðandi kappingunum og í finaluni, og tí kunnu liðini vinna tvey heiðursmerki og ein- staklingar tað sama. Føroyska recurveliðið er mannað við Annlot Ras- mussen, Róa Johannesen, Hans Jørn Nielsen og Kristian Niclasen úr Tamb- ar og Annika Vang og Rógvi Mohr úr Ørvi. Compoundliðið er mannað við Sigrid Vang, Albertu Gaardlykke, Schandorff Vang, Per Holm Andersen, Jóannesi Poul- sen og Anders Jønsson, øll úr Ørvi. Leiðari og venjari er Schandorff Vang, og hjálparvenjari er Bjarni Rasmussen. Bogaskjúttarnir plaga at roynast sera væl á Oyggjaleikunum Frælsur ítróttur fór frá átta heiðursmerkjum og niður í tvey á sein- astu Oyggjaleikunum. Nú skal úrslitið betr- ast, og alt annað enn trý heiðursmerki er ikki nóg gott FRÆLSUR ÍTRÓTTUR Eyðun Klakstein Fólkini, sum eru við í frælsa ítróttinum, ætla sær at betra um úrslitið frá seinastu Oyggjaleikunum. Tá var tað eitt vónbrot, at talið á heiðursmerkjum fór úr átta og niður í tvey. – Vit høvdu ikki marginal- arnar við okkum. Vit høvdu fleiri fjórða pláss, og høvdu vit staðið okkum eitt vet betur í onkrum av hesum kappingum, so hevði tað knappliga givið fleiri heiðursmerki, sigur Niels Jákup Jakobsen, sum er leiðari fyri liðið í frælsum ítrótti. Hesaferð fara fimm rennarar avstað, og harafturat eru trý fólk við, sum tveita við sleggju, klingru, kúlu og spjóti. – Málið hjá okkum er at fáa eitt betri úrslit hesaferð enn fyri tveimum árum síð- ani, og tí verður alt annað enn trý heiðursmerki eitt vónbrot. Tað kunnu vit líka so væl viðurkenna. Eitt ordiliga gott úrslit hevði verið seks heiðursmerki, men trý høvdu verið gott, sigur Niels Jákup Jakobsen. Skaðar forða onkrum Rigmor Napoleonsdóttir Arge og Borgarhjørt Holm luttaka báðar í 10.000 metr- um og hálvum maraton, og her telja bæði einstaklinga úrslitini og felags úrslitini. Tær báðar manna eitt sterkt lið, sum kann fara at gera vart við seg. Hjá monnum hava Hallur Holm og Guttorm Sørensen manna eitt gott lið í hálvum maraton, men hvørgin teirra er við í kappingunum hesaferð. Guttorm stríðist við at koma í gamla form- inum eftir skurð í knænum, og Hallur Holm, sum hevur verið í sínum lívs formi, fekk ein skaða herfyri. Teir báðir hava meira enn eina- ferð vunnið heiðursmerki í liðkappingini, men hesa- ferð bjóða føroysku menn- inir seg ikki til á teimum longu teinunum. Bogi Lenvig, sum bara hevur runnið í umleið tvey ár, hevur fyrireikað seg væl. Hann hevur vant í felagnum Sparta, sum heldur til í Keypmannahavn, og hann skal royna seg á 1500 metr- um og 5 kilometrum. Síðani eru Evald við Garð og Heini Hátún við í kappingunum á teimum enn styttri teinunum. Heri Ziska hevur vunnið fleiri heiðursmerki á Oyggjaleikum, og hann fer aftur hesaferð at liggja fram við. Randi Kúrberg og Ingibjørg Poulsen bjóða seg eisini fram í kapping- unum, har tað ræður um at tveita langt. Tað skal nógv til fyri at vinna heiðurs- merki í triatlon, og tí fara føroysku luttak- ararnir fyrst og fremst at royna at fáa góðar persónligar tíðir TRIATLON Eyðun Klakstein Triatlon er ein sera krevj- andi ítróttargrein. Talan er um eitt bland av trimum ítróttargreinum, har tað verður kappast á longum teinum. Tann olympiski teinurin fyri triatlon, sum eisini verður nýttur til Oyggja- leikirnar, er 1500 metrar svimjing, síðani 40 km. súkkling og at enda 10 km. renning. Hetta krevur sín mann, men eisini kvinnur eru við í hesi ítróttargrein. Føroyingar senda fýra mans og eina kvinnu avstað til Guernsey fyri at kappast í triatlon. – Teir, sum vit kappast við, hava góðar umstøður at venja undir, og teir gera nógv við venjing og kapp- ingar. Tí eru teir munandi betri enn vit, sigur Eyðtór Joensen, sum er ein av før- oyskum triatlon- íðkarunum. – Fyri okkum ræður um at fáa so góðar persónligar tíðir sum gjørligt. Vit koma kanska at liggja um tveir og ein hálvan tíma, meðan teir, sum vinna kappingina, van- liga liggja um tveir tímar. Ein kapping Fyri tveimum árum síðani hevði Gunnar Dahl-Olsen eina góða tíð. Hann brúkti umleið 2 tímar og eitt kort- er um krevjandi teinin, og hetta hevði við sær eitt pláss sum nummar 16. Hetta vísir, at talan er um eina sera harða og krevj- andi kapping, har tað veru- liga skal nakað eyka til fyri at kom fram á heiðurs- merkjapláss. Luttkararnir í triatlon hava eina kappingardag, og tað er sunnudagurin. Tá skulu stívliga 50 kilometrar leggjast aftur um við svimj- ing, súkkling og renning, og tað er einasti kjansurin at gera vart við seg. Annlott Rasmussen Rói Johannesen Hans Jørn Nielsen Kristian Niclasen Annika Vang Rógvi Mohr Sigrid Vang Alberta Gaardlykke Schandorff Vang Per Holm Andersen Jóannes Poulsen Anders Jönsson Bjarni Rasmussen Boga- skjóting Gongdin skal vendast Fólkini í frælsa ítróttinum ætla at fáa betur úrslit hesaferð enn seinast. Alt annað enn minst trý heiðursmerki verður eitt vónbrot. Mynd: Álvur Haraldsen Evald við Garð, rennari Heini Hanusarson Joensen, spjótkast Heini Hátún, rennari Bogi Lenvig, rennari Ingibjørg Poulsen, kúluvarp og sleggja Rigmor N. Arge, rennari Borgarhjørt Holm, rennari Randi Kúrberg, spjótkast Heri Ziska, klingra og sleggja Frælsur ítróttur Kappast ímóti sær sjálvum Eyðtór J. Joensen Beinir Rasmussen Gudmundur Joensen Elisabeth Johannesen Kári Simonsen Triatlon Í triatlon skulu luttakararnir bæði svimja, súkkla og renna. Teinurin er samanlagt omanfyri 50 kilometrar. Mynd: Álvur Haraldsen 25