Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 119 - 27. juni 2003 Nr. 119 - 27. juni 2003 27 Borðtennisspælararnir ásanna, at tað verður sera trupult at vinna heiðursmerki í lið- kappingini, men teir vóna at fáa góð úrslit í øðrum kappingum BORÐTENNIS Eyðun Klakstein Átta føroyskir borðtennis- spælarar verða við á Oyggja- leikunum hesaferð, og být- ið millum kynini er púra javnt. Fólkini, sum varða av borðtennisítróttini, eru greið yvir, at tað verður sera trupult at vinna heiðursmerki í lið- kappingini. – Vit stíla eftir at sleppa at spæla um 5. pláss. At vinna heiðursmerki í lið- kappingini krevur sera nógv, og har kunnu vit neyvan verða við, sigur Peter Niclasen, sum var annar av føroysku borð- tennisspælarunum, sum vann heiðursmerki á sein- astu Oyggjaleikunum. Hann vann saman við Kjartan Eli Niclasen bronsu í tvímansleikinum, meðan Kjartan Eli somu- leiðis vann bronsu í ein- staklingakappingini. Hetta vóru tvey frálík úrslit. Helst seedaðir Í liðkappingini skulu Før- oyar spæla ímóti Gotlandi, Guernsey, Grønlandi, Orkn- eyoyggjunum og Álandi. Vinnarin av bólkinum kem- ur beinleiðis í finaluna, meðan hinar oyggjarnar skulu spæla um plaseringar móti oyggjunum í hinum bólkinum. Heiðursmerkini á sein- astu Oyggjaleikunum gera, at Kjartan Eli og Peter helst verða seedaðir hesaferð, og tað kann geva teimum yvir- komiliga mótstøðu tíðliga í kappingini, men tað eru eisini onkrir ókendir faktor- ar. – Bermunda og Rhodos eru við fyri fyrstu ferð, og vit vita ikki, hvørja styrki hesar oyggjar hava. Tað kann saktans verða, at góð- ir spælarar fara at umboða tær oyggjarnar, sigur Peter Niclasen. Føroysku borðtennisspæl- ararnir hava verið eitt sind- ur spjaddir í fyrireikingini. Kjartan Eli Hentze og Paula Eikhólm hava vant í Greve, har landsliðsvenjar- in, Preben Larsen, eisini er venjari, og Maria Chun Nielsdóttir hevur verið í Norwich seinasta árið. Men nú verður øll orka løgd í eitt gott úrslit á Guernsey. Harður dystur á borðinum Borðtennislandsliðið vann tvær bronsukrónur á seinastu leikunum. Mynd: Álvur Haraldsen Borðtennis Kjartan Eli Hentze Peter Niclasen Birgir Carlsson Ragnar Egilsson Paula Eikhólm Maria Chun Nielsdóttir Marin í Dali Rakul V. Magnussen Føroysku fjølmiðlar- nir senda nógv fólk avstað til Oyggjaleik- irnar, og á Guernsey fáa leikirnir sína egnu avís og útvarps- støð MIÐLAR Eyðun Klakstein Fjølmiðlarnir spæla ein týðandi leiklut, tá ið stórar ítróttarkappingar verða hildnar, og soleiðis er eis- ini á Oyggjaleikunum. Fjølmiðlafólk koma úr øll- um ættum fyri at fylgja við, hvussu tað gongst um- boðnum fyri teirra oyggjar í stóru kappingini. Føroysku fjølmiðlarnir senda nógv fólk avstað, og bæði útvarp, sjónvarp og bløð fara at fylgja við, hvussu føroysku ítróttar- fólkini fara at standa seg millum kappingarneytar- nar. Sum um tað ikki var nóg mikið, at alskyns fjølmiðl- ar fylgja við í leikunum, so hava fyriskipararnir á Guernsey hesaferð gjørt av, at ein serlig útvarpsrás og ávís skulu dekka kapp- ingarnar. Ópartískir miðlar Serliga Oyggjaleikablaðið verður hvønn dag borið út saman við Guernsey Press, og í hesum blaði verður alt at frætta um leikirnar. Blaðið verður 24 litsíður til støddar hvønn dag. Ein útvarpsrás fer eisini at senda tilfar um Oyggja- leikirnar døgnið runt, meðan leikirnar eru. – Hesir miðlar skulu ópartískir fylgja við kapp- ingunum, og tað snýr seg ikki bara um at fanga and- an í kappingini, men eisini at vera upplýsandi og rætt- ir, sigur Stuart Falla, sum er formaður fyri fyrireik- ingarnevndini á Guernsey. Guernsey Press, sum er lokala blaðið, fer at fylgja við leikunum og serliga teimum lokalu ítróttarfólk- unum, men tá ið tað kemur til serliga Oyggjaleika- blaðið, sum verður borið út saman við blaðnum, verð- ur umrøðan uttanveltað. – Oyggjaleikablaðið fer at umrøða leikirnar við myndum og greinum, og vit fara eisini at hava yvir- lit yvir kappingarnar, so fólk fáa at vita, hvat gong- ur fyri seg nær og hvar, sigur Richard Digard, blaðstjóri á Guernsey Press. Útvarpsrásin fer at senda á FM, men eisini føroying- ar kunnu eisini fylgja við umvegis internetið. Fjølmiðlarnir fylgja væl við Jákup Mørk, blaðmaður á Sosialinum, og Tórður Mikkelsen, reportari í Sjónvarpinum, fylgja við einum avgerandi flogbóltdysti. Mynd: Álvur Haraldsen UTTAN ÚR HEIMI Vænta framburð á KT- økinum Nógvar KT-fyritøkur hava havt stórar trupulleikar , men nú bendir ein kanning í Danmark á, at har er vend um at koma í. Kanningin, sam stovnurin Greens hevur gjørt fyri blaðið Børsen, vísir, at umleið ein triðingur av teimum donsku fyritøkunum ætla at gera munandi íløgur á KT- økinum teir næstu tólv mánaðarnar. Víst verður á, at hetta hendir, júst sum vinnulívið er í einum aldudali, men at tað er júst í slíkum tíðum, at fyritøkurnar leggja størri dent á effektivitetin og sínar edv-skipanir. Í kanningini hjá Greens sæst eisini, at meginparturin av teimum ætlaðu íløgunum á KT-økinum skal nýtast til at skifta gamla útgerð út, meðan ein triðingur av íløgunum kemst av sparingum. Sum er arbeiða 92.500 danir í KT-vinnuni, og árligi umsetningurin hjá vinnuni er 190 milliardir krónur. Njósnast ímóti sendistovum Svenska uttanríkisráðið sigur seg vera sannført um, at í fleiri londum verður dúgliga njósnast ímóti teimum svensku sendistovunum. Tað sæst millum annað í frágreiðingum frá fleiri sendistovum. Eitt nú sigur svenska sendistovan í sýriska høvuðs- staðnum Damaskus, at har hevur almenna trygdar- tænastan eftir øllum at døma neyvt eftirlit við teimum, sum arbeiða á sendistovuni, og sendistovan vil eisini vera við, at sýrisku myndugleikarnir lurta eftir telefon- samrøðunum hjá sendistovuni. Tað sama sigur sendi- stovan í kubanska høvuðsstaðnum Havanna. Eitt yvirlit hjá uttanríkisráðnum í Stockholm, sum blaðið Aftonbladet hevur fingið fatur á, vísir, at skilið er tað sama á svensku sendistovunum í Turkalandi, Russlandi, Pakistan, Kina, Iran, Ísrael, Saudiarabia, Pólandi og fleiri øðrum londum. Krevur framvegis offur Hóst nógv ár eru liðin, síðani kríggið í Vietnam endaði, krevur tað enn tann dag í dag síni offur. Mánadagin doyði ein trettan ára gamal drongur, tá ein granat frá krígnum brast í landspartinum Quang Nam. Tveir aðrir dreingir, níggju og tólv ára gamlir, vórðu løstaðir. Myndugleikarnir siga, at teir tríggir dreingirnir sótu hjá neytum, tá teir komu fram á granatina. Týsdagin doyði ein 16 ára gamal drongur, tá ein gomul bumba brast. Hesin tilburðurin var í landspart- inum Yen Thanh. Átta aðrir dreingir, sum eru millum 13 og 17 ár, fingu skaða. Undir Vietnam-krígnum tveittu amerikanarar nógvar bumbur og granatir Quang Nam- og Yen Thanh-landspørtunum. Dansur í rættinum Myndugleikarnir í amerikanska statinum North Caro- lina gjørdu fyri trimum árum síðani av at nokta teirri tá 55 ára gomlu Rebeccu Willis at sýna fram dans á al- mennum støðum, tí hon var ov eggjandi í sínum dansi, samstundis sum skjúrtið, sum hon nýtti til dansin, var í so stutt. Men Rebecca Willis sýtti fyri at góðtaka avgerðina hjá myndugleikunum og fór í rættin við málinum. Har kom Max O. Cogburn, dómari fyrr í vikuni til ta niður- støðu, at avgerðin hjá myndugleikunum var eitt brot á rættindini hjá tí einstaka og sostatt eisini á rættindini hjá dansikvinnuni. Nú sleppur tann 58 ára gamla Rebecca Willis aftur á dansigólvið at vísa síni kynstur. Hon er líka eggjandi sum fyri trimum árum síðani, og skjúrtið er líka stutt sum tá, skrivar blaðið Citizen Times. Bretska stjórnin fer ikki at steingja kjarn- orkuendurvinningarv erkið Sellafield. Tað sigur Tony Blair. SELLAFIELD Árni Joensen Orðaskiftið var um tað umstrídda Sellafield-verkið í bretska Undirhúsinum fyrradagin, eftir at ein norðurírskur tinglimur hevði sagt, at írar hava prógv fyri, at útlát frá verk- inum dálkar Írska Havið. Tingmaðurin kravdi, at verkið verður stongt, men so verður ikki. Tony Blair, forsætisráðharri, svaraði, at bretsku myndugleikarnir halda allar altjóða reglur í sambandi kjarnorkuendur- vinning, og hann legði aft- urat, at alt tos um dálking frá verkinum hevur víst seg ikki at hava hald í veru- leikanum. Írar og norðmenn krevja, at Sellafield-verkið steðgar útlátinum av evninum Tc- 99, tí tað dálkar Írska Havið og havleiðirnar fram við norsku strondini. Ætlanin var, at umhvørvismálaráð- harrarnir úr Noregi og Bretlandi skuldu umrøða málið fyrr í vikuni, men bretar avlýstu fundin. Sellafield verður ikki stongt Sellafield-verkið verður ikki stongt, sigur Tony Blair Tangaskip fekk maskinskaða 10 fjórðingar úr landi Norðmenn og serliga fólk í Norðurnoregi hildu ondini miku- dagin, tá eitt russiskt tangaskip við 102.000 tonsum av olju í tang- unum fekk maskin- skaða bert góðar 10 fkórðingar úr Nord- kap. OLJUFLUTNINGUR Árni Joensen Í hálvan fimta tíma rak tað 106.000 tons stóra russiska tangaskipið "Moscow" ímóti landi, eftir at høvuðs- motorurin var steðgaður. Skipið var bert ellivu fjórðingar úr Nordkap, tá motorurin steðgaði um 10- tíðina fyrrapartin, og vind- ur og streymur bóru skipið ímóti landi. Danski um- boðsmaðurin hjá russiska reiðarínum bað norsku vaktar- og bjargingartæn- astuna um at fáa ein sleipi- bát at hjálpa skipinum, men eingin norskur sleipibátur var nær námind russiska skipinum. Ístaðin fingu fleiri skip hjá sjóverjuni boð um at sigla ímóti "Moscow", sjálvt um tað var greitt, at tað fór at taka tíggju tímar, áðrenn tað fyrsta verjuskipið kundi koma til russiska skipið. Men eydnan var við russum og norðmonnum. Klokkan hálvgum trý boðaði skiparin á "Mos- cow" frá, at teir høvdu fingið motorin í gongd, og at skipið helt leiðina fram til Rotterdam sum ætlað. Ávaring Norskir myndugleikar og umhvørvisverndarfelagssk apir eru á einum máli um, at tilburðurin uttan fyri Nordkap mikudagin eigur at verða tikin sum ein álvarssom ávaring. Russar eru í ferð við at útbyggja oljuhavnina í Murmansk, og í framtíðini fara nógv stór tangaskip at sigla regluliga fram við norður- norsku strondini fullfermd við olju. Samstundis hava norsku myndugleikarnir gjørt av at fara undir olju- leiting í Barentshavinum. Fleiri norskir politikarar kravdu í gjár, at myndug- leikarnir skulu hava minst ein sleipibát tøkan í Norð- urnoregi alt árið. Um- hvørvisverndarfelagsskap- urin Bellona heldur, at tað er alt ov lítið við einum sleipibáti, og harafturat krevur felagsskapurin, at tangaskip skulu fáa boð um at halda seg minst 35 fjórð- ingar úr landi. Sum er kunnu tey koma inn á 12 fjórðingar. Bæði myndugleikarnir og umhvørvisverndarfel- agsskapirnir vita, hvat kundi hent, um tilburðurin mikudagin hendi í illveðri á hávetri, og hvørjar avleið- ingar ein hugsandi van- lukka kundi fingið fyri um- hvørvið við Norðurnoreg og í Barentshavinum. Mikudagin var gott veður við Nordkap, men tað er ikki altíð. C M Y K 27 26