Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 27. juni 2003 29 29 C M Y K 28 Nr. 119 • fríggjadagur • 27. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Gøtumenn vóru á odda við tveimum málum og stýrdu dystinum á Mølini móti EB/Streymi, men við trimum málum innanfyri átta minuttir í seinna hálvleiki vendi heimaliðið dystinum á høvdið og tók eitt stórt fet burturfrá botninum FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini EB/Streymur hevði ongan dyst vunnið, síðan felags- liðið vann á B36 í Gunda- dali í øðrum umfari í lands- kappingini. Men miku- kvøldið bragdaði aftur, tá GÍ var á vitjan. Tað sá tó svart út hjá heimaliðnum fyri steðgin. GÍ var nevniliga framm- anfyri við tveimum málum móti ongum eitt skifti í fyrra hálvleiki. Tað var leikandi venjarin hjá GÍ, Krzystof Popczynski, ið stóð fyri teimum báðum málunum. Fyrra málið kom eftir gott uppspæl í høgru síðu, har Símun Louis Jacobsen og Poul Andreas Jacobsen broderaðu seg ígjøgnum. Tað endaði við, at Símun Louis spældi innfyri til Símun Samuelsen, sum var umgyrdur av fleiri verju- leikarum. Hann fekk tó lagt stutt útfrá til Krzystof, sum ikki ivaðist, men langaði til fyrstu ferð úr stuttari fjar- støðu. Næsta málið kom eisini ígjøgnum høgru síðu. Bólt- urin endaði aftur hesuferð hjá Símuni Samuelsen, sum spældi stutt til Kryzstof, sum skeyt úr tjúgu metra fjarstøðu uttan møguleika hjá Gunnari á Steig at bjarga. Tvey identisk mál tó skotin út ymsum fjarstøð- um. EB/Streymur byrjaði við eini 3-5-2 skipan, men eftir tað fyrsta málið broytti venjarin Piotr Krakowski uppstillingina aftur til 4-4- 2, sum EB/Streymur van- liga spælir. Hetta hjálpti ikki beinanvegin, og tað sást, at leikararnir vóru meira tryggir í seinnu spæl- skipanini. EB/Streymur innaftur í dystin EB/Streymur svaraði tó skjótt aftur eftir seinna málið hjá GÍ, tí áðrenn sekundvísarin var farin einaferð runt á klokkuni, hevði heimaliðið minkað um munin. Magni á Lakjuni sendi eitt hornaspark innfyri tætt undir málinum. Málverjin skuldi helst farið eftir bólt- inum, men hann var stand- andi á strikuni, so bólturin slapp at ferðast til handaru stong, har Poul Ennigarð og Egil á Bø stríddust um bólt- in. Endin var, at Egil á Bø fekk beint bóltin í málið. Hetta var eisini støðan í hálvleikinum. Eftir steðgin gekk tað javnt á, men EB/Streymur hevði tó eina lítla leikliga yvirvág. Tað gekk tó heldur striltið hjá heimaliðnum at fáa skapt veruligar mál- møguleikar. Men so brast brádliga fyri nevi. EB/Streymur skoraði nevniliga trý mál innanfyri átta minuttir, og so var dysturin avgjørdur. Útjavnandi málið kom eftir fríspark úr høgru, sum Marek Viersbicki sendi innfyri. Bólturin varð send- ur høgt innfyri til handaru stong, har málverjin var komin út úr málinum. Men Marni Djurhuus var tó fyrstur á bóltinum og skall- aði inn í tóma málið. Hetta gav veruliga fel- agsliðnum blóð á tonna. Fýra minuttir seinni legði rumenski leikarin Sorin Anghel EB/Streym fram- um. Hann fekk fatur á ein- um langum bólti, sum hann hegnisliga tamdi beint uttanfyri brotsteigin. Hann langaði síðani til uttanfyri brotsteigin, og so var tað brádliga 3-2 til EB/Streym. Síðsta málið kom síðani kom síðani fýra minuttir seinni. Hetta málið má Bartal Eliasen helst taka á sín kappa. Hann misti bólt- in til Magna á Lakjuni í vinstra borði. Magni rak aftur móti baklinjuni, áðr- enn hann legði útfrá til Hans Paula Samuelsen, sum royndi seg við einum langskoti, sum streyk fram- við málverjanum. Gøtumenn iðra seg Gøtumenn munnu iðra seg stórliga um hendan dystin, sum teir at enda taptu dyggiliga. Annan dystin á rað fór fýra mál ígjøgnum, og tað er ikki gott fyri sjálvsálitið hjá leikarunum. Leygardagin hava gøtu- menn aftur ein torføran dyst í Inter-Toto Cup á Tórsvølli, so tað má sigast, at GÍ hevur eina harða skrá fyri framman. GÍ roynir at bíta seg fast- an í oddin, men við hesum tapinum dettur GÍ niður á triðja pláss aftanfyri NSÍ. EB/Streymur gjørdi ein rættiligan vørr, tá teir í øðrum umfari vunnu á B36 í Gundadali, men síðani steðgaði tað upp hjá saman- setta liðnum. Hetta er fyrsti sigurin síðan tann í Gunda- dali. Men EB/Streymur tók við hesum sigrinum eitt stórt fet burturfrá botnin- um, og felagsliðið kann kenna seg tryggari nú und- an summarsteðginum. EB/Streymur-GÍ 4-2 (1-2) 0-1: Krzystof Popczynski 0-2: Krzystof Popczynski 1-2: Egil á Bø 2-2: Marni Djurhuus 3-2: Sorin Anghel 4-2: Hans Pauli Samuelsen EB/Streymur: Gunnar á Steig - Egil á Bø, Hallur Jacobsen (Esmar Eiðisgarð), Gert Hansen, Eyðfinn Joensen - Hans Pauli Samuelsen (Bárður Olsen), Marek Viersbicki, Ronnie Samuelsen, Marni Djurhuus - Magni á Lakjuni (Teitur Olsen), Sorin Anghel GÍ: Jacek Przybylski - Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen - Suni Olsen, Zdzislaw Janik, Bárður á Lakjuni (Hans Pauli Petersen), Poul Andrias Jacobsen (Jónreid Dalheim) - Símun Louis Jacobsen, Símin Samuelsen, Krzystof Popczynski EB/Streymur - GÍ 4-2 (1-2) Spenningur á Eiði Máltindurin, 1. deild menn Krzystof Popczynski GÍ 5 Andrew av Fløtum HB 5 Heðin á Lakjuni B36 4 Helgi L. Petersen NSÍ 4 Karsten From HB 4 Birgir Jørgensen VB 4 John Petersen B36 3 Hjalgrím Elttør KÍ 3 Hans Pauli Samuelsen EB/S 3 Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 6 4 - 2 - 0 18 7 11 14 2 NSÍ 7 3 - 4 - 0 14 6 6 13 3 GÍ 7 3 - 2 - 2 12 10 2 11 4 KÍ 6 3 - 2 - 1 7 9 -2 11 5 B36 6 3 - 1 - 2 13 6 7 10 6 B68 6 2 - 3 - 1 5 4 1 9 7 EB/Streymur 7 2 - 3 - 2 11 13 -2 9 8 FS V 6 2 - 1 - 3 8 12 -4 7 9 VB 6 0 - 2 - 4 6 15 -9 2 10 Skála 7 0 - 0 - 7 2 14 -12 0 Bartal Eliasen og hinir GÍ-ararnir munnu iðra seg stórliga, eftir at teir vóru frammanfyri 2-0, men endaði við at tapa 4-2 á Mølini á Eiði Savnsmynd Einasta broyting at Beinir Rasmussen bleiv nummar trý, ikki Eli Christiansen Á Sundalagsstevnuni í Kollafirði seinasta leygar- dag var súkklukapping. Kappast var í einkultstarti. Teir vaksnu súkklaðu úr Kollafirði til Líknar og aftur til Kollafjarðar, hetta eru 45 km. Áðrenn kapp- ingina bleiv mett, at Gunn- ar Dahl-Olsen fór at vinna kappingina á Sverra Mohr Edvinsson og Eli Christian- sen. Og soleiðis bleiv tað eisini, Gunnar vann við 1 minutti og 45 sekundum á Sverra. At Gunnar og Sverri end- aðu fremstir var einki óvan- ligt, men á triðja plássinum kom einasta yvirraskilsi. Nummar trý gjørdist ikki Eli Christiansen, men Bein- ir Rasmussen. Beinir er annars ikki er »vanligur« súkklari, men er triatletur. Einkultstartur er partur av triatlon, men álíkavæl eru súkklararnir vanliga betur á einkultstarti enn triatlet- arnir. Unglingarnir súkklaðu úr Kollafirði til Áir og aftur til Kollafjarðar. Hesin tein- urin er 22 km. Her vóru tveir luttakarar við Dánjal Michalsen og Bergur Johansen. Vinnarin av undanfarnu stevnum, Hans Krosstein var ikki við orsaka av eini fiburspreing- ing. Barnasúkkling Børnini súkklaðu eisini einkultstart í Kollafirði. Súkklað varð frá kirkjuni út móti Kjalnesbúðini eftir bygdavegnum, har sneitt var til høgru og út á høv- uðsvegin og heimaftur til kirkjuna, teinurin er 2,3 km langur. Tey yngtu, børn 6-8 ár, súkklaðu teinin eina ferð í gjøgnum. Tey í aldurs- bólkinum 9-11 ár súkklaðu tvær ferðir runt, tey elstu børnini 12-14 ár við kappsúkklu súkklaðu fýra umgangir, meðan tey elstu við fjallasúkklu súkklaðu tríggjar umgangir. Hesar kappingarnar vóru sera spennandi og væl eydnaðar, børnini vóru eisini sera glað fyri at royna at súkkla einkultstart, hetta hava tey ikki roynt fyrr. Onkrir av størru dreingin- um hevði gjørt seg út sum teir vaksnu, við boyla at liggja í fyri at taka sum minst av vindi á seg. Einkultstartsúkkling er nakað sum liggur til summ- ar súkklarar, meðan tað eru fleiri, helst meginparturin, sum ikki dáma hesa kapp- ing. Tú skal næstan sláa heilan frá og bara hugsa um at súkkla við javnari høgari ferð allan vegin á mál, og hava í huga, at hvørt sek- und, tú missur ella vinnur, telur. Hetta føla allir súkkl- ari sera hart í mun til van- ligar súkklukappingar, hó- ast vanligu súkklukapping- arnar eru væl longri enn einkultstartkappingar eru. Úrslitini frá kappingini vóru hesi: Kappsúkkling á Sundalagsstevnuni Dreingir 6-8 ár 1 umgang 2,3 km: 1. Jógvan Mellemgaard, Havn 6 min 11 sek Gentur 6-8 ár 1 umgang 2,3 km: 1. Helena Gunnarsdóttir Jacobsen, Havn 7 min 31 sek Dreingir 9-11 ár 2 umgangir 4,6 km: 1. Teitur Nielsen, Hoyvík 10 min 00 sek 2. Finnur Mellemgaard, Hoyvík 11 min 08 sek 3. Niels Christiansen, Hvítanes 11 min 14 sek 4. Atli Carlson, Hvítanes 12 min 04 sek 5. Martin Poulsen, Vatnsoyrar 12 min 16 sek 6. Magnus Joensen, Hósvík 13 min 37 sek Dreingir 12-14 ár á fjallasúkklu, 3 umgangir 1. John Mortensen, Hósvík 19 min 40 sek Dreingir 12-14 ár á kappsúkklu, 4 umgangir 9,2 km 1. Torkil Veyhe, Havn 18 min 31 sek 2. Rúni Bláfoss, Havn 19 min 32 sek 3. Sigmund Olsson 19 min 45 sek 4. Poul Andrias Ziska 19 min 58 sek 5. Rani Gunnarson Jacobsen 20 min 16 sek 5. Jákup Lutzen 20 min 16 sek Unglingar, Kollafjørður-Áir-Kollafjørður, 22 km.: 1. Dánjal Michalsen 41 min 21 sek 2. Bergur Johansen 42 min 11 sek Vaksin, Kollafjørður-Líknar-Kollafjørður, 45 km: 1. Gunnar Dahl-Olsen, Havn 1 t 10 min 35 sek 2. Sverrin Mohr Edvinson, Havn 1 t 12 min 20 sek 3. Beinir Rasmussen, Hoyvík 1 t 19 min 08 sek 4. Eli J. Christiansen, Havn 1 t 19 min 15 sek 5. Evald Rasmussen, Hoyvík 1 t 40 min 00 sek Gunnar Dahl Olsen vann súkklukappingina á sundalagsstevnuni síðsta vikuskiftið. Hann vann frammanfyri Sverra Mohr Edvinsson avnsmynd NSÍ vann sær trý týdningarmikil stig í oddastríðnum, meðan Skála tapti fyri sjeyndu ferð upp í slag í landskapp- ingini. Skála hevði tó eina ørgrynnu av møguleikum fyri steðgin FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Skálamenn hava trupulleik- ar við at skora mál. Hetta hevur verið eyðsýnt í lands- kappingini higartil í ár, og tað gav veruliga at bíta mikukvøldið. Skála skapti møguleikar á samlibandi í fyrra hálvleiki móti NSÍ, men alt ov lítið kom burtur- úr. Hóast Skála hevði fleiri opnar málmøguleikar enn NSÍ, so vóru tað runavík- ingar, sum vóru framman- fyri 2-1 við steðgin. Helgi á blettinum Tað var toppskjúttin hjá NSÍ, Helgi L. Petersen, sum skoraði tvey tey fyrstu málini hjá NSÍ fyri steðgin. Bæði vórðu skotin úr stutt- ari fjarstøðu. Fyrra málið kom eftir eitt korter, tá Sjúrður Jacobsen sendi eitt fríspark frá miðj- un vølli høgt innfyri málið. Helgi og ein verjuleikari hjá Skála bardust um bóltin við handaru stong, og onkursvegna endaði bóltur- in í netinum. Hetta málið kom eftir eitt stórt trýst frá heimaliðnum á NSÍ málið. Tí var tað ímóti leikligu gongdini í dystinum, at NSÍ fekk hetta málið. Hóast hetta helt Skála fram við at stríðast og skapti framvegis málmøgu- leikar. Tað var tó enn eina- ferð NSÍ, sum skoraði. Hesuferð var Gert Lang- gaard upphavsmaður til málið. Hann breyt ígjøgn- um í høgru síðu og legði eftir jørð innfyri. Bólturin fór framvið øllum og end- aði hjá einum púra leysum Helga L. Petersen við hand- aru stong, sum bert skuldi seta fótin á bóltin. Skála svarar aftur Tað eydnaðist tó Skála at svara aftur stutt fyri steðg- in. NSÍ-verjan ruddar ikki ordiliga burtur eftir horna- spark, og Iulian Florescu fær fatur á bóltinum í høgru síðu. Hann innfyri til Boga Gregersen, sum aftur legg- ur stutt útfrá til Paula G. Hansen, sum plaserar bólt- in framvið Jens Martini Knudsen. Hetta var næsta málið hjá Skála í landskappingini í ár. Tað fyrra var eitt sjálvmál hjá Bartali Eliasen, tá Skála tapti 2-1 móti GÍ. Hóast Skála hevði yvirvág og skapti fleiri málmøguleikar enn NSÍ fyri steðgin, vóru tað gestirnir, sum høvdu leiðsluna. Tað er øllum greitt, at Skála hevur stórar trupulleikar við at skora mál, og um hetta ikki fæst í rættlag, endar liðið aftur í 2. deild. Skála missir mótið Eftir steðgin var Skála ikki eins ágagandandi, sum teir vóru fyri steðgin. NSÍ fekk betri tak á dystinum, og sjey minuttir inn í seinna hálvleik, var tað Christian Høgni Jacobsen, sum legði NSÍ framum við trimum málum móti einum. Vejle- leikarin hevði síðsta fót á einum innleggi úr høgru síðu. Eftir hetta misti Skála mótið, og luftin fór úr ballónini hjá heimaliðnum. NSÍ hevði at kalla tamar- hald á dystinum eftir tað triðja málið. Skála hevur nú spælt sjey dystir og tapt allar. Liðið hevur bert skotið tvey mál í hesum sjey dystunum. Hetta má geva leikarum og venjara nakað at hugsa um. Sunnudagin skal Skála suður til Vágs at spæla ímóti VB. Hetta verður ein verulig botnuppgerð, tí hetta eru tey einastu liðini, sum enn ikki hava vunnið ein dyst í landskappingini. NSÍ skal hinvegin til Havnar at spæla ímóti B36. Hesi bæði liðini eru í tí bólkinum, sum eltir odda- liðið HB, og lagt er upp til ein spennandi dyst. Skála - NSÍ 1-3 (1-2) 0-1: Helgi L. Petersen, 16 0-2: Helgi L. Petersen, 28 1-2: Pauli G. Hansen, 43 1-3: Christian Høgni Jacobsen, 53 Skála: Heini Kristiansen - Arnold Berg, Dusan Jaic, Iulian Florescu, Agnar Højgaard - Pauli G. Hansen, Alexandar Jovevic, Bogi Gregersen, Hanus Thorleifsson, Alexander Johansen - Jon- hard Frederiksberg NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjálvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen - Gert Langgaard (Kári Sigvard- sen), Kári Hansen (Rúni Rasmussen), Jónstein Petersen, Ian Højgaard - Helgi L. Petersen, Christian Høgni Jacobsen (Sonni L. Petersen) Skála - NSÍ 1-3 (1-2): NSÍ otar seg uppeftir