týsdagur 10. mai 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tillukku Mandela
DAGURIN í dag er ein stórur søguligur
dagur. Fyri Suðurafrika. Fyri fólkaræðið, ja
fyri allan heimin. Í dag verður fyrsti svarti
forsetin í Suðurafrika tikin í eið. Nelson
Mandela, maðurin, sum sat í fongsli í
samfull 27 ár fyri politiska virksemi sítt,
tekur í dag við sum forseti í einum landi, har
svørt hava verið kúgað og undimett í fleiri
hundrað á av tí lítla hvíta minnilutanum.
Hann verður hægsti maður í einum landi,
sum heilt fram til okkara tíð hevur havt
rasismu sum sín politikki. Henda rasisman -
apartheid kallað - var lógarfest, nakað, sum
vildi verið heilt óhugsandi í sjálvt teimum
mest tilafturskomnu londunum.
HÓAST ein eigur at vera varin og ikki taka
gleðina upp á forskot ella undirmeta vand-
amar, sum fara at koma í kjalarvørrinum av
broyttu politisku skipanini, so er hetta ein so
mikið stórur dagur í heimssøguni, at hann
eigur at feirast so ella so. Vit skulu í hvussu
er senda Nelson Mandela tey bestu lukku-
ynski og vóna vit, at hann kemur at liva í
mong mong ár aftrat. Tað er greitt, at tað er
ikki bara Nelson Mandela fyri at takka, at
tað hevur eydnast at halda fræls val og skipa
eina svart stýrda stjórn. Uttan F.W. de Klerk
við sína lið hevði hetta neyvan eydnast so
væl. Dialogurin teirra millum hevur verið so
gevandi, so positivur og ikki minst hevur
hann bygt so nógv á toleransuna, at júst hon
hevur verið ein grundarsteinurin undir ver-
andi gongd. Fyri ikki at tala um hetta at vera
hóvligur og ikki fanatiskur. Krevini frá
teimum víðgongdu á báðum síðum hava
verið kveistrað til viks, og hóast hetta kundi
endað í ruðulleika, so megnaðu Mandela og
de Klerk at stýra millum hesi vandamiklu
sker og koma inn á slætt.
SKILAGÓÐI dialogurin hevði við sær, at
tað eydnaðist at fáa bæði herin og trygd-
arløgregluna at góðtaka avtøku av apartheid
og hava fræls val, har allir landsins
borgarar høvdu atkvødurætt. Í veruleikanum
er hetta, ið hent er, einki minni enn ein
kollvelting. Fyri tað fyrsta er talan um eina
veruliga kollvelting - eina friðaliga
kollvelting. Harnæst er tað eisini eina
kollvelting í hugaheiminum hjá okkum
gllum, sum ganga inn fyri javnrættindum
og fólkaræði. Hver hevði torað at trúð upp
á, at tað skuldi eydnast at sannføra ein
hvítan minniluta, sum hevur havt alt vald í
einum landi í fleiri hundrað ár, bráddliga frá
degi til dags, um at geva hetta vald frá sær!
Men uttan stríðsmannin og hugsjónar-
mannin Nelson Mandela hevði hetta ikki
eydnast. Hevdi hann ikki spælt út sum hann
gjørdi og rætt og slætt kravt at fáa frí val í
landinum, so hevði stødan verið hin sama
ella kanska landið tá hevði verið oyðilagt av
einum lemjandi borgarakríggi. Hvítu leiðar-
arnir sóu, at teir høvdu einki annað val og
nettup tað at ein hóvligur og skynsamur
maður stóð á odda fyri teimum svørt,u var
tað, sum kundi sannføra hvít um, at nú var
stundin komin til broytingar.
TAÐ er helst eisini vert at býta merki í tann
týdningin, sum altjóða boykottið av Suður-
afrika hevði. De Klerk sá skjótt, hvønn veg
tað bar: búskapurin gekk verri og verri og
boykottið av Suðurafrika frá heimssam-
felagnum gjørdi, at eingin vildi gera fløgur í
Suðurafrika. Hann tardi spakuliga men
sikkurt landið upp innanífrá. Mentanarliga
og í aðrar mátar kom hetta boykott eisini illa
við, og de Klerk dugdi betri enn nakar annar
hvítur at síggja, at her mátti okkurt gerast.
Óttin fyri einum veruligum borgarakríggi,
sum eisini fór at ganga út yvir ósek hvít, var
so eisini avgerandi fyri, at hann fekk sann-
ført sínar hvítu starvsbrødur um, at við Man-
dela á odda hjá teimum svertu, var hetta
helst besta trygdin fyri, at broytingasrnar
fóru ikki at raka tey hvítu so meint, sum vit
kenna tað í gðrum londum, har minnilutar
missa alt vald og allar sínar ognir.
NETTUP henda sannføringin millum tey
hvíti hevur so havt við sær, at tað bar til at
seta fult fólkaræðið í gildi. Mandela hevur
megnað - og her eisini við einum vælum-
hugsaðum dialogi við tey svertu, at fáa eitt
nú teir mest víðgongdu og radikalu ANC-
leiðararnar og viðhaldsfólk teirra at góðtaka
hóvligu leiðina. Herróp, sum at tey hvítu
skulu missa alt valdið og allar ognir sínar,
vórðu løgd til viks og ístaðin kom meira
toleranta linjan hjá Mandela at vera poli-
tikkurin hjá øllum teimum svertu. Hetta
hevur so havt við sær, sum vit longu hava
víst á, at bæði herurin og trygdarløgreglan
hava ikki sett forðingar í vegin fyri Mandela
men heldur stuðlað hann, nakað, sum hevði
verið heilt óhugsandi, um ikki Mandela júst
rak hesa hóvligu, diplomatisku og tolerantu
linju. Síðani hevur eisini stórkapitalurin
stuðlað Mandela, tí hann kennir seg ikki
longur ótryggan við, at tey svørtu koma til
ræðið. Eisini her hevur Mandela ført
hóvligu sáttarlinju sína út í lívið við at
skipa eina fleiriflokkastjórn, har allir teir
týðandi flokkarnir eru umboðaðir. Tvs. at
Mandela hevur ikki hugsað bara um seg og
síni og at hava óavmarkað vald. Hann hevur
tvgrturímóti valt at býta valdið. At vera enn
meira demokratiskur enn demokratiið áetur.
Her hava aftur hansara framúrskarandi evni
og mannatokki megnað at tengja saman vald
og tørv. Nevniliga tørvin á at býta valdið
fyri harvið at fáa mest burtur úr tí. Soleiðis
fáa tey hvítu fleiri ráðharrasessir og
Umbering
Leygardagin prentaði
Sosialurin eina kro-
nikk, sum hevði stað-
ið í danska blaðnum
Politikken. Hon snúði
seg m.a. um kreppuna
í Føroyum og bar
heitið “En nation un-
der afvikling”. Teir
báðir útisetarnir
Høgni Hoydal og
Ronnie Thomassen
høvdu skrivað kro-
Sosialurin prentaði
greinina uttan at hava
fingið loyvi til tess frá
rithøvundunum. Hetta
viðganga vit er vána-
ligur journalistiskur
framferðarhátt og
skulu vit tí koma við
eini umbering til teir
báðar. Vit skulu eisini
gera vart við, at grein-
in varð skrivað til eitt
danskt blað og harvið
danskar lesarar. Varð
hon skrivað til før-
oyskar lesarar her
heima, so hevði snið
og innihald verið
ødrvisi.
Saman vid greinini
prentadu vit eisini
eina tekning, sum
hevur staðið á bak-
síðuni í Sosialinum.
Her gjørdu vit eisini
tað mistak ikki at siga
lesarunum frá, at
henda tekningin var
ikki við í kronikkini í
Politiken. Tað verður
hervið rættað eins og
vit skulu koma við
eini umbering til teir
báðar høvundarnar.
Annars kunnu vit
bara endurtaka tað,
sum skrivaðu í odda-
grein leygardagin, at
vit mettu greinina at
vera sera áhugaverda
og vælskrivaða. Vit
mettu, at hon - hóast
skrivað til danskar
lesarar - eisini hevði
somuleiðis Incathaflokkurin, hóast tað at
ANC hevur nógv meira enn helvtina av
øllum atkvødum og tiskil kundi skipað
stjórn einsamalt. 27 ár í fongsli hava lært
Mandela - so legið tað kann ljóða í oyrunum
á mongum - ikki at hata ella vilja hevnd,
men tvørturiméti - við einum dialogi, sum
byggir á klókskap og teleransu - at brúka
allar góðar kreftir til at fáa sum mest burtur
úr til frama fyri flest møgulig.
OG fara vit víðari á hóvligu sáttarleið Man-
dela, so hevur hann eisini gjørt greitt, at tað
fara ikki at henda kollveltandi broytingar í
búskapinum bara tí at tey svørtu hava vunn-
ið valið. Óttin fyri at sokallaðu kommu-
nistisku elementini í ANC fóru at tjóðartaka
eitt og alt er eisini gjørdur til einkis av poli-
tikki Mandela. Fyri at vísa at hann ikki ætlar
at taka kvørkratak um “hvítu búskaparligu
skipanina" hevur Mandela eisini valt at lata
hvíta fíggjarmálaráðharran halda fram í
stjórnini. Alt hetta ger, at álitið á suður-
afrikakanska búskapin er ikki - sum mangur
hevði spátt - fokið. Tvørturim6ti kann kósin
hjá Mandela gera, at umheimurin nú torir at
gera fløgur í Sudurafrika og hetta er ikki
minst týðandi skal tað eydnast Mandela at
halda vallyfti síni um at gera teimum svertu
tak yvir hevdið, mat á borðið, arbeiði og
skipaða undirvísing. Mandela veit, at fyri-
treytin fyri at betra um sera vánaligu livium-
støðurnar hjá einum stórum parti av teimum
svørtu, er ein tryggur og uppgangandi bú-
skapur. Og tað tryggjar tú best við at
“spæla" saman við teimum hvítu, sum í dag
umsita búskapin so ella so.
EIN eigur ikki at selja skinnið, áðrenn
bjørnin er skotin. Henda myndin verður
brúkt av og á, og eisini í sambandi við stød-
una í Suðurafrika kann henda mynd brúkast.
Eitt frælst val og eitt svart stýri loysir ikki í
sær sjálvum allar trupulleikar í Suðurafrika.
Men tó kann sigast, at júst hetta er
avgerandi fortreytin fyri at forða fyri
borgarakríggi og at fáa landið burtur úr tí
oki, tað hevur verið í m.a. orsakað av altjóða
boykottinum. Nú tað ikki er longur og
fólkaræðið er sett á stovn er leiðin opin.
Hóast einki er givið frammanundan, so velja
vit tó at trúgva, at tað fer at eydnast
Mandela og de Klerk at fullføra dreymin um
eitt frítt og frælst Suðurafrika. Hóast landið
liggur fjarskotið í mun til Føroyar, so nerta
hendingarnar har eisini við hjartarøtur
okkara. Gongdin í Suðurafrika er kanska
meira enn nakað annað prógvið um, at tað
ber til at fremja javnrættindi og demokrati
uttan alvápnað stríð. Nú vit tosa um Føroyar
í hesum máli, so er tað rætt at minna fólk á,
at eisini vit hava gjørt okkara til at fáa vent
gongdini í Suðurafrika. Her hugsa vit um
luttøku okkara í altjóða boykottinum. Men
um somu tíð eigur at verða mint á, at tað
vóru kreftir í hesum landi, sum vanvirdu
hetta boykott og sum -hóast fleiri áheitanir
frá svarta meirilutanum í táverandi
suðurafrikanska hjálandinum Namibia um
ikki at taka upp vinnuligt samstarv við
fyritøkur hjá teimum hvítu, soleingi
apartheid var í besta blóma og umheimurin
við ST á odda boykottaði júst hesum somu
fyritøkum - kortini brutu henda
sanktónspolitikk og tóku upp samarbeiði við
ODDAMAÐURIN og undangongumaðurin
fyri hesum løtuvinnings- og aparrt-heid-
stuðlandi politikkinum var eingin annar enn
Óli Breckmann, fólkatingsmaður. Eftir
frælsa valið í Suðurafrika - eru áhaldandi
royndir hansara at sannføra føroyingar um,
at tey svertu ikki megna nakað sum helst -
gjørdar so dyggiliga til skammar. Tað kundi
verið áhugavert, nú tá hesin sami Breck-
mann so errin fer at stilla uppaftur til
komandi fólkatingsval, at mint veljararnar á,
hvat hann skrivaði í Dagblaðnum og segði á
fólkatingi um hesi ússaligu svertu. Úttalilsi
sum í mongum vóru eitt við sjálva
apartheidhugsjónina. Var nakar stoltleiki í
hesum manni, tá takkaði hann fyri seg og
kom við eini umbering fyri hesa útspilling
og niðurgerðing av teimum svertu. Leiklutur
hansara í øllum hesum málinum er ein tann
skammiligasti og svartasti bletturin í før-
oyskari politiskari søgu. Hann snýr seg um
ein politikara, sum meira enn nakar áður í
umheiminum fekk føroyingar at síggja út
sum reindyrkadar rasistar. Ongantíð er so
nógv ónt, so órættvíst og so skeivt skrivað
og sagt so oftani av einum manni, sum tað
ið føroyski fólkatingsmaðurin Óli
Breckmann gjørdi tað í sambandi við
Namibia og Suðurafrika.
TAÐ síðsta orðið er ikki sagt ella skrivað í
hesum máli. Føroyingar eiga - áðrenn teir
komandi vetur skulu til at velja fólk inn á
fólkating - at verða mintir á, hvat hesin
fólkatingsmaðurin segði og gjørdi í hesum
álvarsmáli. Slíkan mann velur tú ikki aftur á
fólkating at vera umboð fyri eina føroyska
tjóð. Tann skomm, sum hann hevur koyrt
niður yvir føroyingar í umrøddu málum, er
so stór, at hasin maðurin ongantíð átti at
verið valdur til so týðandi politiskt
álitisstarv aftur. Vit fara at venda aftur til
skriving hansara um tey svertu og apartheid
í komandi tíð. Har liggur nógv tilfar til
skjals. Tilfar, sum í veruleikanum er einki
minni enn ein tikkandi bumba undir
fólkatingssessinum hjá hesum manni - fyri
ikki at tosa um løgtingssessin.
SOSIALURIN
| STATENS PRÆMIEOBLIGATIONSLÅN
Grå obligationer med serienumre 1-1000
og løbenumre 3001-4000 inc!
58. trækning maj 1994
mOFølgende større præmier er udtrukket
Sene løbe mr
182
262
598
604
751
858 33
10.000 kr
28
Sene ben Sene
ene — øde mr Sene — tube mr løde mi
3865 493 3507 36 3809 334 3796 674 3635
3112 $12 3301 $2 3033 346 3835 682 3144
3205 561 3483 56 3784 384 3913 705 3881
3836 $92 3743 59 3547 387 3360 744 3479
356 650 3643 101 3391 395 3992 745 3058
34 661 3958 122 3878 400 3433 746 3433
670 3654 150 3819 411 3254 757 3693
734 3760 170 3200 454 3295 773 3350
3839 854 3909 178 3077 459 3709 785 3340
$5 324 864 3496 179 3238 500 3863 817 3471
7? 3531 870 3319 208 3454 508 3387 820 3842
123 3027 932 3530 225 3394 $16 3737 829 3778
135 3681 977 340! 230 3384 535 3600 830 3816
156 347 997 3253 238 3070 s41 3130 882 3611
222 3185 238 3860 546 3928 894 3096
238 3586 5.000 kr 242 3855 576 3676 923 3479
275 338 11 3511 248 3504 586 3549 929 3574
303 392 15 368 294 3329 627 3754 933 3225
313 3158 9 3112 310 375 638 3866 959 3484
trækningsl:ste med samthoe 68
K
áhuga fyri føroyingar.
Tí valdu vit at gera 1965/95
eftir ynski frá fleiri |
lesarum um at prenta i øn
hana. Men ikki skerst ry
burt, at vit sjålvandi -
áttu at sett okkum í gt
samband við høvund-
100.000 kr
arnar fyrst. $81 3276
999 3223
Blaðstjórin 50.000 kr
74 H+
687 3644
25.000 kr
12 3541
i 103 3208
f R
—
oO
Landgreven 4, 1
tra de
)præmer samt numrene på endgnu ikke
$ trækninger, kan købes for 3.50 kr i Dladudsalgene
4 alle posthuse Præmieudbetalingen finder sted
í Danmarks Nationalbank og udvalgte posthuse fra d. 11. maj d.å
rækningskster kan leveres
på databærende medier ved henven
; informatik A/S (tleieton 42 52 21 00
ongeriget Danmarks Hypotekbank
3 Finansforvaltning
DATA- SATS
101 København K Telefon 33 92 80 OC