Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 87 — 10. MAI 1994 Janus Petersen, stjøri í Føroya Banka: - Vit kundu sjålv- andi valt at bíða við uppsøgnunum til samanleggingin var av, men vit valdu ikki at seigpína fólk Janus Petersen, stjóri frítt at fara Janus Petersen, stjóri í Før- oya Banka, sigur, at einki hald er í søguni um at bank- in fer at siga fólki upp aftur til heystar. Hann sigur annars, at fólk hava frítt at fara, og at nøkur fólk hava sagt upp síðani uppsøgn- imar komu fyri 14 døgum síðani. - Fara tit at seta onnur fólk í tey størv, sum fólk siga frá sær? , - Tað vænti eg ikki. Í flestu fórum fara vit at skipa størvini ødrvisi innanhýsis. - Tað ber til at flyta fólk frá einum stað í annað, og at leingja um t.d. úr hálvari ar- beidstid, til heildagsar- beiði, sigur Janus Petersen og skoytir uppí: - Vit hava ikki sagt, at vit ikki skulu seta fólk aftur í starv í ban- kanum, um tað vísir seg, at tørvur verður á ti, og vit fara eisini Ld. at taka næmingar inn, sum áður. - Nógv er at gera í banka- num, nú arbeitt verður við at skipa deildirnar og við at flyta høvudsdeildina í mið- býin. Vit hava kortini valt at geva teimum uppsøgdu starvsfólkunum frítt at at fara úr starvi beinavegin, um tey ikki hætta sær at arbeiða í uppsagnartíðini. - Tá henda vikan er av, vita vit, hvussu nógv hava tíkið av tilboðinum. Tað merkir ikki, at øll, sum eru uppsøgd, eru farin úr ar- beiði. - Hví góvu tit starvsfólku- num uppsagnarbrævið, samstundis við samanlegg- ingini, sum ger, at øll hava nógv meir at gera enn van- ligt? - Vit kundu sjálvandi valt at bíða til samanleggingin var av, men vit mettu ikki, attað var rímiligt soleiðis at seigpína fólk meir enn neyðugt. Janus Petersen sigur ann- ars, at samanleggingin hev- ur gingið væl, og at tað eina- mest er tí at fyrireikingar- arbeiðið var so væl fyriskip- að. Dagny Eliaskirkjan, Vesterbrotorv 49 Møti er hvort leygarkvøld kl. 19.00. Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. Nærri fæst at vita á tlf. 031-242268 ella 031- 578999. | Carl Mouritsen, stjóri í bakaríinum hjá Gunleivi: Byrjaði í smáum fyri 30 árum síðan Tíðindablaðið GSK) Bakaríið hjá Gunleivi hevur eftir fáum árum víðkað um virks- emið, og er nú størsta fyritøka av sínum slag í Føroyum. Nú hevur fyritøkan keypt virkisbygningin hjá Frants. Utsølu- stødini verða sum áður á Gripsvegi og á Landavegnum, sigur Carl Mouritsen, stjóri Tá Sosialurin spurdi Carl Mouritsen um uppskrift hansara at víðka um virk- semið í eini tíð, tánærum alt vinnulívið liggur stilt, sigur hann, at tað bert ræður um at vøran er góð og ikki at skylda ov nógv. Bakaríið hjá Gunleivi varð stovnað í 1965. Gun- leivur K. Mouritsen fór undir at baka í sethúsum sínum á Gripsvegi 28 í Havn, og har hevur bakaríið verið higartil. Um ein mánað verður bakaríið flutt niðan virkis- bygningin hjá Frants, men har verður ikki útsela. Carl Mouritsen sigur við Sosialin, at hann ikki ber ótta fyri, at hann er lopin framav, nú hann hevur keypt stóra og væl útbúnað bakaríið hjá Frants. Einki vágaverk - Keypsprísurin er so rími- ligur, at tað als ikki er nakað vágaverk, sigur Carl Mou- ritsen. Eftirspurningurin eftir baksturvørum hjá Gunleivi vaks umleið 50 pst. tå Frants læt aftur. Hann hevði hugsað um at útbyggja nú- verandi bakaríið, men helt tað ikki verða ráðiligt, nú hesin bygningur varð tøkur. - Høvdi vit ikki keypt bygningin, so hevði hann ikki frameftir verið brúktur sum bakarí, sigur Carl Mouritsen. Virkisbygningurin å Hálsi er so mikið stórur, at bert ein partur verður nýttur til bakarí, og fyribils fer hin parturin at standa tómur. Fleii fólk verða ikki sett í starv á bakaríinum hjá Gun- leivi. í dag eru tey 35 fólk í tali. Fólkið overvað - Vit hava havt ov nógv at gera seinastu árini. Tað hevur ført við sær, at fólk hava arbeitt alt ov nógv. Tað lættir um hjá starvs- fólkunum, at bakaríið verð- ur flutt, eins og tað verður bíligari at reka, ú færri arbeiðstímar skulu til. - Sum nú er, byrja vit at ar- beiða kl. 10 á kvøldi. Tá vit flyta í nýggja bakaríið, verður tað ikki neyðugt at fara til arbeiðis fyrr enn kl. trý, og so kunnu vit kortini verða liðug til somu tíð, sig- ur Carl Mouritsen. - Í fyrstuni fara vit at hava stórri og fjøllbroyttari úrval av baksturvørum, men seinni fara vit kanska eisini undir baksturvørur, sum í dag verða innfluttar. Carl Mouritsen tók yvir bakaríið hjá Gunleivi fyri fáum árum síðan. Hann er útlærður bakari. Í 1992 keypt fyritøkan eini sethús á Landavegnum 77, og har er baksturútsela og handil. Hetta var fyrsta stigið at víðka um virksem- ið. Carl Mouritsen dylir ikki, at henda víðkanin eis- ini hevur gjørt sítt til, at virksemið í fyritøkuni fór at veksa. gl skulu hava at eta - Hvat er tað, sum ger, at tit kunnu víðka um virksemið í stórum, meðan onnur virk- ir noyðast at lata aftur? - Um tú hugsar um aðrar vinnur, so er munur áeinum bakaríi og Ld. byggivirki, sum er ringast fyri í løtuni. Munurin er tann, at øll fólk skulu hava at eta, og at vit framleiða eina veru, sum altid er brúk fyri. - Tað hevur sjálvandi eis- ini stóran tydning, at vit hugsa nógv um góðskuna. Vit hava als einki gjørt við at lýsa ella á annan hátt marknadarføra okkara vør- ur. Vit hava bert gjørt tað, sum eftirspurningur hevur verið eftir, og lagt okkum eftir, at góðskan er í lagi. - Tad, at vit nú hava keypt virkisbygningin hjá Frants, er bert náttúrlig avleiðing av virkseminum higartil. - Uppskriftin? - Tað er at framleiða tær verur, sum fólk vilja hava, og so at ansa eftir, at tú ikki skyldar ov nógv, sigur Carl Mouritsen. Orð: Da Mynd: Mar Carl Mouritsen, stjóri, vil ikki upplýsa, hvussu nógv hann hevur keypt virkisbygningin hjá Frants fyri, men sigur at prísurin er rímligur