týsdagur 10. mai 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ søsialurin ] Nr. 87 — 10. MAI 1994 Sida 5
Atlantic Airways:
viðkast
Starvsfólkini hjá Atlantsflog
fáa tvey umboð í nevndini fyri
flog felagið
Stórt umskiftið fór fram í
nevndini fyri Atlantic Air-
ways á aðalfundinum
fríggjadagin. Nýggjur for-
maður og tveir nýggir
nevndarlimir.
John Danielsen og Heri
Niclasen høvdu nakað und-
an fundinum boðað frá, at
teir ikki høvdu hug at halda
fram. John Danielsen hevði
sum grundgeving, at hann
var ovbyrjaður av arbeiði,
og Heri Niclasen helt tað
vera óheppið hjá sær at sita í
nevndini og samstundis
starvast hjá Smyril Line.
Fyri teir vórðu Gunnar
Thorvaldsson, stjóri í Ís-
landsflug, og Reidar Nón-
fjall, fulltrúi í landsstýri-
num, vald í nevndina.
Eyðfinnur Jacobsen
hevði einki ímóti at halda
fram sum nevndarlimur.
Hann varð afturvaldur, og
tá nevndin skipaði seg ftir
aðalfundin, varð Eyðfinnur
Jacobsen valdur til for-
mann. Reidar Nónfjall er
næstformaður.
Verið formaður áður
Eyðfinnur Jacobsen hevur
royndir sum formaður í At-
lantsflog, tí hann var fyrsti
formaðurin í flogfelagnum
og sat í tvey ár. Síðan fór
hann úr nevndini í nøkur år,
men kom innaftur fyri hálv-
um ødrum ári sidan. Eyð-
finnur Jacobsen var eisini
við til at gera forarbeiðið, tá
Atlantsflog varð stovnað.
Varalimir í nevndini eru
Beinta Festirstein, løgfrød-
ingur, og Søren Pram Sør-
ensen, fulltrúi í landsstyri-
num.
Í fínasta lagi
Starvsfólkini hjá Atlantic
+ #
hava biðið um at fáa um-
boðan í nevndini, og tað
heldur Eyðifinnur Jacobsen
vera rímiligt, og ætlanin er
atgevateimum tveir nevnd-
arsessir. Um Skráseting
Føroya vil gevaloyvi, ber til
at víðka nevndina longu um
tvær vikur, annars má bíð-
ast til næsta aðalfund.
Roknskapurin hjá Atlan-
tic Airways varð góðkend-
ur. Úrslitið var betri enn í
fjør, sjálvt um inntøkurnar
vóru 10 mió. kr. lægri. Tað
hongur saman á tann hátt, at
stórar sparingar eru gjørdar,
m.a. eru starvsfólkini farin
niður í løn, og samstarvsav-
talan við Maersk um ikki at
flúgva við so nógvum tóm-
um stólum hevur eisini gjørt
sítt.
Ikki til avdráttir
Felagnum vantaði góða
hálva millión í fyri at kunna
gjalda allar avdráttir. Einar
5 mió. krónur vantaðu í,
sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Royndin at flúgvamillum
Trondheim og Keyp-
mannahavn kostaði At-
lantic Airways umleið
800.000 krónur.
Roknskapurin fyri 1993
var annars ikki atkomiligur
fyri almenningin, men
næsta ár verður roknskap-
Stjórin Heri Mortensen
og neyndarformaðurin
Eyðfinnur Jacbsen, sum
nú umboða Atlantsflog
úteftir
urin almennur sambært
broyttu lóggávuni.
randi
Tey sluppu gjøgnum nálareygað tá uppsøgnirnar komu:
Nú siga tey upp í Føroya Banka
Hóast tey sluppu við skelkinum, so eru tey ikki
nøgd við arbeiðið. Nøkur fólk hava sagt upp sein-
astu 14 dagarnar, og sýgur ganga um at 50 fólk
skulu sigast upp til heystar
Tað er ikki bert í Føroyum
at bankar leggja saman. Í
hesum sambandi var brot í
"Grannum" í SvF, har for-
maðurin í Finansforbundet,
fakfelagið hjá bankastarvs-
fólkum, sum starvsfólkini í
Føroya Banka eisini eru
limir í, nevndi, at tað var Ó-
heppið at siga so nógvum
fólkum upp, tá bankasam-
anleggingar vóru framdar.
Tá uppsagnirnar í eindar-
bankanum komu fyri 14
døgum, vóru lættnaði tað
ivaleyst hjá nógvum, sum
vóru so heppin, at tey ikki
fingu uppsagnarbræv.
Hóast tey, sum eru eftir í
bankanum hava hópin at
gera, so eru sýgur longu
farnar at ganga um, at eini
50 fólk aftrat skulu sigast
upp til heystar.
” Ragnar Olsen er formað-
ur í starvsfólkafelagnum í
gamla Føroya Banka, ið er
limir í Finansforbundet,
sigur við Sosialin, at einki
hald er í hesum.
- Um fólk skulu sigast
upp, so hava vit sett sum
krav at fáa vitan um tað í
góðari tíð, og vit hava einki
frætt um hetta, sigur Ragnar
Olsen.
- Vit hava tosað um, at
ikki nóg mikið av fólki er til
sum er. Vit hava fingið
váttað, at um tað vísir seg, at
ov fá starvsfólk eru eftir, tá
samanleggingin er liðug, so
skulu nýggj størv skipast.
Bert 14 dagar eru farnir
síðani starvsfólkini vóru
uppsøgd í bankunum, og tí
eru vidurskiftini ikki rætti-
liga komin í rættlag enn.
Ragnar Olsen væntar, at
tað í fyrsta lagi verður um
mánaðarskifti juni/juli, at
yvirlit fæst yvir, hvussu ar-
beiðsviðurskiftini eru í
nýggja bankanum.
Hann væntar ikki, at fleiri
fólk verða uppsøgd, av tí at
ein ávísa náttúrlig frágongd
er. Síðani uppsagnirnar
komu fyri tveimum vikum
síðani, hava nøkur starvs-
fólk sagt upp, og tað verða
helst fleiri, sum fara av sær
sjálvum.
- Vísa starvsfólk sína
énøgd við samanlegging-
ina, við at siga upp?
- Nei, tað er meira ein
avleiðing av arbeiðsloysi-
num í samfelagnum. Eitt nú
eru nógv konufólk í hálvum
starvi, og er talan um hjún,
har maðurin er arbeiðsleys-
ur, so er inntøkan ov lítil,
um tey skulu liva av tí, sum
kvinnan vinnur av at ar-
beiða hálva tíð, sigur Ragn-
ar Olsen.
Starvsfólkini í gamla Sjó-
vinnubankanum eru íkki
limir í nøkrum fakfelag.
Annars varð arbeitt við
ætlanum um at stovna eitt
fakfelag fyri bankafólk í
1988, men hesar ætlanir
vóru av ongum, av tí at
fyrireikingarbólkurin ikki
metti seg ikki hava nóg
holla vitan um fakfelags-
mál.
Starvsfólkini í Føroya
Banka vendi sær síðani til
Finansforbundet, sum er
fakfelagið hjá bankafólk-
um í Danmark, og tey vóru
innlimað í hetta felag.
Tað stendur gllum bank-
afólkum frítt fyri at gerast
limur í fakfelag, og Ragnar
Olsen væntar, at hesin
spurningur verður tíkin upp
aftur senni, tá samanlegg-
ingin er endaliga liðug.
Dagny