týsdagur 10. mai 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CT Nr. 87 — 10. MAI 1994 Síða 13
B36 er fram-
vegis ósigrað
Og klaksvíkingar, sum hesa ferð høvdu góða leikliga
yvirvág, eiga framvegis fyrsta sigurin á
1. deild, menn:
KI-B36 1-1 (0-0)
Tað gjørdist so tætt í Klaks-
vík, sum roknað varð við
frammanundan. Havnar-
menn vóru týðuliga komnir
norður at varðveita tað, teir
høvdu við dystarbyrjan.
Tað, saman við at klaksvík-
ingar leiktu framrættað —
tað er á heimavelli, at flestu
stigini skulu vinnast — bar í
sær, at trýstið í stóran mun
lá móti havnamálinum.
Men møguleikarnir vóru
ikki so mangir. Ein orsøkin
var, at Kl ov ofta gjørdi
klassiska mistakid at senda
høgt inn í brotsteigin, har
Eyðun Klakkstein og Am-
hold Joensen sjálvsagt ong-
an møguleika høvdu móti
so stórum monnum sum
Tummasi Eli Hansen og
Jóhan Sivertsen og tí skjóta
Peturi Eiriksson.
B36 møtti við sama líði,
sum hevur staðið seg so væl
tey bæði fyrstu umførini,
meðan Sverri Jacobsen
hevði broytt eitt sindur upp
á sítt lið. Eddie Bertholdsen
var fyri fyrstu ferð við frá
fyrsta bríksli. Hann var
og Allan Mørkøre úr B36
vongverji i vinstru, Jan
Andreassen var i midverj-
uni og Jósvein Jacobsen var
fluttur fram á plássið hjá ti
leikbannaða Allani Joen-
sen.
Í Klaksvík gleða tey seg
yvir, at hugburðurin hjá
leikarunum var positivur.
Teir stríddust, ofta var tað
óruddiligt, men inn ímillum
hekk væl saman hjá Jan Jo-
ensen og hinum.
Næst máli undan hvíldini
kom heimaliðið, tá Jan Jo-
ensen spældi í høgru til Har-
ley Bertholdsen, sum
smekkaði inn fyri. Men
Tummas Eli var fyrri enn
Eyðun og fekk sneitt út til
horna.
B36 dúvaði upp á snar-
álop, og í einum slíkum var
tað um reppið, at altíð
vandamikli Edvard Apal-
kov skoraði.
B36 fyrst mál
Tá nógv verður trýst á
annað málið verður ofta
mál, men ikki altíð í tí end-
anum, har trýstið er stórt.
Sum 2. hálvleikur leið,
trýsti heimaliðið, men tað
var útiliðið, sum skoraði
Teir arbeiða á sama arbeiðsplássi í Klaksvík, men hittust sunn
fyrst: langur bóltur verður
sendur úr høgru, Kurt nær
akkurát ikki við høvdinum,
málverjin tøvir við at koma
út, og sum eitt snarljós er
Edvard leysur á brotsteig-
inum, letur bóltin støkka
eina ferð og smekkar til.
Stórur gleimur á teim
hvítklæddu og floksmonn-
unum kring vøllin. Tað rest-
aðu 24 minuttir, og fyri at
varðveita gravaðu B36-
arnir seg meiri niður. 12
minuttir restadu, tå KI javn-
aði. Eitt av mongum horna-
spørkum verður sent høgt
inn fyri, B36 roynir at
sparka burtur, men klaks-
víkingar vinna nærdyst-
irnar í brotsteiginum. Eyð-
un Klakkstein vinnur hin
seinasta, og tað er so hepp-
ið, at bólturin støkkur inn
um linjuna.
Gyltur møguleiki
Bara lítla løtu seinni átti
Eyðun Klakkstein at av-
gjørt. Alopsfelagin, Am-
hold Joensen, ofrar seg i
nærdysti, sum hann vinnur
å midjuni, medan alt B36
liðið er á veg fram. Bólturin
støkkur til Eyðun, sum setir
udagin í dysti hvør móti óðrum — Harley B.
SED
Klaksvíkingar høvdu bóltin mest í dystinum móti B36
ferð á móti Wiezek. Hann
var púra einsamallur, men
dró í annað borðið og sendi
bóltin við síðuna av handara
stólpanum. Tað hevði verið
meiri vandamikið, um hann
fór beint móti málverjanum
og royndi at nýta sína bestu
KOYRIKORT
Privat
sum vinnuligt
--so er tað ...
KOYRISKÚLIN
Á ARGJUM
en 12270
Mynd: Jens Kr. Vang
styrki, sum eru tøttu snar-
ingarnar.
Havnarmenn fegnaðust
um javnleikin, meðan
klaksvíkingar hingu eitt
sindur við høvdinum. Tað
er ov lítið bara at fáa annað
stigið á heimavølli. Troyst-
2. deild, menn:
Sumba-SÍ 2-0 (0-0)
Dysturin á Krossinum
leygardagin styrkti væl
um sjálvsálitið hjá sum-
bingum. Fyrsta heima-
dystin í ár taptu teir móti
uppflytarunum úr HB,
og bert við tógvið slit
eyðnaðist teimum at fáa
bæði stigini á útivelli
móti B68.
Hesaferð var stórt sæð
eingin ivi um, at tað var
betra liðið, ið vann, og
sumbingar kundu væl-
nøgdir aftan á dystin
sláa fast, at teir høvdu
vunnið ein uppibornan
sígur á SÍ, ið stórt sæð
bert ta einu ferðina — tað
var í seinna hálvleiki —
gav málverjanum hjá
sumbingum nakað at
gera, tá roynt varð við
einum heilfluktara eftir
hornaspark.
Fyrra málið hjá Sum-
ba var eitt av teimum
heldur sjáldsomu. Dápj-
al Johan Joensen skjeyt
hornaspark beinleiðis í
SI-målid, so bólturin fór
sendandi í málið við
handaru stong.
Sumbingar
vunnu uppi-
borið á SI
Mynd: Jens Kr. Vang
in kann vera, at seinnu árini
hevur gingið vánaliga tey
fyrstu umførini. Komandi
sunnudag er møguleikin at
venda gongdini í Fuglafirði.
(-nn-)
Edni Lisberg sær av, tå —
målverjin hjå SI hålv-
bjargadi skoti frå Dånjal
Johan, ið Edni var fyrst-
ur å aftur. So var 2-0 og
dysturin avgjørdur.
Fyrri hålvleikur var
rættiliga javnur, men tó
var tað heimalíðið, ið
átti møgukjansirnar.
Ein nærlagdur Eyðun
Joensen mansuppdekk-
aði spælandi SI-venjar-
an Kåra Reynheim, so
hesin einki fekk burtur-
úr, og tað skerdir sjálv-
andi møguleikarnar hjá
gestunum at fáa nakað
burturúr.
Í seinna hálvleiki tók
Sumba sær ordiliga um
reiggj, og umframt tey
bæði málini kundi eisini
borið til at fingið fleiri.
Eitt nú vóru sumbingar í
tveimum fórum einsam-
allir við málverjanum
hjá SI — bæði tveir og
triggir — uttan at nóg væl
varð avgreitt, so mál
spurdust burturúr. Held-
ur enn at spæla leysan
mann, varð til fánýtis
roynt at skjóta í ótíð.
(hj.)