Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 her Ott 2. deild, menn: FS Vågar-Royn 2-3(0-1) Nú man einki vera at iv- ast i, at vågamenn hava lært lektiuna: teir koma ikki sovandi til uppflyt- ingina, sum teir hava verið roknaðir at verða sjálvsagdir til, síðani tað gjørðist kunnugt, at tey bæði 2. deildar liðini hjá SÍF og MB í ár skuldu hevur verið dýrur: næst- seinasta vikuskifti komu teir undan við skrekkinum, tá KÍ 2. hálvleik setti teir undir trýst, men hesa ferð noyddust teir at gjalda við báðum stigunum, tá hvalbingar, sum hava verið roknaðir millum liðini í tyngra endanum, púra óvæntað vunnu 3- 2, eftir at teir vóru á odda 3-0. Tá Jákup Midjord úr 18 metra fjarstødu við beinleiðis frisparki økti til 3-O kvakladist heima- liðið við, og í 80. og 84. minutti minkaðu ávika- vist Birgir Jørgensen vid stúti eftir innlegg úr høgru og Jens Erik Ras- mussen eftir uppspæl í høgru og bólt skrátt út frá, men teir komu ikki nærri. Tá var útselt hjá hval- bingum, og tá so FS Vágar fór at nýta hug- flogið, leikararnir arb- eiddu fyri honum, sum hevði bóltin, spældu í holini og so víðari, so sigur tað seg sjálvt, at tað gjørdist vandamikið. Ikki tí, FS Vágar hevði bóltin kanska 90 procent Uppflyting fæst ikki av sær sjálvum Nr. 87 — 10. MAI 1994 av tíðini. Men teir vóru syndarliga lítið virknir. Taktikkurin við at leggja Jens Erik og Hegga heilt út í borðini miseydnað- ist, tí í staðin fyri at draga verjuna sundur vórðu - teir báðir ov lítið við í spælinum. Málmeguleikar vóru fleiri, men gamli VB målverjin, Lars Miiller, í Royn málinum stóð fan- tastiska væl, og vága- menn vórueisini óhepnir við at raka stólpar, tvør- træog beint viðsíðuna av. Tá var effektivíteturin hópin stórri hjá Royn. Teir høvdu triggjar rætti- ligar royndir å målid, og fingu try mål. Hitt fyrsta tå 9 minuttir vóru leiktir. Stungid verdur i høgru, lagt verður inn fyri, Vil- mund er blankur og stút- ar, Alvur hálvbjargar, men returin bankar vete- ranurin í nettakið. Tað gjørði taktikkin upp aftur vandamiklari: at liggja aftarlaga, hava tætta verju og dúva upp á snarálop móti óvanliga skjøtisleysu vágaverj- uni, Og korter inn í 2. hálvleik var Vilmund aftur upp á spæl, sneiddi fram við Álvi, ið noydd- ist at leypa út og trillaði í tóma kassan. Royn reið stormin av, og tað kann væl vera, at onnur fáa somu lagnu móti teimum. Men at vágamenn nú hava lært, at ansast skal eftir í verj- uni, og at tað skal arbeið- ast miðvíst fyri at vinna hvgnn bólt og fáa mál og stig, tað kann einki vera at ivast í. Utvarp Føroya er bara fyri HB- viðhaldsfólk Tá útvarpið sunnukveldið kom við ítróttartíðindunum frá dystinum í Havn millum HB og GÍ, kom sanna muran á út- varpsmanninum iram. Hann kundi ikki bara sær, men mátti skammrósa Jóannes Jacobsen og Jan Dam. Hann mátti eisini reypa eitt sindur, at allir áskoð- ararnir reistust, tá Jan kom á vøllin. Er tað nakað? Í Gøtu standa áskoðararnir allan dystin! GÍ-fan Tíðindablaðið GSK Vilstur boltur gjørdi enda å uppflytarum EB/Streymur hevði ikki nógu at siga móti TB sunnudagin. Men tå endiliga tað bragdaði einu løtuna í endanum á fyrra og byrjanini á seinna hálvleiki, førdi ein keðilig hending við sær, at TB sløkti vónirnar hjá EB / Streymi 1. deild, menn: TB-EB/Streymur4-1(2-1) Sundalagsmenn høvdu ikki nógv upp á seg á Sevmyri sunnudagin, tá teir skuldu royna at fáa stig móti ein- asta liðnum í 1. deild, ið enn ikki hevði fingið nakað stig. TB vann ruddiligan sigur, ið enntá kundi verið stórri, umneyvleikin hjá framherj- unum og ødrum, ið fingu stórar kjansir, hevði verið bert eitt lítið sindur stórri. Samstundis kundu sunda- lagsmenninir fegnast um, at teir í málinum høvdu Páll Guðlaugsson, ið sum tann einasti á liðnum við góðari samvitsku eftir sera góðan innsats kundi fara av vøll- inum. Hóast spælið kanska ikki var so Ójavnt fyrra hálvleik, so hevði TB kortini yvirvág — serliga í málkjansum — meðan ov lítið spurdist burturúr hjá gestunum. TB kom eisini á odda, tá fyrri hálvleikur var komin í helvt. Eitt stutt hornaspark varðavgreitt millum Magna Petersen og Tórð Holm, og so varð sent inn fyri málið, har Óli Johannesen sum ikki einaferð var hægstur og skallaði bóltin í málið. Hetta sá út til at vera tað, ið skuldi til, fyri at TB rætti- liga kundi yvirtaka í dyst- inum — men gakk! Bert ein ella tveir minuttir seinni fekk EB/Streymur sín ein- asta veruliga góða málkjans í dystinum, og so var 1-1. Málið kom eftir samanspæl millum Egil Zachariassen og Tummas Joensen, ið sendi inn í brotsteigin, har tað eydnaðist Inga Hansen at prika í meskarnar hjá Magna Hentze, ið aftur var komin í TB-málið eftir at hava sitið skaddur fyrstu dystirnar. Hvøkkurin gjørdi tó ikki av vid TB, id framhaldandi hevdi betra takid å spælin- um. Men hinvegin raknadi sundalagsliðið eitt sindur við, og fekk eisini stórri lut í spælinum. Vilstur bóltur oyðilegði alt Men so í síðsta minutti í fyrra hálvleiki var TB aftur upp á spæl, og hesaferð var tað Hermann Mortensen, ið kundi skrásetast fyri málið. Hann hevur heldur ikki ver- ið við fyrstu dystirnar, men var hesaferð ein av teimum, ið átti eina rúgvu av kjans- um at skora fyri TB. Beinanvegin í seinna hálvleiki tókust tað, sum um EB/Streymur ætlaði at gera ein vørr og fáa vent gongdini. Men longu í allar- fyrsta minuttinum vórðu allar vónir um hetta sløktar, tá tað eydnaðist TB at skora til 3-1 og leggja lunnar und- ir tað, ið líktist stórsigri. Hetta var ikki júst eitt av teimum málunum, ið alla- staðni hevði verið góðkent. Júst sum TB var í álopi, kom ein annar bóltur inn á vøllin og endaði í brotsteig- inum hjá EB/Streymi. Bogi Johannesen tók og skjeyt hann út av vellinum beint fram við málinum hjá Páll Guðlaugssyni, ið vendi sær á og hugdi at bóltinum. Í næsta viðfangi hevði Bogi fatur á rætta bóltinum, og hesin fór ikki við síðuna av málinum — og so var leyst og liðugt hjá EB/Streymi. Gestirnir vóru ikki serliga glaðir fyri mátan, hetta triðja TB-málið kom uppá, men har gjørdist einki. Tad varð góðkent, og so var TB á odda 3-1. Restina av dystinum átti TB við rubb og stubb, og tað kom ikki fyri aftur, at EB/- Streymur fekk kjans at bóta um skaðan. Vassaðu í kjansum Hinvegin vassaðu TB-ar- arnir í málkjansum — serliga teir báðir framherjarnir Bogi Johannesen og Hermann Mortensen, men ferð eftir ferð vísti Páll sínar dygdir í málinum hjá EB/Streymi, meðan restin av liðnum meira ella minni svav. Tað eydnaðist spælandi venjar- anum at fyribyrgja einum sonnum stórtapi, men kort- ini ikki at fyribyrgja tapi. Eitt mál fekk TB tó burtur år skógini av kjansum, tå Hermann Mortensen fyrst royndi seg við einum skoti, ið Páll hálvbjargaði. Bóltur- in kom út aftur til Hermann, og so var lagað manni at smekka í máli. Spælið hjá TB koyrdi væl í inna hálvleiki, meðan mót- stødan frá gestunum var lítil og eingin, og so hevði einki verið forgjørt i, at TB vann við nógv meira enn teimum fýra málunum móti einum. At so gongdin vendi við tí keðiligasta málinum í dyst- inum kundi TB íkki gera nakað við. Sigurin var undir øllum umstødum fult uppi- borin, og so er TB endiliga komið á stigatalvuna— hóast vánaliga málúrtóku. (hj.) TB-ararnir kundu sakt- ans fegnast um fyrstu stigini í år, tá teir vunnu 4-1 á EB/Streymi (Savnsmynd)