mikudagur 11. mai 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr.88—11. MAI 1994 Tidindabladid [ sostalurin ]
Aftur arbeiði á Norðsetur í Hvalvik:
sniðhúsavirkinum Norðsetur fóru teir aftur til arbeiðis
A Har hevur ikki verið arbeiði í skjótt eitt ár.
Nú smíða teir fyrsta húsið av fyribils seks til fyrrverandi
Eysturtýskalands. Gongst væl í hond og kundarnir dáma
húsini kann talan blíva um ein stóran útflutning - møguliga
fleiri hundrað hús. At koma so langt hevur tó kravt stóra og
drúgva fyrireiking og ikki minst tol.
Tað skuldi ganga eitt heilt
ár - við drúgvum fyri-
reikingum og nógvum toli
- til tað eydnaðist
stjóranum á sethúsavirk-
inum Norðsetur í Hvalvík,
Helga Olsen, at fáa tað
síðsta upp á pláss í einum
spildurnýggjurm útflutn-
ingssáttmála og til hann
kundi geva sínum fólkum
boð um at fara í gongd
aftur á virkinum. Fyribils
er talan um at byggja seks
sniðhús til Týskalands ella
fyrrverandi Eysturtýska-
land. Eydnast henda
fyrsta royndin væl og eru
kundarnir nøgdir við
húsini, so kann talan blíva
um eina stóra framleiðslu
av sniðhúsum, ja so mikið
stóra, at talan kann blíva
um at endurtaka tíðina frá
80-unum, tå Norðsetur
bygdi og setti hús upp í
nærum hvørjum herða-
shorni av landinum.
Útflutningur við lít
Nú er talan um veruligan
útfluting, nakað, sum allir
føroyingar rætt og slætt
skríggja eftir í hesum
døgum, har heimamarkn-
aðurin er so gott sum fult
mettaður. Maðurin aftan-
fyri hesa sera spennandi
og skilagóðu ætlan er
stjórin á Norðsetur Helgi
Olsen. Honum dámar ikki
tey stóru arm”bevegilsini”
og vil helst sleppa undan
at gera nógv burtur úr sær
sjálvum ella sínum ætlan-
um. Honum dámar best at
fara hóvliga fram og
tryggjað sær, at alt er í
ordan, áðrenn slíkt verður
sett stórt upp í fjølmidl-
unum. Nú er komið so
mikið langt, at hann fær
ikki krógvað, at lív og
gangur nú aftur er á virk-
inum í Hvalvík - eftir
deyða tøgn í nærum eitt
ár. Seinastu menninir
góvust at arbeiða á
virkinum á Glavsøku í fjør.
Síðani tá hevur Helgi
einsamallur verið á
FR ur pH SAR
Helgi Olsen, stjóri á Norðsetur hevur arbeitt við ætlanini í eitt ár. Nú er so gongd
komin á framleiðsluna aftur og framtíðin sær ljós út gongur sum ætlað. Her vísir
hann tekningarnar av nýggju sethúsunum, sum verða sett upp í Týskalandi í juni.
Mynd kalmar
virkinum, tó íkki alla
tíðina.
Hann hevur verið í
Týskalandi ikki minni enn
fýra ferðir at tosa við
komandi kundar og hevur
so eisini tikið ímóti kund-
um í Føroyum. Týskararar
hava fingið einki minni
enn tokka til sniðhúsini
hjá Norðsetur og hava
gjørt av at royna við
nøkrum húsum fyri fyrst
og eydnast hetta samar-
beiðið væl og fólk eru
nøgd við húsini, so kann
talan blíva um nógv hús.
Hann heldur tað vera
skeivt nú at upplýsa,
hvussu nógv hús talan
kann blíva um, men sigur
tó so mikið, at talan kann
blíva um fleiri hundrað
hús ella meira. Tað veldst
um, hvussu væl hesi fyrstu
húsini fara at verða
mótttikin.
15 ára á baki
Norðsetur byrjaði so smátt