mikudagur 11. mai 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 88 — 11. MAI 1994 Síða 11
í 1979-80 og gjørði virkið
eini 400 hús tilsamans øll
80-årini. Seinasta húsið
varð sett upp á vári í fjør.
Síðani hevur einki verið at
gera. Men Helgi helt tað
vera stórt spell, um hetta
stásiliga virkið skuldi fara
niður við flagginum og tí
gjørdi hann av at brúka
royndirnar frá 80-unum til
at fáa í lag ein útflutning.
Tá danir og aðrir kundu
selja hús til Føroya, hví
kundu vit tá ikki eins væl
selja hús av landinum var
spurningurin Helgi setti
sær og hann setti sær so
eisini fyri at fullføra ætlan
sína.
Norðsetur hevði longu
roynt at fáa útflutning í
lag til bæði Grønlands,
Skotlands, Hetlands og
Íslands, men tað kom
ongantíð so langt sum til
at flyta hús av landinum. Í
Grønlandi var tað við at
eydnast, t á
figgingarstovnar bráddliga
tóku seg aftur.
Nú sær ødrvisi út. Eftir
at hava verið í sambandi
við týskarar nú í eitt ár og
eftir at hava víst teimum
bæði virkið, hús í Før-
oyum og harvið fingið
bygt upp eitt álit, sum er
altavgerandi, eydnaðist
tað at enda at fáa ein
sáttmála. -Tú mást
kenna hvør annan, skal tú
hava tað so týðandi álitið,
og tí er tað umráðandi at
brúka ta neyðugu tíðina til
at læra hvør annan at
kenna.
Helgi Olsen sigur, at
hetta hevur verið eitt sera
strævið ár, tí tað ráddi um
ikki at fella í fátt ella
missa mótið. Hann sigur,
at tað sum hevur mest at
siga, tá tú arbeiðir við
slíkum, er, at tú hevur tol
og ikki missir mótið, tí
hevur tú eina góða vøru
og tú hevur tol og orku til
at halda á, so kann tað
eydnast at koma gjøgnum
nálareygað fyrr ella
seinni. Og so varð.
Til Neubrandenburg
Nú verður arbeitt upp á
tað fyrsta sniðhúsið, sum
skal setast upp í bý-
linginum Rowa í Neu-
bran denburg í fyrrverandi
Eysturtýskalandi. Húsið
verður sett upp fyrst í juní
mánað og soleiðis verður
hildið fram við tilsamans
seks húsum. Tá verður so
avgjørt, nær og hvussu
skal farast víðari fram.
Helst verður her talan um
eitt framhaldandi samar-
beiði.
Helgi Olsen sigur, at
teir nú fara spakuliga fram
og royna at gera eitt gott
arbeiði. Verður talan um
at byggja stórt tal av
húsum verður eisini
arbeiði til fleiri fólk á
Norðsetur. Hetta kemur
sera væl við hjá tí annars
sera hart raktu føroysku
byggivinnuni.
MO):
PD
nm gangast
Sterk hus
Upp å fyrispurning hvør
styrkin er hjá Norðsetur,
nú vit vita, at kappingin at
koma við lidnum húsum
til Eysturtýskalands er so
stór, sigur Helgi Olsen, at
týskarar,sum hava verið
her og sæð húsini, halda
tey vera góð og sterk
umframt at tey eru vøkur.
Tey eru so eisini sera skjót
at seta upp og í mun til
nógv onnur sniðhús, so er
sniðhúsaloysnin hjá Norð-
setur væl dámd. Nógv
útlendsk byggisett eru als
ikki nógv sterk. Her vita
vit so av royndum, at
Norðseturhúsini væl og
virðiliga hava staðið sína
roynd. Húsini verða nak-
að broytt, men útgangs-
stødid er hitt føroyska
sniðhúsið.
Eftir øllum at dóma fer
tað nú at eydnast at fáa
útflutning í lag av før-
oyskum sniðhúsum.
Spennandi verður at
síggja, hvussu fer at
, og tað er givið,
at fer henda royndin at
eydnast, so kann hon heilt
givið at smitta av upp á
aðra vinnu her á landi.
Hóast tað hevur tikið
drúgva tíð og hart arbeiði
at fáa í lag hesar fyrstu
sáttmálarnar, so sær ikki
mætari út enn at talan
kann blíva um ein týðandi
útflutning.
jan
|
Lív er aftur á ti fyrr so stolta arbeiðplássinum Norðsetur í í Hvalvík. Nú verður fyrsta
húsið smíðað til Týskalands. Mynd kalmar
Pill fil
AES
Sniðhúsini, sum Norðsetur ger til Tyskalands eru nakað broytt, men útgangsstóðið er føroyska sniðhúsið.