fríggjadagur 13. mai 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 89 — 13. MAI 1994 Sida 11
Barnaløtan
Annika og Birita eru farnar leita eftir reka.
Tær ætla sær nevniliga at gera eina fram-
syning fyri hvørji aðrari.
Og søgan í kvøld er um Storm Stinu, sum
eisini dåmar væl at leita eftir reka.
Síðani fara vit at hoyra brot burtur úr
kvæðinum Torkils døtur. Kvæðið er um tær
báðar systrarnar Katrinu og Ásu. Katrin
ríður einsamgll í kirkju, men á vegnum
hittir hon ein ránsmann, sín banamann.
At enda skulu vit hitta Tunnus. Tunnus er
ein ... ja, hann er ein tunna. Sjálvandi. Í
hesum fyrsta partinum av fýra við Tunnusi
og teimum hitta vit Tunnus og familju
hansara.
Friggiakvøldid kl. 19.25:
Filadrongurin
Tað eydnast fíladronginum at fáa hon-fílin
Kirunaataktaseg. Hann ger av at fara á fíla-
veiðu at fanga sær ein fílaunga, sum hann
kann temja. Men tá ungin er fangaður, fær
hann ringa samvitsku. Er tað rætt at taka
ungan frá foreldrunum?
Eríggjakveldið kl. 20.35;
Villir hestar
Í Australia eru umleið 300.000 villir hestar
ella brumbiar, sum teir verða kallaðir. Hest-
amir eru eftirkomarar hjá teimum tomu
hestunum, sum vórðu sleptir út í náttúruna
um aldarskiftið, men nú eru teir so nógvir í
tali, at teir hótta hini djórini. Teir verða tí
fangaðir, og kjøtið endar í matstovunum í
Japan og Europa.
&
George Baker og Christopher Ravenscroft
Friggjakvøldid kl. 21.45:
Wexford: Ein
óynskt kvinna
Enskur sjónvarpsfilmur frå 1992.
Ein gomul kona doyr ein natúrligan
deyða-— at síggja til. Ikki fyrr enn ein sjúkra-
systir fer til løgregluna, verður tað eitt mál
hjá Wexford, kriminalkommisseri.
Eríggjakveldið kl. 23.25:
Tutti Frutti
Tónleikasending við Jørgen de Mylius.
rdagin kl. 17.
Dinosaurarnir
Spike og Robbie lurta hugtiknir eftir einum
súgdjórabólki, sum av réttum roynir seg
innan blues-tónleikin.
Leygardagin kl. 17.30;
Fótbóltsteknikkur
Seks av teimum donsku fótbóltshetjunum
frá EM í '92 geva okkum góð hugskot um,
hvussu tú á ein skemtiligan hátt kann venja
ymiskar tekniskar snildur. Vit síggja eisini
brot frå EM kapping í Svøriki fyri at vísa,
hvussu teori og venjing sameind í praksis á
hægsta stigi.
Í dag gevur John Sivebæk tær góð ráð um,
hvussu tú sparkar við fótablaðnum.
Leygardagin kl. 18.00:
Disney teknifilmar
Vit hitta aftur teir vælkendu persónarnar í
Disney-teknifilmunum. Hesu ferð síggja
vit: Heingikoyggjan hjá Dólgamúla —
Dunnudánjal skiftir hjól — Pluto í spegils-
kabinettinum — Guffi guffar í seg.
Leygarkvøldid kl. 19.00:
Indiana Jones
Prag 1917. Mitt undir fyrra heimsbardaga
eftir juli-uppreisturin i Petrograd verdur
Indy sendur til Prag í einum sera einføldum
grindum. Hann skal leggja telefon inn í eina
nýggja íbúð og bíða eftir nærri boðum. Men
uppgåvan er ikki so einføld kortini, og tann
einasti, ið kann hjálpa honum, er skaldið
Franz Kafka.
r
Moskitostrondin
Harrison Ford spælir Alie Fox
Am. filmur frá 1986. Allie Fox er uppfinn-
ari og vanvirðir alt tað, sum Amerika so við
og við er farið at umboða. Saman við konuni
og teimum fýra børnunum búsetir hann seg í
eini frumskógarbygd í Miðamerika og her
skal hann so stovna sítt paradís á jørdini.
Filmurin er óhóskandi fyri smærri børn.
veldið kl
John Lee Hooker
á heimavelli
Sending við og um tann kenda blues-sang-
aran og gittarspælaran John Lee Hooker. Í
einum tónleikaklubbi í heimbýi hansara
Sweetwater í Kalifornia hitta vit hann og
nógvar aðrar kendar bluestónleikarar, m.a.
Bonnie Raitt og Ry Coder.
Martin Vaughn sum gandakallur
Sunnudagin kl. 14.40;
Tú og eg og Bob
mammubeiggi
Ein filmur um gentuna Charile, ið helst vil
dansa, og vin hennara Ben, sum fegin vil
spæla saxofon. Tíbetur eiga tey ein vin, ið er
gyklari, og hittaeina konu, sum einaferð var
sjónleikarinna.
Sunnukvøldid kl. 18.10;
Tann hvita skipanin
Hann sløkkir ljósið vid tankans megi og er
tvey stóð samstundis. Hann lærir teg at liva
lívið og vísir tær, hvussu tær kann gangast
væl. Soleiðis rúnabindur hann tey, ið
Så trúgva.
Sending um eysturríkaran Philipp Schob-
er, sum fyri 20 árum síðani stovnaði ný-
religøsu rørsluna >Ta hvítu skipanina«.
Sunnudagin kl. 17.20:
Tad gloymda
fødilandid
— 1:2
Rasureinleiki í frumskóginum
Fyrra sending av tveimum um Elisabeth
Nietzsche, ið er systir tann týska filosoffin
Friedrich Nietzshe. Vit hoyra ta ótrúligu
søguna um, hvussu hon og maður hennara,
ið var fanatiskur rasistur og antisemittur, í
1886 grugdaðu eitt jødafritt, ariskt »Nueve
Germania< langt inni í frumskóginum í
Paraguay.
Framleiðsla: Candida Pryce-Jones fyri
BBC.
Seinna sendingin kemur næsta sunnudag.
r