fríggjadagur 13. mai 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 89 — 13. MAI 1994
Síða 12
Tíðindablaðið (ST)
Lítli lækni á preriuni
Eitt nám nærhendis bygdini dálkar drekki-
vatnið, so fólk fáa ilt av tí. Quinn lækni og
Sully royna at tosa við námseigaran, men
hann er ikki so lættur at syfta.
Jane Seymour hevur høvudsleiklutin sum
Quinn lækni.
Sunnukvøldid kl. 22.05:
Nunnur til beins
Enskur filmur frå 1990.
Teir báðir smágangstararnir Brian og
Charlie eru so troyttir av teirra harðliga
bossi, at teir gera av sjálvir at fara avstað við
fonginum. Teir noyðast at leita sær skjól í
einum nunnukleystri.
Tyskvøldid kl. 21.10:
Grønlendingar i
Herstedvester
Samrøda við nakrar av teimum 16 grøn-
lendingunum, ið sita í fongslinum í Her-
stedvester. Fongslið er eitt tað mest av-
byrgda í Danmar. og har sita teir grovastu
brotsmenninir. Grønlendingarnir búgva á
eini deild fyri seg, og teir eru allir dømdir
fongsul í óavmarkaða tíð — ein dómur, ið
ógvuliga sjáldan fellur í Danmark, tí tað
verður hildið vera ómenniskjansligt ikki at
vita, nær eia sleppur útaftur.
Thomas Heurlin leggur til rættis.
Tyskvøldid kl. 21.45;
Samliv, lygn og video
(Sex, lies and videotape)
Am. filmur frå 1989, sum Steven Soder-
berg hevur gjørt. Ann og John eru eini hjún,
sum hava alt. Men bert at síggja til, tí undir
tí glitrandi yvirflatuni er ov mikið av trupul-
leikum, og tað vísir seg at teir hava
samband við samlívið hjá hjúnum, ið als
ikki hevur riggað leingi, tí John helst ikki er
7 48 tímar
so trúgvur, sum hann átti at verið. So kemur
ein gamal lestrarvinur John, Graham, at
vitja tey, og tá vaknar Ann.
Mikukvøldid kl. 19.00:
Jeeves & Wooster
Nýggjar søgur eftir P. G. Wodehouse um
tann sera enska gentlemannin Bertie
Wooster og hansara ómissandi butlara
Jeeves. Enn einaferð fær Bertie trupulleikar
av høvudsinstrumentinum hjá einum løg-
reglumanni. Men hattin av fyri Jeeves:
hatta tekur hann sær av.
Mikukvøldid kl. 22.25:
tn
St . BE SR
Nick Nolte og Eddie Murphy
Am. filmur frå 1986.
Eddie Murphy og Nick Nolte hava
høvudsleiklutimar í hesum skemtifilmin-
um um teir báðar Jack Cates og Reggie
Gammond, ið verða noyddir at arbeiða
saman, tá Cates, ið er politistur, fær 48 tímar
at fanga ein vandamiklan politimordara í.
Hóskvoldið kl. 19.00:
Bamsi og Kjuli
Luna verður als ikki glad fyri at fáa hópin av
blomstrum, sum bara eru >ruskað upp úr
moldini<.
Hóskveldið kl. 21.10:
Tey vælsignadu
børn -9:9
Í tí seinastu sendingini um børn og foreldur
fara vit at hoyra um, hví dreingir og gentur
eru so ymisk, um vit skulu menna munirnar
ella vitskulu royna at fáa tey at líkjast meira.
Hanne Dam leggur til rættis.
Hóskveldið kl. 21.40:
Bornhoimaralaksur
Ein fråsøgn um laksafiskiskap å Bornholm.
Um bord á R 179 verður sagt frå fiskiskap-
inum í dag og stríðnum hjá fiskimonnum at
hóra undan. Men tað er eisini søgan um tann
bornholmska laksafiskiskapin, tá hann var
upp á tað besta og bornholmskir laksafisk-
arar tóku alt Eystarasalt og Norðuratlants-
havið við.
Lagt til rættis: H. P. Møller Andersen og
Jesper Henning Pedersen.
Kong Salamons
minur
Bretskur ævintyrfilmur frå 1937. frska
gentan Kathy O'Brien ger av at fara at leita
eftir pápa sínum, sum hvarv í frumskógin-
um, meðan hann gjørdi eina roynd at finna
kong Salomons minur.
Friggjakvøldid kl. 19.00:
Raising Arizona
Am. filmur frå 1987 vid Nicolas Cage og
Holly Hunter í høvudsleiklutunum. Aftan
fyri múrarnar metir »fongulsfuglurin« H. I.
McDunnough sínum stóra kærleika, løg-
reglukvinnuni Edwinu. Tey giftast, og
McDunnough ger av at nú skal hann halda
seg réttu megin lógina. Alt tykist vera gott
men so gongur upp fyri teimum, at tey ikki
kunnu fáa børn. Men ráð eru fyri tí, handils-
maðurin Nathan Arizona og konan hava
júst fingið fimlingar — og man tað ikki vera
eitt barn ov mikið?
Friggjakvøldid kl. 22.55:
The Organization
Am. filmur frå 1971 við Sidney Poitier í
høvudsleiklutinum. Nøkur ung fólk bróta
inn í eina møblaverksmidju, sum er skålka-
skjól hjá brotsmonnum og narkohávum.
Fólkini megna at fáa við sær heroin fyri
meira enn fýra mill. dollarar. Men ein
trupulleiki er, bert lítla løtu eftir ránið verð-
ur verksmiðjueigarin funnin deyður...
Leygardagin kl. 13.10;
Walter & Emily
Walter og Emily hava verið gift í fjøruti ár
og eru nú pensionistar. Sonurin, Matt, er
fráskildur og hann biður tey flyta inn til sín
at hjálpa honum við uppalingini av 11 ára
gamla soninum Zack. Men Matt ásannar
skjótt, at foreldrini hava hug at uppala son
hansara júst á sama hátt sum tey uppaldu
Leygarkvøldid kl. 21.30:
Thunder and
Lightning
Harley Thomas er sprittsmuglari og heima-
brennari. Genta hansara er Nancy, og påpi
hennara, Ralph Junior Hunnicutt, er eisini
garvadur heimabrennari. Harley og verfað-
irin gera av at kappast um hver teirra
megnar at gera mst spritt og fáa kundunum
tað uttan at mafian ella løgreglan tekur teir.
Filmurin er amerikanskur og frá 1977.
Leygarkvøldid kl. 23.20:
Dark Shadows
Victoria kemur til Collinwood, eini »her-
skapshús< á Maine, at vera barnagenta hjá
David. Hon sær skjótt, at har er alt ikki sum
tað eigur...
Sunnukvøldid kl. 19.00:
The Color Purple
Amerikanskur filmur frå 1985 við Whoopi
Goldberg og Danny Glover í høvudsleik-
lutunum. Søgan fer fram f fimtiårunum.
Livid hjå teimum littu er framvegis torført.
Hin unga litta kvinnan, Miss Celie, sleppur
at standa sína roynd. Pápi hennara er harð-
rendur, og hann noyðir hana at giftast við
Mister, sum heldur vildi havt systir henn-
ara, Nettie. Úrslitið er, at Celie má skiljast
frá systir síni og liva sum trælur hjá einum
manni, ið ikki elskar hana. Hetta verður ikki
betri fyrr enn hjákonan hjá manninum
kemur í húsið og vísir Celie, at tað finst
gleði í lívinum...
Sunnukvøldid kl. 21.50;
Why am I Gay?
Hetta er ein dokumentarsending, sum við-
gerð spurningin, hví eru summi homo-
seksuel? Er tað viðfótt, ella eru tað um-
stødurnar, sum gera tað? Fýra fólk, Edgar,
Michael og Ira greiða frå upplivingum
sínum og um hvussu familjan er mótvegis
teimum. Helge Dietrichson leggur til rættis.
Månakvøldid kl. 22.05;
Murder: By Reason
or Insanity
Amerikanskur sjónvarpsfilmur frá 1985 við
Candice Bergen í høvudsleiklutinum. Ewa
Berwid óttast fyri lívi sínum, tå ið maður
hennara rýmir av sjúkrahúsinum...
Married with
Children
Kelly ætlar at keypa sær ein dýran kjóla til
Miss Ost-kappingina, og ætlar at vinna sær
pening við at spæla billiard…
Týskveldið kl. 22.40;
Hardball
Charlie og Kaz royna at leita upp ein hund,
ið tosar, men meta einum altjóða terror-
Mikukveldið kl. 20.05:
Hanover Street
David Halloran er ein amerikanskur
bumbupilotur, sum starvast f Onglandi
undir seinna heimsbardaga. Undir einum
loftålopi flyggjar hann í eitt bumbuskýli.
Har møtir hann Margaret, einari ungari,
bretskari kvinnu, og tey verða góð. David
noyðist,s aman við manni hennara, loyni-
liga bretska agentinum, Paul Sellinger, at
fara vandaferð...
Filmurin er frá 1979.
Hóskvoldið kl. 23.10;
Vampire Circus
Bretskur filmur frá 1971. Eitt gåtuført
sirkus kemur á várið 1825 til ein lítlan
sembiskan bý at hevna seg, tí fólkið har
gjørdi seg inn á ein vampyr-greiva fyri
nógvum árum síðani. Stutt eftir at sirkusid
er komið, fer ring sjúka at ganga og býurin
verður stongdur. Tað verður uppdagað, at
sirkusfólkið eru vampyrar, ið leggja á
íbúgvarnar.