fríggjadagur 13. mai 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 89 — 13. MAI 1994 Síða 13
Frå gamla Reinert
og Grøn til byråds-
formannin i Havn
Í fyrra fyrilestrinum um niðursetubýlingin
inni á Fjørd í Vestmanna greiddi Sverri
Egholm frá teimum fyrstu húsunum og
næstu eftirkomarum teirra. Í hesum seinna
sigur hann frá teimum 5 næstu húsunum,
sum komin vóru afturat um aldaskifuið.
Fleiri hundrað fólk vida um í Føroyum og
uttanlands hava okkurt ættarligt samband
við fólkini úr hesum húsum inni á Fjørd.
Marianna og Gudmundur giftust í 1886
og búsettust í Árnafirði. Haðani róði hann
út og fekk onkra dagløn frá handlinum hjá
sváginum, Vága Jógvani, sum í 1880 var
farin at handla har norðuri fyri handilin í
Vágsbotni. Tað sigst, at tá ið Gudmundur
fór at byggja í Árnafirði, sprongdi hann ein
stein, sum árnfirðingar ráddu honum til
ikki at órógva, tí hann var ibygdur. Eydnan
var ikki við honum eftir hetta. Einaferð fór-
ust húsini rættiliga illa av eldi. Og ein dag-
in skáldaði hann seg so illa av einum lýsi-
potti, at hann fekk ikki róð út. Tey fluttu so
til Vestmanna í 1889; høvdu húsini vid sær
og settu tey uppaftur innan fyri hjá Koll-
fjarðar Hanusi. Tá ið núverandi kirkjan
varð bygd, fyri 100 árum síðani, var hann
við í grótarbeiðinum og fekk har álvarslig-
an løst Í ryggin og var lamin alt sítt lív. Eftir
tað arbeiddi Gudmundur sum skómakari
burturav.
Leygarkvøldid kl. 22.10:
Nåttarravnar
— Ravnar á summarflogi
Síðsta Nåttarravnasendingin fyri summar-
steðgin verður nú leygarkvøldid. Teir báðir
náttarravnarnir Heðin og Birgir fara at
spæla summartónleik tl á midnått. I
spurnarkappingini kl. 23 verður evnið
heimsmeistarakappingin í fótbólti í USA.
Umframt vanligu vinningarnar, burturluta
Náttarravnarnir hesuferð ikki færri enn
tvær uttanlandsferðir fyri tvey: Eitt viku-
skifti í Reykjavík við Faroe Travel og eitt
vikuskifti í Keypmannahavn við Flogfelag-
num. Tey, ið vilja verða við í kappingini,
kunnu tekna seg á tlf. 16566 ein tíma undan
spurnarkappingini.
Birgir Kruse og Heðin Arge Jensen
Gulla Øregaard á veg inn í Útvapsstovuna
atlesa
Sunnudagin kl. 10.05;
Barnaútvarpið
Barnaútvarpið er júst farið undir at lesa
skaldsøguna > Agnas Silja — ein løgin søga«
eftir Mariu Gripe.
Henda løgna kenslan av onkrum óskilj-
andi, av at onkur hugdi at henni. Nær kendi
hon hana fyrstu ferð? Tað visti Nora ikki.
Tey gandakendu fótafetini hoyrdust í búð-
ini, tær løgnu telefonsamrødurnar, tann
gamla dukkan og tann friðarligi urtagarð-
urin við tey tómu húsini, har sum hon — har,
sum Luddi altíð vildi fara, tá ið tey vóru úti
— Hvat merkti alt hatta?
Nora visti ikki...
Men spakuliga fekk hon skil á, at onkur
ellaokkurt frá farnari tíð vildi í samband við
hana.
Gulla Øregaard lesur 2. part av skaldsøg-
uni sunnumorgunin kl. 10.05. Bjørg Matras
Jensen hevur týtt.
Sunnudagin kl. 13.10:
Fritid og nåttura
Í Vágum er ætlanin at fara at planta runnar
og trg áeinum øki framvið Sjatlå, sum renn-
ur í Vatnið, og á gki sunnan fyri vegin móti
Vatninum Sørvågsmegin. Nógvur entar-
fuglur er framvið vatninum og fyrireik-
ararnir rokna við, at tå gkið er stikad, so
verða møguleikarnir hjá teimum at verpa,
betri. Esbern Joensen greiðir frá.
Í sekstiárnum eydnaðist at fáa ross undan
gamla føroyska rossaslagnum, sum tá var |
um at doyggja út. Felagið Føroysk Ross
roynir at ala og skapa áhuga fyri hesum
rossaslagnum, sum er eitt sindur minni enn
íslendska rossið, sum er tað mest vanliga í
Føroyum í dag. I Fritid og náttúru greiða
Elin í Jákupsstovu og Eva úr Dímun frá.
Jóhann Mortensen leggur til rættis.
Frásagnir frá
fótbólti
Sunnudagin fer útvarpið undir frásagnirnar
frá fótbólti. Lagt verður fyri við tveimum
dystum, sum tey bæði fremstu liðini, árs-
talsfeløgini B71 og B36 eru í á Sandi og í
Havn.
Tvey hava hvør síni fimm stig, og hava
higartil ongan dyst tapt í landskappingini.
Hildið verður síðani á við fótbóltsfrásagn-
um úr fyrstu deild til kappingin endar síðst í
september.
Magni Arge og Jógvan Arge fara at siga
frá.
Mánadagin kl. 17.05:
Á tónatingi
M. C. Restorff vitjar á tóntingi hesaferð í
sambandi við eina nýggja tónleikaútgávu,
sum ætlandi kemur fyrst í komandi mánað.
Talan er um 10. útgávu hansara.
Útgávan kemur við >NYGGJUM — og
góðum gomlum«, og prátið gongur væl á
»tinginum«. Sangurin »Meistarans Hond«
frå 1971 er eisini við á útgávuni. Higartil
hevur fiólspælarin verið ónevndur, men í
sendingini verður hann gjørdur kendur fyri
áhoyrarunum.
Sekkjapípan í >Loksins tú fanst meg<
(1980) hevur eisini sína stuttligu søgu. Vit
hoyra um bóndan úr Skotlandi, sum ferðað-
ist í Havn, og varð tikin við á tónleikaupp-
tøkuna.
M. C. dámar at skemta, og hóast okkurt
lesarabræv í bløðunum hevur givið honum
eitt og annað at hugsa um, so fær hann eisini
onkra hugnaliga og lætta søgu burturúr ti.
Regin C. Guttesen hevur skipað tónleikin
og spælt tey flestu lj6dførini á teimum
nýggju løgunum, sum verða at hoyra. Petur
Háberg savnaði fyri mongum árum síðani
ymsar søgur um sangir í bók, sum kom út
undir heitinum »Søgur um Sangir«. Lurt-
ararnir skulu ikki bíða, til einhvør bók
verður skrivað. Teir fáa, sum teir fyrstu,
søguna um nakrar sangir hjá M. C.
Prátað verður eisini um yrkingina
>Lindin Møk«, sum er nakað av tí mest rót-
føroyska, sum M. C. hevur gjørt lag til.
Fuglfirðingurin Ismar Joensen yrkti, og í
hansara verð er málið ikki so óvanligt. (Vit
prenta yrkingina niðanfyri).
Eitt er vist: Ongin skal bera ótta fyri at
keða seg, tá tveir so prátingarsamir menn
sum M. C. og Elis eru í stovu saman.
M. C. Restorff
Lindin Møk
Í hugans heimi rennur lindin møk
vidhvørt so klár og rein
av tí, sum gleði veitir.
Men stundum gruggut, skitin sum tilber,
av tí, sum veldir mein
og sút og sáran trega.
Mangt veldir mein og sút og sáran trega.
So ymist er, sum hugaheimsins lind
sítt árin hava má,
har dygd á sopun valdast.
Um tikið er at hjarta óreint grugg
og seyrgað javnt og samt
er tað til ógagns notið.
Seyrgað javnt er tað til 6gagns notið.
Og líka hjartað kennir blóð sítt ilt,
sum lá eitt eiturkorn
í svølgdum sopa syndrað.
Men dregur veran í seg bert alt gott,
so kennist hjartað frískt,
og fródligt lag á manni.
Hjartað frískt og fródligt lag á manni.
Mín sál, fá tær ein góðan heilsudrykk,
ímeðan rein ein lind
við guddómsdýrd fram vellir.
Tá verða sinnlag og hjartalag
at einast við tann Drott,
ið øllum valdar yvir.
Vit einast við tann Drott, ið øllum valdar
yvir.
Orð: Ismar Joensen
Lag: M. C. Restorff, 1988
Einarødd: M. C.
8.00 Salling
9.00 Cyncronized swimming
| Leygardagur 14. mai — | 1200 Artistic gymnastics - ive
| 7.30 Stepaerobics
| 14.30 Formula One - live
| 16.30 Syncronized swimming
| 17.30 Artistics gymnastics
Fríggjadagur 13. mai = | 1000 Cyeii | 1930 Handball
8.00 Equestrianism 12.00 Formula One - live | 23.00 Cyeling
9.00 Salling | 13.00 Karting | 23:30 Boxing
10.00 Mountainbike | 14.00 Handball | 0.30 Lidugt
11.00 Football | #8 Dæk
á | 16.00 Syncronized swimming - ve | z
1200 Motors 1700 Atistegymnæstis ie | Mánadagur 16. mai
13.00 Syncronized swimming | 20.00 Formula One | 730 Stepaerobics
14.00 Badminton | 21.00 Boxing | 8.00 Artistic gymnastics
15.00 Trial | 2200 Nunchaku 10.00 Syncronized swimming
16.00 icehockey 23.00 Cycling | 11.00 Billiards
17.00 Motorcycling magazine — | 2330 Handball 12.00 Formula One
17.30 International motorsports | 1.00 Liðugt | 13.00 Handball
report 14.00 Football
18.30 Eurosportnews 1 . 16.00 Eurofun
19.00 Handball Sunnudagur 15. mai 16.30 Karting
20.00 Billiards 7.30 Stepaerobics 17.30 Formula One
J 21.00 Boxing 8.00 Artistic gymastics 18.30 Eurosportnews 1
| 22.00 Cycling 9.00 Syncronized swimming 19.00 Speedworid
| 23.00 Sailing 10.00 Formula One - live 21.00 Boxing
0.00 Eurofun 10.30 Motorcycling magazine | 2200 Football
0.30 Eurosportnews2 11.00 Boxing 2300 Eurogolf magazine: Á