Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

komnar Ein kunngerð um um- hvørvisreglur er nú sett í gildi, og tað merkir m.a., at allastaðni skal vera reint og ruddiligt. Órudd må ikki rlongur liggja og rekast, hvorki á privatum ella almenn- um gki. Øll hava skyldu til at rudda, og komm- unan hevur ábyrgd fyri teimum almennu gkj- unum, vegum og áum. Tjarmir og hyljar skulu haldast rein, og hvalvágirnar mugu ikki dålkast. Toftir og leivdir av húsum kann kommunan geva eigaranum boð um at taka niður. Eru oljufýr ella ovnar til ampa fyri onnur, orsakað av royki, dusti ella 6ljodi, kann komm- unan krevja fyribyrgj- andi tiltøk gjørd. Dålkingarforbodini eru eisini galdandi fyri vinnuligt- og frítíðar- Skandala at niðurleggja Elektron --tí ikki ber til at menna føroyskt edv-virksemi við at flyta tað uttanlands, halda tingmenn forboðin Umhvørvisreglur eru nú virksemi. Vatnveitingarlendi mugu ikki dálkast, og løkir og áir skulu verjast móti allari dálking. Ikki ber til at byggja svimjihyljar, sum ætl- aðir eru nógvum fólki , uttan g6dkenning frá kommununi. Reglurnar eru nógvar Kommunan skal geva loyvi til húsdjórahald. Gólvfjós skulu vera stoypt. Køstar, mykjubrunnar og súrhoyggjabrunnar havasínar reglur, kirkju- garðar sínar. Eftirlitsmyndugleiki er løgreglan. Kommun- an hevur sínar efirlits- skyldur, sum hon kann leggja til kommunufel- agsskap ella Heilsufrød- iligu Starvsstovuna, sum frammanundan hevur eftirlit við komm- ununnar skyldum. aftur og fram Føroyski/Hetlendskt Vina- felag harmast, at eingin rutusigling longur er mill- um Føroyar og Hetland. Felagið hevur roynt at fing- ið okkurt samband í ag, men tað er ov kostnaðarmikið. Men nú hava fólk í Het- landi tikið seg saman fyri at koma til Føroya í summar. Bogaskjótarafelagið, leir- dúgvuskjótarar, svimjarar og kanska fótbóltsspælarar hava leigað eitt flogfar, sum tekur 30 fólk. Hetta flogfar kemur tvær ferðir til Før- oya, tann 8. august og tann 15. august. Fyri hetlending- ar ræður um at fáa fylt flog- farið. Vinafelagið hevur tí 60 ferðaseðlar til Hetlands 8. august og heim aftur úr Hetlandi 15. august. Flog- ferðin fer at kosta umleið 1800 krónur aftur og fram. Tey, sum hava áhuga fyri hesum, skulu sum skjótast venda sær til felagið, tlf. 14031. Felagið er eisini til reiðar at hjálpa við at skaffa innivist, eisini um tað eru stórri ferðaløg sum ein skúlaflokkur ella kanska ein bindiklubbi, ið hevur hug at fara til Hetlands í eina viku. Stýrið fyri Landssjúkrahúsið: Røktin tolir ikki fleiri sparingar Skal meira skerast niður á fíggjarætlanini fyri Lands- sjúkrahúsið, so skal sparast onkra aðrastaðni enn í røkt- ini. Røktin tolir ikki fleiri sparingar, sigur Kristianna Rein, formaður í styrinum fyri Landssjúkrahúsið. Stýrið viðgjørdi henda spurning á fundinum í sein- astu viku. Kristianna Rein heldur sjúkrasystrarnar vera sera tolnar, tá tær hava orkað hesar sparingar í røktini, tí trýstið á tær er sera stórt nú. Tær hava so nógv at gera, at stundir ikki so frægt eru longur sum at tosa vid sjúkl- ingarnar, og tað hevur so nógv at siga. Kristianna Rein er tals- kvinna fyri at bróta niður múrar í heilsu- og almanna- verkinum. Tað kann ikki vera beint, heldur hon, at ein sjúklingur skal fara úr sjúkrahúsinum og inn í eitt annað verk, almannaverk- ið, tá hann verður útskriv- aður. Tað hevði verið nógv betri fyri sjúklingin, um tey somu, sum vóru um hann á sjúkrahúsinum, kundu fylgt honum, til hann var frískur, og tað má eisini vera bílig- ari, heldur Kristianna Rein. randi Hvussu løgtingid kemur at virka framyvir, er enn ivasamt, men hóast tað, er líkt til, at uppskotið hjá landsstýrinum at forða fyri, at føroyskar edv-skráir verða goymdar og vidgjørd- ar uttan fyri Føroyar. Løgtingsmenn vidgjørdi uppskotid fyrr f vikuni, og flestu tingmenn tóku væl undir við tí. Mikkjal Sørensen úr Jav- naðarflokkinum vildi fegin kalla ein spaka fyri ein spaka og duldi ikki, at orsøkin til uppskotið mundi vera, at Føroya Banki fyri nøkrum ári síðani flutti alt sítt edv-virksemi av landin- um. Hann segði, at einaferð var eisini vandi fyri, at Sjóvinnubankin fór sama veg, og nú bankarnir eru samanlagdir, hevur nógv bent á, at nýggi Føroya Banki fer at hava alt sítt edv-virksemi í Danmark, og hesum vil landsstýrið forða fyri. Mikkjal Søren- sen segði, at føroyskt edv- virksemi verdur ikki ment vid at flyta tad av landinum Eisini Jógvan Sundstein tók væl undir við uppskot- inum. Fålkaflokstingmad- urin segði, at Elektron virkar væl, og at tað er einki minni enn ein skandala, um neyðugt verður at niður- leggja Elektron ella av- marka virksemið munandi. Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum helt eisini, at tað var sera umráð- andi, at vit varðveita edv- vitan í landinum so vit ikki gerast analfabetar á økin- um, sum hann tók til. Heini O. Heinesen segði seg ivast í, um bankin hevði fingið nóg greið boð úr lands- stýrinum at teir skulu halda seg til Elektron. Vandi fyri avtofting Eisini Helena Dam á Neystabø tók væl undir vid uppskotinum tí hetta kundi forða fyri, at Føroyar verða avtoftaðar á edv-økinum. Hon helt, at hetta hevur partvíst við at varðveita føroysk arbeiðspláss at gera og somuleiðis tøknifrødi, men tað hevur ikki minst at gera við at stýra egnin við- urskifti. Lóggeva fyri serstakan stovn Lisbeth L. Petersen úr Sam- bandsflokkinum ávarðaði ímoti at tingið lóggevur fyri einstakan stovn, sum talan erum í hesum førinum. Hon heitti á nevndina, sum nú fer at viðgera uppskotið, um at kanna eftir hvusu er aðra- staðni í so máta. Sambands- flokkurin fer at viðgera málið í fullum álvara, men at taka undir við uppskot- inum uttan víðari vildi hon tó ikki. , Finnbogi Ísakson, lands- stýridsmaður í fíggjarmál- um vísti aftur, at talan var um at lóggeva fyri serstakan stovn. Uppskotið skal skiljast í breiðari saman- hangi. Landsstýrismaðurin segði, at hóast tað skuldi víst seg, at Føroya Banki fer at halda seg til Elektron, fer landsstýrið ikki at taka hetta uppskotið aftur. tór.- Flestu tingmenn vóru samdir um, at tað er av allarstørsta týdningi, at vit varðveita edv-tøkni í landinum. ” = —- Ll = Dålking | Biliga til Hetlands Føroyskt / Hetlendskt Vinafelag bjóðar ferdasedl- ar í august mánaði vid flogfari fyri 1800 krónur Rótaði í húsunum Meðan sólin skein om- an og niðan Kristi himmalferðardag, sóu fólk ein bil steðga utt- anfyri eini hús við Landavegin í Havn, men eingin granni gav sær kortini far um, hvør fór inn. Hurðin var ikki læst, sjålvt um fólkini ikki vóru heima. Tá tey komu til hús. varnaðust tey, at onkur hevði ve- rið har og rótað. Hildið verður ikki, at nakað er stolið. randi Kekkarnir spøkja nú Einaferð herfyri var innbrot í Sjónleikar- húsinum í Havn. Ein pengakgssi og eitt lyklatyssi komu afturí aftur, men kekk- heftið, ið eisini varð tikid úr Sjónleikarhús- inum, sást einki til. Men nú eru triggir av kekkunum komnir aft- urí aftur. Keypt er vøra fyri hesar kekkar í stórum handlum. Kriminalpolitiið ávarar gll, at tey eiga ikki at taka ímóti kekkum frá fólki, sum tey ikki kenna, uttan so athesi kunnu prógva, at tey eiga kekkheftið. Mappan horvin Mikudagin hevur onk- ur verið í reseptiónini á Sjómansheiminum í Havn og haðani tikid eina pengamappu. Í mappuni vóru 400 krónur og ymisk papp- ír. Eitt av starvsfólkun- um á Sjómansheimi- num átti mappuna.