Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 90 — 14. MAI 1994 Síða 11 np Magni Jarnskor skjýtur fyrsta málið hjá GÍ í dystinum mikukvøldid Mynd: Hilmar Jan GÍ vísti tað besta í føroyskum fótbólti Við tennissifrum setti eitt væl samanspælt GÍ-lið úr- valsliðið upp á pláss mikukvøldid. Tað bleiv serliga sligið fast í seinna hálvleiki, tá GI vísti bóltspæl í ser- klassa, uttan at úrvalsliðið nakrantíð fekk fótin fyri seg Venjingardystur, GI-Urvalsliðið 6-1 (1-0) 1-0: Magni Jarnskor 2-0: Såmal Joensen 2-1: Súni Fridi Johannesen 3-1: John Petersen 4-1: Heini Heinason 5-1: Heini Heinason 6-1: John Petersen Um landsliðsvenjarin All- Nýggi noteraði alla tíðina Mynd: Hilmar Jan TIPS-dystir í viku nr. 20 21./23. mai 1. FCKøbenhavn-Lyngby 2 OB-Íkast 3 Silkeborg-Brøndby 4 AaB-AGF 5 Fremad Amager-Brønshøj 6 Herfølge-Horsens 7. Vejle-Næstved 8 Viborg-Ølstykke 9 Hering-Nørresundby 10. Holstebro-AB 11. Hvidovre-Esbjerg 12 Randers Freja-Birkerød 13. Helsingør-HIK landslidsvenj- arin, Allan Simonsen, . an Simonsen bert var komin til Gøtu at hyggja at teim- um, ið skuldu royna seg á úrvalsliðnum, ið hjálpar- venjarin Petur Simonsen hevði tíkið út við spælarum úr teimum feløgum, ið ikki vóru við semifinalunum í steypakappingini, var helst rættiliga soltið. Í fyrra hálvleiki griflaði landsliðsvenjarin ófgrt nið- ur á pappírið, hann hevði við sær, og tá hevði hann kanska eisini orsøk til tað, tí úrvalsliðið var rimiliga væl við og fekk eisini onkran málkjans. Men longu tá sást, at tað var gula liðið úr Gøtu, ið fekk spælið at koyra betur, og gølumenn spældu seg eisini til størstu kjansirnar. Munurin var sjálvandi, at meðan GÍ hevur eitt sera væl samanspælt lið við spælarum, ið kenna hvgnn annan út og inn, skuldu hin- ir royna at finna út av hvørj- um ødrum — og tað var ikki altíð so lætt. Gøtumenn komu á odda í síðsta minutti av fyrra hálv- leiki, tá Magni Jarnskor fór igjøgnum sjálvur og skoraði hjá Erlingi Joensen úr ÍF, ið vardi málið hjá úrvalsliðn- um sera væl í fyrra hálv- leiki. Tá hetta málið kom, var hann prísgivin og fekk valla gjørt stórt fyri at forða mál- inum, tí umframt at lúra eftir egnum kjansi, hevði Magni Jarnskor alla tíðina ein leysan viðspælara úti í høgru síðu, ið hann kundi velja at spæla, um hann ikki sjálvur kom í skotmála. Í seinna hálvleiki vardi Egin Høgnesen úr B68 úr- valsmálið, og tað gjørdist ikki nøkur løtt uppgåva— og tad serliga ikki, tå menninir framman fyri hann als ikki megnaðu atdemma upp fyri gøtumonnum, ið bert tókt- ust gerast betri fyri hvønn minutt, ið gekk av seinna hálvleiki. Seinni hålvleikur var ikki meira enn farin í gongd, tá Heini Heinason royndi seg við einum skoti, ið Egin fór út eftir, men bert fekk hend- urnar á, so Sámal Joensen kundi seta bóltin í tómt mál. Trýstið, ið GÍ nú av álvara legði á úrvalsliðið, boðaði frá, at tímaglasið helst var runnið út hjá teimum reyðu, bláu og hvítu í dystinum, men tá Súni Fríði Johanne- sen úr B68 eftir trunkaspæl framman fyri GI-målinum legði seg afturav og skoraði bleytt, tóktist úrvalsliðið at ernast eitt lítið sindur. Tað var eisini tá, at Ossur Han- sen úr B68 lobbadi upp um Jens Martin Knudsen, so bólturin kom á yvirliggjar- an og sprakk niður í vøllin — hann var innan fyri mál- strikuna, vildi onkur vera við, ið stóð beint hjá — og út- aftur í spælið. Alt bar til hjá GÍ Men tá so John Petersen bert tveir minuttir seinni varð spældur fríur av Rúna Justinussen og skoraði fyri GÍ til 3-1, fór luftin úr llum landsliðskandidatunum, og eftir hetta var tað bert GÍ, ið gjørdi nakað um seg. Og tað gjørdu gøtumenn- inir eisini við lít. Teir vístu eina sanna spæligleði av tí aðru verð, sum teir runnu fyri hvgnn annan og gjarna lótu bóltin gera stóran part av arbeiðinum. Alt eydnað- ist hjá teimum, og tað rigg- aði eisini knasandi væl. Hetta var tað frægasta fót- bóltsspælið, eitt føroyskt lið í toppformi kann borðreiða við —og tað hevur óivað eis- ini frétt ein so garvaðan fót- bóltsmann sum Allan Si- monsen atsíggja. — Tey try målini, id GI fekk aftrat, vóru at kalla øll perl- ur við framúr góðum upp- spæli. Fyrst legði Henning Jarnskor útfrá baklinjuni til Heina Heinason, ið skoraði til4-1. Síðani bleiv Rúni frí- spældur í høgru síðu og sendi innfyri til Heina, ið aftur skoraði, og at enda — tá vóru bert átta minuttir eftir Landsliðsmyndin farin at visa seg Allan Simonsen er væl nøgdur við tað, hann så um Kristi Himmalsferðarhalguna Landsliðsvenjarin helt seg vera hópin klókari um, hvørji evni hann skal taka út til landsliðshópin, tá hann um middagsleitið í gjár setti seg í flogfarið við nøsini vendari móti Danmark, har hann seinnapartin. í dag skal standa å odda fyri Vejle, ið dystast á Tingbjerg sta- dion í Keypmannahavn móti Brønshøj. — Jú, eg eri væl nøgdur við tað, sum eg havi sæð. Tá eg var til Klaksvíks- kappingina fyrr í ár hefti eg meg við nakrar leikar- ar. Nú havi eg fingið stað- fest, at nakrir teirra eru uppløgd evni til hópin, og onkrir eru komnir afturat. Dysturin í Gøtu var 6- førur. Eg hevði ikki rokn- að við at føroyskt fótbólts- lið kundi leika so væl, sum GÍ gjørdi móti úr- valsliðnum. Urvalslidid var sjálvsagt ikki saman- spælt, men har vóru nakrir leikarar, sum góvu greiðar ábendingar um, at eg skal rokna við teimum, greiðir Allan Simonsen, landsliðsvenjari frá. Hann var á Sandi til málríkan steypadyst hós- dagin. Steypakapping er altíð nakað serstakt, ikki minst tá annað liðið — sendi Magni Jarnskor inn- fyri til John Petersen, ið sendi bóltin í netið til enda- sifrini 6-1. Og við tí var ein fótbólts- uppvísingur uttan líka lið- ugur! Við eitt sindur stórri nær- lagni hevði GI vunnið ein uppaftur stórri sigur, og tað hevði kanska heldur ikki verið av vegnum, so væl sum spæli í seinna hálvleiki koyrdi hjá føroyameistar- unum. Utskiftingar á úrvalsliðn- um, ið sjálvandi ikki hevði sama útgangsstóði sum GÍ, vóru medvirkandi til, at tað ikki kundi bera so væl til at fáa spælið at hanga saman. Serliga var verjan veik. Men sigur ella ikki mundi ikki vera so avgerandi. Og Allan Simonsen fekk óivað okkurt at hugsa um aftan á dystin, sum í hvussu er var ein sera góð reklama fyri allar Gl-ararnar... hj. LOTTO viku nr. 19, 11. mai Vinnaratøl: 11 - 20 - 26 - 27-29-32 Eykatøl: 5-17 - 45 Prognosa: 6vinnaratel 5 vinnaratgl + 2.730.445,- kr. 1 eykatal 110.457,-kr. Svinnaratel 7.071,-kr. 4vinnaratøl 146,- kr. 3 v.tøl + minst I eykatal 49,-kr. Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum. frammanundan er á odda 4-1. Undirhaldið var frá- ' líkt, og nú aftaná at hava sæð hesar báðar dystirnar heldur landslidsvenjarin seg hava eina góða hilling á, hvgr skal manna lands- liðshópin upp áeinar 24 til 26 leikarar, sum skulu við á fyrstu venjingarleguna. -Tá hesin mánaðin er liðugur rokni eg við, at vit hava allar leikararnar, heldur fryntligi heims- kendi maðurin, sum vit í blaðnum týsdagin fara at hava eina longri samrødu við. -nn-