leygardagur 14. mai 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosíalutin ) Nr. 90 — 14. MAI 1994 Síða 15
— %)Til Murmansk
ÍSF-stjórnin stillar
Hanus Joensen upp
sum formansvalevni
Seinnapartin í gjár skuldi ÍSF-stjórnin hava fund,
og har var ætlanin at stilla nýtt valevni upp til for-
manssessin í staðin fyri núverandi formann, Heðin
Mortensen. Sjey av tíggju formonnum í sersambond-
unum sigast standa aftan fyri nýggja valevnið
Lagt er upp til drama-
tikk, tá ISF fer at hava
aðalfund um fáar vikur.
Í hvussu er skuldi ISF-
stjórnin hava fund í gjár
kl. 16.30, har evnid var
at stilla Hanus Joensen
upp sum formansval-
evni á aðalfundinum í
staðin fyri núverandi
formann, Heðin Mort-
ensen.
Góðar keldur, ið Tíð-
indablaðið Sosialurin í
vikuni hevur tosað vid,
vilja vera við, at tað hev-
ur eydnast teimum, ið
hava arbeitt fyri at finna
annan formann í ISF, at
fáa Hanus Joensen at
játta at verða uppstillað-
ur, samstundis sum tað
skal hava eydnast at fáa
ein meiriluta av teimum
trettan limunum i ISF-
stjórnini at taka undir
við, at Hanus Joensen av
stjórnini verður stillað-
ur upptilformansvalið á
aðalfundinum.
Sum sagt sita trettan
limir í stjórnini, og av
teimum eru tíggju um-
boð fyri sersambondini.
Í hesum stjórnarsessun-
um sita formenninir i
sersambondunum, og
tað er millum hesi tíggju
sersambondini, at tað
skal hava eydnast at fáa
meiriluta — sjey av trett-
an atkvødum — at taka
undir við, at Hanus Jo-
ensen skal verða stillað-
ur upp av stjórnini og
ikki Heðin Mortensen.
Størru sersam-
bondini ikki við
Av tí at stjórnarfund-
urin í ISF var nakrar
tímar eftir evstamark
her á blaðnum, bar íkki
til at fáa at vita, hvussu
fundurin fór fram, men
sannlíkt er, at hetta evn-
ið kann elva til mikið
kjak og kanska eisini
stríð innan ISF, tí tað
tykist samstundis vera
greitt, at umboð fyri tey
størru sersambondini
ikki taka undir vid, at
Hanus Joensen verdur
stilladur upp i stadin fyri
Hedin Mortensen.
Men Tíðindablaðið So-
sialurin fer at fylgja við
málinum og lata lesar-
arnar frætta í blaðnum
týsdagin, hvussu fund-
urin í gjár spældi av.
Arbeiðið, at finna eitt
mótvalevni til Heðin
Mortensen sum ISF-for-
mann, hevur staðið við
rættiliga leingi.
hj.
TVØROYRAR BORDTENNISFELAG:
Ungdómurin /*
uttanlands
Í summar
Átta av bestu ungu spælarunum hjá TBF fara í summar
til Danmarkar við Borðtennissambandinum, og ætlan-
in er at halda fram vid venjingarlegu í Svøriki
TBF hevur f tf undanfarna
kappingarårinum havt stóra
framgongd, og fleiri meist-
araheiti eru eisini vunnin.
Alt hetta kann felagið takka
einum sera góðum ung-
dómsarbeiði fyri.
Í summar fara átta av
bestu ungu spælarunum hjá
TBF til Danmarkar á venj-
ingar legu við Borðtennis-
sambandinum, og ætlanin
er at halda fram til Svøriki
aftaná.
Men fyri at hetta skal lata
seg gera, má fígging fáast til
vega, og ti fer Tvøroyrar
Bordtennisfelag nå undir at
skipa fyri ymiskum tiltøk-
um.
Tað fyrsta verður eitt stórt
Oyggjabingo, ið verður í
ítróttarhgllini í Trongisvági
mikudagin 18. mai, har
nógvir og góðir vinningar
vera. Eitt nú ber til at vinna
skerpikjøt, feskt kjøt, lamb
til heystar, parabolantennu,
vaskitrumlu og nógvar aðr-
ar smærri Vinningar.
— Vónandi meta fólk upp
fyri at stuðla últakinum og
samstundis ungdóminum,
so hann verður enn betur
fyri til komandi kappingar,
sigur TBF. hj.
at samráðast
Fýra mans fara sunnudagin yvir í royndini at
selja ymist fyri føroyskar fyritøkur
Fyra mans frå russiska-
føroyska felagnum Nordic
Marine Manegement fara
sunnudgain úr Føroyum
yvir til Murmansk í Russ-
landi.
Ørindi teirra eru at sam-
ráðast við russar um sam-
handil. Teir skulu tosa um,
hvat Skipasmiðjan Føroyar
kann bjóða, hvat J. K. Joen-
sen & Sonur kann bjóða, og
teir fara eisini at tosa um
møguleikarnar at royna før-
oyskar AWI bátar í Russ-
landi.
Hetta russiska-føroyska
felagið hevur latið upp um-
boðsstovu í Murmansk og
hevur ein mann í arbeiði.
Tað gongur tó væntandi ein
mánaður aftrat, til umboðs-
stovan verður góðkend.
Páll Joensen kann framm-
anundan einki siga um, hvat
teir vænta burturúr samráð-
ingunum. Ein avmarking er,
atrussar ikki hava tey bestu
ráðini. Haraftrat kostar tað
ikki einki at fara hiðani til
Murmansk við t.d. bátum.
randi
Fy vi 2 vaksin |
og 2 born við |
bili.
Ú NS ð.7 790;
ÍSLAND
ÚR HERins… å, 990, ,
UFA... 4,895;
DANA IR Fráferð 10/6,
| Í Ring tlf.
-titt ferdasamband
i 15900 og
Í hoyr meira.
Deyvafelag Foroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslands-
vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvenn dag kl. 9—11.
Telefon/telefax 17597 og telefax 41992, skrivitele-
fon tif. 0123 og bið um 16929 eila 41792.
Limafundur hvønn månadag kl. 20—23.
við útheimin |