leygardagur 14. mai 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Nr. 90 — 14. MAI 1994
Havnarkórið spennandi konsert
Í Norðurlandahúsinum í morgin
Í morgin sunnudagin kl. 16.00 hevur Havnarkórið sína summarkonsert í Norður-
landahúsinum. Skráin er fjólbroytt og åhugaverd og man vera tann kravmiklasta, sum
hevur verið løgd fyri sangararnar í kórsins 27 ára sýgu
Lagt verður fyri við gitnu
fýra sálmunum fyri baryton
solo og blandað kór eftir
Edvard Grieg (1843-
1907). Hesar fýra kórsats-
imar skrivaði Grieg stutta
tíð, áðrenn hann andaðist,
og eru teir seinasta tóna-
verkið av hansara hond.
Sálmarnir eru eftir H. A.
Brorson (1694—1764), teir
tveir upprunayrkingar og
hinir bådir enduryrkingar
eftir fyrsta av teim stóru
donsku sålmaskøldunum
Hans Thomissøn (d. 1573)
og svian, sum å latinskum
nevndi seg Laurentius Lau-
rentii (1573-1655). Solist-
ur er Lars Thodberg Bertel-
sen, sum fólk kenna aftur
frá framførslum Havnar-
kórsins av Magnificat J. S.
Bachs og Skapanini eftir Jo-
seph Haydn i Vesturkirkj-
uni á hvítusunnu í fjør.
Hvussu hámettur sangari L.
Thodberg Bertelsen er, sæst
m.a. av tí, at hóast baryton
sangari varð hann kosin til
tann krevjandi bassleiklut-
in sum Jesus í Jóhannes- og
Mathæuspassiónum J. S.
Bachs i konserthøll Tivolis i
samvinnu við heimsgitna
týska tenorsangaran og kór-
leiðaran Peter Schreier —
tann fyrra fyri tveimum ár-
um síðan og tann seinna
undir stórum fagnaði næst-
seinasta sunnudag. Annað
verkið á skránni eru teir
triggir sonevndu Madonna-
sangimir eftir P. E. Lange-
Miller (1850-1926), sum
munnu vera nakad av ti
mest umtókta úr donsku
kórromantikkini.
Millum vinir Havnarkór-
sins sum Carl Clausen, sála,
sveitsaran Willi Gohl og nú
Lars Thodberg Bertelsen
hevur ongin tónlistamaður
havt stórri týdning fyri kór-
sins virksemi enn danska
tónaskaldið Vagn Holm-
boe. Nú hann fyllir áttati-
fimm í ár, ynskir kórið at
heiðra henda sín heidurslim
við at syngja nakrar av
hansara frálíku kórsatsum
til føroyskar yrkingar. Kór-
ið endar fyrra partin av kon-
sertini við tveimum yrking-
um hjá Christiani Matras og
tveimum hjá Williami
Heinesen í týðing hjá T. N.
Djurhuus og broti úr kvæð-
inum Ólavur Riddararós í
kórsetningi V. Holmboes.
SUNDA KOMMUNA
SUND,
Kommunan hevur fingið
Sum altíð stjórnar Ólavur
Hátún Havnarkórinum —
sum hann hevur gjørt tað í
27 ár
Eftir steðgin er høvuds-
verkið á hesari konsertini á
skránni. Talan er um eitt av
merkisverkunum í europe-
iskari kørsøgu Lamento
d'Arianna eftir italska tóna-
skaldið Claudio Monte-
verdi (1567—1643), sum her
å fyrsta sinni verdur fram-
føn í Føroyum. Vit eru her
stødd afturi í sonevndu re-
naissancutíðini, einari tíð tá
ið menn høvdu ynski um at
endurføda listarliga hug-
flogid hjå gomlu griksku og
rómversku tidini. Viðvíkj-
andi griksku sjónleikunum
varð komið fram til ta iva-
leyst misskiljandi sannfør-
tónleiki afturvið. Hjålpar-
leysa turrisligar vóru fyrstu
royndimar á hesum vegi,
men við C. Monteverdi
fekk nýggja listargreinin
operan veruligt skap og
innihald. Sum vera man var
tekstinnihaldið so at siga
bert úr klassisku tíðini og tá
allarhelst úr griksku guda-
læruni. Soleiðis eisini við
operuni Arianna, har gudar
og menniskju ganga um
hvort annað, sum tó tíverri
er burturmist. Men við sín-
um meistarligakunnleika til
italska madrigalkynstrið
hevur Monteverdi við kór-
cyklusinum Lamento
d'Arianna útbygt tann part-
in í operuni fyri kór, har
kongsdóttirin Ariadna av
Kreta vid eymleika, vreidi
og sorg syngur sitt harma-
ljóð, tí atenski kongsson-
urin Teseus, sum hon i sin-
um kærleika bjargadi frå
ógvisligari glatan og aftur
til kongaligan heiður og
tign, hevur svikið hana og
laud hana vera einsamalla
eftir millum villini djór á
oydnari oyggj.
Til seinast tekur kórið
uppaftur føroyskan kórtón-
leik hjá Vagn Holmboe og
endar konsertina við trim-
um yrkingum hjá okkara
fremsta lyriska skaldi J. H.
O. Djurhuus. Seinasti av
hesum kórsatsum verður
Gandkvæði Tróndar, har
mæti høvdingin í Gøtu
Tíðindablaðið (ST,
Bertelsen loysir hesa sína
torføru uppgåvu å
føroyskum måli at syngja
hesa so kendu yrking, vera
sjálvur Getutróndur, yvir
fyri einari føroyskari áhoyr-
arafjøld.
Danski opera- og
oratoriusangarin Lars
Thodberg Bertelsen
syngur umframt kendu
Grieg-sangirnar eisini
Kvæði Tróndar á før-
oyskum
COBRA
játtaðan stuðul til ar- ing, at teir høvdu verið m typa 149
+ beiðsskapandi tiltøk fyri | frambornir syngjandi við Manarfram6gvisligt6dnar- -
eð Rg ung. veður móti útlendskum á- Heimskenda danska tóna- Borar og slær, bensin-
P gangi å Po em i ue RN is
. , si enning. nnandi vur attið sýnt fóroysku .
Ung arbeiðsleys í Sunda kommunu ltalska tónaskaldið verður se here | hvussu ns í A ;
millum 16 og 26 år kunnu tí venda sær | Claudio Monteverdi - av-— solisturin Lars Thodberg og útskrivað hóp avtón- |S2| Andreasen PF.
til kommunuskrivstovuna og fáa nærri gjørt eitt av størstu leiki til føroysk løg ||Srez 3 Horik TIL 1560
merkismonnum i
europeiskari tånleikasøgu
upplysingar um arbeidi, ætlada ar-
beiðsgongd v.m.
Áhugað eiga at siga kommunuskriv-
stovuni frå í seinasta lagi 24. mai
1994.
Leiðari til
»Ung í Arbeidi«
Søkt verdur eftir leidara til arbeids-
skapandi tiltøk »Ung i Arbeidi«.
Upplysingar vidvikjandi arbeids-
ætlanum fåast vid at venda sær til
kommunuskrivstovuna.
Umsóknir eiga at verða sendar til
kommununa í seinasta lagi 24.
| mai 1994.
i —
Å TION WILHEL
Cc
Bygdarådid