mikudagur 10. mai 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ongan hug at
vera eygleiðarar
Sambandsflokk-
urin og Javnað-
arflokkurin hava
ongan huga at
vera við til ríkis-
rættarligu sam-
ráðingarnar sum
eygleiðarar, so-
leiðis sum Jenis
av Rana úr Mið-
flokkinum skjýtur
upp
JOHN JOHANNESSEN
Teir báðir stóru andstøðu-
flokkarnir hava ikki hug at
vera eygleiðarar til næsta
samráðingarfundin
um
ríkisrættarligu støðuna.
Hetta gera teir greitt, eftir
at Jenis av Rana hevur skot-
ið upp, at andstøðan í fram-
tíðini skal vera við til sam-
ráðingarnar, sum eygleiðar-
ar. Jenis av Rana fer fyrsta
dagin at senda løgmanni
bræv við umsókn um at
geva andstøðuni eygleiðara-
støðu.
Dáma ikki hugskotið
Formenninir í teimum báð-
um stóru andstøðuflokkun-
um, Edmund Joensen og Jó-
annes Eidesgaard, halda
ikki, at tað fer at gagna and-
støðuni at vera við til sam-
ráðingarnar. Teir eru báðir
samdir um, at teir ikki
høvdu kent seg væl saman
við landsstýrinum við sam-
ráðingarborðið.
Jóannes Eidesgaard, for-
maður
Javnaðarfloksins,
heldur, at um andstøðan
skal kunnast meira um, hvat
gongur fyri seg undir sam-
ráðingarfundunum millum
landsstýrið
og
donsku
stjórnina, er tað landsstýrið,
ið skal skal syrgja fyri, at
andstøðan verður nóg væl
kunnað gjøgnum uttan-
landsnevndina.
– Høgni Hoydal og An-
finn Kallsberg hava fleiri
ferðir lagt okkum undir at
misnýta og mistulka ym-
iskt, ið skal vera farið fram
undir samráðingunum, men
eg haldi ikki, at støðan
hevði verið betur, um vit
vóru við inni í samráðing-
arhølunum, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Edmund
Joensen
er
samdur við Jóannesi Eides-
gaard. Harafturat heldur
hann, at tað ikki gevur nakra
meining, at anstøðan situr
og trónar framman fyri
samráðingarborðið
hjá
donsku stjórnini og lands-
stýrinum, tá hon onga ávirk-
an sleppur at hava á, hvat
gongur fyri seg.
– Eg eri bangin fyri, at
tað kann virka øvugt, um vit
eru við til samráðingarnar.
Tá vit sita har, kann tað sýn-
ast fyri dønum, sum and-
støðan í Føroyum stuðlar
landsstýrinum, og tað ger
hon ikki, sigur Edmund Jo-
ensen.
Bæði Jóannes Eidesgaard
og Edmund Joensen gera
vart við, at spurningurin um
eygleiðarastøðu ikki er við-
gjørdur í flokkum teirra. Tí
eru úsagnirnar teirra persón-
ligu hugsanir. Men kortini
vænta teir, at tær eisini eru
umboðandi fyri flokkarnar.
Forðar fyri
misskiljingum
Orsøkin til, at Jenis av Rana
ynskir, at andstøðuflokkar-
nir skulu fáa eygleiðara-
støðu undir restini av full-
veldissamráðingunum er, at
hann heldur hetta kann hava
við sær, at tað slepst undan,
at ymiskt, ið fer fram undir
samráðingunum
verður
misskilt.
Jenis av Rana heldur tað
ikki vera nakran trupulleika
fyri landsstýrið, um and-
støðan sleppur við til sam-
ráðingarnar. Hann vísir á, at
landsstýrið sjálvt ger av,
hvørjar ráðgevar tað hevur
við til samráðingarnar, og
tí kann tað eisini sjálvt gera
av at hava andstøðuna við.
Ætlanin er jú ikki, at and-
støðan skal vera virkin í
samráðingunum, vísir hann
á. Tískil væntar hann, at
andstøðan sleppur við til
næsta samráðingarfundin,
er hon sinnað til tess. Hetta
ætlar hann sær at práta við
Sambandsflokkin og Javn-
aðarflokkin um sum skjót-
ast.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður sigur, at landsstýrið
ikki hevur viðgjørt spurn-
ingin, um møguleiki er fyri,
at andstøðan kann vera við
til samráðingarnar. Heldur
ikki er greitt, um hetta í
roynd og veru ber til.
Formenninir í Samabandsflokkinum og Javnaðarflokkinum halda tað vera nóg mikið at
verða kunnaðir gjøgnum fjølmiðlarnar og utanlandsnevndina um samráðingarnar
Mynd: Føroyska Tíðndastovan
SVEINUR TRÓNDARSON
Virksemið á flogvøllinum
í Vágum økist alsamt.
Ferðafólkatalið er økt úr
góðum 87 túsund ferð-
andi í 1993 til góð 129
túsund í 1999, og tað sær
út til, at økingin bara
heldur á.
Seinastu hagtølini frá
Statens Luftfartsvæsen
vísa nevniliga, at tað hig-
artil í ár hava ferðast
tíggju prosent fleiri ferð-
afólk um flogvøllin í Vág-
um, enn tað gjørdu fýra
teir fyrstu mánaðirnar í
fjør.
Torfinn Jacobsen, frá
Statens Luftfartsvæsen,
staðfestir gongdina og
leggur afturat, at tað er
vøkstur á øllum økjum.
- Ferðafólkatalið er økt
munandi, men eisini talið
av fráferðum/komum og
farmi er økt, sigur hann.
Men hvør er orsøkin til
hesa ógvusligu øking?
- Tíðirnar eru sjálvsagt
munandi betri nú enn tær
vóru fyri sjey árum síðani,
men tað er ikki einasta or-
søkin. Atlantsflog hevur
nógv fleiri fráferðir og
hevur eisini nógv fleiri
ferðamál, og tað hevur, t.
d. saman við eini møgu-
ligari oljuvinnu, sítt at
siga, sigur Torfinn Jacob-
sen.
Eitt annað, sum sjálv-
andi spælir inn er, at flog-
feløgini bæði lækkaðu
prísirnar á ferðaseðlum í
apríl mánaði. Her skal ein
kortini hava tað í huga, at
príslækkingin ikki kom í
gildi fyrr enn allarseinast
í apríl mánaði, og tí er
avmarkað, hvussu stóra
ávirkan hon hevur á ferð-
afólkatalið fyri apríl. Hin-
vegin kann so væntast, at
príslækkingin fær stóra á-
virkan á hagtølini fyri mai
og juni mánað.
Best umtókta ferðamál
føroyinga hevur altíð ver-
ið Danmark, men nú tyk-
ist, sum um Ísland eisini
er við at manna seg upp í
so máta, greiðir Torfinn
frá. – Á tí farleiðini er ein
stór øking farin fram, sig-
ur Torfinn.
Um hækkingin fer at
halda torir Torfinn Jacob-
sen ikki at meta um. Hann
sigur, at hann hevur trup-
ult at gita sær, at ferða-
fólkatalið ár undan ári
kann økjast við knappliga
tíggju prosentum. - Men
sum nú er, mugu vit stað-
festa, at økingin er har,
sigur hann.
Higartil í ár hava knappliga tíggju prosent
fleiri ferðafólk ferðast um flogvøllin í Vág-
um. Tað er kortini ikki bara ferðafólkatalið
sum økist, tí so at siga á øllum økjum er
vøkstur at síggja
Stór øking í ferða-
fólkatalinum
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 89 - 10. mai 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Loftmiðlar
á fíggjarlóg
Lesarabrøv:
NÚ roknskapurin hjá Sjónvarpinum aftur
er komin fyri tingið, tí stovnurin hevur havt
hall í 1999, og neyðugt tí er við eyka-
játtan, so er eisini gjørt eitt upprit, sum
lýsir støðuna og framtíðina hjá báðum
loftmiðlunum.
UPPRITIÐ hevur Mentamála- og Undir-
vísingarmálastýrið gjørt og snýr seg ser-
stakliga um framtíðar støðuna hjá Sjón-
varpinum. Víst verður m.a. á, at neyðugt
er við at seta av á fíggjarlógini umleið 5
mill. kr. til Sjónvarpið um árið, nú inn-
tøkurnar frá spæli og síggjaragjaldi ikki
røkka til. Eisini verður víst á tørvin at gera
nýggjar íløgur í sjónvarpið til tess at kunna
liva upp til tær avbjóðingar, sum eru
frammi í tíðini tøkniliga sæð. Útgerðin, sum
SVF í dag hevur, er eisini í mongum førum
við at vera ótíðarhóskandi. Eisini verður í
uppritinum mælt til, at útvarpið kemur á
fíggjarlógina so ella so.
VIT kunnu so spyrja, hvussu slík broyting
í peningaligu viðurskiftunum hjá stovn-
unum fer at ávirka teirra støðu í samfel-
agnum sum óheftur fjølmiðil. Tað hevur
uppritið so eisini viðgjørt og leggur stóran
dent á at hava vatntøtt skott millum játt-
andi myndugleikarnar og stovnarnar, so-
leiðis at skilja, at tann jounalistiska við-
gerðin og útveljingin er óheft av skiftandi
almennum myndugleikum og leiðslum.
HIGARTIL hevur gongdin verið tann, at
eitt nú ein stovnur sum Útvarp Føroya
hevur kunnað virkað púra óheft av stýr-
andi myndugleikunum. Ein nevnd vald av
løgtinginum hevur verið hægsti mynd-
ugleiki, tá umræður programval ol. Nú
bendir so á, at hetta er við at broytast,
soleiðis at útvarpið sum stovnur kemur at
liggja beinleiðis undir Fíggjarmálastýr-
inum, og hetta kann vera sera óheppið
fyri stovnin, tá hugsað verður um, at hann
nú vil vera meira bundin at einum ávísum
politiskum myndugleika, sum tá hevur
møguleika at ávirka virksemi hjá stovn-
inum. Vit mugu gera okkum greitt, at hóast
loftmiðlarnir eru tveir almennir stovnar, so
eru teir kortini heilt øðrvísi enn aðrir al-
mennir stovnar m.a. út frá tí, at teir eisini
skulu kunna hava eftirlit við øllum teimum
avgerðum, sum verða tiknar á politiskum
stigi.
VIT hava áður víst á, at loftmiðlarnir eru
so týðandi mentanarstovnar, at teir mugu
fáa pengar á fíggjarlógini. Tað meina vit
framvegis. Men tað má vera gjørt við skili,
soleiðis at politikararnir harvið ikki fáa
ávirkan á tað journalistiska.
So komu tey heim aftur frá
hesum samráðingarumfari,
landsstýrisumboð og em-
bætismenn, men úrslitið,
hvussu við tí?
Jú, tey siga seg vera nøgd,
summi tó við eitt sindur iv-
andi smíli og spakari rødd.
Men eftir almennu tíðindu-
num at døma, so er onki nýtt
komið fram, sum tey ikki
høvdu hoyrt frammanundan
herheima, og tí kunnu vit í
andstøðuni undrast yvir, hví
tey fyrst gjørdust so bilsin
á fyrsta umfari í marts mán-
aði, og so aftur bilsin hesu
ferð.
Fyrireikingarnar
og fyrra umfar
Kynstrið at venda øllum
við, viðgera mál uppeftir og
niðureftir og aftur og fram,
og at burturforklára, dugir
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður, sum ongin annar, og
soleiðis hepnast tað honum
ofta at benda kjakið aðrar
vegir, so tann, ið hevur hug
at spyrja, hevur gloymt hvat
hann veruliga hevði hug at
spyrja um.
Men vit mugu fyri alt í
verðini ikki gloyma, at
landsstýrið, umboðað av
øllum trimum flokkum,
fór til Danmarkar eftir ein-
um fullveldi.
Tað sum tey vildu hava,
var, at saman við fullveldi-
num skuldu tey eisini hava
bæði uppí posa og sekk. Vit
skuldu hava danskan pen-
ing, sum vit skuldu liva væl
av, so vælferðin ikki lækk-
aði, og annars fór alt annað
bara at halda fram sum hig-
artil, og tey rættindi sum vit
vildu varðveita, tey fóru vit
sjálvandi at varðveita. Tað
hevði Høgni Hoydal fortalt
Annfinni Kallsberg og Hel-
enu Dam á Neystabø, og so
fór tað at verða so. Søgdu
tey!!.
At vit í andstøðuni høvdu
dittað okkum at kalla sam-
ráðingaruppleggið óveruligt
og dreymakent, varð avvíst
og skírt sum ræðumyndir,
sum vit blakaðu í høvdið á
hinum, at grava skotgravir
o. a. m., fyri ikki at tala um
undirbrotligheit. Men okk-
ara viðmerkingar vóru tær,
at eitt mark fór at vera fyri,
hvat danir fóru at góðtaka,
tá teir hoyrdu um føroysku
fullveldisætlanir, ið teir
skuldu gjalda, soleingi vit
vildu hava tað.
Viðmerkingar løgmans,
tá tey komu heimaftur,
vóru: ”Vit vóru ov góðtrún-
ir”. At júst hann, Helena
Dam á Neystabø og Høgni
Hoydal, viss í trúnni og við
einum yvirberandi smíli
áðrenn
samráðingarnar
søgdu : ”Vit eru væl fyri-
reikaði, vit hava gjørt eitt
gott forarbeiði, og nú eru
tað vit, sum seta dags-
skránna” tað var minni tos-
að um.
Annað umfar
Hesu ferð gekk alt so avbera
væl, sigur løgmaður, tí hesu
ferð sluppu tey at siga nak-
að!!!
Men, tá tey verða spurd
nærri, eru ”signalini” eitt
sindur ymisk Tá løgmaður
nærmast umberandi sigur,
at samráðingar ikki rættiliga
eru byrjaðar enn, so leggur
landsstýrismaðurin í sjálvs-
stýrismálum tað fram nær-
mast sum vunnin rættindi,
og ”rættindi er ikki bara
nakað sum man fær – men
nakað sum man vinnur”
sambært Høgna Hoydal í
sendingini
Krosskast.
Hann kundi líka so væl lagt
aftrat ”og sum man kann
spæla sær av hondum”, tí
tað er tað, sum Høgni Hoy-
dal er í ferð við at gera. Og
Helena Dam á Neystabø er
farin at bakka og tosar nú
um ”at tað má taka ta tíð,
tað tekur.
Men tað, sum vit hoyrdu
danska statsministarin siga
var, ”vi er enige om, at vi
kun er enige, når vi er enige
om det hele”, og tað er so
uppaftur nakað annað!
Okkara mál.
Okkara mál má vera, at vit
als onga skiftistíð skulu
hava. Vit skulu gloyma alt
um skiftistíð. Sjálvsstýrið í
Føroyum skulu vit sjálvi
menna í samráð við hin
partin av ríkinum, og vit
skulu gjalda fyri tað sum vit
yvirtaka, og vit skulu yvir-
taka tað, vit kunnu og orka,
og vit skulu verja vælferð-
ina í Føroyum.
Orðingin hjá Høgna Hoy-
dal Evsta Vald, sum hann
hevur stjórnað landsstýri-
num at syngja í einraddað-
um kóri seinastu tvey árini,
er agnið sum sær dragandi
út, men sum vit mugu ávara
øll móti at svølgja.
Lisbeth L. Petersen,
Sambandsflokkurin
Hatta var so annað umfar
Ein lítil heilsan til Jóanes Eidesgaard
formann Føroya Javnaðarfloks
Í kjakinum um tað føroyska
fullveldið hevur tín støðu-
takan verið røtt - at allar
broytingar í stýrisskipanini
skulu gerast innan fyri ríkis-
felagsskapin - og eru vit 75-
80% av limum floksins sum
taka undir við hesum, og eru
tær takksamir herfyri.
Formaður
Tjóðveldis-
floksins stríðist øgiligt fyri
fullveldinum, hann er hug-
sjónarmaður, og hoyrir tað
ungdóminum til at seta sær
høg mát, hóast hesi ofta ikki
kunnu røkkast.
Men hetta kann haraftur-
ímóti ikki sigast um ein
annan fyrrverandi politikk-
ara, Jógvan Sundstein, sum
í Sosialinum 4. mai mælir
til at kvetta beinanvegin og
at gera tað óansæð, hvussu
stutt skiftistíðin er. Ongin
argumentatión fyri serkøn-
um monnum og ørskapi í
hesum rína við hendan
mann og tá ið hansara pol-
itisku kvalifikatiónir óivað
hava verið á sama støði í
80‘unum, har hann sat
frammaliga í politikki, er
tað ikki at undrast yvir, at
allur búskapur her bleiv
kollrendur. Við sínum úttal-
ilsum sýnist tað, sum um
hann ynskir okkum hesa
somu lagnu einaferð enn.
Ikki eru tað hugsjónir, men
heldur undirlutakenslur, ið
gartera í Jógvani Sundstein.
Hetta skilja vit øll, sum sóu
eina samsending Sjónvarp
Føroya hevði við danskt
sjónvarp fyri nøkrum árum
síðani, har Kirstin Jacobsen
fór við hesum manni, sum
ein mamma tuktar ein
óargaligan smádrong.
Kósin formaður Javnað-
arfloksins leggur her, er
tann rætta.
Leif Nolsøe, Sørvágur
Stúgvandi full Dómkirkja
Tað er hon sum oftast, men
í dag var nakað serligt.
Emma las inngangsbøn-
ina og neyvan hevur inn-
gangsbønin vera biðin
meira inniliga – hart og
týðiligt – enn í dag.
Takk fyri góða Emma.
Hetta var ein vanlig
gudstænasta, men tað, sum
var øðrvísi, enn vanliga
dagar, var at tað vóru
menningartarnað,
sum
gjørdu tænastu saman við
dómpróstinum.
Javni hevur skipað fyri
einum
mentunartiltaki
seinasta vikuskifti – at gera
tey
menningartarnaðu
meira sjónlig. Og sanniliga
var hetta prikkurin yvir i-
ið. Signað veri tit, ið hava
lagt nógva orku í hetta til-
tak.
»Tað, sum tit hava gjørt
ímóti einum av mínum
minstu, tað hava tit gjørt
móti mær«.
Eg sigi fyri meg, at hetta
var ein vælsignað løta í
Havnar kirkju. Ikki minst
tann løtan, tá Elin sang.
Eitt var klárt, at tey bæði
Jóannis, sum hevur klaver-
fylgispæli, hava sungið og
spælt saman fyrr, tí so gott
samspæl var teirra millum.
Tann spontana gleðin sum
var í sanginum nam hvørt
einasta hjarta.
Stóra tøkk eiga tit fyri
dámin, tit settu á gudstæn-
astuna. Eivind las epistulin
og Petur Jakku las evan-
geliið, takk fyri báðir tveir.
Útgangsbønina
las
Símun Petur, og hóast
mikrofonin var flutt, so
hoyrdu vit hansara sterku
rødd – væl og virðiliga.
Hesin dagur er ein perla,
sum vit fara at minnast aft-
ur á við miklari gleði og
tøkk.
Tøkk til tykkara, sum
tóku hetta stig og vælsign-
að veri tit sum gjørdu dag-
in til eitt varandi minni.
Hanna Lisberg