mikudagur 10. mai 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 89 - 10. mai 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 89 - 10. mai 2000
SUMMARTÍD-
SUMMARTÍD-
201.
Titan.
Skøvufrítt
safirglas.
1098-
202.
Titan.
898-
203.
Titan.
898-
204.
Titan.
1098-
211.
Titan.
1248-
212.
Titan.
1098-
214.Titan.
998-
215.Titan.
898-
216.
Titan.
898-
217.
Titan.
898-
Titan - lætt og vakurt!
301.
Titan.
Alarm/chrono.
10 atm.
1398-
302.
Titan. 5 atm.
Skøvufrítt
safirglas.
1098-
303.
10 atm. Skøvufrítt
safirglas. Titan/PVD.
1098-
Titan. 998-
311.
Titan.
10 atm.
998-
T I T A N
Sterkt sum bara...
STOP & GO!
STOP & BUY!
312.
Titan.
10 atm.
898-
SUMMARTÍD-
314.
Titan.
N†TT.
1098-
313.
Titan
N†TT.
1098-
SMS
Tel 35 35 35 · Fax 35 35 36
E-mail: tryarin@post.olivant.fo
Avloysaraskipið hjá
Smyrli er nú funnið
– Skipasýnið hevur nú góðkent skipið og í dag fer manning hjá Strandferðsluni
til Onglands eftir tí. Hetta var eisini í allar síðstu løtu, sigur Strandferðslan
Tað er nú greitt, at hetta verður skipið, sum skal sigla fyri Smyril ímeðan hann er á beding í summar. Skipasýnið hevur
góðkent tað og í dag fer manning hjá Strandferðsluni eftir tí, har tað liggur í Liverpool í Onglandi.
ÁKI BERTHOLDSEN
Nú er tað endiliga greitt,
hvat skip skal avloysa
Smyril í rutusiglingini ímill-
um Suðuroynna og Havn-
ina, í meðan Smyril er á
beding á Skála.
Talan er um ensku ferj-
una,
„Claymore“,
sum
stóra, enska felagið, P&O
eigur. Men hetta var eisini
avgjørt í allar seinastu løtu
at tað eydnaðist at finna eitt
skip, tí tað er longu
mánadagin, at Smyril fer á
beding.
Tað eru nakrir dagar síð-
ani, at Strandferðslan fekk
eyga á „Claymore“ og
síðani hava nógv fólk, bæði
hjá Strandferðsluni, hjá
P&O og skipsmeklarar fyri
at fáa leigusáttmálan í lag.
Nú er tað komið hartil, at
Skipasýnið hevur góðkent
skipið og í gjár varð arbeitt
við at leggja seinastu hond
á ein leigusáttmála.
Men Reidar Nónfjall,
stjóri á Strandferðsluni,
væntaði ikki, at hetta fór at
verða nakar trupulleiki.
Tíðliga í gjár var longu
avgjørt, at einir 10-11 mans
hjá Strandferðsluni skuldi
fara til Onglands í dag eftir
„Claymore“, og sigla hana
til Føroyar, her hon verður
sett í rutusigling mánamorg-
unin.
Leigusáttmálin er komin
so mikið langt undir land,
at onglendingar eru longu
farnir at fyrireika fráferðina.
Motorarnir eru við at
verða settir ígongd og stólar
og annað er fingið umborð.
300 fólk og 50 bilar
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni, sigur, at
hetta var einasti møguleiki
yvirhøvur, at fáa eitt brúki-
ligt
avloysaraskip
fyri
Smyril.
Skip, sum hava verið
nógv betri hóskandi enn
„Claymore“ hava staðið
Strandferðsluni í boði, men
tað hevur ikki borið til at
tikið av tilboðunum, tí
Strandferðslan hevur ikki
havt nóg mikið av peningi
at arbeitt við.
Og tað er ikki fyrrenn
beint nú, at tingið hevur játt-
að Strandferðsluni meiri
pening, hóast stovnurin
gjørdi vart við trupulleikan
fyri meiri enn hálvum ári
síðani.
Men Reidar Nónfjall
heldur, at “Claymore“ er eitt
brúkiligt avloysaraskip, hó-
ast tað langt í frá er so væl
hóskandi, sum onnur skip,
ið tað hevði borið til at fing-
ið, um tingið hevði havt
játtað peningin fyrr.
– Eg hugsi mest um,
hvørjar avleiðingar, tað
hevði havt, um vit ikki fingu
hetta skipið. Og tað er púra
greitt, at fingu vit ikki hetta
skipið bleiv onki avloysara-
skip fyri Smyril yvirhøvur,
og tað hevði ein vanmlukka
fyri Suðuroyingar.
Umboð fyri Strandferðsl-
una hava verið í Liverpool
og hugt kannað ferjuna og
tey lata bara væl at sum so.
–“Claymore“ er í góðum
standi og er væl hildin í allar
mátar.
Tað siglsti inntil fyri
einum mánaða síðani.
Men tað er væl minni enn
Smyril. Tað tekur 300 fólk
og 50 persónbilar, ella sjey
treylarar uppá átta metrar
hvør.
Talan er sostatt um eitt
kombinerað ferðamanna-
og farmaskip.
„Claymore er 78 metrar
langt og tað siglur 14 míl.
Tvs, at tað hevur
hálvan triðja tíma um
ferðina ímillum Tvøroyri og
Havnina.
Men tað er 18 metrar
breitt og er sostatt tveir
metrar breiðari enn Smyril.
– Samstundis hevur tað
stabilisatorar, so tað er ikki
eitt skip, sum rullar illa,
sigur Reidar Nónfjall.
Til samanberingar kann
nevnast, at Smyril tekur 110
bilar og yvir 600 ferðafólk.
Hinvegin tekur Dúgvan
bara 38 bilar, ella 5-6 treyl-
arar. Men afturfyri tekur
hon 352 ferðafólk, og tað
eru 52 fleiri enn „Clay-
more“.
Stjórin á Strandferðsluni góðar vónir:
Fer at ganga
við lagaligheit
– Ímeðan Smyril er á beding, verður tað ikki altíð, at fólk
fara at sleppa at ferðast ímillum Suðuroy og Havnina, tá ið
tey hava ætlað sær, sigur Reidar Nónfjall
ÁKI BERTHOLDSEN
– Eg vænti ikki ruðuleika.
– Men
ivaleyst
verður okkurt, sum verður
fólki til forargilsi.
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni, heldur, at
tað fer at fer at ganga, at
hava „Claymore“ í rutusigl-
ing ímillum Havnina og
Suðuroynna, ímeðan Smyril
er á beding í einar seks vik-
ur.
Hann sigur, at hóast Clay-
more er væl minni enn
Smyril, skuldi hann nøkta
tørvin á Suðuroyarleiðini.
Men hann sigur eisini, at
skal tað ganga, skal eitt
sindur av lagaligheit til.
Eitt nú ivast hann ikki í,
at tað verður onkuntíð, at
tað ikki fer at bera til hjá
fólki at sleppa aftur og fram
akkurát tann túrin tey hava
ætlað.
Hann sigur, at tað er av-
gjørt, at „Claymore“ skal
sigla tvær ferðir um dagin,
hvønn dag í viku.
–Sostatt fáa vit flutt 600
ferðafólk og 100 bilar um
Suðuroyarfjørð um dagin
og tað eigur at nøkta tørvin
yvirhøvur.
Hann sigur, at vanliga eru
ikki meiri enn 250-300 fólk
við Smyrli eitt fríggjakvøld
ella eitt sunnukvøld, so
vanliga skuldi tað borið til
við Claymore.
Hinvegin sær hann ikki
ljóst uppá møguleikan at
sigla ein triðja túr um nátt-
ina.Tað fer at krevja eina
heilt aðra tilrættislegging, tí
tá skal so ómetaliga nógv
annað í sving afturat.
Spurningurin verður, hvat
vit gera, tá í okkurt serligt
er á vási, sum fer at bera í
sær, at nógv fólk skal ferð-
ast.
Tað kann verða ein
stevna, ein ítróttarhending,
ella okkurt annað.
Eitt nú hevur verið ætl-
anin, at hornorkesturstevna,
skal verða í Suðuroy, eitt av
næstu vikuskiftunum og tað
verður bæði Norðyarstevna
og aðrar stevnur við, ímeð-
an Smyril er á beding.
– Tá mugu vit bara vóna,
at fólk vilja laga seg til tær
broyttu umstøðurnar og at
tey spjaða seg eitt sindur út
á fleiri túrar, so at ikki øll
fara ísenn.
– Eitt nú kann hugsast, at
summi fara hóskvøld og
gista eina nátt eyka, og onn-
ur fara fríggjamorgun, í-
staðin fyri at øll troka seg
saman um túrin fríggja-
kvøld.
Hinvegin ætlar Strand-
ferðslan at gera, hvat hon
kann fyri at Smyril skal
verða tøkur aftur á Jóanøku,
seinast í juni.
Raðfestast høgt
Strandferðslustjórin heldur,
at tann stóri spurningurin
verður, hvussu „Claymore“
fer at klára at flyta allan
tann nógva farmin, sum er
at flyta ímillum Suðuroynna
og Havnina.
–Í fyrsta lagi mugu vit
vóna, at fólk fara at aftra
seg við at taka bilin við, so
at tað verður minni at føra
av teirri orsøk.
– Men harafturat mugu
vit so umhugsa at lýsa nakr-
ar túrar at vera farmatúrar
burturav, so at fólk vita, at í
hvussu so er teir túrarnar
skulu tey ikki vænta at fáa
bilin við sær.
Hann hugsar fyrst og
fremst um túrin av Tvøroyri
til Havnar hóskvøld, tá ið
tað er nógvur fiskur við,
sum skal til Danmarkar við
Norrønu.
Í øllum førum er tørvurin
hjá vinnulívinum eitt mál,
sum vit fara at raðfesta h-
gt, sigur strandferðslustjór-
in.
Strandferðslan fer fyrsta
dagin at lýsa, hvussu ferða-
ætlanin verður ímillum
Suðuroynna og Havnina í-
meðan Smyril er á beding.
–Vónandi fara fólk eisini at laga seg til tær broyttu um-
støðurnar á suðuroyarleiðini, sigur Reidar Nónfjall