Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mai 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 89 - 10. mai 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 89 - 10. mai 2000 Søkt verður eftir skrivara til P/F Atlantic Petroleum. Virksemið felagsins er nú vorðið so umfatandi og fjøltáttað, at neyðugt er at seta fólk til at taka sær av dagliga arbeiðinum á skrivstovu felagsins. Skrivarin skal hava um hendi dagliga raksturin av skrivstovu felagsins, so sum: • Avgreiðslu av posti og telefon • Samskipan av samskifti við feløg og almennar myndugleikar • Saman við stjóranum at leggja fundir til rættis • Fyriskipan av journalisering og arkivering av tilfari felagsins • Framleiðslu av ymiskum framløgutilfari og skrivligum tilfari Førleikakrøv Vit ímynda okkum, at skrivarin hevur hesar førleikar og eginleikar: • Góðar samskiftisførleikar á føroyskum og enskum • Vera vandur nýtari av KT herundir, Microsoft Office, Internet o.s.fr. • Hevur evnir at samskipa og raðfesta arbeiði • Hevur sjálvstøðugan arbeiðshátt, og megna at síggja hvat neyðugt er at gera • Góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða eitt sera spennandi, mennandi og fjølbroytt arbeiði í einum ungum føroyskum felag, ið samstarvar við altjóða fyritøkur um oljuleiting við Føroyar. Skrivarin fær stóra ávirkan á menningina av arbeiðinum, og í hesum liggur stórur møguleiki fyri persónligari menning. Talan kann eisini verða um niðursetta arbeiðstíð. Løn eftir avtalu. Starvið verður at seta skjótast gjørligt. Umsókn við prógvum, CV og hartilhoyrandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. mai 2000. Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Wilhelm Petersen á telefon 350100. Skrivari til Atlantic Petroleum Atlantic Petroleum Atlantic Petroleum/Atlants Kolvetni varð stovnað, við tí fyri eyga at luttaka í oljuleiting og framleiðslu við Føroyar, og í øðrum lagi uttan fyri Føroyar. Felagið hevur í dag, við meira enn 2000 partaeigarum, ein partapening uppá kr 46.250.000. Allur partapeningurin er á føroysk- um hondum. Atlantic Petroleum er partur av samtakinum The Faroes Partnership og tekur lut í fyrsta føroyska útbjóðingarumfarinum, saman við oljufeløgunum Amerada Hess, British Gas og DONG. P/F Atlantic Petroleum Bryggjubakki 4 Postrúm 1228 FO 110 Tórshavn e-mail: wilhelmp@petroleum.fo www.petroleum.fo A t l a n t i c P e t r o l e u m stephanssons hús Partafelagið Gulin í Havn fekk herfyri ein stóran aliflaka úr Noreg. Flakin skal loysa gomlu plastikringarnar av í Nólsoyarfirði EDVARD JOENSEN Nýggju alibúrini, sum verða at síggja á føroyskum firð- um og sundum í framtíðini, verða byggisett, har til ber at skoyta uppí, so hvørt sum tørvur er. Gomlu aliringarnir, sum vit kenna, hvørva smátt um smátt, og nýggjar støðir koma í staðin. Við Vestaru Bryggju í Havn hevur ein flaki ligið seinastu tíðina. Tað er ein alistøð, sum Gulin í Havn hevur keypt úr Noreg og sum ætlaður er til aling í Nólsoyarfirði. Bogi Jacobsen, stjóri á Gulanum, sigur, at hesin flakin, teir hava fingið úr Noreg, er sveisaður í Pól- landi. Hann er av sama slagi sum teir, ið nýttir verða í eitt nú Noreg, Kanada og Skotlandi. Men hann er gjørdur væl sterkari fyri at klára umstøðurnar í Nóls- oyarfirði. Hesin flakin hjá Gulanum er ein eind við fýra búrum og fóðurgoymslu, sigur Bogi Jacobsen. Hann er gjørdur soleiðis, at til ber at byggja aftrat, tvey og tvey búr, um tørvur er á tí. So- leiðis verður gjørt í Vest- manna, greiðir Bogi Jacob- sen frá. Har hava teir eisini fingið ein nýggjan flaka, sum verður settur upp í Aliflakin hjá Gulanum er líka stórur sum stóru rækjutrolararnir (Mynd: Jens Kristian Vang) tann, sum frammman undan liggur har. Eisini í Hvannasundi er ein slík støð, veit Bogi Jac- obsen at siga frá. Flakin, sum Gulin nú hev- ur fingið, fer at rúma um- leið 150 til 200 tonsum av laksi í hvørjum búri. Fóð- urgoymslan tekur 100 tons. Tað er tað, sum brúkt verður um vikuna, sigur Bogi Jacobsen. Flakin er eisini útgjørdur soleiðis, at flutningsskipið, sum kemur við fóðrinum, leggur beinleiðis at bryggju- ni, sum gjørd er á flakanum. Hesin nýggi flakin fer at loysa nakrar av gomlu plast- ikringunum av. Tað fer at verða rættiliga nógv arbeið- sligari, sigur Bogi Jacobsen. Ein trupulleiki, teir høvdu í Nólsoyarfirði, var, at tað var eitt sindur torført at fáa nótirnar í teimum smáu ringunum at standa ordiliga í stryeminum. Hetta vænta teir fer at vera munandi bet- ur nú, sigur hann. Samlaða ársframleiðslan hjá Gulanum er umleið 2.000 tons av laksi. Eisini hava teir smoltstøð í Svínoy, har teir ala eina millión smolt árliga, um- framt at teir eisini hava á- hugamál aðrastaðni. Eitt nú í kryvjivirkinum á Strond- um, sigur Bogi Jacobsen. Byggisett í Nólsoyarfirði Hernaðarkanningin skal halda fram Løgtingið fer væntandi at lata løgmansskrivstovuni 400.000 krónur, so hernaðarkanningin kann halda fram EYÐUN KLAKSTEIN Arbeiðið at kanna hernað- arligu støðu Føroya undir kalda krígnum skal halda fram, og tí skal løgmans- skrivstovan hava eina eyka- játtan. Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum um, at løgmansskrivstovan skal hava eina eykajáttan upp á 400.000 krónur, og í gjár skuldi tingið hava 2. við- gerð av eykajáttanarlógini, sum hendan eykajáttan er partur av. Tað var væntandi, at løgtingið fór at samtykkja hesa eykajáttanarlóg. Nógvar kanningar eru longu gjørdar av hernaðar- ligu viðurskiftunum hjá Føroyum, men hesar kann- ingar eru fyrst og fremst gjørdar í Vesturheiminum – í USA, Danmark og Før- oyum – og tað er ikki nøkt- andi, heldur løgmaður. Hann vil eisini hava eina kanning av skjalagoymslum eystanfyri, og tað er hetta arbeiðið, sum nú skal setast í gongd. Mátti útseta kanningina Í upprunaliga uppskotinum til fíggjarlóg fyri ár 2000 var hernaðarkanningin tikin við, men játtanin til løg- mansskrivstovuna varð skorin við eini hálvari milli- ón, og tí var neyðugt at bíða við onkrum ætlanum. – Tey einastu arbeiðini, sum ikki vóru sett í gongd, vóru framhaldið av hernað- arkanningini og útoyggja- nevndin. Tí mátti veljast millum hesi bæði, og vit hildu tað vera rættast, at lata arbeiðið hjá útoyggjanevnd- ini fara í gongd, sigur An- finn Kallsberg, løgmaður. Henrik Old, løgtingsmað- ur, setti 7. apríl løgmanni fyrispurning um málið, og í svarinum til hendan fyri- spurning segði Anfinn Kallsberg, at æltanin alla tíðina hevði verið at gjørt kanningar eystanfyri, men at arbeiðið mátti útsetast, tí pengar vóru ikki tøkir. Aðalorðaskifti útsett Løgmaður svaraði eisini Henriki Old, at hann ætlaði sær at søkja løgtingið um eykajáttan til hesa kanning, tá aðalorðaskifti hevði verið um Svørtubók, sum var úrs- litið av fyrstu kanningu- num. Men tað hava verið so nógv aðalorðaskifti í løg- tinginum í vár, at løgmaður og løgtingsformaðurin av- gjørdu at bíða við orðaskift- inum um Svørtubók til næstu tingsetu. Hetta orða- skifti verður tí ikki fyrr enn um fýra mánaðir. Hesum skal eykajáttanin ikki at bíða eftir, og løg- maður hevur tí longu søkt løgtingið um eykajáttan, so farast kann undir at finna skjøl í eystureuropeiskum skjalagoymslum. Nógvar av hesum skjala- goymslum hava mest sum staðið víðopnar seinastu árini, men eingin hevur enn gjørt miðvísar kanningar av, hvørji skjøl eru at finna um føroysk viðurskifti í hesum goymslum. Men løgmaður heldur, at tað hevði verið áhugavert at fingið staðfest, hvør eystur- europeiska ávirkanin í Før- oyum var undir kalda kríg- num. Broyta arbeiðs- gongdina Tá kanningar vóru gjørdar vestanfyri, syrgdi ein stýris- bólkur fyri hesum arbeiði. Í bólkinum sótu Rúni Joen- sen, sum var formaður, Jákup Thorsteinsson, Jóan- nes Dalsgaard og Jóan Pauli Joensen. Hesin bólkur fekk so hjálp frá serfrøðingum til at gera kanningar. Løgmaður sigur við Sosialin, at nú kanningarnar verða settar í gongd aftur, verður arbeiðið skipað øðr- vísi, men hann kann ikki siga, hvussu tað verður, tí endaliga avgerð er ikki tikin um tað enn. – Men vit vóna, at arbeið- ið kann setast í verk longu hesa vikuna, sigur Anfinn Kallsberg. Hann sigur eisini, at játtanin upp á 400.000 krón- ur í ár bara er nóg mikið til at seta arbeiðið í gongd. Tað skulu fleiri pengar til, fyri at kanningararbeiðið skal gerast liðugt. Seinast tók tað meira enn trý ár, frá tí at løgtingið sam- tykti, at kanningar skuldu gerast, til almenna frágreið- ingin var klár. eyka eykasýning í kvøld kokkan 22.00. Tá vit tosaðu við Klaks- víkar Sjónleikarfelag á døgurða í gjár, vóru longu 100 atgongumerki seld til seinnu sýningina í kvøld. – Hetta er ótrúligt Higartil hava umleið 3.200 fólk sæð leikin, og talan er um best umtókta leikin hjá Klaksvíkar Sjónleikar- felag nakrantíð. Einasti leikurin hjá sjón- leikarfelagnum í Klaksvík, sum kann sammetast við Seks í pyjamas, er Landa- strokið, sum varð spældur í 1982, tá fólk framvegis ikki høvdu fingið sjón- varp. Men nú slær Seks í py- jamas øll met. – Hetta er heilt ótrúligt, sigur Adelborg Linklett, sum er ein av leikarunum í leikinum, og sum hevur spælt sjónleik í nógv. – Eg havi ongantíð áður upplivað slíkan áhuga fyri einum leiki, og nú ganga vit sum í einum rúsi av hesum, sigur hon. Leikurin hevur fingið fram úr góð skoðsmál alla staðni, har hann hevur ver- ið sýndur, og sýningarnar kring landið hava víst, at tað er ov mikið at flenna undir leikinum. Um vikuskiftið fer Klaksvíkar Sjónleikarfel- ag til Suðuroyar at spæla Seks í pyjamas. Spælt verður í Royn-høllini í Hvalba fríggjakvøldið og leygardagin. EYÐUN KLAKSTEIN Tað var beinanvein útselt til eykasýningina av skemtileikinum, Seks í py- jamas, sum verður á Oyr- arbakka í kvøld. Klaksvíkar Sjónleikar- felag spælir í løtuni hend- an leikin, og í vikuskifti- num høvdu tey fýra sýn- ingar fyri fullum húsum á Oyrarbakka. Samanlagt vóru næsta 1000 fólk til leikin um vikuskiftið. Framvegis vóru tað fólk, ið ikki fingu atgongu- merki, og tí varð avgjørt av hava eina eykasýning í kvøld klokkan 19.00. Tey 250 atgongumerkini til hesa eykasýningina vóru seld alt fyri eitt, og tí varð avgjørt at hava eina Neyðugt við eyka eykasýning Tað var beinanvegin útselt til eykasýningina av Seks í pyjamas á Oyrabakka í kvøld, og tí verður ein eyka- sýning afturat í kvøld SVEINUR TRÓNDARSON Sløkkiliðið og løgreglan løgdu til brots um vikuskift- ið, tí ein automatisk fráboð- an var komin til sløkkiliðið um, at trýstið í sprinklara- anlegginum fall. Tá so er, boðar skipanin sjálv brand- støðini frá, og tí fór sløkk- ilið mansterkt av húsi. Men alt til onga nyttu, tí eldur var tíbetur eingin. Orsøkin var tann, at vatnmenninir hjá býráðnum arbeiddu upp á vatnleiðingina í økinum kring Tinganes, og tí fall trýstið í sprinklaraanleggi- num. Bjarni Thomsen, stjóri á Vaktargarðinum, sigur við Sosialin, at tað er sera ó- heppið fyri hansara virkið, at ein slík fráboðan verður skrásett, sum falskur alarm- ur, tí teir hava eisini upp- gávur úti í Tinganesi. - Vit hava tjóvaríalarm og roykávaringarskipan í Ting- anesi, og tá tað verður skrá- sett sum falskur alarmur, so kann tað síggja út, sum virkaði okkara skipan ikki eftir vild. Tað er ikki tað, sum var orsøkin, sigur Bjarni Thomsen. Hann vísir á, at roykávar- ingarskipanin boðar frá nógv fyrr enn sprinklara- skipanin, og tí kann ein slík útsøgn koma illa við hjá honum, sum selir roykávar- ingarskipanir. - Munurin millum royk- ávaring og sprinklara er, at roykávaringin fer í gongd einar tíggju minuttir áðrenn sprinklarin. Tað gevur sløkkiliðnum møguleika at koma á staðið í so góðari tíð, at eldurin ikki rættuliga hevur fingið fatur á. Hin- vegin fer ein sprinklari í gongd, so oysir hann vatn á eldin alla tíðina, og vatnið kann eisini gera stóran skaða, sigur Bjarni Thom- sen. Heiðrikur Christiansen frá sløkkiliðnum í Havn, er ikki ósamdur við Bjarna. Hann váttar, at tað var trýst- ið sum fall, og at tað var orsøkin til at teir fóru man- sterkir av húsi. Hinvegin heldur hann ikki, at royká- varingin útilokar eina sprinklaraskipan ella øvugt, tí báðar skipaninar kunnu koyra saman um tað skal verða. Meðan roykávaringin boðar frá tá tað rýkur, so boðar sprinklaraskipanin frá, tá hitin fer upp um eitt ávíst stigatal. Ein glaskolba situr, sum ein proppur, í endanum á sprinklaranum og tá hitin t. d. fer upp um 65 stig, brestur kolban og vetnið sleppur at renna. Tá fellur trýstið og sløkkiliðið verður fráboðað av sær sjálvum. Til stuttleika kunnu vit enda við, at tað fyri ikki so langari tíð síðani brann í Tinganesi. Ta ferðina boð- aði roykávaringarskipanin frá og stutt eftir høvdu bæði løgregla og sløkkilið fingið fráboðan. Ikki falskur alarmur Tá vit í gjár skrivaðu, at tað var falskur alarmur í Tinganesi um viku- skiftið, so er tað bara lutvíst rætt. Talan var um, at trýstið í sprinklara- anlegginum fall, og so boðar skipanin Brandstøðini frá av sær sjálvum. Og tá eldur ikki er í, so verður tað skrásett sum falskur alarmur