Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mai 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 89 - 10. mai 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 89 - 10. mai 2000 Firvaldar á ovastu rók Feløg taka seg saman um nýggj høli DAGFINN OLSEN Leygardagin og sunnudagin 28. og 29. apríl luttóku før- oyskir tónleikanæmingar í kapping í Keypmannahavn, og við góðum úrslitum. Fyri 3. ferð luttók Tórs- havnar Musikkskúli á Ber- lingske Tidendes Klassiske Musikkonkurence, og kom heim við heiðrsplássum. Nes Sóknar Musikkskúli luttók fyri fyrstu ferð og kom aftur við besta úrsliti- num, ið hugsast kann. Firvaldar Tær báðar Fríðhild Kristina Hansen og Bodil Simonsen komu nevniliga á fyrsta pláss, tá tær leiktu saman- spæl á floytu. Tær leiktu eitt vakurt og ikki heilt lætt stykki, ið hev- ur eitt franskt heiti, ið mekir firvaldar. Sigast má, at hetta er flott avrik av næmingum, ið lut- taka á fyrsta sinni. Týsmorgunin skipaði Tórshavnar Musikkskúli fyri tiltaki, fyri at heiðra ungu tónleikararnar. Jón Fetsirstein Andreasen og Jona Jacobsen leiktu til tiltakið stykkini, ið tey leiktu til kappingina. Tey leika violin og lærari hjá Jón er Sámal Petersen og hjá Jonu er Nikos Kap- nas lærari. Jón leikti eitt stykki, nevnt Napoli og Jona Sere- nade Melankoli. Bæði fingu tey 2. viðisløn til kapping- ina, men týsmorgunin kundu áhoyrararnir merkja sær aftanfyri oyrað, at talan var um ungar og góðar tón- leikarar, ið megnaðu ikki heilt løttu stykkini sera væl. Talan var ikki bert um at leika, men at leggja dygdir og kenslur í spæl og fram- førslu. Fyri Tórshavnar Musikk- skúla luttóku eisini í kapp- ingini Johanna V. Jensen og Maria Michelsen, ið leika tvørfloytu. Johanna fekk 3. viðisløn og Maria fekk fekk diplom. Lærari er Andrea Heindriksdóttir. Firvaldarnir floytaðu Hugtakandi var at hoyra tær báðar Fríðhild og Bodil á samkomuni týsmorgunin. Tær leiktu duett. Stykki fyri tvær tvørfloytur og kla- ver. Sera vakurt, men krevj- andi stykki, ið eisini krevur samstarv. Sum firvaldar leiktu tær leikandi lætt og sera sann- førandi. So sannførandi til kapp- ingina í Keypmannahavn, at tær fingu eitt 1. pláss. Lærari teirra er Katja Volovelskaja. Tilsamans 102 luttakarar vóru við í kappingini hjá Berlingske Tidende. Tórs- havnar Kommuna stuðlar næmingunum í Tórshavnar Musikkskúla, so gjørligt er at luttaka í slíkari kapping. Virðislønirnar verða handaðar í konsertsalinum í Tivoli tann 17. maj klokk- an 19:30. Teir seks ungu tónleik- ararnir komu sostatt heim við fimm heiðursessum, harav Nes Sóknar Musikk- skúli átti bestu plássini. Nes Sóknar Musikkskúli kom á fyrsta pláss, tá næmingar skúlans fyri fyrstu ferð luttóku í kapping hjá Berlingske Tidende. Tórshavnar Musikkskúli var við fyri 3. ferð og fekk eisini sera góð úrslit Napoleon Nólsoy handar blómur. Frá vinstru Jón Festirstein Andreasen, Jona Jacobsen, Bodil Simonsen og Fríðhild Kristina Hansen. Eisini fekk Jóhannes Andreasen blómur. Hann leikti klaver undir, tá ungu tónleikararnir førdu fram Vágs Biljardfelag og Bridgefelagið hava í felag keypt hús, ið nú skulu innrættast til felagshøli DAGFINN OLSEN Tá Vágs Klubbi fór í søguna fyri nøkrum árum síðani, tóku menn seg saman og leigaðu biljardborðið. Teir fingu innivist á loftinum, har uppboðssølan helt til. Tei ognaðu sær eitt borð afturat og fyri góðum ári síðani leigaðu teir seg inn í nøkur handilshøli, men nú hevur Vágs Biljardfelag keypt ein bygning, saman við Bridgefelagnum í Vági. Tá felagið flutti í hand- ilsbygningin, vóru um 20 limir í felagnum. Í dag eru eini 100 limir í felagnum, sigur formaður felagsins, Magni Augustinussen. Bygningin fingu feløgini fyri 230.000 krónur. Talan er um eini hús, ið m.a. áður hava hýst timburhandli. Húsini eru 26 metrar lang og 7 metarar breið. Farið verður nú undir at innrætta. Ætlanin er at hava leysar veggir, so hølini kunnu nýtast til annað, enn bert biljard og kortspæl. Vágs Biljardfelag hevði 3 lið við í kappingini í fjør, men væntar at hava fleiri lið við í ár. Magni Augustinus- sen er formaður í felagnum, Niclas Ludvík er næstfor- maður og Egil Steintórsson er kassameistari. Vágs Biljardfelag flytur nú úr leig- aðum hølum og í henda bygningin, ið felagið hevur keypt saman við Bridgefelagnum Myndir: D. Olsen Sum firvaldar leiktu Fríð- hild K. Hansen og Bodil Simonsen seg til eitt 1. pláss í kappingini há Berlingske Tidende, tá tær leiktu eina duett, við fronskum heiti, ið merkir Firvaldar. Tann 17. maj verða virðislønirnar hand- aðar í konsertsalinum í Tivoli Mynd: Jens Kristian Vang Mentanarstevnan 2000 hjá Javna Um vikuskiftið skipaði Javni fyri Mentanarstevnu 2000. Ymisk tiltøk vóru á skránni, har menningartarnað luttóku við sangi, myndlist og øðrum DAGFINN OLSEN Um vikuskiftið skipaði fe- lagið Javni fyri Mentanar- stevnu 2000 í Havn. Javni er felag hjá menn- ingartarnaðum og familjum teirra. Og tað vóru júst menningartarnað, ið komu fram í ljósið í samband við stevnuna. Skipað varð fyri ymisk- um, har menningartarnað luttóku. Fríggjadagin læt upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við myndum og málningum, ið menningar- tarnað høvdu latið úr hond- um. Elin Lindenskov, for- kvinna í sosialu nevnd Tórs- havnar Býráðs, setti fram- sýningina. Leygardagurin byrjaði við skrúðgongu frá Bursa- tanga og niðan í Grasagarð, har Høgni Hoydal, lands- stýrismaður, setti stevnuna. Ymisk tiltøk vóru á skránni í Grasagarði, har fitt av fólki var komið saman í góðveðrinum. Henda dag vóru framsýn- ingin Atlantis og sýningin í Lítluvík opnar. Á kvøldi var Veitsla í Badmintonhøllini. Gudstænasta Sunnudagin var gudstænsta á skránni. Klokkan 11 sunnumorgunin var guds- tænasta í Havnar Kirkju, har menningartarnað luttóku við sangi og lestri. Í Lítluvík Myndir: Jens Kristian Vang og Álvur Haraldsen helt framsýningin fram. Mánadagin gjørdu tey í Javna av, at hóast sýningin í Smiðjuni í Lítluvík var av, so var gott hugskot at seta tær myndir, ið tey enn høvdu, út um felagshúsini, ið eru beint við Sjónleikar- húsið í Havn. Soleiðis var útiframsýn- ing mánadagin, so tey, ið komu framvið, kundu njóta mongu vøkru myndirnar í góðveðrinum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, setti Mentanarstevnuna 2000 hjá Javna Mánadagin avgjørdu tey í Javna at seta myndirnar frá framsýningini í Lítluvík uttan fyri felagshølini, so tey, ið komu framvið, kundu njóta vøkru myndirnar í góðveðrinum Fitt av fólki hevði leitað sær í Grasagarð, tá mentanarstevnan hjá Javna varð sett leygardagin í fagrasta veðri