mikudagur 10. mai 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 89 - 10. mai 2000
2000
Nr. 17
s. 14 & 15
s. 14 & 15
sí›a 13
sí›a 13
sí›a 16
sí›a 16
Fløguumæli
baksí›an
baksí›an
sí›a 17
sí›a 17
Bjørk dansar í myrkrinum
Hitlistar og svara so!
Ársins Songrødd
enn eina ferð
Elsa Maria
Simonsen
Leivur Vitalis
Daisy Eltør
John Mortensen
Heima í tveir mánaðir
og hvat so?
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
Viðmerking:
Veljarakanningin aftan á
fyrsta samráðingarumfarið
hin 17. mars verður av sam-
bandsfólki tulkað soleiðis,
at landsstýrið hevur mist sín
stuðul til politisku stevnu
sína. Kortini man vera iva-
samt, um henda útlegging
er bein. Men um so skuldi
verið, so má ætlanin hjá ein-
um meiriluta av føroyska
fólkinum vera tann, at vit
framhaldandi skulu spæla at
vera »serstøk tjóð« t.d. á
grækarismessu, flaggdagin
og á ólavsøku sjálvandi, ið
summi enntá kalla tjóðar-
hátíð okkara. Um so er, man
hetta vera einasta tjóðarhá-
tíð uttan tjóð. Slíkt kann so
einans bera til í Føroyum.
Aðrastaðni í heiminum letur
slíkt gykl seg ikki fremja.
Bert tí at Poul Nyrup Ras-
mussen garteraði eitt sindur
hin minniliga fríggjadagin
17. mars, har hann hótti
føroyingar við einari stuttari
skiftistíð, júst so sum Sam-
bandsflokkurin og sam-
bandsvongurin í Javnaðar-
flokkinum hava spátt sein-
astu tvey árini, so tustu
sjálvstýrisfólk yvir í Sam-
bandsflokkin sambært velj-
arakanningini. Hvussu ber
hetta til?
Hvar er hin tiltikni sterki
»ryggur« okkara?
Skeivur hugburður
Tá danskir politikarar síggja
henda hugburðin, so er tað
ikki undranarvert, at teir
hava lítla virðing fyri okk-
um føroyingum. Hetta vístu
teir eisini sera týðiliga í
1992 og aftur nú, átta ár
seinni í hesum árinum.
Fyrru ferðina mótvegis ein-
um javnaðarløgmanni, og
seinnu ferðina var tað fólk-
afloksløgmaður, ið mátti
taka skoluna. So tað tykist,
sum um politiski liturin er
týdningarleysur, men við
okkara undirbrotliga atburði
mótvegis dønum má hetta
gerast úrslitið. Í heyst verð-
ur tað helst soleiðis, at vit
fáa møguleika at taka á-
byrgdina av okkum sjálv-
um, men tað fer eisini at
bera til at lima okkum inn í
ríkið (grundlógina), um
sambandsflokkarnir saman
við donsku politikarunum
fáa vilja sín. Afturfyri fáa
vit so eina sera lagaliga
skipan við Danmørkina, alt
eftir hvussu stórt yvirskipað
vald danir fáa á okkum.
Gera vit hetta, so hevur
Sambandið
saman
við
donsku
politikarunum
vunnið ein avgerandi sigur,
og fer eitt slíkt úrslit at seta
okkum í eitt sera ørkyml-
andi ljós mótvegis grannum
okkara og altjóða samfelag-
num í síni heild. Hvat vilja
hasir føroyingarnir, verður
spurt, og tað av røttum.
Donsku
politikararnir
kunnu so seinni og við heilt
stórum rætti tvíhalda um, at
fólkið sjálvt hevur limað seg
inn undir donsku grundlóg-
ina við fólkaatkvøðuni, og
tað hava vit ikki gjørt áður í
søguni.
Sjálvstýri/heimastýri –
miðfirrað stýrisskipan
Heimastýri er ikki annað
enn ein skipan, har evsta
valdið, sum er fólkatingið,
hevur lagt ávísar uppgávur
til eitt landspartating, ið
nevnist løgtingið. Løgtingið
hevur til dømis fingið til
uppgávu at krevja skatt inn
fyri donsku stjórnina. Um
upphæddin er ov lítil til
raksturin, so letur danska
stjórnin eitt ískoyti, ið nú
verður nevnt blokkstuðul.
Løgtingið hevur fingið
nógvar aðrar uppgávur at
røkja fyri donsku stjórnina
og fólkatingið, og afturfyri
hetta fær løgtingið blokkin.
Nyrup og aðrir danskir pol-
itikarar hava sjálvir sagt al-
ment, at soleiðis skilja teir
støðuna. Blokkurin er løn
fyri at røkja danskar upp-
gávur í Føroyum.
Danir kundu saktans gjørt
somu skipan fyri donsku
landspartarnar, og tað hevði
ikki broytt Danmark sum
eindarríki. Heldur ikki, hó-
ast teir høvdu hvørt sítt
landspartaflagg.
Sostatt
fyrigykla vit føroyingar
okkum, at »sjálvstýri« er
»næstan fullveldi«, men tað
er so langt frá. Henda støð-
an passar sjálvandi donsku
politikarunum sera væl.
Nógv vilja hava fullveldi
– men ikki enn
Kortini verður sagt, at bú-
skaparliga frælsið má koma
fyrst. – Her eru donsku pol-
itikararnir ikki samdir við
sambandsfólk í Føroyum.
Stutt síðani segði Uffe Ell-
emann-Jensen, at politiska
frælsið má koma fyrst
(baltisku londini). Sama
segði A. P. Møller fyri stutt-
um, so her ruggar alt ikki
rætt.
Nær skulu vit
so hava fullveldi?
Skal tað vera, tá 10 metra
breiður vegur er komin í
hvørja bygd og hvønn hag-
apart í landinum, tá øll trý
sjúkrahúsini eru gjørd av
nýggjum frá niðast til ovast?
Tá undirsjóvarberghol eru
komin í hvørja oyggj? Tá
einir fimm flogvallir eru
komnir ymsastaðni í landi-
num? Tá fíggjarliga fram-
tíðin hjá hvørjum einasta
føroyingi er tryggjað tey
næstu 50 árini? Ella hvussu
leingi skulu vit taka stig fyri
stig afturat? Tað hava vit
gjørt í 96 ár – síðan 1906 í
veruleikanum.
Alt hetta eru sjálvandi
bert undanførslur til tess at
sleppa undan at taka støðu
til spurningin, og undan-
førslurnar frá sambands-
fólki eru endaleysar. Gull og
grønar skógir
Eingin kann lova glæsil-
iga framtíð í mong ár fram,
hvørki samband ella full-
veldi kunnu, og tað er eing-
in ivi um, at vit væl kunnu
klára okkum, um vit bert
vilja, tí her býr ágrýtið og
dugnaligt fólk, ið ferð eftir
ferð hevur dugað at umstilla
seg til broyttar umstøður, og
hví altíð spáa um tað ring-
asta. Tá hevur mangan verið
gjørt, men so hevur lýst í,
og tað, sum vit stúrdu mest
fyri, gjørdist ein fyrimunur.
Ein kann so spyrja, hví
danskir politikarar eru so
trekir at sleppa Føroyum.
Orsøkirnar eru nógv: Ein er
so tann, at teir vilja styrkja
støðuna hjá andstøðuni í
Føroyum. Føroyska økið
við havið er størri enn Dan-
mark við sínum havi, verður
sagt í loftmiðlunum, og við
evsta valdinum yvir Føroy-
um ber til at føra ein so-
vorðnan politikk, at mun-
andi partur av møguligum
oljupeningi endar í Keyp-
mannahavn. Um NATO aft-
ur fer at seta krøv til donsku
stjórnina, ber til at nýta Før-
oyar og Grønlands sum
»kort« í hesum spælinum,
so Danmark sjálvt sleppur
undan politiskari kreppu, av
tí at vinstrakreftirnar í Dan-
mark vilja ikki finna seg í,
at teirra land verður gjørt til
bumbumál í NATO-saman-
hangi.
Donsku politikararnir fáa
seravtalur við ES, av tí at
teir kunnu vísa á, at teir hava
uppgávur at røkja í Grøn-
landi og í Føroyum vegna
ES, so hesi økini ikki gerast
ótrygg politiskt á onkran
hátt.
Kemur altjóða spenning-
ur aftur, og tað kann væl
henda, so hevur Danmark
eina lyklastøðu gjøgnum
Føroyar og Danmark, ið
røkka nærum tvørtur um alt
Atlantshavið. Hetta eru
sjálvandi metingar, men tær
eru als ikki ósannlíkar.
Óttin fyri at taka
evsta vald í landinum
Tað er óskiljandi, at so
mong eru bangin fyri at taka
evstu ábyrgdina av okkara
landi. Spyrt tú aðrar tjóðir,
um tær kundu hugsað sær
at selt evsta valdið fyri ein
blokkstuðul úr øðrum landi,
so verður í besta føri flent
at spurninginum. Nei, góðu
føroyingar, nú mugu vit
standa saman og vísa, hvat
vit duga til. Um nøkur ár
fer eingin at skilja, hví vit
vóru so ivasom.
Vit ivaðust, tá føroyskt
mál skuldi inn í skúlan í 20-
og 30-árunum, vit ivaðust
sera nógv um flaggið, vit
ivaðust í ólukkumát, tá úrsl-
itið av fólkaatkvøðuni var
greitt í 1946, vit ivaðust um
føroyskt kirkjumál í eini 30
ár, vit ivaðust um sjómarkið
o.s.fr. Nú er tað eingin, ið
ivast um hesi stórmál long-
ur. Øll eru fegin um, at vit
tóku okkum um reiggj í hes-
um sjálvsøgdu avbjóðing-
um.
Samráðingarnar 2. mai í
Keypmannahavn
Hesar samráðingar hava
víst, at tað ber til at fáa skil-
agóðar avtalur við Danmark
um føroyskt fullveldi og all-
ar teir spurningar, ið hetta
inniheldur av mongum mál-
um. Enn er fíggjarligi part-
urin ikki komin upp á pláss,
og tað er ikki lættari hjá
føroysku
samráðingar-
nevndini, tá støðan er tann,
at teir skulu »berjast« á
tveimum hermótum. Í
Danmark stríðast teir við
donsku politikararnar um
argument, og afturkomnir
til Føroya noyðast teir at
taka sama stríðið upp við
føroysku andstøðuna, ið
stórt sæð er samd við
Nyrup og hansara fólk
Av sonnum ein merkisverd
og trupul støða, so tað er
einki at siga til, at onkur
hevur hug at slaka fyri hes-
um ovurstýra trýsti frá
tveimum nærum samdum
síðum.
Men gott í tykkum! Hald-
ið fast um stevnuna uttan at
himprast. Søgan fer skjótt
at vísa, at tit høvdu rætt.
Góða eydnu hin 15. juni!
Asbjørn Lómaklett
At spæla fullveldi – serstøk tjóð
Ein tøkk til Jenis av Rana og Løgtingið
Føroya Løgting samtykti
í farnu viku við 32 at-
kvøðum fyri og ongari í-
móti at seta á stovn Løg-
tingsins umboðsmann.
At lógin varð samtykt
av einum samdum løg-
tingi ber boð um, at væl
er arbeitt frá øllum síðum.
Ikki minst hevur upp-
skotsstillarin gjørt eitt
vælaverk. 14. desembur í
fjør legði Jenis av Rana
vegna Miðflokkin upp-
skotið fram, og fekk tað
beinanvegin góða mót-
tøku av tinginum. Tað
varð beint í eina serliga
nevnd, sum samd legði
uppskotið aftur fyri ting-
ið. Og í farnu viku varð
tað einmælt samtykt.
Trygd borgarans
Eitt hjartamál hja Mið-
flokkinum er rokkið. Til
seinasta val lovaðu vit at
virka fyri at sambandið
millum tað almenna/um-
siting landsins og ein-
staka borgaran skal
betrast, so lættari og
skjótari kann komast
fram í almennu umsit-
ingini. Uppgáva umboðs-
mansins verður m.a. júst
hendan
• At vera ein trygd fyri
vanliga borgaran móti av-
gerðum, hesin metir ó-
rættvísar,
tilvildarligar
ella kanska beinleiðis
skeivar
• At vera ein trygd fyri
vanliga borgaran móti
mistøkum, vansketni ella
vanrøkt av skyldum í al-
mennu umsitingini.
Tað er greitt, at almenn
umsiting er ein forlongd-
ur armur hjá løgtinginum
at útinna tær tænastur,
sum Løgtingið áleggur,
og tí hevur Løgtingið á-
huga í, at hesar tænastur
verða røktar til lítar. Um-
boðsmaðurin er almenna
umboð løgtingsins at hava
eitt vakið eyga við hesi
umsiting, so vanligi borg-
arin ikki verður fyri ó-
rætti.
Tey eru ivaleyst ikki so
fá, sum hava kensluna av
órættari viðferð í almennu
skipanini. Mangan er
vónleyst at koma ígjøgn-
um við sínum sjónarmið-
um og mótmælum, tá tví-
støður koma upp. Mong
eru tey, sum í tolni heldur
lata sær lynda at verða
meir ella minni trumlað
niður fyri frið skuld. Tað
eru bert tey fáu, sum hava
tíð, orku og fíggjarligan
førleika at muta ímóti fyri
síðani at skula bíða í mán-
aðir og ár eftir avgerðum
frá skuggapersónum í al-
mennu umsitingini. Um-
boðsmaðurin hevur ikki
verið, og tí hevur so at
siga alt borið til. Tað verð-
ur ikki so lítið at ríva í hjá
umboðsmanninum.
Stutt og lætt
Dentur verður í uppskoti-
num lagdur á, at vegurin
til borð umboðsmansins
skal vera stuttur og lætt-
ur hjá tí einstaka borg-
aranum; hetta eru heilt
nýggir tónar, tá um al-
mennar kærur ræður. Van-
liga er vegurin langur og
tungur. Væntast kann, at
nýggjar og meiri borgar-
avinarligar siðvenjur fara
at taka seg upp, og er tað
at fegnast um.
Serdømi í
føroyskum politikki
Tað má sigast vera ser-
dømi í føroyskum poli-
tikki, at eitt uppskot frá
andstøðuflokki við bert
einum tingmanni vinnur
frama og fær so holla
undirtøku á Føroya Løg-
tingi. Tøkk fái Jenis av
Rana fyri uppskotið og
tøkk fái Føroya Løgting
fyri undirtøkuna.
Bill Justinussen
Skrivari Miðfloksins
Umboðsmaðurin
Á aðalfundinum hjá Sinn-
isbata, ið var 15. apríl,
varð nevnd vald, sum
hevur skipað seg soleiðis:
Svenning av Lofti, for-
maður, Margretha Poul-
sen, næstformaður, Arn-
finn Poulsen, kassameist-
ari, Tummas Thomasen,
skrivari, Ásla Svensson,
nevndarlimur,
Maria
Andersen, eykalimur, og
Sólbjørg Petersen, eyka-
limur.
Úr nevndini fór Sól-
bjørg Zachariasen, fyri
hana kom Sólbjørg Pet-
ersen.
Svenning aftur for-
maður í Sinnisbata