Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mai 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| i | | | | Í | | | LC Selja royndir EITT, sum føroyingar ongantíð hava borið orð fyri at duga nóg væl, er at selja okkum. Soleiðis at skilja at vit eiga eitt vælútbúgvið fólk, vit hava bygt upp eina ta mest nútímans fiskivinnuna í heiminum og vit hava kanska heimsins besta fisk. Altíð eru vit skjót at keypa frá øðrum og taka ímóti nærum øllum, sum kemur uttan í frá. Bert lúsin útlendsk er. Verri gongst hjá okkum at fara út og selja okkara egna. AV og á luttaka vit á ráðstevnum og framsýningum í útlandinum, har vit vísa fram, hvat vit duga umframt at vísa okkara vakra land fram. Hetta verður sjálvandi gjørt við tí eina endamáli: at selja vørur okkara og at selja náttúru okkara. Tað skal geva arbeiði og tað skal geva okkum fremmandan valuta. NÚ skuldi ein tråd, at tað at vit eru so fá, skuldi gjørt tað lætt at samskipa til- tók, soleiðis at vit øll drógu eina og somu línu. Men tíanverri haltar eisini her hjá okkum. Oftani arbeiða vit bara í sjálvdrátti, tí vit unna ikki ødrum at koma fram. Nú tað ræður um at markn- adarføra høvudsvinnu okkara so ella so, eiga vit at leggja saman allar góðar kreftir. Vit eiga eisini at leggja úl rættis ein miðvísan politik - strategi - fyri, hvussu vit best marknadarføra okkum. Hetta kostar pengar, men vit hava ikki ráð til at lata vera. Við teimum røttu fólkunum og tí rætta hugburðinum ber til at koma langt. DÓMI um eitt slíkt tiltak, sum ber á tað rætta borðið, er royndin hjá føroyingum at sleppa upp í part, nú oljulandið Oman skal til at útbyggja sína fiskivinnu fyri fleiri milliardir krónur. Tá so er síggja vit sum oftast aðrar tjóðir eitt nú norðmenn, danir oa. vera í fremstu rgð. Sjálvandi hava teir betri ráð, men hetta arbeiðið er í veruleikanum sjálvt grundarlagið undir øllum ødrum. Higartil hava vit v erid eftirbátar og vit hava ikki havt neyðuga dirvið og álitið á okkum sjálvum at bjóða okkum fram javnbjóðis ðrum. Tó skal sigast, at vend er við at koma i. Her hugsa vit ikki minst um royndirnar at fáa okkum stórri samstarv við Rusland. Herfyri var ein føroysk sendinevnd í Oman fyri at kunna seg FØROYSK SÁPA - NYTILIG TIL MONG ENDAMAL Er at fåa i flestu handlum i Streymoynni og Eyst- uroynni — eisini at fáa aðrastaðni seinni. Handlar kunnu bíleggja frá heilsøluni Pf. Poul Hansen NORÐ-TRADING tlf. 21269 — fax. 21570 Box 14, FR-340 Kvivik við vidurskiftini har. Nú tå omanski fiskimålaråOharrin kom á almenna vitj- an í Danmark var roynt at fáa hann hendavegin, men tað náddi hann íkki. Ístaðin fóru fleiri føroysk vinnulívsfólk til Danmarkar saman við landss- týrismanninum í ídnaðarmálum og gjørdu hesi eitt stórt PR-arbeiði fyri Føroyar. Soleiðis skal tað vera. TAÐ eru krepputíðir í Føroyum og tí er ikki nógvur peningur til at gera slíkt PR-arbeiði til frama fyri føroyska fram- leiðslu og Føroyar. Tó eiga vit ikki at gloyma týdningin hetta hevur. Tað er nettup slíkt, sum skal vera við til at fáa okkum burtur úr kreppuni. Tey fólk, sum tí royna nýggjar leiðir, eiga at fáa allan hugsandi stuðul. Her mugu per- ingastovnar ikki vera ov varnir, ti nakrar brúktar krónur á hesum øki, kunnu koma fleirfalt aftur seinni. Antin nakað spyrst burtur hesi royndini í Oman ella ikki er íkki høvudsspurningurin. Málið er at vera við og vísa gðrum á tær royndir, sum tú hevur gjørt. Og neyvan er tað nakað land, sum hevur so nógvar royndir at vísa á júst fiskivinnuøkinum sum vit. Og her verður ikki minst hugsað um ringu royndir okkara. Tvs. at vit kunnu læra aðrar, hvussu teir ikki eiga at gera. Og hetta er kanska tann týdningarmesta veran tú í heila tíkið kanst selja. Hon byggir í hvussu er á egna sjálv- sannrakan og slík telur ómetaliga nógv, tá álit skal byggjast upp millum tveir partar. Í hesum sambandi fara vit seinni at tríva í ein film, sum John Smith og Jón Otthamar hava gjørt og sum byggir á skeivu royndir okkara á fiskivinnu- gkinum og hvussu vit eiga at fara fram í næstu øld. Tað var ma. henda filmin omanbúgvar fingu við sær heimaftur og einki er at ivast í, at slíkur filmur kann vera tað týdningarmesta liðið til at kunna byggja upp eitt samstarv millum tvær tjóðir, eina sum hevur brúkt eitt og alt til at menna fiskivinnuna og eina, sum nú skal fara undir eina líknandi menning, men sum vil læra av gjørdum mistøkum. SOSIALURIN Farið verður av Havnini við Norrønu rggjadagin 24.06. til Esbjerg. Haðani verður farið vi ari við | bussi til býanna bý, París. Í París fært tú hovi at síggja uppliva mangt og hvat. T.d.: Euro Pa land, Triumfbogan, e Champs Elysées, Ei Vit verða aftur á Havnini mána- dagin 04.07. Ring tlf. 15900 og hoyr melra. Itornið og mangt annað. við útheimin - títt ferðasamband —————