Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mai 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 91 — 17. MAI 1994 Føroysk sendinevnd hitti omanbiigvar í Danmark Borðreiddi vid nýggjari fiski- vinnufilosofi Herfyri var eitt fóroyskt ferðalag við landsstýrismanninum í ídnaðarmálum á odda í Danmark og greiddi eini omanskari sendinevnd vid omanska fiskimálaráðharranum á odda frá føroyskari fiskivinnu. Omanski fiskimálaráðharrin fekk stóran áhuga fyri Fóroyum. Hann fekk eina vágasnellu í gávu. Nú verður arbeitt við at knýta samstarv millum bæði londini. Herfyri vitjaði fiskimála- ráðharrin og ein sendi- nevnd úr ríka oljuland- inum Oman Danmark. Í hesum sambandi nýttu eis- ini føroyingar høvi at koma í samband við om- ansku sendinevndina. Nú fiskivinnan í Oman skal útbýggjast fyri fleiri milliardir krónur mettu landsstýrið og vinnulívs- fólk í Føroyum tað vera rætt at greiða omanbúgv- um frá føroyskari fiski- vinnu. Við landsstýris- manninum í ídnaðar- málum, Bergi Jacobsen á odda fór ein føroysk sendinevnd til Danmarkar at vera hjåstødd undir vitjanini hjå omanska fiskimálaráðharranum. Hinir í sendinevndini vóru Jákup Joensen, stjóri á Oilwind, Eyðun Antonius- sen frá bátaverksmiðjuni AWI, Leon og John Smith, Progratek og síðani Ulla Wang, fulltrúi í Tinganesi. Omanar vitjaðu fleiri Omanski fiskimálaráðharrrin femst á myndini her saman við omansku se hyggja eftir einum fóroyskum AWI-útróðrarbáti út Joensen, Leon og John Smith og Ulla Wang taka ímóti staðni í Danmark eitt nú á Bornholm og í Jútlandi. Eisini varð rådstevna hild- in í hølunum hjá Dansk Industri í Keypmanna- havn, har m.a. Bergur Jacobsen, ídnaðarmálaráð- harri talaði vegna Føroyar. Bergur góður ambassadørur Sum Sosialurin hevur skilt, so helt landsstyris- maðurin eina sera áhuga- verda og mergjaða rødu, har hann á ærligan og sak- ligan hátt greiddi omanum frá gongdini í føroyskari fiskivinnu upp á bæði gott og ilt. Hann vísti á, at før- oyingar liva bara av fiski og tí hava vit nógvar royndir av vísa á. Hann helt fyri, at nú omanar skulu til at byggja upp eina fiskivinnu nærum frá botni av, so kunnu teir læra nógv av føroysku royndunum og ikki minst av okkara mistøkum. Bergur Jacobsen vísti } ndinevndini á bryggjuni í Hirshals og gjørdur vid snellum frå Oilwind. Eyðun Antoniussen, Jåkup John Smith áhugaverdan film um ein hugsaðan nýggjan Jøroyska Tíðindablaðið ESKIL! á, at føroyingar hava sannað, at tað eru ikki nøgdirnar, sum telja, men heldur dygdin Landsstýrismaðurin vísti á, hvussu vit hava gjørt skeivar fløgur og hvussu vit hava bygt ein skeivan flota, sum hevur niðurfiskað stovnarnar. Tað hevur ikki verið sam- svar millum útbyggingina av flotanum og so tann fisk, sum kann veiðast. Ídnaðarmálaráðharrin helt annars fyri, at eins og føroyingar helst hava nøk- ur góð ráð at geva oman- búgvum innan fiskivinnu, so mundu omanar helst eisini hava góð ráð at geva føroyingum í sambandi við eina møguliga kom- andi oljuvinnu í Føroyum. Vit skulu til at fara undir eina vinnu, sum vit als ongar royndir hava í, eina vinnu, sum kann koma at fáa ómetaliga stóra ávirkan okkum sum tjóð, nú vit eru so fá. Tað skal so lítið av olju til at kunna kollrenna okkum sum land. Í hesum sambandi svar- aðu omanar Bergi Jacob- sen aftur, at føroyingar eiga at ansa eftir, at landið ikki gerst eitt annað Ku- wait. Tvs. at vit ikki verða yvirrendir av fremmandari ekspertisu og at gongdin gongur alt ov skjótt. Sosialurin hevur annars frætt, at rødan hjá Bergi var framúrskarandi og at landsstýrismaðurin er góð- ur ambassadørur fyri før- oyskt vinnulív. Professionelt føroyskt upplegg Bergur Jacobsen sigur við Sosialin, at føroyska inn- slagið í donsku skránni Tr hevur saman við Jón Otthamar gjør fiskivinnupolitikk. Omanar fingu filmin fyri vitjanini var rættiliga professionelt og heldur hann uppleggið frá fyri tøkuni Progratek var eina standandi gott -Eg skilti á samrødum við fleiri av luttakarunum í omansku sendinevndini, at teir vóru ikki sørt berg- tiknir av føroyskari fiski- vinnu og onkur teirra segdi seg eisini vilja koma til Føroya. Og tað eru teir sjálvandi vælkomnir til. Hóast omanar fyrst og fremst vórðu kunnadir um donsk vidurskifti, so eydn- aðist tað landsstýrinum at fáa Føroyar við inn i sjálva skránna fyri vitjan- ina. Í Hirshals var tíð sett av hjá omanum at síggja ein føroyskan AWI-33 bát vid fiskivinnuútgerð um- borð so sum Vágasnellum. Í hesum sambandi lótu føroysku lutakararnir om- anska fiskimálaráðharra- num eina snellu frá Oil- wind í gávu. Vóru í Oman í fjør Bergur Jacobsen sigur, at ein orsøk til, at føroyski parturin av hesi vitjanini eydnadist so væl var tann, at føroyingar høvdu longu verid i Oman framman- undan. Tad var i fjør, at Leon og John Smith og aðrir vóru á eini kunn- ingarferð í Oman við júst tí fyri eygað at vita, hvørj- ir møguleikar eru hjá føroyskum idnadi at vera vid ul at menna komandi fiskivinnuna í Oman og harvið fáa lut í teimum mongu milliardunum, sum eru settar av til eina fram- tíðar fiskivinnu. Bergur Jacobsen sigur, at vert er at bíta merki í, at hóast føroyingar fingu loyvi til at vera við í "TR ||| | —— ere sn