Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mai 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 91 — 17. MAI 1994 Foreldur énøgd við TV -1000 rásina: Sjónvarpsrásin endi pornofilmar Ein bylingur i Havn hevur gjørt av at steingja TV-1000. ; Foreldrini góðtóku ikki at pornofilmar ótarnaðir vórðu sendir inn í stovurnar Tað er ikki lætt at vera for- eldur, tá gerast skal av, hvat børnini skulu síggja av tí, sum kemur inn í stovuna um ymsu sjónvarpsrásirnar úr loftinum. Parabolskipanin hevur ikki gjørt tað lættari, og nógv av tí er ikki borðbart fyri børn og hálvvaksin. Fólk eru eisini ósamd um, hvørttad er rætt, tá SVF vísir myndir, sum ikki eru hósk- andi fyri børn, men tað sum kemur um parabol, ber als ikki til at muta ímóti, tí har er fría kappningin galdandi. Nógvir nýggir býlingar í Havn hava felags antennu, sum gevur hverjum ein- stókum húski atgongd til aðrar sjónvarpsrásir enn SvF og rásirnar, sum Tórs- havnar Býráð skipar fyri. Í einum býlingi í Havn fingu húskini í boði at síggja TV-1000 rásina, sum burturav sendir filmar allan sólarringin TV-1000 er helst eisini tann rásin, sum er fyrst við teimum nýggjastu filmu- num, eftir at biohøllirnar hava víst teir. Í eigarafelagnum hevði leingi verið tosað um at fáa parabol, men meirluti var ikki fyri tí í felagnum. Í fjør var tað kortini vid- tikið, og fólk fingu í boði at krossa av á einum lepa, hvørjar rásir tey ynsktu at felagið skuldi ogna sær. Nidurstødan varð, at fólk fingu CNN, TV-1000, TV3 Danmark og tvær týskar rásir. Hesar rásir komu til hinar í januar mánaða í ár, men nú er TV-1000 tíkin úr aftur skipanini. Orsøkin var, at TV-1000 sendir grovar pornofilmar fleiri ferðir um vikuna. Hetta vóru fólk ógvuliga 6 nøgd við. Tíðindablaðið (371 TV-1000 er væl umtókt rás, av tí at hon sendir filmar allan sólarringin. Óheppið er tað kortini, at sjónvarpsrásin send- ir grovar pornofilmar fleiri ferðir um vikuna Serliga familjur við børn- um hildu tað vera ógvuliga ódámligt at vita sær, at tey tilkomnu ikki kundu fara út, uttan at børnini sótu heima við hús og hugdu at porno- filmum. Tí varð semja um at taka TV-1000 burtur úr skipanini. Eigarafelagið hevur ikki havt nakrar trupulleikar av at TV-1000 nú ikki er úl longur. Eingin hevur ið hvussu so er gjørt vart við sína ónggd, verður sagt í eigarafelagnum. Dagny elag fyri neurotikarar Sløk 40 fólk vóru leygardagin á stovnandi fundi á Blinda- stovninum, har felagið fyri angistneurotikarar varð stovnað Tað er so mangt, sum fólk hava at dragast við um dag- arnar, og sum ikki er so lætt hjá øllum at liva við. Nøkur fólk eru bangin fyri ymsum fyribrigdum, sum onnur fólk als ikki hugsa um ella eru bangin fyri. Tað kann eisini vera tor- ført hjá fólki, sum hava eina ella fleiri angistneurosur, at fáa onnur at skilja teirra stóðu. Tað er hetta, sum hevur fingið fólk at taka seg sam- an í einum felag, sum leyg- ardagin varð stovnað í Havn, undir heitinum Neu- rosufelagið. Hava felags terv Tað var Sunnleyg Bech, saman við øðrum, sum tók stig til at stovna Neurosu- felagið. Endamálið við felagnum er at fáa samband við fólk, sum hava slíkt brek. Eitt nú at skipa fyri telefontænastu og samtalu- bólkum, har fólk kunnu hittast og tosa saman um tað, sum júst við hesi sjúku er so stórur tørvur á. - Ongar kanningar eru gjørdar um hetta i Føroy- um, men um vit meta okk- um eftir teimum kanning- um, sum eru gjørdar aðra- staðni, so veit 5. hvor før- oyingur, hvussu tað kennist at vera bangin fyri onkrum, eitt nú fyri smákyknum, hæddum og tílíkum. - Hjá teimum flestu er tað til at liva við, men hjá øðrum elvir tað til so stórara trup- ulleikar, at tey als ikki sjålvi kunnu gera nakað fyri at sleppa undan bangilsinum, sigur August G. Wang. - Talan er ikki um eina sjúku, og hesi fólk verða vanliga ikki innløgd. Verða tey kortini innløgd, vísir tað seg, at tey fáa tað betri, men tá tey koma heimaftur, er stødan tann sama. Hildið verður, at hesi fólk kenna seg betur, av tí at onnur taka ábygdina frá teimum meðan tey eru innløgd, og at stødan ikki heldur sær, tá tey verða útskrivað. Bert tað at ganga gjøgnum trappur, elvir til se nógv bangilsi at nókur fólk als ikki tora tað. Neurosufelagið er nú stovnað. Endamálið við felagnum er at fáa samband við fólk, sum eru bangin fyri onkrum, sum tey ikki sjálvi kunnu gera nakað fyri at sleppa undan. (Tilvildarlig mynd: Kalmar) - Í Danmark hava verið á- vís sjúkrahús fyri neurotik- arar, eitt nú Vejlefjord og Dianalund, men tey eru ikki til longur. - Síðani hava sonevndir hálvalmennir stovnar skip- að fyri viðgerð av slíkum slag, har fólk kunnu fara á dagskúlar, fáa fysiourgiska viðgerð og venjing av yms- um slag, sum gera neurotik- arar førar fyri at liva sum fólk flest. Ikki sinnisjúka - Trupulleikin er, at hesir skúlar eru ógvuliga kost- naðarmiklir, og at fólk sjálvi mugu gjalda fyri við- gerðina. Umleið 5 pst. av teimum, sum hava angistneurosu, eru so illa fyri, at tey noyast at fáa læknahjálp. Teir kunnu fara úl kommunu- lækna, sálarlækna ella sál- arfrøding. Fólk vid angistneurosum eru ikki sjúk, og ti er ofta nóg mikið við at veita teim- um ambulanta viðgerð. Tað verður eisini gjørt hjá okk- um, eitt nú innan økispsyki- atri út um landið, og í Havn. - Tað, sum er umráðandi fyri fólk við neurosum, er, at tey sjålvi gera nakað fyri at bóta um livikorini. - Tað er tí gagnligt, um fólk við neurosum taka seg saman í einum felag, har tey kunnu tosa við onnur, sum hava somu trupulleikar, so tey í felag kunnu finna fram til, hvat kann gerast til tess at bóta um egnu umstødur, sígur August G. Wang. Dagny EL eee AAA AA — A ——