týsdagur 17. mai 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NÆ UR
Anders Harboe Ree, rgnt-
genlækni og yvirlækni á
Landssjúkrahúsinum letur
væl at várfundinum, sum
Dansk Radiologisk Selskab
hevði í seinastu viku í Norð-
urlandahúsinum. Fundurin
kundi ikki gingið betur,
sigur hann.
Dansk Radiologisk Sel-
skab, eitt felag fyri rgnt-
genlæknar, hevur á hvørj-
um ár slílan várfund yvir
tveir dagar. Fundurin skiftir
ímillum býirnar, og í ár var
hann so í Føroyum.
Einaferð fyrr hevur verið
fundur í Føroyum, tað var í
1976, men tað var ikki so
stórur fundur sum hesin.
Her vóru umleið 100 lækn-
ar.
Í allar mátar eydnaðist til-
takið væl. Norðurlanda-
húsið fekk alt at rigga, og
tað var væl eydnað sum
fundarstað. Og fundarlut-
takararnir vóru sera hug-
tiknir av Bergi Jacobsen,
landsstýrimanni, sum eftir
einum hálvum tíma megn-
aði at greiða frá okkara
mentan líka frá víkingatíð-
ini og upp til okkara dagar.
So væl høvdu fáir politik-
arar komid frå ti, helt onkur
luttakari.
Haraftrat var vedrid av-
bera gott alla tíðina, meðan
gestirnir vóru her, og á út-
ferðunum til Gjáar og
Tjørnuvikar sóu teir Før-
oyar, tá tær eru fagrast. Vitj-
anin var nevniliga Kristi
himmalferðardag og
fríggjadagin, tá sólin skein
oman og niðan.
- Øll høvdu framman-
undan bara hoyrt ringt um
Føroyar, og ti var tad fyri
tey ein ikki minni uppliv-
ing, alt alt riggadi, og at
vedrid var so frålikt, sigur
Anders Haboe Ree.
Anders Harboe Ree, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum er her saman vid Margit Mantoni, yvirlækna á ultraljóðdeildini á
Amtssjúkrahúsinum i Gentofte, og Niels E gund, yvirlækna og professara á røntgendeildin á universitetssjúkrahúsinum í
Odense (Mynd: Kalmar)
Gekk eftir klokkuni
Fyra røntgenlæknastørv
eru i Føroyum. Ein avloys-
ari hevur í løtuni starvið hjá
Tove Jagt, sum doyði her-
fyri. Teir fýra fingu verið
við á øllum fundinum.
Fundurin byrjaði við, at
røntgenlæknarnir her
greiddu frå sinum arbeidi,
og sidan komu hinir lækn-
arnir vid teirra frågreiding-
unum. Tad fakliga er ikki til
at greida almenninginum
frå, tí tað hevur bara áhuga
fyri røntgenlæknarnar
sjålvar, heldur Anders Har-
boe Ree.
randi
Politiið skal hava
allar gloymdar lutir
Alt, sum verður funnið ella gloymt á almennum stóðum, skal
latast politinum
Á uppbodssøluni leygar-
dagin varð eisini selt ymist,
sum hetta seinasta árið er
komið til politið av
gloymdum klæðum og
funnum lutum.
Men Suni Vinther, stød-
leiðari í Havn, fílist á, at ov
lítið kemur inn av gloymd-
um og funnum lutum og
klæðum. Hetta seinasta árið
er næstan einki komið inn,
og tað kann ikki bera til, at
t.d. ítróttarhallirnar, dansi-
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin týsdag og friggja-
dag kl. 10—16. Tlf, 15816.
stødini og onnur ikki hava
nógv at gloymdum klæð-
um. Tað eigur at verða latið
politinum.
Tað er í fínasta lagi, at
fólk lýsa í bløðunum, tá tey
hava funnið okkurt, men
ikki er loyvt fólki at keypa
og selja funnar lutir, ið altíð
skulu latast politinum, Suni
Vinther heilsa.
randi
| Eyð cvæmislinja
svorar alt samdegrið á tit. 18820.
Tidindabladid En Nr. 91 — 17. MAI 1994 Sida 7
Vikan, ið før, var mest merkt av, at landsstýrissam-
gongan misti meirlutan - í hvussu er um vit skulu meta
eftir fjølmiðlunum. Alla vikuna brúktu útvarp, sjónvarp
og blødini nógva tíð til at spinna sýgur burturúr ú, at
Lasse Klein fyrst tók seg burtur úr ungbólki sínum og
harnæst varð koyrdur úr valfelgnum. Summi siga, hann
hevði skyldina sjálvur, onnur grótu av harmi fyri øllum
Føroya fólki. Gud viti, um evnid man hava so stóran
áhuga millum fólk, ti sambært veljarakanningunum
leggur ein stórur partur av fólkinum líka i, hvat fer fram á
heimliga politiska vidvøllinum.
Orsøkirnar til stjórnarkreppur kunnu vera so mang-
ar. Í Noregi var alt á gosi orsakað av eini starvssetan, ið
segðist vera poluskt. Tað visti útvarpið at siga sum
tíðindi úr Noregi.
Eg giti nú, at fólk flest vóru nógv meira upptikin av tí
góða veðrinum enn av Lassa Klein. Í allan vetur sóu vit
bara grá og álvarsom andlit. Kristi himmalferdardagur
var okkara fyrsti summardagur, sjálvt um álmanakkin
sigur nakað annað, og síðan hava vit havt fleiri
sólskinsdagar, sum hava gjørt fólk kát.
Heimspolitiska stødan er ikki til at kenna aftur eftir
nøkrum fáum árum, og hesi árini hevur alt i Føroyum
eisini koppað sær á fleiri ferðir.
Ymist áhugavert er hent í sambandi við okkara heim-
ligu búskaparligu kollvelting, og alt er ikki av ti ónda.
Tá føroyingar fingu pengar um hendur, gekk ótrúliga
skjótt, til tey flestu høvdu vant seg við at umseta alt í
pengum. Nakað hjálptust øll at, men tað vóru tey fægstu,
sum tímdu ella orkaðu at fáast við sjálv at fá hús upp.Boð
vórðu bara send eftir handverkarum. Meginparturin av
småbåtunum í Havn loysti ongantíð frá landi, tí allur
matur fekst jú í handlunum.
Tað lívið hava vit ikki ráð til longur. Er okkurt brek í
húsunum ella á bilinum, biðja vit onkran koma at hjálpa
okkum, og tey verða lønt við eini aðrari tænastu ella
onkrum góðum bita. Nú er eisini heilt vanligt at fáa eitt
kók, eina greipu ella ein spikbita frá onkrum granna,
skyldfólki ella vinfólk, og góð fólk í Suðuroynni finna
uppá at leska okkum í Havn við grind, tí vit fáa vit í
hóvuðsstaðnum fáa ongan grindapart. Fólk eru blivin
fittari við hvønn annan, og hetta man vera måtin, skulu
vit verða her i Føroyum.
Summar dagar liggja bátarnir nú tættir í Nólsoyar-
firði, og tað ljóðar, at óvanliga nógv verður sett niður í
ár.
Vitsíggja eisini, at fólk eru givin við at tveita burtur fyri
at keypa nýtt. Í onkrum býlingum koma fólk saman og
geva burtur klæðir, sum tey ikki kunnu brúka longur.
Men besta dómi um, at minni verður tveitt burtur, er
Lýsingatorgið í Sosialinum. Hvørja viku skifta bæði
stórir og smáir lutir eigara, og gll eru fegin og væl nøgd.
Men tað er sjálvandi ikki so gott fyri tær báðar brenni-
stødirnar, sum fáa minni og minni at brenna.
Framvegis flyta fólk av landinum, men heilt nógvar
familjur hava valt at bjarga sær á tann hátt, at maðurin fer
burtur í annað land at arbeiða, og konan og børnini eru
eftir. Maðurin kemur heim nakrar ferðir um árið, og lív
teirra er ikki stórt gðrvísi enn hjá familjum, har maðurin
er langfarasjómaður. Soleiðis gera fleiri, sum ikki geva
upp, men ætla sær av vera her og vilja geva børnunum
møguleikan at vaksa upp her í staðin fyri í onkrum
fremmandum landi.