Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mai 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða8 Nr 91 —17. MAI 1994 Væleydnaður fóðingardagur í Vági: Úr ollum ættum komu tey at ynskja Johannu tillukku Tað var ein vøkur sjón, tå Johanna, saman við =. Westward Ho, Norðlýsinum og ødrum smærri “= fórum komu inn eftir Vágsfirði Rógvi Johansen aft ed Sannur hátíðardámur var í Vági leygardagin. Orsøkin var ein tvifaldur fødingar- dagur. Lidin eru 110 ár síðani Johanna TG 326 varð bygd, og 100 ár eru júst liðin síðani sluppin kom til Føroya Ur øllum ættum vóru fødingardagsgestir komnir at heilsa hesum snotiliga fari Millum gestimar var Westward Ho og Norðlýsið komin suður umframt fleiri smærri før. Millum onnur Ivy av Sandi, Heimdal av Tvøroyri, Nólsoyar Páll úr Vági, Framm úr. Havn, Ørvarodd av Argjum og Jensabáturin úr Nólsoy. Tað var ein vekur sjón tå allur flotin kom inn eftir fjórðinum. Komnir nakað inn komu tiggju gamlir grindabátar úr Vági at taka Á keiini var stórt mót- tøkuhald. Har var Tvøroyr- ar Hornorkestur saman við Tónleikarfelagnum, kirkju- kórinum Ljómi, Eystankór- inum av Skálafjørðinum og kórinum Røddum av Tvør- oyri. At halda sjålva føding- ardagsrøduna høvdu fyri- reikararnir heitt á Ola Tíðindablaðið Breckmann, fólkatings- og løgtingsmann. Á keiini kundu fólk keypa sær ein kaffimunn og køku- bita, og um kveldið vóru allar skips- og bátsmann- ingarnar bodnar til dógurða í Framtíðini, har broðreitt var við seyðarhóvdum Seydarhøvdini og eplini afturvið var gáva frá parta- felagnum Poul Hansen. Skipað var eisini fyri várkonsert í Vágs Kirkju við kirkjukórinum Ljómi, Eystankórinum og kórinum Røddum. Seinri um kveldið varð skipað fyri føroyskum dansi í VB-húsinum og enskum dansi í itréttarhøllini. Sum vera man vóru eisini fødingardagsgåvur til fød- ingardagsbarnið. Frá West- ward Ho fekk Johanna grót- plátu við sluppmynd grivna í, og Norðlýsið hevði mynd við sær. Eina peningagávu fekk Johanna frángkrum av bátunum, og Páll J. Nolsøe, fyrrverandi landsskjalavør- ur, gav sluppini siglingar- søguna. Í allar mátar eitt sera væl fyriskipað og væl eydnað tiltak. tór.- ——."———