Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mai 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 teigarnar 2. deild, menn: KÍ-Sumba 0-0 Klaksvíkingar í 2. deild hava fingið ógvuliga laka byrjan. Teir eiga framvegis fyrsta sigurin á, og fer tað eftir summ- arfrítíðina at ganga, sum tað gekk í fjør, so eru meguleikamir smáir fyri at varðveita plássið. Tíí fjør tapti KÍ so at siga alt eftir summarsteðgin, men nógv stig í fyrru helvt bjargaðu teimum undan niðurflyting. Klaksvíkingar eru av tí sannføring, at um besta fólkið, sum er til tað, verður í 2. deild komandi umførini, so koma súgini eisíni. | Trupulleikin er bara tann, at tað eru fleiri í 3. deild, sum hava fingið áheitan um at flýta upp, men teir vilja ikki. Og so kunnu vit ímynda okk- um støbuna, at næst- besta liðið flytir niður, men KI bjargar liðnum í deildini, tí triðja liðið flytir upp! Mest varð spælt mill- um brots- | | | Nr. 91 — 17. MAI 1994 Móti sumbingum gekk javnt á. Sumba hevði góða verju, væl i Marloni skjótt og beinleiðis, men hesa ferð komu teir so at siga ongantíð igjøgnum verjuna hjá heima- liðnum, sum hesa ferð varð stýrd av veteran- inum Markus Tummas Jacobsen. Tá Dánial Johan Joen- sen og Edni Lisberg ikki komu igjøgnum, royndu sumbingarnir í aðru rød seg við langskotum, men tey vóru hvgrki nóg neyv ella serliga kraftarmikil. KÍ hevdi ein risa- møguleika. Tað var í 1. hálvleiki, at spælt varð tvørtur um, soleiðis at Mourits Jacobsen kom at standa fyri opnum máli. Bólturin var í gottog væl knæhædd, og í staðin fyri at skumpa hann inn við kroppinum, royndi unglingin at flukta, men tað miseydnaðist. (-nn-) A“ Her heilsast manningarnar á Skálabátinum og á Vestmenningi . Skálamenn vunnu fyrsta róðurin í år. Vestmenning- — se Tíðindablaðið (SHU ur hevur mangan givið hinum tiggjumannaførunum kapping. Mynd. Jens Chr.Vang So er kappróðurin byrjaður aftur. Sunnudagin var fyrsti róðurin, og hesin varð rógv- in út fyri bygdini Skála. Talan var um ein venj- ingarróður, sum ikki telur við í kappingini um før- oyameistaraheitið. Bátarnir luttaka á bygdastevnunum, undan teimum veruligu, fyri at venja seg til róður og fyri at stuðla teimum feløg- um, sum skipa fyri bygda- stevnunum. Bygdastevnan á Skála hevur verið hildin í mong ár. Båturin, sum helst hevur størst tekkju millum skála- menn, er 10 mannafarið Skálabáturin. Hann hevur verið ógvuliga frammalaga seinastu árini og í fjør vann hann klokkureint føroya- meistaraheitið. Skálabátur- in stóð seg eisini væl í sjeytiárunum. Í sekstiårun- um vunnu skálamenn mangan róðurin við gamla Sølmundi, sum teir høvdu lænt til bygdina. Skálabáturin fekk bert kapping frá einum báti sunnudagin. Tað var Vest- Kempur í kappróðri menningur, hesin var ein- asta tiggjumannafar sum hevði meldað seg til Skála- stevnuna. Skålabåturin basti Vestmenningi. Um- borð á Skálabátinum eru fýra nýggir manns við í ár. Vit hava tíverri ikki fingið úrsliuð av kappróðrinum annars á Skålastevnuni. jústinus Dynamitt-liðið móti foroyska landsliðnum Tá ið føroyska landsliðið kemur aftur úr venjingar- leguni í Eysturríki, steðga teir á í Frederikshavn. Fast- búgvandi føroyingar í Norðurjútlandi og tey, sum ferðast har um leiðir, kunnu seta kross í álmanakkan út fyri 11. juli, tí tá spælir liðið móti vinmonnunum hjá All- ani Simonsen, sum tóku lut í HM kappingini í Mexico í 1986. Dysturin verður leiktur í sambandi við setanina av stóru ungdóms fótbólts- kappingini Dana cup, har 8.000 leikarar taka lut. Før- oysk lið hava ofta tikið lut í kappingini. Kanska er krútið ikki so vandamikið, sum tað var fyri 8-10 árum síðani, men tað man vera nóg sterkt til at geva okkara monnum góða mótstøðu. Næsta venjingin hjá landslidsevnunum verður annars týsdagin 7. og miku- dagin 8. juni, tá Allan Si- monsen aftur vitjar í Fóroy- um. Tá verða einir 24 leik- arar kallaðir saman, og eftir venjingina, sum endar við dysti mikukvøldid, verður hópurin úttikin, sum skal til Eysturríki og Frederiks- havn. Sepp Piontek stendur å odda fyri danska liðnum. Hann er ikki venjari hjá nøkrum felag í løtuni, men á sumri 1995 verður hann venjari hjá fótbóltsflagg- skipinum í Norðurjútlandi. Tað er AaB í Álborg. -nn-