mikudagur 18. mai 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 92 — 18. MAÍ 199
Mynttelefon horvin
Mánadagin varð meldað
til løgregluna, at mynt-
telefonin í Tilhalds-
húsinum Skansanum er
stolin.
Nær tað er hent, og
hver er farin við telefon-
ini, veit politiið ikki.
Fóru við klæðunum
FrioggjakvøldiO beint
áðrenn afturlatingartid
vamadust tey í einum
klædnahandli í Havn, at
tvær ungar gentur høvdu
tikið nøkur klæðir úr
handlinum, og tá fólkini
í handlinum fóru aftaná
gentunum, hildu tær til
beins og tveittu klæðini
frá sær.
Politiið veit íkki,
hvgrjar genturnar vóru.
Havnarkórið
. konsert í
Eiðis kirkju
í kvold kl. 20
Skráin verður mestsum tann sama
sum á stórfingnu konsertini í Norð-
urlandahúsinum seinasta sunnu-
kveld, tó við teirri broyting, at okk-
ara egni Ernst Dalsgarð syngur
solopartarnar, Lars
Thodbjerg
Bertelsen sang í Norðurlandahús-
inum.
dag kl. 10-16. Tlf, 15816.
dansitónleikur ið dugir
Amnesty International
'Skrivstovan í Vágsbotni er opin tysdag og fríggja-
A DC -eisotan
Láarvegur.14 - Tórshavær- Tlf. 15828
ARBEIDSHANDSKAR
til oft endamál — bæði á sjógvi og landi
Fax 15893
Fólk búgva so tætt upp at hverjum øðrum á Berjabrekku, at ringt grannalag spillir alt
Krevja mannin út
0 Tíðindablaðið CE
Føroya Rættur skal nu fyri adru ferd taka avgerð, um ein maður
skal dømast at flyta úr síni egnu íbúð
Jógvan Andreassen hevur
fingið eitt keðiligt rættar-
mál at dóma. Einki fordømi
er í Føroyum, og hvussu
dómurin enn fer at ljóða,
stendur onkur ólukkuligur
eftir. Nøkur hava longu
fingið tað ringt.
Fyri at øll skulu trívast
í íbbúðarbygging, ræður um,
at fólkini kunnu liva saman
í sátt og semju, tí tey búgva
so tætt upp at hvørjum ødr-
um, og tað hoyrist ímillum.
Í fleiri ár
Í íbúðarhúsunum á Berja-
brekku hava tey í áravís
havt slíkar grannatrupul-
leikar, tí ein maður dugir
ikki saman við sínum
grannum.
Umleið eitt hálvt ár eftir
at ein kona við tveimum
børnum flutti inn í eina
íbúð, byrjaði hon at kenna
seg nervaða av manninum í
íbúðini omanfyri hennara
íbúð. Hann helt gang, rópti
og ýldi, hótti og tveitti lutir,
eisini knívar, niður av
trappuni. Í fyrstuni var hann
altíð fullur, tá hann gjørdi
hetta, greiddi konan frá sum
- vitni í rættinum mánadagin.
Hon visti ikki, hvussu
ofta hon hevði ringt eftir
politinum, tí hon kendi seg
ótrygga og fekk ikki sovið
fyri manninum, og dóttirin
ræddist eisini. Aðrir grann-
ar hava eisini ringt til poli-
tiið, sum óteljandi ferðir
hevur verið á Berjabrekku
og ofta hevur tíkið mannin
við á støðina.
Taðkom fram, at maðurin
hevur hótt við at gera seg
inn á tey, og at hann skal
hava sagt okkurt um at
skera á háls. Hann hevur tó
ongantíð gjørt seg likamliga
inn á nakran.
Fekk ávaring
Málið varð í 1991 tikið upp
í eigarafelagnum á Berja-
brekku, sum fyrst gav
manninum eina skrivliga
ávaring, og tá hetta ikki
hjålpti, samtykti ein eyka-
aðalfundur at krevja mann-
in út. Tað varð so gjørt og
víst varð til vibtøkurnar fyri
siga, at grannar ikki mugu
gera hvørjum ødrum ónáð-
ir. Víst varð eisini til lógina
fyri eigaraíbúðir.
Málið var fyri í rættinum í
fjør, og maðurin varð tá
dømdur at flyta. Men av tí at
hann ikki møtti, kundi hann
krevja málið tikið uppaftur í
rættinum, og tað var so fyri
mánadagin.
Hesu ferð møtti maðurin
og slapp at siga sína søgu.
Hann gramdi seg um, at
konan í íbúðini í neðra
knappliga einaferð íkki
vildi heilsa uppá seg, at hon
var farin til eigarafelagið í
staðin fyri at tosa við seg, og
at politiið altíð var eftir hon-
Maðurin viðgekk tó, at
hann hevði rópt og tveitt
ymist av trappuni. Hóttan-
imar vórðu ikki meintar í
álvara, segði hann.
Ikki til at halda út
Fimm vitni vóru, sum
søgdu, at tað var ikki at
halda út at hava henda
mannin sum granna. Ein
hevði tvær ferðir verið hjá
konuni í nidari íbúðini, tí
konan var bangin. Eina ferð
hevði hesi maðurin sjálvur
borið tann saksøkta inn til
sín sjålvs og hildið hurðina
aftur, til politiið kom.
Eitt vitni, ein annar
granni, bar í bøtuflaka við
manninum. Hann helt tað
vera Ov stórt stig at taka at
koyra tann saksøkta út.
Hann hevði einaferð verið
hjástaddur, tá politiið var
komið, og hann hevði talað
teir frá at taka mannin við
sær.
Demi úr Danmark
Sakførarin hjá eigarafel-
agnum, sum hevur kravt
mannin út, vísti á dómi úr
Danmark um, at fólk eru
dømd at flyta úr eigaraíbúð.
Slíkar reglur fyri grannlag
eru til tað sama. Tað er eitt
stórt stig, men annað er ikki
at gera, helt sakførarin.
Sakførarin hjá manninum
helt tað ikki vera rímiligt at
krevja mannih út nú, "ti
seinastu tíðina hevur hann
ikki verið nøkrum til ampa,
og langt er síðan, politiið
seinast var eftir honum,
segði hon.
Torfert at selja
Hon vísti eisini á, at mað-
urin hevur sett nógvar peng-
ar í íbúðina, sum hann einki
fær fyri, um hann verður
noyddur at selja.
Tá svaraði hin parturin, at
verður tortørt hjá manni-
num at selja sína íbúð, verð-
ur neyvan lættari hjá kon-
uni, sum var noydd at rýma.
Konan, sum búði í niðaru
íbúðini, flutti fyrst í eina
aðra íbúð á Berjabrekku.
Barnaverndin hjálpti henni
og rindaði húsaleiguna í ein
mánað, tí konan hevði børn
undir 18 ár. Men so varð
tann íbúðin seld, og hon
noyddist við stuttum skot-
brái at flyta í aðra íbúð, ikki
á Berjabrekku. Tað er ein
fíggjarligur smeitur fyri
hana, tí hon rindar sjálv
húsaleiguna, og hon verður
skattað av inntøkuni fyri at
leiga íbúð sína á Berja-
brekku út.
Málið er nú tikið upp til
dómd. Dómarin kundi ikki
siga, nær hann fellur dóm í
hesum trupla máli.
randi
Tíðindi, lýsingar, myndir og alt møguligt annað
- alt finnur tú í Tíðindablaðnum Sosialinum!