mikudagur 18. mai 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Landsliðsvenjarin:
Tilfari
er gott
Allan Simonsen fekk nakað
burturúr ferðini í Føroyum í
farnu viku. Lesið samrøduna
við landsliðsvenjaran
—
SÍÐA 10 & 11
ÍTRÓTTUR Í DAG
Sum longu nevnt í undanfarnum
blødum er ætlanin, af Ítróttar-
Sosialurin hvgnn týsdag skal vera
átta síður, ið eru klárar at taka úr
blaðnum — tað er líkasum lættari.
Men aftur í dag er Ítróttar-Sosi-
alurin soleiðis háttaður, at hann
er á miðsíðunum í blaðnum og
kann takast út. Hetta er tó bert
hesaferð, tí vanliga verður miku-
dagar serligur dentur lagdur á
frásagnir úr 3. deild hjá monnum,
1. deild hjá kvinnum og møguliga
okkurt annað eisini. Hósdag er so
ungdómsfótbólturin á skránni.
Orsøkin til, at blaðið hesaferð
aftur gjørdist heldur stórt, er fyrst
og fremst samrødan við landsliðs-
venjaran Allan Simorisen, ið ikki
fekst rúmd fyri i gjárblaðnum.
Men eisini annað tilfar er við.
Fleirilesarar — bæði fótbóltshat-
andi og -elskandi — hava sýnt nøgd
vid, at soleiðis verður gjørt við itr-
óttin, og tað fegnast vit um.
Ítróttar-Sosialurin
Jóan Petur
skjeyt málið
Eftir skaðasteðg í nakrar dystir var
Jóan Petur Olsen við aftur á liðnum
hjá GI, og tað var hann — og ikki
Henning Jarnskor. — ið skjeyt ein-
asta málið í dystinum í Runavík
Ein av GÍ-spælarinum kom
at vera fyri órætti í dystar-
fråsøgnini frá dystinum í
Runavík sunnudagin mill-
um NSÍ og GI, ið gøtumenn
vunnu 1-0 við máli í fyrra
hálvleiki.
Spælarin er Jóan Petur
Olsen, ið var við fyri fyrstu
ferð í fleiri dystir, tí hann
hevur drigist við ein skaða.
Símun Petur Justinussen
hevur rgkt aftasta plássið,
meðan Jóan Petur hevur
verið burturi, og tað gjørdi
Jóan Petur Olsen — við
tunguni mitt í munn-
inum á hesi myndini —
var maðurin, ið skjeyt
GI-målid sunnudagin
(Savnsmynd)
hann eisini sunnudagin, tá
Jóan Petur spældi á mið-
vellinum, av tí at Sámal Jo-
ensen sat uttanfyri við leik-
banni fyri reyða kortið, ið
hann fekk í Gundadali vik-
una frammanundan móti
HB.
Órætturin er í tí, attað ikki
var Henning Jamskor, ið
skjeyt málið, men Jóan Pet-
ur, ið hevði síðsta fótin á, tá
GÍ fekk einasta málið í dyst-
inum góðan hálvan tíma inn
í fyrra hálvleik. Henning
átti hinvegin sendingina til
Jóan Petur, tá hann skoraði.
Vónandi halda bæði Jóan
Petur og Henning okkum til
góðar, at hetta mistak varð
gjørt, men hervið er tað so
rættað.
(bløm.)