mikudagur 18. mai 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 92 — 18. MAI 1994 Tíðindablaðið [ sosíalurin }
Gó
Flog-
bólts-
lands-
liðini
til San
Marino
Bæði mans- og kvinnuflog-
bóltslandsliðini fara í hes-
um mánaðinum av landin-
um at kappast móti øðrum
smátjóðum.
Kappingin verður í San
Marino, har føroyingar eis-
ini áður hava verið og roynt
seg í kappingum.
Tilsamans verða níggju
lond við í hesi smálanda-
kappingini: San Marino, Ís-
land, Føroyar, Kypros, Mo-
naco, Luxembourg, Liecht-
enstein, Andorra og Malta.
Av hesum eru tað bert San
Marino, Føroyar, Kypros
og Luxembourg, ið hava
bædi mans- og kvinnu-
landslid vid.
Malta, Andorra og Mona-
co hava bert manslandslid
vid og einasta landid, id bert
sendir kvinnulandslið av-
stað, er Ísland.
Hjá bæði monnum og
kvinnum er kappingin býtt
sundur í tveir innleiðandi
bólkar, og hjá monnunum
eru Kypros, Luxembourg,
Malta og Andorra í bólki A,
meðan San Marino, Føroy-
ar og Monaco eru í bólki B.
Hjá kvinnunum manna San
+ * + á Pi
:FOROY MH EIÐIN -
På SKIVU Li MJD. á al
Kvinnulan s iðið í flogbólti
Marino, Ísland og Føroyar
bólk A, meðan Luxem-
bourg, Kypros og Liechten-
stein eru í bólki B.
Kappingin byrjar miku-
dagin 25. mai, og finalurnar
um endaligu plássini verða
spældar leygardagin 28.
Landsliðini úttikin
Í sambandi við kapping-
ina hava venjararnir tikið út
KEMILUX ”—
£
FOROYMIFIDEN
Í Pr SKIPTIÐ TG: LH
tólv spælarar til manslands-
liðið og ellivu spælarar til
kvinnulandsliðið.
Til manslandslidid hevur
venjarin Niclas Joensen tik-
ið út hesar spælarar: Sune
Hansen, Hanus Joensen,
Anfinn Joensen, Eyðstein
Eltør, Eli Høgnesen, Bátð
Mikkelsen, Heina Weihe,
Tummas Óla Mortensen,
Jan Hentze, Trygva H. Poul-
sen, Klæmint Isaksen og
+ På t
Í #5
þá
She
——
Dan Vestergaard.
Ábyrgdina av kvinnu-
landsliðnum hava Marjun
Kalsg, ið eisini spælir við
sjálv, og Bjarne Joensen.
Tey hava — umframt Marjun
- tikið út tíggju spælarar, og
eru teir hesir:
Finngerð S6lbjørg, Helga
Nordendahl, Hjørdis Mort-
ensen, Alvilda Ólavsdóttir,
Miriam Thomassen, Maria
Petersen, Rúna Dalsgarð,
Signhild Gudmundsson,
Margit Gaard Joensen og
Malan Klakkstein.
Umframt spælarar og
venjarar verða eisini onnur
við í ferðalagnum, ið fer til
San Marino. Tey eru for-
maðurin í Flogbóltssam-
bandi Føroya, Ólavur á
Váli, dómarin Herman
Lindberg og vøddamykjar-
amir Hervør Eyðunsdóttir
Petersen og Hedvig Matras.
Fjórðu og fimtuferd
Sum sagt byrjar kapping-
in mikudagin 25. mai, og tá
hava menninir frí, meðan
kvinnurnar spæla móti Ís-
landi. Hósdagin 26. maí
spæla menninir fyrst móti
Monaco og seinni um dagin
móti San Marino, meðan
kvinnurnar spæla móti San
Marino.
Manslandsliðið í flogbólti
Mynd: Jens Kr. Vang
Fríggjadagin verður so
spælt um, hver skal koma í
hverja finalu, og hjá monn-
unum metast tå triararnir úr
bólki A og bólki B, eittar-
arnir úr bólki A og tveyar-
arnir úr bólki B, og eittar-
arnir úr bólki B og tveyar-
arnir úr bólki A. Hjá kvinn-
unum er skráin tann sama.
Leygardagin 28. mai eru
so finalurnar, og tá verður
hjá monnunum spældur
dystur um fimta og sætta
plássið, dystur um triðja og
fjórða plássið og so sjálv
finalan um gull og silvur.
Hjá kvinnunum verða bert
dystur um triðja og fjórða
plássið og finalan um gull
og silvur.
Somuleiðis verða heið-
ursmerki handað bestu lið-
unum leygardagin, um-
framt at skipað verður fyri
einum hátíðarhaldi, tå
kappingin endar.
Aftaná verður so ein betri
biti at fáa, og har verða so
eisini einstakir spælarar
heiðraðir fyri serlig avrik
undir kappingini.
Hetta er fjórðu ferð, at
menninir spæla um smá-
landameistaraheitið, með-
an kvinnumar spæla um tað
fyri triðju ferð.
bj.
————4—