Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 92 — 18. MAI 1994 Sida 11 gerandi, at flaggskipið roynir at skapa nakað og ikki bara vísir tindasvina- Ikki niður við nakkanum Vit hava áður sæð, at all- ir føroysku leikararnir verða trýstir aftur í før- oyska brotsteigin, heldur tú tað verður frægari, nú tú ert vorðin venjari? — Tað verður torført, og fyri at vit ikki skulu missa mótið, so er týdningarmik- ið, at allir partar eru greiðir yvir, at vit framvegis fara at tapa, og tapa nógv vidhvørt Men royna vit ikki fram- rættaða partin, so er eingin framtíð í landsliðnum. Pínir tað teg ikki, tá tú hugsar, at tað er rættiliga stórt sannlíki fyri, at Allan Simonsen — eina ferð besti leikari í Europa skal standa niðri í Europa við einum liði, sum hevur tapt 10-0? — Sannlíkið er stórt fyri slíkumúrslitum, men um vit eru greiðir yvir fyritreyt- irnar og arbeiða miðvíst, so kollrennir eitt úrslit av has- um slagnum ikki liðið, og als ikki meg. Tú skak minn- ast til, at royndir telja nógv, og tá eg ikki fór niður við flagginum árini, eg leikti í Barcelona, so verður tað ikki av møguligum stórtapi. Kanningarferð í Hollandi Hvat verður næsta stigið hjá tær í fyrireikingunum til EM undankappingina? — Vit arbeiða alla tíðina við hesum. Eg havi lagt uppskot við útgreinaðari ætlan fyri tað, ið eftir er av 1994 fyri FSF, og eg vænti at frætta frá teimum heilt skjótt. Tað er jú eisini ein spurningur um pengar. Royndimar siga mær, at fyrireikingarnar hava so Ógvuliga stóran týdning. Fyrri og betur tú ert fyri- reikaður, stórri ágóða fært tú burturúr. Tí arbeiði eg alla tíðina við m.a. at fáa upplýsingar um komandi mótstøðuliðini, t.d. við at fáa sjónbond til vega og við at hyggja at dystum. 27. maí fari eg til Holland at hyggja at dystinum mill- um Skotland og Holland. Fyrsti útidysturin verður jú móti Skotlandi 12. oktober. So er ætlanin at tosa við venjararnar í feløgunum i Danmark, har føroyskir leikarar eru, fyri at frætta, viku, tá hann så GÍ móti Urvalslidnum og B71 móti HB hvussu gongur hjá teimum. Og so royni eg at fylgja við í føroysku kappingini. FSF sendir tilfar, eg tosi vid hjålparvenjaran, og so ætli eg at fylgja við í tí, sum tit í Tíðindablaðnum Sosialin- um skriva um landskapp- ingina. Smittan Vit hava prátað saman í ein stívan tíma. Samrødan er liðug, og vit takka fyri okkum. Eingin ivi er í, at Allan Simonsen gongur upp í venjarastarvið av fullum huga. Hann hevur tikið tað sumeinaavbjóðing, hann er málrættaður, viljin og áræð- ið eru stór, og tað smittar. Tað fæst ábending um við at tosa við leikarar og venjar- ar. Allan Simonsen er glaður fyri måttøkuna í Føroyum, og tað er eingin ivi í, at hann fer at gera alt, sum tað ber til at gera, fyri at lyfta føroysk- an landsliðsfótbólt. Hvussu tað fer at eydnast, velst um undirtókuna millum teirra, sum varða av føroyskum fótbólti, og tað er fyrst og fremst spælarum, leiðslu og áskoðarum. Men nú fáa vit at síggja. -nn- Nýggi landsliðsvenjarin Allan Simonsen fekk nógv burtur úr ferð síni í Føroyum í farnu Mynd: Hilmar Jan Hansen Pi A pe [ Preben Elkjær verður millum fyrstu mótstóðumenninar hjá nýggja landsliðnum Allan noyddist at fara í Vejle-klæðini Undan dystinum sunnudagin hjá Vejle á Tingbjerg Stadion móti Brønshøj, ið Vejle vann 3-1, rendu tveir av spælarunum saman, so Allan Simonsen noyddist at innstilla seg uppá, at hann mátti vera eykamaður »At Allan Simonsen í 80. minutti í EM-dystinum á Svangaskarði móti grikk- um 7. september fer út á síðulinjuna fyri at hita upp og í 85. minuttir setir seg sjálvan á føroyska lands- liðið og triggjar minuttir seinni skjýtur einasta mál- ið í dystinum, so Føroyar vinna 1-0.,.< Nei, hetta er bert ynski- dreymurin hjá teimum all- armest spentu viðhalds- fólkunum hjá føroyska landsliðnum. Heilt einfalt letur tað seg ikki ger — og tvinnar eru orsøkimar til tað: Fyri tað fyrsta hevur landsliðs- venjarin Allan Simonsen ikki so mikið sum ein ein- asta dropa av føroyskum blóði í æðrunum, og fyri tað næsta hevur hann ver- ið landsliðsspælari longu frammanundan fyri ann- að land, og tí ber tað als ikki til. Men hinvegin var tað um vikuskiftið sera nær við, at hetta hendi fyri hann íeinum ødrum dysti, nevniliga tá Vejle sunnu- dagin var á Tingbjerg Sta- dion og spældi landskapp- ingardyst móti Brønshøj. Undir upphitingini, ið var undan dystinum, vóru tveir av føstu Vejle-spæl- arunum — Henrik Holm og Benny Poulsgaard — so óhepnir at renna høvdini saman, so báðir endaðu á gjúkrahúsinum, áðrenn dysturin nakrantíð var far- in í gongd. Annar teirra fekk eitt grefligt sár í pannuna og hin breyt eina tonn. Báðir vórðu teir á sjúkrahúsin- um kannaðir væl og virði- liga, eitt nú fyri at finna út- av, um teir høvdu fingið heilaskjálvta av tí harða samanstoytinum. Hendan óvæntaða og sera óhepna støda gjørdi, at Allan Simonsen, ið ikki hevur-spælt dyst á høgum stødi i fleiri år, noyddist at seta seg sjålvan å démara- sedilin og halda seg klår- an, um neydugt skuldi ver- 10 at gjørt onkra útskifting. Tad var eisini um repp- ið, at so varð, tá ein annar av spælarunum undir dyst- inum varð skaddur, men hann megnaði kortini at spæla teir 90 minuuirnar, og hóast liðið mátti vera tveir av føstu spælarunum fyriuttan, eydnadist Vejle at vinna dystin 3-1, eftir at Brønshøj í fyrra hálvleiki var komið á odda 1-0. — Tíbetur vóru spælar- arnir hjå mær somikið væl fyri, at eg slapp undan at fara inn sjålvur, sigur All- an Simonsen við Tidinda- bladid Søsialin. Hann kundi eftir dystin kortini fegnast um, at båd- ir teir óhepnu spælararnir sluppu frá óhappinum utt- an varandi mein, og teir vóru við í ferðalagnum, tá sigursfegna Vejle-liðið eftir dystin setti kós móti Suðurjútlandi aftur. lan og Todi skoraðu „ Annars vóru báðir før- oyingarnir — lan Højgaard og Magni á Lakjuni — við í dystinum hjá næstbesta Vejle-lidnum um viku- skiftið. Liðið spælir í Jútlands- seriuni, og hóast tað tapti móti oddaliðnum í bólk- inum, Esbjerg IF 92, var kortini ein føroyskur glotti at hóma, tí málið hjá Vejle í 3-1 tapinum skjeyt lan Højgaard. Eisini ein annar før- oyskur útiseti í donskum fótbólti, Todi Jónsson, var millum málskjúttarnar, tå næstbesta liðið hjá Lyng- by, ið spælir í Danmarkar- seriuni, sunnudagin vann heili 5-0 á botnliðnum úr Hasle. Todi gjørdi fjórða málið. hj.