mikudagur 18. mai 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 92 — 18. MAI 1994 Tíðindablaðið [ sosialurin }
tr ot
Hann heldur seg hava fingid
gagn av vitjanunum í Før-
oyum, og tå hesin månin er
farin aftur um, roknar hann
vid, at ein bruttohópur upp á
einar 24 leikarar er klårur til
venjingina, sum ætlandi
verdur fyrst i juni. Tå verdur
skorid nidur til einar 15-18
leikarar, so kemur kanska
onkur afturat, sum leikar
uttanlands, soleiðis at hóp-
urin å venjingarleguni i
Eysturriki fyrstu vikuna av
juli fer at telja einar 20 leik-
arar.
Tad er Allan Simonsen,
landsliðsvenjari, sum hevur
sett út í kortið, og partvís vil
lætta teppinum, tá vit seta
honum stevnu í sambandi
við, at hann í síðstu viku
hugdi at steypasemifinal-
uni á Sandi millum og B71
og HB og at GI móti úrvals-
liði.
Gott tak á bóltinum
Tú iðrar teg ikki um, at tú
tókst uppgávuna á teg at
standa á odda fyri lands-
liðnum?
— Tá eg tók av, kendi eg
lítið til føroyskan fótbólt.
Eg hevði verið við veteran-
landsliðnum í Føroyum, eg
hevði sæð onkran dyst í EM
og HM undankappingun-
um, og so kendi eg onkrar
einstakar leikarar, t.d. lan
Højgaard og Magna á Lakj-
uni, sum venja við felagn-
um hjá mær.
Nú haldi eg meg hava
fingið eitt betur innlit, og
tað, eg havi sæð á ferðunum
higar í ár, hevur avgjørt bor-
ið á rætta borðið. Táeg var í
Klaksvík var kappingarárið
ungt, men fleiri sýndu góð
evni, og nú venjingarstødan
er betur, eri eg av tí fatan, at
tað kann spyrjast ein lands-
liðshópur burturúr, sum
eigur at standa seg so mikið
væl, at eitt samlað úrslit
fæst burturúr, ið er betri,
enn tað var í HM undan-
kappingini.
Hvat er tað, sum er betri,
enn tú hevði roknað við?
— Eg eri ovfarin av bólt-
førleikanum ella teknikk-
inum, sum fleiri leikarar
sýna. Teir bestu eru á ti øk-
inum fremri enn nógvir
teirra, sum eru við í næst-
bestu donsku deildini, har
Vejle spælir. Og so hevði eg
ikki roknað við, at skilið
fyri spælinum ella taktiska
medvitið var so høgt, sum
tað er hjá fleiri.
Serliga legði eg til merkis
GÍ. Eg veit væl, at mót-
stødulidid ikki var saman-
spælt og at tað tí var lættari
enn móti samanspældum
liði, men tað var týðuligt, at
gøtumenninir hava eitt væl
samanspælt lið við nógvum
góðum leikarum, bæði við-
víkjandi bóltfórleika og
spælskili.
Simonsen & Simonsen: Hjálparvenjarin Petur og landsliðsvenjarin Allan, ið skulu taka sær av føroyska fótbóltslands-
liðnum í EM-undankappingini, ið byrjar við heimadysti móti Grikkalandi 7. september
Tilfarið er til
betri úrslit
Mynd: Hilmar Jan Hansen
enn higartil
Landslidsvenjarin er greiðir yvir, hvørjum fyritreytum, hann arbeiðir und-
ir, men hann heldur tvinnar lutir vera avgerandi fyri, hvussu setningurin
fer at eydnast: hugburðurin kring landsliðið og góðar fyrireikingar
Kropsligir
veikleikar
Hvat er størsti veikleik-
in?
— Skjótleikin, styrkin og
treystleikin eru gkini, har
fóroysku leikararnir eru væl
aftan fyri teir, sum liðið skal
kappast við.
Og hvat ætlar tú at gera
við tað?
— Vit skulu arbeiða við at
menna góðu eginleikarnar
og royna at minka um fylgj-
urnar av tí, leikararnir ikki
eru so góðir til. Men tað ber
ikki til at fáa veikleikarnar
burtur í landslidshøpi.
Tað eru tvinnar fyritreyt-
ir, sum eru avgerandi, um
leikararnir skulu vera betur
fyri í ueystleika, skjótleika
og styrki
Onnur er venjingin í fel-
øgunum. Eg havi ongantíð
luttikið í ella sæð venjingina
hjá nøkrum felag í Føroyum
— tað kundi eg væl hugsað
mær at veri við til — men eg
skilji, at flestu feløgini
venja triggjar ferð um vik-
una. Í Vejle venja vit fimm
ferð.
Allan heldur fyri, at tað
hevði kanska hjålpt, um før-
oyingar vandu fleiri ferd,
men hann heldur seg kenna
munin í fyritreytunum hjá
leikarunum í Føroyum og í
Danmark.
— Hjå okkum hava vit
fleiri lesandi og summir arb-
eiða parttíð. Tí gongur tað
ikki so nógv út yvir fritid-
ina, sum tað hevði gjørt hjá
føroyskum leikarum, ið arb-
eiða fulla tíð og skulu býta
frítíðina millum familju,
fótbólt og kanska okkurt
annað.
Í sambandi við venjingina
er ikki bara mongdin, men
eisini dygdin í venjingini
týdningarmikil. Men har
havi eg tað fatan, at før-
oysku venjaramir eru væl
fyri og megna eins væl og
venjarar í td. Danmark at
røkja sina uppgávu.
Hin fyritreytin, sum skal
til, um leikararnir skulu ger-
ast betur fyri, er hvildin.
Tad gagnar ikki at økja um
venjingina, um leikararnir
ikki eru væl fyri, tá teir eru
saman. Og skulu teir vera
tað, so er alneyðugt við
nógvari hvíld. At fáa tað í
lag tekur tíð, og tað krevur
pening at keypa fritid, og
hetta er neyvan tað, sum
liggur fremst í Føroyum í
dag.
Kappingin
er ov stutt
Allan Simonsen vísir á
tvinni onnur viðurskifti,
sum halta hjá føroyingum í
altjóða fótbólu:
— Tað hevði verið ólíka
betur, um leikt varð á grasi í
Føroyum, tí tað er einki at
ivast í, at skiftid frá graslíki
til gras ávirkar. Men tað
kunnu vit neyvan gera nak-
að við.
Men tað kunnu vitkanska
gera við longdina á fótbólts-
árinum í Føroyum. Tá vit
síggja heimligu kappingina
í ljósinum av altjóða luttøk-
uni, so er kappingin alt ov
stutt. Her verður farið undir
kappingina síðst í apríl, og
hon er liðug í september, og
tað verður ikki leikt í juli. I
altjóða høpi eru hesir mán-
aðirnir teir lakastu til fót-
bólt, og tað sigur seg sjálvt,
at hetta bøtir ikki um møgu-
leikarnar hjá Føroyum.
Eg havi eina greiða fatan
av, at landskappingin átti at
verið longd einar tveir
mánaðir. Tað hevði uttan
iva havt trupulleikar við
sær, t.d. at tað eru fleiri leik-
arar, sum taka lut í ítrótt,
sum bara verður íðka um
veturin, men sum venjari
hjá fótbóltsjandsliðnum vil
eg avgjørt mæla til, at fót-
bóltsárið verður longt.
Sjålvstødugir
og åbyrgdarfullir
— Hvat er tað, tú serliga
leggur dent á, tá landsliðs-
hópurin verður samansett-
ur?
— Hetta er at sammeta við
at leggja eitt puslispæl. Vit
Skulu hava leikarar við
ymsum dygdum, Ld. er tað
týdningarmikið at hava
leikarar við royndum bland-
aðar við nýggjar leikarar.
Eingin ivi skal vera um, at
dentur verður lagdur á at fáa
leikarar at mynda hópin,
sum í mestan mun eru ment-
ir at gera landsliðsfótbóltin
meiri positivan og hugalig-
an.
Í HM kappingini var mál-
årtøkan 1-39. Eg haldi, at
tað ber boð um, at leikar-
arnir hava verið læstir, og at
hugflogið hevur ikki havt
bestu treytirnar at blóma.
Vit mugu fáa leikararnar,
sum hugsa sjålvstødugt og
tora at taka ábyrgd. Teir
mugu hava eitt opið sinni,
vit mugu potað spæligleði,
sigursvilja og sjálvsálit inn í
teir, og venja teir við at fara
á vøllin við ti í huga, at vit
skulu fram á vøllin og vera
við at mynda dystirnar.
Sjálvsagt skal framrætt-
aði parturin vera kontroller-
aður, men tað skal vera
framrættað. Landsliðið er
flaggskipið hjá fótbólt-
inum, og bæði fyri áskoðar-
arnar, pressuna og ikki
minst teir yngru leikararnar,
ið skulu manna U14, U15,
U16 og U18, er tað alt av-